Sigoynarar í regninum

Veðurguðarnir vóru ikki góðir við G! í ár, men nógvir av bólkunum fingu okkum at gloyma veðrið, ein teirra var Dánjal, sum fekk okkum at vagga við í regninum á Gøtusandi.

 

Sigoynara tónleikur átti sítt stóra pláss á ársins G!, við ikki færri enn tveimum framførslum frá Amsterdam Klezmer Band og okkara egna Dánjali, ið átti sítt pláss á stóra pallinum fríggjakvøldið beint eftir klokkan átta.

 

Vánaligt veður

Veðrið var pent sagt vánaligt, men hóast hetta vóru rættiliga fitt av fólki komin saman á sandinum, tá Dánjal settist við keyboardi mitt á pallinum. Við sær hevði Dánjal ikki færri enn 7 tónleikarar, allir útlendskir uttan Angelika Nielsen, ið spældi violin. Mandolinleikaran Kim Rafael Nyberg kenna nógv av okkum eisini úr Afenginn, ið átti eina frálíka framførslu á G! fyri nøkrum árum síðan.

 

Festligur tónleikur

Tað var trupult ikki at vagga við, og gloyma keðiliga veðrið hesa løtuna, saman við Dánjal og hansara deiligu tónleikarum. Tað er fantastiskt at síggja ein so stóran bólk, ið alíkavæl tykist at hava so stóra spæligleði. Tey hava spælt 50 konsertir saman síðan fløguútgávuna, og hetta hoyrdist eisini, tí tey spældu veruliga væl.

Eg skal viðganga, at eg kenni lítið til tónleikin hjá Dánjali. Eg havi verið á konsert hjá honum einaferð áður, og havi hoyrt okkurt í útvarpinum, men alíkavæl bleiv eg fangaður av stemninginum og fínu løgunum. Konsertin var stutt sagt ordiliga festligt.

 

Gullkorn til tey fáu

Kaj Klein og hansara frálíki bólkur stóðu fyri einari av bestu framførslunum á G! fríggjakvøldið, men dupultbóking og svikaligt veður høvdu við sær, at tað var sera tómligt niðri á sandinum hesa løtuna millum 18 og 19.

 

Kaj Klein var høvuðsnavnið á mínari G! skrá, dámligi vestmenningurin hevur latið úr honum eina av ársins bestu føroysku útgávum, og kom til Føroyar við einum serstakliga vælspælandi bólki, mannaðum av fólki úr eitt nú Savage Rose og bólkinum hjá Peter Sommer. Eg upplivdi Kaj og bólkin á framúrskarandi útgávukonsertini í januar, og gleddi meg tí at uppliva hetta aftur.

 

Heilt fá fólk

Tíanverri var skráin á Spæliplássinum gliðin nakað, og hetta merkti, at konsertin hjá Knút, ið skuldi vera áðrenn Kaj spældi, byrjaði samstundis sum tann hjá Kaj. Hetta saman við keðiliga veðrinum gjørdi, at bert heilt fá fólk vóru komin oman á sandin, tá Kaj fór á pallin tíggju minuttir yvir seks fríggjakvøldið. Her haldi eg veruliga, at fyrireikararnir skuldu havt gjørt okkurt øðrvísið, tí tað var longu greitt, at grønlendsku Nanook ikki komu til tíðina, og tá er altso ikki neyðugt, at konsertir skulu verða spældar samstundis.

Kaj tyktist nakað merktur av støðuni nøkur av fyrstu løgunum, og virkaði næstan nervøsur á stóra pallinum. Men stóra rutinan, góðu áskoðarareaktiónirnar og væl spælandi bólkurin, tyktust at tendra ein neista í Kaj og skjótt var hann spældur heitur, og so koyrdi tað bara, og hetta var veruliga ein frægd at lurta eftir.

 

Gott nýtt og gamalt

Spæliskráin var merkt av løgum av  nýggjastu útgávuni “Í andglettinum”, og hetta er absolutt gott, tí tað er ein frálík útgáva, men okkurt lag av næstseinastu útgávuni “Úr maskinrúminum” hevði snýkt seg við, t.d. stuttliga lagið Beutiful, ið bleiv sungið, sum ein heilsan til okkum vøkru áskoðarar, og Pallasa pengar, har vit sluppu at uppliva frálíka tangentleikaran Palla Hjorth spæla. Palle Hjorth er ivaleyst best kendur úr danska bólkinum Savage Rose, men nógvir føroyingar minnast hann ivaleyst, sum unga talentfulla hammondleikaran í føroysku útisetabólkunum Plastnoist og Sirm.

Plastnoist, ið var bólkurin hjá Kaj Klein og beiggja hansara Karl Anton Klein, sála, hevði eisin fingið eitt lag við á spæliskránna, og hóast tað í mun til alt annað á skránnið var á enskum, so tyktist tað hóskandi, serliga tí tað onkursvegna gav lív til tónleikin hjá Karl Anton. Nógv av teimum 50 fólkunum, ið vóru savnaði frammanfyri pallin høvdu onkursvegna eitt tilknýti til Karl Anton.

 

 

Ikki nokk av Mariu

Røddin hjá Kaj er fantastisk, rá djúp og sannførandi, men á nýggju útgávuni er Kaj farin at samstarva við Mariu Guttesen og samspælið millum teirra røddir ger ljóðmyndina uppaftur betur. Ljóðblandið á fløguni og á konsertini í sjónleikarhúsinum tók hædd fyri hetta, og var røddina hjá Mariu sera hart frá í ljóðblandinum, tí her er ikki talan um siðbundið kór, men næstan sum tað plagar at vera hjá Leonard Cohen. Men á hesari konsertini var Maria ikki nóg hart frá, til at skapa somu kensluna av samspæli millum hana og Kaj. Bert í lagnum Pallasa pengar hoyrdi man Mariu nóg væl.

Annars ljóðaðið konsertin væl, kanska var ljóðblandið eitt sindur leitandi  fyrst tvey løgini, men eftir hetta ljóðaði væl.

 

Regnið kom

Eini 50 fólk vóru á sandinum meðan Kaj spældi, vanliga koma fleiri til undir einari framførslu, men tá Kaj fór undir næsta lagið byrjaði at regna, og tað regnaði alsamt meira alla konsertina, so har vóru ikki nógv fólk, ið hættaðu sær út og oman á sandin.  Hetta er veruliga synd, tí vit sum vóru har blivu forkelaði av góðum vælspældum tónleiki við einum av okkara bestu sangskrivarum.

Beach Party á gøtusandi

Svensku Kapten Rød fingu uppgávuna at bjarga fríggjakvøldinum, tá hini útlendsku nøvnini Veronica Maggio og Nanook ikki vóru lend, og fyribils vóru útsett til dagin eftir. Hetta megnaði bólkurin væl, tí tað var sera trupult ikki at dansa við til forførandi reggaetónarnar og lívligu mennirnar á pallinum.

 

Upprunaliga skuldi Kapten Rød á pallin beint áðrenn kl. 1, men við einum Veronicuformaðum holi í skránni beint eftir klokkan 22, vórðu teir fluttir at spæla tá, samstundis valdi váta veðrið at torna um sama mundið, sum Kapten Rød fór á pallin, so lagið varð beinanvegin gott á Gøtusandi.

 

Kapten rød er ein høgur, klænur, reyðhærdur rappari í baseballkeppi, sum dansar og spraklar við sínum longu limum. Við sær hevur hann eitt live reggae orkestur, við trummum, bassi, gittara, slagverki og keyboardum, ið veruliga spældu tónleikin, og sum tyktust sera tendraðir. Sum Kapten sjálvur segði, so er hetta ordiligur tónleikur ikki nakað playback.

 

Sveittandi bassurin dryppaði av sex, og á sandinum var lætt at gloyma, at man var í køldu mjørkakløddu Føroyum. Hesin ummælarin tók konsekvensin og valdi at fara heilt fram í pittin framman fyri pallin, og dansaði í góðum selskapi til Kaptenin og hansara menn.

 

Sum ein skipari stýrdi Kapten Rød fjøldini, og hóast hansara svenska var tosað ov títt og óskilligt, til at tey meira rúsaðu í fjøldini skiltu hvønn staklut, so vóru hondsignalini nóg greið, til at tað var lætt at vita, nær man skuldi rópa, veipa, hoppa ella bara dansa. Sjálv tey fylstu skiltu tað, tá hann rópti: Høppa, høppa, høppa, og vit hoppaðu øll í pittinum.

 

Kapten Rød prátaði við okkum alla tíðina, var ein løta í millum løgini ella pausa í tónleikinum prátaði hann, hann kastaði um seg við klisjeum, um ikki at berjast, og um at ansa eftir hvør øðrum,  ið kanska betur hóska seg til stórbýin, enn til ein festival í Syðrugøtu. Men tann sjarmerandi svenska røddin gjørdi, at tað ikki bleiv pínligt.

 

Eitt av løgunum ognaði Kapten Rød til svensku reggaestjørnuna Jr. Eric, ið doyði eftir eitt knallertóhapp í Thailandi fyri nøkrum árum síðan, við boðunum um, at vit skuldu liva ekstra nógv til minnis um Jr. Eric, og á Gøtusandi helt beach party á.

 

Tá man upplivur ein bólk við so stórari spælgleði, so smittar tað, og groovandi tónleikurin lyfti lagið á sandinum og vit dansaðu. Eg kenni als ikki Kapten Rød áðrenn hetta, og fari neyvan at keypa nakra fløgu við teimum, neyvan heldur fari eg at leita eftir teimum á Spotify ella á Youtube, men hesa løtuna á Gøtusandi tyktist tað rættuliga fullkomið.

Orkufult og stórsligið

Dead Beat Punx settu lív í regnvátu fjøldina við sínum fínu løgum og stórslignu ljóðmynd, at allir limirnir eru púra villir á einum palli bilaði heldur einki.

 

Handan navnið Dead Beat Punx goymir seg ein bólkur mannaður við nøkrum av teimum mest spennandi føroysku tónleikarunum, og tað var tí við sera stórari gleði, at eg frætti, at teir skuldu avloysa grønlendsku Nanook á spæliplássinum á G!, tá Nanook ikki fingu lent vegna veður.

Upprunaliga stóðu Dead Beat Punx á skránni fyri leygardagin, men bíttu um pláss við grønlendska bólkin, og um hetta hevði nakra neiliga ávirkan á framførsluna, so varðnaðist eg tað í øllum førum ikki.

 

Spennandi manning

Oddamaðurin í Dead Beat Punx, Pætur Zachariasson er ein raskur ungur maður, sjálvt um hann fyri nøkrum árum síðan var eitt óskrivað blað í føroyskum tónleiki, so er hann nú ein tann mest dekoreraði føroyski tónleikarin. Hann  hevur vunnið Planet Awards, sum ársins sangari, fyri ársins bólk og fyri ársins nýggja bólk umframt, at hann hevur vunnið í altjóða finaluni í Global Battle Of The Bands.

Hann hevur spælt úti og heima, bæði í USA, á Roskilde Festivalinum og nógva aðra staðni. Alt hetta við Boys in a Band. Nú hevur hann stovna hendan bólkin. Fyrsta inntrykkið er, at hetta er uppaftur betri enn gamli bólkurin.

Dead Beat Punx er umframt Pætur mannaður av gittarleikaranum Bartali Augustinussen, Peturi Háberg á tangentum og Andreasi Dalsgaard á trummum, og úrslitið er frálíkt. Ikki einans eru allir dugnaligir á sínum ljóðførum, men teir syngja eisini allir væl, umframt at teir eru púra garrvillir á pallinum.

 

Sterkan ljóðsamleika

Dead Beat Punx er ein nýggjur bólkur, men teir hava longu eitt sera sterkt ljóð, og hóast løgini kanska tykjast eitt sindur leitandi stílmessiga, so virkaði ljóðið hjá bólkinum savnandi, og gjørdi at heildin riggaði saman.  Rúmklangurin á røddini hjá Pæturi, Ljómborðini hjá Peturi Háberg, tær nógvu sangrøddirnar, og gittarspæli hjá Bartal skapar eina øgiliga ógvisliga og næstan symfoniska ljóðmynd. Hetta tykist ikki líka rátt og óskipað sum Boys in a Band, men minst líka orkufult og nógv meira funky, sjálvt uttan ordiligan bassleikara.

 

Tók mynd av okkum

Hóast veðrið ikki var av tí besta, hevði eitt sindur av fólki leita sær niðan á Spæliplássið, og tá Petur Háberg eftir boðum frá Pæturi skuldi taka mynd av fjøldini fingu teir enntá fólk at savna seg saman framman fyri pallin.  Tað skapar beinanvegin betri stemning, og lagið á áskoðarunum bleiv bara betur og betur, av frálíku framførsluni, og lívligu tónleikarunum, Andreasi, ið mest minti um Animal í Muppet Show, Bartali, ið ongantíð stóð stillur men hoppaði runt, Peturi Háberg, ið dansaði sín heilt egna sera løgna keyboard dans, og Pæturi, ið sum altíð var konsentrera orka á pallinum.

 

EP á veg

Dead Beat Punx boðaðu frá, at teir skjótt fara at geva eina EP út, og eftir hesa framúrskarandi framførsluna gleði eg meg nógv. Løgini vóru sum sagt eitt sindur fjølbroytt í stíli, men stóðu øll sera sterk.

Funky rútmupoppur við Høgna Lisberg

Høgni Lisberg átti tað truplu uppgávuna, at fara á stóra G! pallin, eftir at Frændur høvdu staðið fyri einari av mest hugnaligu fólkaveitslunum á G! nakrantíð. Men meðan Frændur vóru fólksliga hæddarpunktið, so má konsertin hjá Høgna Lisberg metast sum eitt tónlistarligt hæddarpunkt á G!.

Eingin føroyskir listamaður hevur verið ígjøgnum so stóra listarliga menning seinastu árini sum Høgni. Hann hevur flutt seg frá singer songwriterstílinum á fyrstu útgávuni, yvir í popprokk á aðru útgávuni og nú yvir í okkurt slag av funky-rútmu-poppi, og hesin rútmiskt spennandi stílurin við nógvum effektum á røddini klæðir Høgna væl. Eg havi áður í ummæli av nýggjastu fløguni hjá Høgna staðfest, at hon er eitt meistaraverk og klár til at gerast hansara altjóða gjøgnumbrot, og áhugin fyri Høgna m.a. á Billboard vitnar um, at henda forsøgn ikki er burturvið.

Men Høgni hevur áður havt torført við at liva upp til fløguútgávurnar á konsertum. Men hetta var eingin trupulleiki á G!. Høgni Lisberg, Brandur Jakobsen og Jens L. Thomsen mannaðu lítla bólkin hjá Høgna, ið er munandi skerdur í mun til bólkin, ið Høgni áður hevur havt við sær, og lat tað verða sagt, at skerjingin í bólkinum hevur fingið tað besta burtur úr teimum, ið eru eftir. Tí Høgni Lisberg hevur ikki verið betur.

Høgni syngur betur enn nakrantíð og spælir væl á kassagittaranum, meðan Brandur stórtrívist á trummunum, ið eru so øgiliga sentralar í nýggja stílinum hjá Høgna, og so er tað Jens L. Thomsen, ið skiftir millum bassin, tangentar og ymiskar ljóðmaskinur, og vísir sítt tónlistarliga flogvit.

Hæddarpunktini á konsertini vóru nógv, ja, so nógv, at tað er torført at taka nakað lag frammum hini. Tó var útsetingin av Exit, rættiliga óvænta og ræðuliga feit. Tað ljóðaði nærum sum ein glað, funky og jalig útgáva av Rage Against The Machine.

Tað vóru ikki nógv fólk á sandinum, tá Høgni byrjaði at spæla, men tónleikurin lokkaði fólk til sín, og móti endanum á konsertini var heilt nógv fólk framman fyri pallin.

 

Yvir G!vind

Mynd: Niels Uni Dam
Mynd: Niels Uni Dam

Nógv verður gjørt fyri at selja, og lýsingartekstir kunnu vera øgiligir. Vit fáa javnan tíðindaskriv sendandi, har vit mugu klippa nógv lýsingarorð út, men í gjár bar av, og ja, kanska fór onkur yvir G!vind.

G!Festivalurin avdúkaði í gjár, at Sic spælir á ársins festivali, og ja, skulu vit trúgva festivalinum, so er hetta ikki ein bólkur, men ein kollvelting ella okkurt, ið líkist gudum, ið fara á pallin. Vit hava fyrr í dag lagt ein niðurkliptan part av tíðindaskrivinum, ið festivalurin legði á sína heimasíðu á planet.fo, men her fáa tit tíðindaskrivið, manifestið ella, hvat eitt tílíkt kallast í fullum líki:

 

“Sic á G! Festival – skapa lötur, ið skapa lív

Harðasti, tungasti og svakasti tungmálmsbólkurin, Föroyar hava fött, almáttugu Sic, fara aftur í ár á G! at skapa lötur, har tónleikurin ristir títt innasta inna og lyftir teg á áður ókendar hæddir – har tú ert og gerst tann, tú ert

Tað eru lötur í lívinum, tá ið vísindaligar frágreiðingar ikki gera annað enn at ræna innihaldið úr hesum somu lötum.

Um talan er um eina ferðsluvanlukku ella um fyrsta kossin, nytta fakta um motor og stell og hormonir og endorfinir onki afturímóti tí reint subjektiva, menniskjaliga upplivilsinum, ein hevur fingið.

Hesar löturnar eru tær, ið geva lívinum innihald og meining. Tú leggur kanska ikki merki til hetta fyrr enn aftaná, men hesar lötur skapa minni, ið skapa tín persón og definera, hvör tú ert. Og pilkar tú ov nógv við hesar lötur, missa tær sítt virði og sína ávirkan, og tú situr eftir við ongum. Definera ikki tær, men lat tær definera teg.

Hetta sama kann væl sigast um Sic. Tað tykist, sum hava teir eini serlig evni at skapa slíkar lötur. Hóast eitt vist virði er í at tosa um nu-metal inspirerað thrash, 7-streingjaðar gittarar og hvussu “Pandamonium”, nýútkomna fyrsta flöga Sics, hevur fingið yvirgóð ummæli í metal-blöðum kring allan heimin, so kann hetta ikki samanberast við frásagnir um at hoyra Sic fyri fyrstu ella – sum hjá nógv for peppaðu fjepparum Sics – tjúgindu ferð. Hetta, at einans kunna rista við hövdinum, sum grælikongurin mikli Mikkjal Gaard Hansen ýlir sína sálarneyð yvir rokk-og-rull samkomuna. At gloyma alt um lív og limir og kasta seg aftur og fram í eini hysteriskari mannamúgvu, ið pulserar við tónleikinum, til hon finnur tað fullkomna stevið og læsist í einari mestsum yvirnáttúrligari eind. At koma heim á kroppi í sveitta, stinkandi av öli og sigarettroyki, og við ringjandi oyrum sovna við einum smíli (og tað kanska saman við eini Sic chick…). Hesar lötur eru tær, ið ikki skulu pilkast sundur og definerast – bæði fyri tónleiksins skuld, men mest fyri tína egnu. Og mangt bendir á, at nógv fólk hava júst slíkar lötur at vísa á.

Sic eru ímillum best dámdu og mest elskaðu bólkarnar í Föroyum, og teir hava trúgvastu fjeppararnar, ið nakrantíð eru sæddir her á klettunum. Teir eru stöðugt vorðnir feitari, síðani teir byrjaðu fyri skjótt eini góðari lötu síðani – og so feitir eru teir nú, at fyri nógv er tað einans ein spurningur um tíð, nær vit síggja teir á altjóða tungmálmstindinum.

Tað er tí G! festivalinum ein gleði enn einaferð at bjóða fólki saman við Sic at knýta nevar, pikka korn og skríggjandi og skrálandi skapa lötur, minni og lív.”

Urban viðmælir G!

Danska dagblaðið Urban vísir í gjárdagsins útgávu til teir 25 bestu festivalarnar í Evropa, ið verða hildnir uttan fyri Danmark. G!Festivalurin er á hesum lista.

Blaðkvinnan á Urban Karina Edlund Jensen valdi ein sera góðan dag at vitja Gøtusand, og viðmælir orsakað av natúrini festivalin, sum ein av teimum bestu í Evropa.
Blaðkvinnan á Urban Karina Edlund Jensen valdi ein sera góðan dag at vitja Gøtusand, og viðmælir orsakað av natúrini festivalin, sum ein av teimum bestu í Evropa.

