Danski tónasmiðurin Peter Sommer var fyrstur á Odeon pallin í dag. Hetta er ein av teimum smærru pallunum. Men tey nógvu fólkini inni í teltinum og øll, sum sótu uttanfyri fingu eina jaliga, summarliga og hugnaliga løtu.
Tey vøkru og einfaldu løgini hóskaðu væl til at byrja dagin við, eftir at rokkurin var í hásæti í gjárkvøldið. Peter Sommer hugtók, serliga vóru tað donsku útvarpsslagararnir “Tigger” og “Valbybakke”, sum fingu lurtararnir við sær.