Tað er eingin loyna, at eg ikki eri sambandsmaður, og at eg ynski Sambandsflokkin so lítlan sum til ber. Tí átti man kanska at takka Kaj Leo eftir málsøkisbýtið í gjár. Tí Sambandsflokkurin fær tað trupult, um hendan samgongan situr leingið.
Tað er so eingin ivi um, at Løgmaður hevur megnað at geara Fólkaflokkin alvorliga upp til komandi løgtingsval. Jørgen situr nú bæði á Landsverki og fíggjarmálum, umframt at flokkurin umsitur bæði fiskivinnu, umhvørvismál og almannamál.
Jørgen kann nú sleppa at profilera seg, sum tann fíggjarliga ábyrgdarfulli skansin, og samstundis antin fáa parkera eysturoyartunnilin í eitt tíðarskeið, ella við at gera eina profitabla almenna loysn, ella kanska eina betri privata loysn. Verður tunnilin gjørdur verður eitt av sambandsku kjarnuøkjunum flutt yvir á lista A. Verður hann ikki gjørdur, vera tey ofta konservativu og varligu sambandsfólkini lokkaði av lista A, ið vísir fíggjarliga ábyrgd. Samstundis, sum súrir sambandsmenn úr Eysturoynni fara til nýklakta halgimenni Kára P. Højgaard.
Fólkaflokkurin hevur somuleiðis ríkan møguleika at profilera seg við málum sum Marknagilsdeplinum og tunlum ymsastaðni. Samstundis sum ábyrgdarleysir reiðarar og fjepparar av skilaloysi, ikki nýtast at ræðast, at atlit verður tikið til náttúru og umhvørvi.
Samstundis hevur Miðflokkurin við familjumálum fingið møguleika at profilera seg sum verjin hjá sínum snævurskygda kjarnuveljara. Samstundis sum stóri meirilutin av sambandsveljarum, ið er tolsamur móti eitt nú samkyndum fer at øtast og flyta seg til Javnaðarflokkin.
Vit í Tjóðveldinum sleppa samstundis at profilera okkum í sonevndum etiskum málum, og vinna nakrar tolsamar veljarar frá Fólkaflokkinum.
So alt í alt kunnu fullveldisflokkarnir fáa eitt fantastiskt val næstu ferð.
Ja, man átti at takka Kaj Leo, men trupulleikin er bara, at eg haldi Fólkaflokkin og Miðflokkin vera nógv verri enn Sambandsflokkin, og eg ræðist, at tað verður sera torført, at skipa eina samgongu uttan hesar flokkar eftir eitt komandi val.
One thought on “Átti man at takka Kaj Leo?”