Ókeypis dagblaðið Urban er eitt av mest lisnu bløðunum í Danmark og hevur skrivað eitt sindur um Føroyar, eftir at blaðkvinnan Karina Edlund Jensen vitjaði í Føroyum í sambandi við AME-Føroyar herfyri. Blaðkvinnan var millum teir útlendsku gestirnar, ið var á útferðini sum G!Music og Virkishúsið í Klaksvík skipaðu fyri, og har hevur blaðkvinnan fingið gott eyga á lítla festivalin á Gøtusandi. Í greinini um bestu festivalarnar skrivar hon soleiðis: “Er du til naturoplevelser sammen med musikken, ligger G-festivalen på Færøerne smukt placeret på en strand med udsigt til klipper, havet og får på grønt græs. I år spiller danske Nephew og de melodiske romantikere i Guillemots blandt andre.

Boys in a Band geva EP út

Føroya heitasta navn í løtuni Boys In A Band geva í morgin eina EP út, talan er um sera eksklusiva útgávu, sum bert kann keypast saman við atgongumerki til G!festivalin

Tey sum í hesum døgum ogna sær eitt atgongumerki til G!Festivalin í handlinum hjá Kall í SMS, fáa eina eksklusiva fløgu við Boys In A Band. Fløgan er einans gjørd í 100 eintøkum, og er heimagjørd. Á EP’ini verða 4 løg, sum Jens L. Thomsen hevur ljóðblandað og sum Óli Poulsen hevur  mastrað. Til ber ikki at keypa fløguna í leysasølu, men fólk, ið longu hava atgongumerki til G!Festivalin, kunnu tó ogna sær hana.

Í sambandi við at ferðavinnudagarnir “Frí í Føroyum” eru í SMS um vikuskiftið, skipar G! Festival fyri konsert við Boys In A Band á Torginum í SMS leygardagin kl 14. Umframt at hoyra bólkin, ið á Planet Awards varð kosin besti nýggi bólkur, fer bólkurin eftir konsertina at skriva á fløgur í handlinum hjá Kalli.

Hatesphere á G!

Danski treskimálmsbólkurin Hatesphere  spælir á ársins G!Festivali, hetta boðar frá einum sera aggresivum ískoyti til ársins festival.

 

Hatespehere hevur fleiri ferðir vunnið heiðurslønina fyri bestu útgávu á Danish Metal Awards, umframt fleiri aðrar heiðurslønir, so sum besti konsertbólkur. Í næstum kemur 5. fløgan hjá bólkinum, og í hesum sambandi er bólkurin á longri konsertferð, og sambært myspace síðuni hjá bólkinum gongur henda konsertferð til Føroyar.

Hatesphere hevur síðan bólkurin varð stovnaður í 2001, arbeitt hart á konsertferðum kring heimin. Hesi árini hevur bólkurin ferðast sum  upphitingarbólkur fyri nógvar gamlar málmsrisar so sum Testament, Exodus, Crowbar, Kreator og Morbid Angel.

Við Hatesphere er talan um veruliga harðan tungmálmstónleik, ið verður serveraður við buldur og brak. Vit fingu ikki fatur á G! fyrireikarunum í morgun, og tí hevur festivalurin enn ikki váttað navnið.

Vitjað Hatesphere á myspace.com/hatesphere

Hatcham Social skriva sang um Føroyar

Á nýggju stakfløguni hjá Hatcham Social er lagið Land Of Maybe, eitt lag, ið er íblást av ferðini hjá bólkinum til Føroyar í summar.

 

Í síni nýggjársheilsan til Føroya fólk  skrivar bólkurin m.a:

 

All those who crossed our paths made us feel extremely welcome, even inspiring us to write a song entitled the Land of Maybe. This song has just been released as part of our current single. Having had such great support from London up to Scotland, it is even available as far away as Japan. Thank you so much to all at G!, Nordagøta and Tórshavn, we look forward to coming back in the future, all the best for a happy 2007.

Land Of Maybe er sostatt at hoyra so fjarskotin støð sum í Japan.