Hýrurin var góður á áskoðaranum, Braquet hevði hita tey væl upp, og nú skuldu tær veruligu hetjurnar royna seg, og Petra royndust væl, vit sluppu eina ferð í teirra sangskatti.
Salurin var stúgvandi fullur av fólki. Tónleikararnir komu spakuliga út á pallin, og gjørdu eina evarska lítla ljóðroynd fyri fullum salið, og løgdu so til brots við fyrsta lagnum. Eins og hjá Braquet tyktist byrjanin eitt sindur trek, ljóðið var ikki heilt gott. Men hetta loysti dugnaligi ljóðblandarin skjótt, og longu miðskeiðis í fyrsta lag, ljóðaði væl.
Sangarin John Schlitt, segði, at teir vóru sera glaðir fyri at vera aftur í Føroyum, og at teir fóru at halda fram við einum lagi, sum varð um, at tað ikki er avgerandi hvat man veit, men hvønn man kennir.
Fyrstu løgini vóru rættuliga nýggj og hóast gott lív var í, so livdi ikki allur salurin við. Tað var ikki fyrr enn nøkur av eldru løgunum vórðu spæld, at konsertin veruliga byrjaði at kóka. Petra hevur verið til síðan 1972 og hesið árini hevur tónleikurin ferðast gjøgnum nógv tíðarrák. Hesið tíðarrák vóru løtt at hoyra aftur í løgunum.
Bólkurin spældi eina sera fjøllbroytna blanding av løgum. Felags fyri løgini var, at tey vóru góð og lætt lurtilig. Men originaliteturin var lítil og eingin, og tey tyktust ikki serlig á nakran hátt. Eg veit satt at siga ikki, um tað er tí Petra hava so stórt fokus á tekstinum og boðskapinum, at tónleikurin verður eitt sindur tilvildarligur. Tónleikurin tykist bara at gerast ein spegling av teirri tíðini hann er gjørdur í.
Men bólkurin dugur at gera góð løg, og teir duga eisini at gera eitt gott rokk’n’roll show. Har vóru gittarsoloir, basssoloir og trummusoloir, og trummistikkarar vóru kastaðir høgt upp, og loftaðir aftur. Petra vísti at, sjálvt um rokkshowið er kristið – So er tað eitt rokkshow.
Tá Petra spældi lagið “Lord I Lift Your Name on High” sang allur salurin við. Næstan allur salurin dugdi lagið. Rokkkonsertin mintið knappiliga um eitt sangmøti. Rokkkonsertin gjørdist aftur sera verulig, tá tungmálmslagið “Jackyl and Hyde” bleiv spælt. Soleiðis rokkaðu Petra víðari
Aftaná eina langa konsert takkaði bólkurin fyri seg, og fór av pallinum. Tá nógv varð klappa, komu teir útaftur, fyrst trummuleikarin, sum spældi trummisolo í fleiri minuttir. Síðan komu hinir og endaðu konsertina við tveimum løgum, og einum minnið vekingarmøtið. Gittarleikarin tók orðið. Hann bað tey, sum høvdu tørv á kristnari vegleiðing, um at fara inn í eitt rúm har vegleiðarar bíðaðu eftir teimum. Eyka trýst var lagt á tey, tá hann bað øll hini, sum vistu at doyðu tey nú, komu tey heim til Jesus, koyra hondina upp.
Hvat dámdi tær Petra?
Sámal, 32 ár Klaksvík
Hetta var alvorliga gott. Eg eri glaður at teir spældu okkurt gamalt, eg havi lurta eftir Petra nógv, men kenni best tað eldra.
Hans Gunnar, 11 ár Havn
Væl, mær dámdi væl. Alt var gott.
Ása Sólbrún, Strendir
Tað var øðiliga gott, alt var ordiliga kul.
Lillian 24, Ljósáir
Mær dámdi væl konsertina. Deiligt at hoyra okkurt av tí gamla eisini. Kendi betur Petra fyrr, í 90’unum, kennið ikki tað nýggja so væl. Men tað var eisini gott.
Jan Erik, 34, Leirvík
Hatta var sera gott. Eg haldi at tað er ótrúligt at so gamlir menn syngja og spæla so væl. Hevði tú lurta uttan at sæð teir, hevði tú hildið, at tað vóru ungir menn sum spældu.