Ein serstakliga skilagóður bispur

Jógvan Fríðriksson, bispur, hevði eina framúrskarandi prædiku í Vesturkirkjuni í dag.

Bispur legði fyri við at úttala seg um fávitsku, at Bíblian ikki hevði nógv til yvirs fyri fávitsku, og við tí var tónin lagdur. Ein vitugur og skilagóður maður, ið helt eina vituga og skilagóða prædiku. Eina prædiku um, at lívið í veruleikanum er einfalt. At tað sjálvandi eru truplar løtur, men taka vit tær burtur, so er lívið einfalt.

Long var prædikan, eg vildi mett 30-40 minuttir, men tað ger einki, tá hon er so góð. Ein góður røðari klárar at bergtaka í langa tíð. Menn sum Tobbi, Churchill og ja, eisini Jógvan Fríðriksson.

Eg flenti fleiri ferðirnar enntá eitt sindur hart – eftir at eg hevði fatað, at hetta var lov á degnum.

Prædikan var skipað, sum ein røða á einum føðingardegi. Hvítusunna er føðingardagurin hjá kirkjuni. Tá nú talan var um eina føðingardagsrøðu, so vóru karmarnir leysari enn í vanligum prædikum. Har var pláss til sjálvrós, sum bispur segði, so var vanligt at rósa føðingardagsbarninum. Har var sjálvsinnlit og ja, sjálvskritikkur. Har vóru hugleiðingar um andaliga sunnheit, smáar søgur úr veruliga lívinum, og um at dagføra kirkjuna, um at halda hana viðkomandi.

Hann tosaði um pátikna álvaran, ið man væntar av prestum, og um hvar gleðin bleiv av í kristindómi. Hann tosaði um, at hann var glaður, og at hendan gleði kundi fáa onnur at verða glað, og at pátikin álvari, ongantíð hevði flutt nakað.

Hann tosaði eisini um okkum, ið sótu og lurtaðu, hvussu nógv okkara hjávera týddi. Hvussu nógv hann, aðrir prestar, deknar og onnur fingu burturúr at standa frammanfyri okkum. At hetta fekk tey at halda fast í trúnni.

Eg eri sjálvur vanliga ikki tann, ið flaggi við mínum átrúnarligu sjónarmiðum. Gangi av heilum hjarta inn fyri trúarfrælsi, eri eisini sterkt ímóti religiøsari indoktrinering av børnum, óansæð hvør religiónin er.

Verður órættur framdur í navninum hjá einum átrúnaði, er tað mær líkamikið, um átrúnaðurin er islam, jødadómur, kristindómur ella okkurt heilt annað, eg mótmæli!

Tí havi eg nokk fingið orð á meg sum ateist, men síggi veruliga ikki, hví religiøs fólk hava hug at seta = millum rættvísiskenslu og ateismu, men tað mugu fólk sjálvi um.

Eg eri limur í fólkakirkjuni, havi doypt mínar synir, og latið teir sjálvar avgjørt, um teir skulu fermast. Sjálvur seti eg prís uppá fólkakirkjuna, nokk meira og meira við aldrinum.

Eg eri tó prinsipielt ímóti statsstýrdari religión, so tað er sjálvandi ein andsøgn har. Men sum bispur segði, Fólkakirkjan er betri enn nógv annað.