Røða á 30 ára føðingardegnum hjá Føroya Handilsskúla í Marknagili

roda

Í dag var 30 ára føðingdagurin hjá Føroya Handilsskúla í Marknagili hildin, og sum fyrrverandi næmingur varð eg biðin um at halda eina røðu, ið ikki bert hevði rós, men gjarna eisini rís.

Hey tit
Eg eri Niels Uni Dam, eg eri í prinsippinum stjóri í Nudlavirkinum, men av tí, at eg ongantíð havi havt ein stjóra í búkinum, so er mín starvslýsing samskiftisráðgevi.
Eg eri útbúgvin Cand. Comm, tað er samskiftisfrøðingur, men havi so eina síðugrein í heimsspeki, ið eg faktiskt havi lisið líka leingi sum samskifti. Eg havi nevniliga lisið á RUC, og har velur man faktiskt, hvat av fakunum man er kandidatur í.

 

Eg valdi so Cand. Comm. ístaðin fyri Cand. Mag., fyrst og fremst tí, tað var smartari fyri tað yrkisleið, ið eg æltaði mær,  og tí eg ikki hevði nakra ambitión um at gerast studentaskúlalærari.

 

Síðan eg fór á arbeiðsmarknaðin, havi eg arbeitt við at byggja samskiftisøkið hjá TK upp, eg havi starvast sum journalist í Miðlahúsinum, og í nógv ár var er samskiftisráðgevi á SS, við serligum atliti til PR og online økið.

 

Well til røðuna: Uha Uha, ja, tað er ikki nemt at vita hvar man skal byrja, og hvar man skal enda, tá man fær eina so leysa lýsing av hvat man skal røða um.

 

Helena segði:
“Eg hugsaði um tú kundi hildið eina røðu um tína tíð á Handilsskúlanum, kanska frá einum øðrvísið og eitt sindur skeivum vinkli”

 

Eg veit ikki heilt, hví eg segði ja, men mær dámar væl at skriva og halda røður, og eg ræðist sjáldan uppgávur, so hetta væntaði eg, at eg nokk skuldi klára. Eg havi skrivað so nógvar røður til so nógv fólk bæði í gaman og í álvara, at ein røða til mín sjálvs her gekk nokk eisini.

 

Eg hugdi at skránni, og kundi staðfesta, at ikki færri enn tveir mentamálaráðharrar skuldu røða, umframt handa fitta myrkhærda í hinum HH flokkinum, ið seinni bleiv stjóri á Faroe Ship, og sum guð hjálpime bleiv nakað so álvarsamt sum ársins leiðari í ár, og so Bárður Jákupson, ið avloysti, men  skuldi tosa um sína list, ið hann tekur í størsta álvara. Alt í alt sera nógv álvarsamt.

 

Men tað er kanska ikki so løgið, tí Handilisskúlin er ein álvarsamur skúli, í øllum førum hevur skúlin llagt lunnar undir yrkisleiðina hjá nógvum íverksetarum, stjórum, politikarum og spennandi fólki annars, so hetta er ein álvarsamur skúli, álvarsamur og álvarsliga gangligur fyri Føroyar og føroyingar.

 

Eg meini so við, eg gekk í flokki á HH við Bárði Nielsen, fyrrverandi fíggjarmálaráðharra og núverandi formanni í fíggjarnevndini, eg gekk eisini í flokki við Óla á Deild Olsen, íverksetara, Hans Laksá statsautoriseraðum revisor og stjóra í Januar, Eriku Hayfield PHD og granskara, bara fyri at nevna nøkur fá.

 

Men tá eg hugsi aftur á tíðina í Handilsskúlanum, so er tað bestemt ikki álvaran og tað fakliga eg hugsi um.

Eg minnist sosialu samveruna fyrst og fremst. Eg minnist ballini, og vit høvdu tey bestu ballini. Vit skuldu fíggja okkara námsferð, og tí skipaðu vit fyri ballum. Bólkar sum Róin og Magni, Dynamit og Geislar komu at spæla, og her var eitt øgiligt lív. Serliga av teimum í serflokkinum. Tey vóru von at ballast á Studentaskúlanum, so tey dugdu bara heilt væl tann partin. Eg eri í tí hepnu støðu, at eg als ikki drakk, tá eg gekk í Handilsskúla, so eg minnist alt, sum hendi í ballunum, eisini tað summi høvdu ynskt, at eg hevði gloymt. Nei, best man vera einki at siga.

 

Men í mínum minnum fyllir sosiala sera nógv, tí hetta var eitt stað, sum eg hevði tað ótrúliga stuttligt. Eg minnist tær 8 vágagellurnar, ið sótu og bundu í tímunum í mínum FHS flokki, eg minnist  Námsferðina til Isle of Man, har vit faktiskt vóru fakliga sera virkin og skrivaðu hesa fínu ritgerðina, ið absolutt er verd at lesa.

 

Men eg minnist tað eisini sum eina kreativa tíð, eg teknaði sera nógv, og skrivaði eina rúgvu av yrkingum. Nærum alt yrkingasavnið Nudlar, ið eg gav út í 1994 er skriva í tímunum á Handilsskúlanum. Men eg fekk eisini mína debut sum blaðmaður á Handilsskúlanum. Eg skrivaði á handilsskúlablaðnum Handilsskúlan, er tað til enn?

 

Well, eg skrivaði har. M.a. hevði eg eina framhaldssøgu, ið æt Bygdamaður á Ferð, um ein norðing, ið kom til Havnar fyrstu ferð, og síðan fór ein túr við Norrønu. Tað var ein skemtisøga, og gjørdi gjøldur við stereotypiska norðinginum. Eg haldi, at søgan var væl dámd, kanska serliga, tí vit ikki høvdu nakrar norðingar her. Sjálvandi høvdu vit Gloriu, men hon segði einki um tað. Kanska kvinkaði hon karakterin hjá mær eitt vet niður, men tað var ikki verri enn ringt.

 

Hetta var stutt sagt ein fín tíð.

 

Nógv er sagt um yrkisútbúgvingar í dag, bæði á hesum fundinum og fyrr í dag, men um eg skal tosa fyri meg, so haldi eg, at eg lærdi nøkur grundleggandi ting um samfelagið og kanska serlig um búskap, ið hava komið væl við seinni.

 

Tað ger heldur einki, at eg dugi at seta ein rokniskap upp, og dugi at gera eitt tilboð til mínar kundar.

 

Eg haldi samanumtikið, at Handilsskúlin gav mær eina virðismikla barlast, jú gamaní, tá eg skuldi lesa heimsspeki, so manglaði tann vitanin, ið mínir studentaskúla samlesandi høvdu. Men tað var einki, ið eg ikki lærdi við at lesa Sofies Verden.

 

Hetta er lýst sum rís og rós, so um eg skal siga okkurt um tíðina tá, so haldi eg, at tað hevði klætt handilsskúlanum at hava júst tann partin við. Tí heimsspeki er ikki bara vitan, tað er læran um at hugsa, og tað kundu onkrir av lærarunum og næmingunum, ið vóru her tá gott brúkt til okkurt. Nei, tvætl, okkurt skal man siga, um man nú skal finnast at. Men tað er gott, at heimspeki er komið á tímatalvuna nú.

 

Eg ynski hesum bygningi til lukku, og fegnist um, at hann í 30 ár hevur skapt innovatión og menning Føroyum at frama. Nú flytur innihaldið skjótt í størri og betri karmar, uttan iva við tí úrslitið, at uppaftur meira menning og innovatión kemur burturúr.

 

Eg fari tó altíð at minnast tíðina her við gleði, takk fyri.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *