Tónleikaídnaðurin uttanlands verður sera væl umboðaður á Atlantic Music Event Føroyar. Miðlar úr fimm londum, festivalar, plátufeløg og tónleikaumboð koma fyri at uppliva tað besta innan føroyskan og nýggjan norðurlendskan tónleik.
Fyriskipararnir av AME-Føroyar hava skapt eitt áhugavert konsept, somikið áhugavert at ikki færri enn 20 útlendskir gestir hava boðað frá, at tey koma til Føroyar komandi vikuskiftið. Her er fyrst og fremst talan um gestir úr tónleikaídnaðinum í hinum Norðurlondunum. Men eisini nakrir gestir úr Bretlandi. Serliga væl umboðað verður Danmark. Plátufelagsstjórin Jens Ove Friis hevur longu víst áhuga í, at geva okkurt lag, ið kom inn í sangskrivarakappingini hjá AME, út í Danmark. Jelling Festivalurin og Nibefestivalurin hava boðað frá, at tey ætla sær at bjóða bólkum at luttaka á teirra festivalum. Umframt at hvørki hinir festivalarnir ella plátufeløgini, ið eru umboðaði koma til Føroyar fyri stuttleikar. Her eru stórir møguleikar hjá føroyska tónleikalívinum í Føroyum at gera vart við seg. Fyri at geva føroyskum tónleikarum møguleika at koma í samband við útlendsku gestirnar, er Hotel Føroyar fríggjadagin seinnapart kl. 15.00 karmur um tiltakið Hitt & Hoyr.
Tiltakið vendir sær til føroyskar tónleikarar og tey, ið annars starvast innan tónleikavinnuna, og verður skipað sum ein inngangur til AME, har høvið er at hittast undir hugnaligum og óhátíðarligum umstøðum. Á tiltakinum luttaka fleiri av teim útlendsku umboðunum fyri tónleikavinnuna, ið eru komin higar at kunna seg um føroysku og norðurlendsku bólkarnar á AME.
Nøkur av útlendsku tónleikaumboðunum fara at greiða frá teirra tónleikavirksemi og annars svara teimum spurningum, sum høvi verður at seta.
Hesir gestir hava boða frá síni luttøku á AME
Jade Richardson frá Jade Inc. er royndur promotari og talentskóti fyri nógv plátufeløg í Bretlandi
Pelle Lidell er leiðandi A&R Universal Music í Bretlandi.
Sarah-Chanderia frá Hacate Entertainment Group,
Oskar Jensen og Lars Skovgaard umboða Vega í Danmark
Jesper Kemp umboðar Beatboxbooking í Danmark
Jakob Brixvold umboðar Spælistaðið STARS, og arbeiðir eisini fyri Odeon pallin á Roskilde Festivalinum
Birgitte Hanssen Mandelid er blaðkvinna og umboðar eisini Øyafestivalen í Noregi
Paul Sullivan umboðar Clash Magazine og onnur tónleikabløð í Bretlandi
Kasper Kirkegaard og Rasmus Weng Karlsen umboða tónleikablaðið Gaffa í Danmark
Morten Madsen umboðar tónleikablaðið Musikeren í Danmark
Karina Edlund Jensen umboðar danska dagblaðið Urban
Poul Henrik Jensen umboðar danska tónleikarafelagið DJBFA
Ólafur Páll Gunnarsson og Ásgeir Eyþórsson umboða Rás Ísland
Peter Møller Madsen umboðar Nibefestivalen
Lars Charlie Mortensen umboðar Jellinge Festivalen
Jens Ove Friis er stjóri í danska plátufelagnum RecArt
Michael Callesen umboðar danska rokktónleikarafelagið Rosa
Í ár hava fyriskipararnir av Atlantic Music Event valt at gera AME til eitt norðurlendskt sýnisgluggatiltak. Hini norðurlendsku londini hava fingið høvi til at senda bólkar til Føroyar at umboða lond síni á stóra tiltakinum í Norðurlandahúsinum. Umframt at hetta ger tiltakið áhugaverdari sætt við eygunum hjá tónleikaídnaðinum kring heimin, so gevur hetta føroyskum áskoðarum eitt forkunnugt høvið at uppliva nakrar av mest spennandi bólkunum á tónleikapallunum í londunum kring okkum. Norðurlandahúsið hevur tryggjað sær ein íslendskan, ein svenskan, ein norskan, ein grønlendskan og tveir danskar bólkar, ið koma at spæla, saman við teimum átta føroysku nøvnunum.
Íslendski elektroniski bólkurin Ampop gav í november fjórðu fløgu sína fløguna “Sail to the Moon” út. Fløgan varð av lurtarum á størstu íslendsku útvarpsstøðini Rás 2 vald til ársins fløgu, eins og hon er í uppskoti til fleiri heiðurslønir á íslendsku tónleikaheiðurslønunum.
Næst seinasta fløgan hjá Ampop “My Delusions” seldi til gullfløgu í Íslandi og tittullagið varð valt til ársins lag og ársins sjónbandalag á íslendsku tónleikaheiðurslønunum í fjør.
Ampop byrjaði sum ein elektronisk duo og gav í hesum líki tvær fløgur út, ið ummælarar og smalir lurtararskarðar vóru sera begtiknir av. Bólkurin broyttist nakað, tá trummuleikarin kom við í bólkin og ljóðið flutti seg til meira trummu og gittarbasera. Samstundis fekk bólkurin veruliga luft undir veingirnar og fór veruliga at gera um seg í útvarpi og á hittlistunum.
Grønlendski Angu er føddur í Qaqortoq í Grønlandi, men býr nú í Danmark, har hann livur sum tónleikari og sangskrivari. Hann er vorðin somikið væl umtóktur í Danmark, at hann í fjør var í uppskoti til DMA heiðurslønina fyri besta nýggja navn.
Sum tannáringur spældi Angu tungmálm og grunge, áðrenn hann vendi sær móti siðbundnum singer/songwriter tónleiki. Hann skrivar fangandi løg, sungin á enskum.
20 ára gamal flutti Angu til Nuuk, har sterki hugurin til tónleikin førdi til, at hann endaði sum upptøkutónleikari í einum lokalum upptøkuhøli. Í hesum arbeiði varnaðist stjórin á Atlantic Music røddina hjá Angu, og bjóðaði honum ein sáttmála. Fyrsta fløgan varð upptikin í ávikavist Grønlandi og Danmark, og seldi ikki færri enn 5000 eintøk í heimlandinum, umframt, at hon varð givin út í Danmark.
Í løtuni arbeiðir Angu við síni aðru fløgu. Hon kemur væntandi út í september. Tað er lítil ivi um, at okkurt nýtt lag verður á skránni, tá hann vitjar á AME.
Molinder Band er svenskur bólkur við oddamanninum Jonas Molinder. Í veruleikanum er mest av øllum talan um eina einstaklinga verkætlan, ið hevur givið 3 EP fløgur út: Soul in me (2001), Life Spark (2003) og Kill Your Darlings (2004). Nøkur ár eru fráliðin síðan síðstu útgávu, hetta kemst m.a. av, at Jonas Molinder, helt steðg frá tónleiki í eitt ár. Hann brúkti tíðina at leita eftir nýggjum íblástri. Við endurfunnari spæligleði stovnaði hann egið plátufelag, Tender Records. Eitt plátufelag har Jonas sjálvur stýrir síni tónlistarligu yrkisleið. Í apríl kemur fløgan In The Room With Fire, útgivin á nýggja felagnum. Tað verður sostatt ein plátuaktuellur bólkur, ið vitjar á AME. Tóleikurin hjá Jonas Molinder finnur íblástur í tí tónleiki, ið hann lurtaði eftir sum yngri, nøvnum sum Stevie Wonder, Sting, Louise Hoffsten og Phil Collins.
Grand Island úr Noregi spælir eitt slag av nýrokki.
Ein samansjóva, orkufull og skitin samanrenning av nýrokki, disko og kontri. Ella við øðrum orðum stuttligur tónleikur við stórari spæligleiði. Hetta er ringt at lýsa, men lætt at lurta eftir, so tí er bert at vitja bólkin á myspace síðuni ella á heimasíðuni, tí har liggja smakksroyndir av teirra tónleiki.
Sterkar meiningar eyðkennir danska bólkin Die Dumme Dänen. Á fløguni Spænd Hjelmen, verða vit fóðraði við søgum um rúsevnismisnýtslu, krígnum í Irak, skattaskuld og um ung fólk fangaði í kaos. Hóast evnini eru trupul at svølgja, hevur bólkurin fingið stóran fjepparaskarða í Danmark. Serliga lagið Kors og Flag hevur lyft bólkin frá nýggjum og spennandi til eitt stórt navn í Danmark. Lagið hevur higartil ligið í vikuvís r á Boogie listanum, ið er almenni listin við sjónbandaløgum hjá Danmarks Radio. Lagið hevur ligið bæði ovast og næst ovast á listanum. Tónleikurin hjá Die Dumme Dänen er harður rokkur blandaður við rappi og nógvari attitydu, ið eru gjøgnumførdur og virkar sum ein veggur av ljóði.
Oddamaðurin og yrkjarin í Die Dumme Dänen er tann navnframi rapparin Clemens, ið nú gongur undir fulla navninum Clemens Legolas Telling. Hann hevur flutt seg langt, síðan hann 17 ára gamal gav sína fyrstu fløgu út. Her er størri innlit, størri sjálvsironi og munandi meira bít í tekstsíðuni
Ave er ein bólkur úr Odense, ið er við at vinna sær altjóða viðurkenning millum fólk í tónleikavinnuni. Hettar er ein av nýggjastu spennandi bólkunum úr Danmark.
Bólkurin skrivar sangir sprotnir út tíðarleysum evnum á einum andaligum og droymdandi støði.
Handverkið spennir víða. Frá uppspunnum samansettum evnum til meira jarðarbundnar akustiskar ljóðmyndir alla tíðina við eina tráðan eftir sjálvrannsakan og óvæntaðum lívsjáttandi rembingum.
Á hendan hátt, sum skjálvtar úr undirgrundini, skapa Ave teirra egnu sermerktu ljóðfløtur. Brakandi ljóðføring, diskantir streingir og ein sermerkt songrødd gera ein samanburð við klassiskan tónleik tó í einum dagførdum hami.
Tá Ave framføra tónleik teirra á pallin, dámar teimum væl at kryddar framførðslurnar við ljóðførum og aðrari útgerð í leiða tankarnar aftur í 1930’ini. Lurtarin kemur á ferð aftur í hugnaligu tíðirnar við jazz-klubbum tó við tónleiki frá einum heilt øðrum heimi.
Seinasta útspælið frá Ave er ein EP ið nevnist “Follow Your Saint”. Her er lagt upp til eina forvitnisliga ferð, ið loyvir lurtarinum at hella seg afturá og njóta upplivingina.
Mentanarhúsið í Fuglafirði livdi enn einaferð upp til heitið, besta konsertstað í Føroyum. Frálíkir føroyingar og garrvillir normenn skiftust um at bergtaka og tónlistarliga rúsa.
Gåte vitjaðu Føroyar á seinasta G-Festivali. Tey borðreiddu har við eini av betru framførðslunum á einum annars framúr festivali. So vónirnar vóru rættuliga stórar áðrenn konsertina. Eisini hini nøvnini vóru spennandi á pappírinum. Lama Sea og Makrel, sum hava verið millum jaligastu upplivingarnar í Prix Føroyar kappingini og so Knút Háberg Eysturstein. Eg hevði ongantíð hoyrt Knút solo, so tað var ikki minnið spennandi.
Áðrenn konsertin byrjaði legði DJ Switch tónleik á.
Glaður poppur
Men endiliga byrjaði Knút Háberg Eysturstein, og hann var framúrskarandi. Havi sæð hann í Marigold, Marys Baby og í Gestum uttan at hann veruliga hevur víst sína gávir.
Hann er ein føddur frontfigurur. Hevur eina góða rødd, eina Roy Orbisonsliga útstráling og øðiligar gávir at skriva penan og glaðan popp við einum serføroyskum eygnabráði. Tankarnir fóru beint til Martin Joensen. Hetta tó uttan, at løgini mistu sítt Knútleika.
Enn vóru ikki so nógv komin á konsert, men tey sum vóru har livdu væl við í framførsluni. Knút og bólkurin hjá honum spældu løg av fyrstu fløguni hjá honum, og okkurt nýtt. Framførslan av lagnum “Í hesi nátt” var ordiliga góð. Nýggja lagið “Spark”, var øðiliga stórsligið og besta av nýggju løgunum. Meðan stilla lagið “Slip away” ikki heilt var líka fangandi sum restin av tilfarinum. Ein kontritolking av lagnum “Shine” av fløguni, var eisini eitt hæddarpunkt.
Seinasta lagið “Roads”, var ein blanda uppliving, fyrsta løtan var øðiliga einkisigandi, til endin byrjaði. Spakuliga vaks larmurin av ljóðførunum til Óljóði at enda, var sum ein veggur av ljóði. Ein kraftmikil endi á einari glaðari framførðslu.
DJ-Switch skrúvaði aftur diskotekstónleikin hart frá og salurin tømdist skjótt. Tey yngstu vóru verandi innið og nøkur av teimum dansaðu.
Blaðungar gentir
Makrel vóru næstir á pallin, og salurin fyltist skjótt aftur. Makrel eru vorðnir eitt stórt navn í Føroyum. Flokkurin av blaðungum gentum frammanfyri pallin vísir, at áskoðarafjøldin er broytt. Frá at verða stuttligir rokkarar, eru Makrel farnir egnar vegir. Tónleikurin er eitt slag av ótrúliga sterkum og vøkrum rokktónleiki.
Gittarleikarin Rasmus Rasmussen er so ótrúliga gávuríkur. Man ivast onga løtu í hvussu stóran týdning hann hevur fyri bólkin. Men allir hinir hava eisini ment seg, og mest av øllum hava teir ment seg sum bólkur. Framførslan av instrumentala lagnum “Press Escape” av “Makrel stinkar”, vísti hvussu nógv bólkurin hevur ment seg. Hóast eg eigi “Makrel stinkar”, og havi hoyrt lagið fleiri ferð, hevur tað ikki sagt mær nakað serligt. Men spælt av nýggja Makrel, var tað framúrskarandi.
Devilska lagið Beelsebub av Wonderland fløguni ljóðaði meira devilskt enn nakrantíð fyrr, og vakurleikin í Euphoria gjørdist enn vakrari sammett við devilskapin sum var. Eisini var framførslan av lagnum Wonderland framúr.
Leygarkvøldið gjørdust Makrel fyrstu ferð nummar eitt á 15 teimum bestu, við lagnum Forever and Beyond. Hetta man vera besta lag, sum teir hava gjørt. Tí gjørdist lagið ein sera passandi endi á eini framførðslu, sum rørdi og bergtók. Makrel høvdu allan salin við sær.
DJ-Switch megnaði skjótt at tøma salin, og mest tey sera fullu og tey yngstu vóru verandi innið. Heldur ikki nú dansaðu serliga nógv. Men hetta broytti ikki lagavalið hjá unga plátuvendaranum.
Hoppiball
Gåte var næsti bólkur á pallin, og meðan ljóðið av introiðini hjá Gåte brakaði fyltist salurin. Fólk troðkaðu seg fram ímóti pallinum. Frá fyrstu tónunum Gåte spældi var salurin á gosið. Sjálvdan hava so nógv fólk hoppa so leingi í Fuglafirði. Tann sum hoppaði mest, var tó gittarleikarin í Gåte. Eg havi ongantíð sæð eitt fólk leika so illa í, og hann spældi frálíkt á gittar meðan hann gjørdi tað.
Trummir, bassur, violin, gittar og ein ótrúlig sangrødd. Onkuntíð spælir violinleikarin keyboard, og onkuntíð syngur bassleikarin eitt sindur. Men samanumtikið er konseptið hjá Gåte líkt tí hjá Týr. Løg við íblástri úr gomlum vísum, spæld av einum rokkbólki, ikki so nógv roks. Sangrøddin hjá Gunnhild er ein av størstu styrkjunum hjá bólkinum. Hetta vita tey væl av, og byggja tí løgini upp kring hennara rødd. Hetta hevði tíanverri við sær, at fyrstu nógvu løgini tykstust heldur einstáttað fyri hendan ummælaran. Tá hugsað verður um, hvussu væl Clickhaze dugdu at gera løg við íblástri úr vísum og kvæðum spennandi og fjølbroytt, so høvdu Gåte nógv at læra.
Men sum rokkkonsert var einki at klaga um. Áskoðararnir kókaðu, sum eg ongantíð havi upplivað fyrr. Miðskeiðis í konsertini fór sangarinnan av pallinum í tvey løg. Violin gjørdist høvuðsljóðføri. Gåte spældi rokkandi spælimannstónleik, sum hevði fingið Kristian Blak til at trampað í gólvið. Nú kom vend í konsertina. Løgini gjørdust betur og eitt sindur meira fjølbroytt. Eg var tó ikki rivin líka nógv við av hesari framførsluni sum av Makrel.
Gåte spældu fleiri eykaløg, og takkaðu fyri eina fantastiska uppliving.
Lama Sea settu punktum
DJ Switch tømdi síðan aftur salin, og tíanverri fyri seinasta bólkin Lama Sea, valdi meirilutin ikki at koma inn aftur. Lama Sea settu punktum á kvøldið. Teir spældu sín deiliga glaða modernaða rokktónleik. Eg haldi, at tann spæligleðin, sum bólkurin hevur, smittar illa. Hóast flestu áskoðararnir vóru móðir aftan á eitt langt rokkkvøld, fingu Lama Sea smílini fram á varrunum.
Teir eyðkendu klædningarnir vóru hongdir í skápið. Tað var rættuliga keðiligt, tí konseptið manglaði okkurt. Tað tyktis ikki líka gjøgnumført. Vónandi verða klædningarnir funnir framaftur til næstu konsert.
Tá Lama Sea vóru lidnir, tók DJ Switch aftur yvir. Nú gekk betur, nógv dansaðu og tey sum vóru eftir tyktust at hugna sær. Eg fór til Havnar.