Verkætlanin babba

Í gjár fóru allir míni fýra synir heim aftur úr Moss. Tað kennist onkursvegna bæði sum endin á onkrum og byrjanin av onkrum nýggjum. Her hugsi eg ikki bert um, at vit “vaksnu” fóru beint av tokstøðuni á Øyafestivalin, meðan familjuferðin endaði.

Magnus tann elsti verður 30 seinni í ár, Mikal verður 23 ár, Marius 21 ár, og Tummas er blivin 16 ár. Báðir teir elstu hava maka og eru so smátt við at skapa eitt lív saman við teimum. Tveir av teimum búgva í Keypmannahavn, og tann triðji flytir væntandi niður seinni í ár. 

Tí er hetta ivaleyst seinasta uttanlandsferðin saman, uttan, at verbørn og við tíðini eisini abbabørn, koma við. 

Vit vóru øll í Oslo mánadagin, og rendu okkum í plakatina omanfyri: “Projekt pappa”. Hon virkaði nokkso beinrakin til støðuna. Ikki tí, at mín pápa verkætlan endar nú, tá børnini fara úr reiðrinum, hon varðar alt lívið. Men pápa verkætlanin broytist heilt vist, tá tey fáa sítt egna flog. Tað er soleiðis, at tað eigur at vera. 

Seinast eg og allir mínir vóru á eini uttanlandsferð saman var í 2017, tá vit fóru til WWE glíming í Dusseldorf. Onkur konfirmantiónstúrur til Danmarkar hevur eisini verið, og ein túrur til ein barnadóp í Banja Luka. Men ein tílík ordilig uttanlandsferð, uttan annað endamál enn at ferðast, saman, hevur tað ikki verið. So hetta var uppá tíðina. 

Tað var Gunn, sum fekk hugskotið seinasta ár, tá vit vóru Moss. Hon staðfesti, at um eg skuldi hava eina ferð við synunum øllum saman, bert sum brøður og synir, so mátti tað vera nú. 

Hon var skjót at bíleggja Air BNB bústaðin, úti á Framnes á Jeløya, eitt steinkast frá raðhúsinum, har hon sjálv vaks upp. 

Dreingirnir fingu so innbjóðing at koma við, og ein fyri og annar eftir játtaðu teir.

Lívið lagaði seg soleiðis, at eg gjørdist einsamallur við teimum trimum yngstu dreingjunum fyri 12 árum síðan. Hesi tólv árini havi eg havt alt tað dagliga trummirummið og uppdragilsi av teimum, pá gott og ónt. Eingin ivi um, at tað eisini er deilitt, og at nógvar fantastiskar løtur eru. 

Eg havi eisini ferðast bæði til fótbólt, tónleik og skíferiu við teimum hvør sær. Men hetta, at bara vera saman allir í eina heila viku, er heilt einastandandi gott. 

Eg var, sum stakur pápi, at fýra heimabúgvandi smádreingjum, í somu støðu, sum flestu onnur støk foreldur. Har tað ofta eru primeru tørvirnir, ið fylla tað mesta. 

Men seinastu árini, eri eg ikki longur stakur, og tingini eru vorðin lættari. Tá er gott, at onkur minnur meg á, at hetta er broytt, og at man gott kann gera okkurt serligt, so sum at fara eina ferð til Noregs øll somul. 

Hetta hevur verið ein vika pakkað við upplivingum, frá tí, at vit hittust í Gardemoen fyri eini viku síðan, til Magnus, nú sum tann seinasti, segði farvæl og fór umborð á flogtokið á Oslo S.

Vit hava svomið, siglt oynna runt og etið ís í Son, fiska krabbar og makrel (eitt sindur ógreitt um tað var makrel vit fiskaðu, eftirsum vit ongan fisk fingu), staðið á SUP, vitja mítt bryggjarí, lopið av stubetårnet, fanga pokémonar, spælt flogbólt, spike ball, stiga golf, paddle, backgammon, dart og telva og bowla. Vit hava koyrt Bolt, el-sparkihjót, etið so ómetaliga nógv gott, og drukkið minst líka nógv gott, sóla okkum, verið í Oslo og í náttarmyrkrinum hava vit leita eftir murreldi. Men mest av øllum hava vit hugna okkum saman og møtt ómetaliga blíðsskapinum frá familjuni hjá Gunn.

Saman hava vit skapt minnir og upplivingar. 

Men eg havi eisini havt møguleika at uppliva mínar dreingir í øðrum karmum. Hvussu teir hava umgingist familjuna hjá Gunn, hvussu teir bera seg at, og hvussu teir eru í nýggjum selskapi. Tað hevur frøtt meg at síggja, hvussu væl liggur fyri hjá teimum øllum. Teir eru fittir, klókir, raskir og fólkaligir. 

Teir hava duga væl við stórum og smáum og ikki minst innanhýsis. 

Eg bleiv ordiliga rørdur longu fyrsta kvøldið í Norra. Marius keypti tvey kort hjá Kiwi keypmanninum, og skrivaði mær og Gunn hvør sína sera hjartanemandi takkarkvøðu fyri, at vit høvdu gjørt hendan túrin.

Seinasta kvøldið áðrenn fráferð skrivaði Mikal vegna brøðurnar, enntá á norskum, eina so sera vakra takkarkvøðu, til tvíburðasystir Gunn, Helen, mann hennara Geir og fosturdóttir teirra Emma, ið øll hava tikið so væl ímóti okkum og rúma okkum øllum. Heilsanin varð givin saman við eini vertsskapsgávu, og eg var ikki sørt rørdur, tá hon bleiv lisin upp.

Ein frálík vika av familjuferiu er farin afturum, nú hugna vit gomlu okkum eina viku afturat, til nøsin verður vend heim aftur næsta mikudag. 

Verkætlanin babba koyrir enn, men eg kann staðfesta, at hóast tað onkuntíð hevur verið rokaligt hesi seinastu 30 árini, so er tað eydnast bara heilt væl higartil.