Hugleiðingar klokkan hálvgum tólv um kvøldið

Eg havi bara eina stutta rættleiðing. Eg haldi faktiskt, at Jean Claude Van Damme er verri enn Steven Segal, rætt skal vera rætt.

 

Annars haldi eg hendan filmin, altso Glimmerman vera eitt fornermilsi móti hyggjaranum, ræðuligt! ræðuligt! ræðuligt!

 

Annars ikki nógv, bert ein stutt viðmerking einki annað.

 

Eg haldi eg fari at gera skúlating nú, tað er nokk uppá sítt pláss, men nú kemur ein filmur sum John Travolta hevur gjørt, hann dámar mær rættuliga væl, sum sjónleikara í minsta lagi – Hov tað var eftir øllum at døma ikki John men Joey Travolta, hvør hann er ani eg ikki, men eg haldi, at eg fari at hyggja eina løtu.

 

Nú havi eg sitið og hugt eina løtu, eg havi sæð onkur kul ting, ikki heilt ófatiliga góð, men nakað væl betur enn hin filmurin. Men tað sigur sjálvandi ikki øgiliga nógv.

Hugleiðingar eina løtu eftir tíggju á kvøldi

Løgið sum summi ting eru. Í summar lurtaði eg nokkso nógv eftir Leonard Cohen “First we take Manhattan then we take Berlin” ein frálíkur sangur haldi eg. Nú men, dagin eftir, at eg fann fløguna fram, so var tann sangurin spældur í Útvarpi Føroya. Soleiðis er tað sera  ofta, tá eg lurti eftir fløgum, bæði í føroyskum og útlendskum útvarpi, bæði við vanligum nýggjum og gomlum óvanligum fløgum. Ofta hugsi eg um filmar, og so knappiliga eru teir á onkrari støð. Í gjár varð eg liðugur við at lesa Bukowskisa Hollywood roman, hon handlar um filmin Barfly. Bukowski sigur í hennið, at langt eftir, at allir hinir filmarnir frá tí árinum eru gloymdir, fer hansara filmur at verða vístur í undurgrunds filmhølum og á sjónvarpsstøðum kring heimin. Ja, tú hevur nokk longu gitt hetta, men filmurin er á Norge2 í kvøld, stuttligt ha?.

 

Eg veit, at hetta aftur eri eg, sum royni at fáa heimin at snara um meg. Ikki tí eg haldi, at tað er so, men tað er eitt sindur stuttligt, at sovorðin ting henda. Eg havi ikki nakað meining um, hví tað er so. Kanska er tað tilfeldigt, ella kanska er Gud ein skemtari, ella hava vit eina kollektiva bevístheit, líka veit eg haldi bara tað er stuttligt.

 

Náh, men Barfly er altso í sjónvarpinum. Hetta er ein av mínum yndisfilmum, men ístaðin fyri at hyggja at honum, siti eg her og hyggi at einum ræðuligum filmi við ongum minni enn heimsins vánaligasta sjónleikara Steven Segal. Ja, hesin filmurin er serliga vánaligur, tí filmsstjórin er hesin sami vánaligi Steven Segal. Filmurin eitur Glimmerman, og hann er veruliga ræðuligur, so tit skilja nokk, hví eg ikki havi tíð at skriva beint nú.

 

Eg haldi annars, at størsti trupuleikin við filmslistini er tann vánaligi dialogurin. Tað finnast veruliga ikki serliga nógvir góðir dialogskrivarar í Hollywood. Tað syndarliga er júst, sum Bukowski sigur, at fólk hava sæð so nógv lort at tey gloyma at síggja lort sum lort.