Stórur útlendskur áhugi fyri AME-Føroyar

Tónleikaídnaðurin uttanlands verður sera væl umboðaður á Atlantic Music Event Føroyar. Miðlar úr fimm londum, festivalar, plátufeløg og tónleikaumboð koma fyri at uppliva tað besta innan føroyskan og nýggjan norðurlendskan tónleik.

Fyriskipararnir av AME-Føroyar hava skapt eitt áhugavert konsept, somikið áhugavert at ikki færri enn 20 útlendskir gestir hava boðað frá, at tey koma til Føroyar komandi vikuskiftið. Her er fyrst og fremst talan um gestir úr tónleikaídnaðinum í hinum Norðurlondunum. Men eisini nakrir gestir úr Bretlandi. Serliga væl umboðað verður Danmark. Plátufelagsstjórin Jens Ove Friis hevur longu víst áhuga í, at geva okkurt lag, ið kom inn í sangskrivarakappingini hjá AME, út í Danmark. Jelling Festivalurin og Nibefestivalurin hava boðað frá, at tey ætla sær at bjóða bólkum at luttaka á teirra festivalum. Umframt at hvørki hinir festivalarnir ella plátufeløgini, ið eru umboðaði koma til Føroyar fyri stuttleikar. Her eru stórir møguleikar hjá føroyska tónleikalívinum í Føroyum at gera vart við seg. Fyri at geva føroyskum tónleikarum møguleika at koma í samband við útlendsku gestirnar, er Hotel Føroyar fríggjadagin seinnapart kl. 15.00 karmur um tiltakið Hitt & Hoyr.

Tiltakið vendir sær til føroyskar tónleikarar og tey, ið annars starvast innan tónleikavinnuna, og verður skipað sum ein inngangur til AME, har høvið er at hittast undir hugnaligum og óhátíðarligum umstøðum. Á tiltakinum luttaka fleiri av teim útlendsku umboðunum fyri tónleikavinnuna, ið eru komin higar at kunna seg um føroysku og norðurlendsku bólkarnar á AME.
Nøkur av útlendsku tónleikaumboðunum fara at greiða frá teirra tónleikavirksemi og annars svara teimum spurningum, sum høvi verður at seta.

 

Hesir gestir hava boða frá síni luttøku á AME

Jade Richardson frá Jade Inc. er royndur promotari og talentskóti fyri nógv plátufeløg í Bretlandi

Pelle Lidell er leiðandi A&R Universal Music í Bretlandi.
Sarah-Chanderia frá  Hacate Entertainment Group,

Oskar Jensen og Lars Skovgaard umboða Vega í Danmark

Jesper Kemp umboðar Beatboxbooking í Danmark

Jakob Brixvold umboðar Spælistaðið STARS, og arbeiðir eisini fyri Odeon pallin á Roskilde Festivalinum

Birgitte Hanssen Mandelid er blaðkvinna og umboðar eisini Øyafestivalen í Noregi

Paul Sullivan umboðar Clash Magazine og onnur tónleikabløð í Bretlandi

Kasper Kirkegaard og Rasmus Weng Karlsen umboða tónleikablaðið Gaffa í Danmark

Morten Madsen umboðar tónleikablaðið Musikeren í Danmark
Karina Edlund Jensen umboðar danska dagblaðið Urban

Poul Henrik Jensen umboðar danska tónleikarafelagið DJBFA
Ólafur Páll Gunnarsson og Ásgeir Eyþórsson umboða Rás Ísland
Peter Møller Madsen umboðar Nibefestivalen
Lars Charlie Mortensen umboðar Jellinge Festivalen
Jens Ove Friis er stjóri í danska plátufelagnum RecArt
Michael Callesen umboðar danska rokktónleikarafelagið Rosa

Leave a Reply

Your email address will not be published.