Eg vil gjarna heim at arbeiða – Samrøða við Beintu Clothier

Leygarkvøldið fer føroyska Beinta Clothier á pall seinastu ferð í leiklutinum sum Candy í leikinum Kærlighed og menneskerester av kanadiumanninum Brad Fraser. Hetta verður somuleiðis seinasta framførslan hjá Beintu á Skuespillerskolen ved Odense Teater, har Beinta eftir fýra spennandi ár nú hevur lokið prógv sum yrkissjónleikari.

Beinta Clothier er ikki heilt heilt óskrivað blað á føroyska sjónleikapallinum. Vit hava upplivað hana í leikum sum Pippi, Pinocchio, Skeyk, Renn fyri vívinum, Einki er sum mammusa gras og Leikhúsjólum, umframt í útisjónleikum á ólavsøku. Og áhugin fyri sjónleiki hevur sambært Beintu altíð verið har.
– Mær hevur altíð dámt at spælt sjónleik. Eg veit ikki um nakað annað arbeiði, har tað eitur, at eg fari at spæla. Eg veit ikki hvat annað, ið eg skuldi gjørt, greiður Beinta frá.
Men hvat er tað, sum bergtekur við sjónleikinum.
– Tað sum fasinerar meg mest við sjónleiki, er sjónleikur er at vísa ein spegil upp á samfelagið og hvussu menniskju eru. Hetta síggi eg sum tí mest fornemmu uppgávuna, sum sjónleikur hevur, og hetta hevur verið mín drívmegi fyri at fáast við sjónleik.

Vildi investera í sjónleikin
Fyri fýra árum síðan tók Beinta lopið úr trygga umhvørvinum í Havn og kenda pallinum í Sjónleikarhúsinum og fór til Odense á sjónleikaraskúla.
– Eg hevði spælt áhugaleik og hevði verið á nógvum skeiðum.Men eg hugsaði, at skal eg liva av hesum, so má eg eisini investera í tað og dyrka tað við at fara á skúla og fáa diplom uppá, at eg eri sjónleikari. Ikki tí man ikki kann spæla sjónleik uttan at vera útbúgvin. Men, ja, hetta ljóðar kanska sum snobbarí, men tað er ein munur á at vera útbúgvin, at taka sær tíð til at læra og so er tað feitt at dyrka okkurt.
Beinta hevði hoyrt gott um almennu sjónleikaraskúlarnar í Danmark, og valdi at royna at søkja inn. Hetta var fyrst og fremst ein avbjóðing ella ein roynd, ið hon gjørdi. Hon kannaði eisini skúlan í Reykjavík, men hesin var við universitetið, og har kravdist student ella HF, og tað hevur Beinta ikki.
– Tað kundi sjálvandi eisini verið spennandi, at fari útum Norðurlond. Men hetta var fyrstu ferð, at eg søkti, og eg visti ikki hvat, ið fór at henda og donsku skúlarnir hevði, eg hoyrt nógv gott um frá fólki, sum høvdu gingið har.

Strævin upptøkuroynd
735 fólk søktu inn á teir tríggjar almennu sjónleikaraskúlarnar og einans átta sluppu inn á hvønn. Hetta setti sín dám á upptøkuroyndirnar, ið Beinta kendi sum øgiliga krevjandi.
– Man føldi nervøsitetin millum fólk. Serliga triðja royndin í Odense, ið vardi fýra dagar, var øgiliga krevjandi. Tá er man ikki so nógv, so man veit, at møguleikin er fyri at sleppa inn, og man verður alla tíðina eygleiddur av teimum, sum avgera um man sleppur inn. Tey siga, at hetta er orsøkin til at vit onga eksamiu hava, tí upptøkuroyndin er ein eksamia. Øll átta, sum sleppa inn, halda eisini vanliga fram øll fýra árini.
– At byrja á sjónleikarskúlanum var heilt forferdiliga yvirveldandi, eg kendi ikki býin, sum eg flutti til og á skúlanum skuldi eg knappiliga fyrihalda meg til sjey fólk, sum eg skuldi deila alt við í fýra ár, greiðir Beinta frá, og júst hetta sambandi við sjey onnur fólk hevur verið sera stórur partur av lívinum hjá Beintu seinastu fýra árini.
– Vit átta eru øgiliga tætt knýtt. Vit hava altíð fingið at vita, at vit vóru átta individualistar, men tá vit arbeiða á gólvinum, arbeiða vit fyri at skapa tí góðu søguna. Vit hava lært at arbeiða saman. Burtursæð frá at sova, hava vit gjørt næstan alt saman hesi fýra árini.

Persónlig menning
Beinta var eisini ovfarin av leistinum, ið frálæran varð løgd til rættis eftir. Rektararin á skúlanum, tá Beinta byrjaði var  Lane Lind, ið er gift við Eyðuni Johannesen. Hon hevði verið rektari í 14 ár, og hevði lagt útbúgvingina væl til rættis eftir sínum royndum. Fyrstu árini varð arbeitt nógv við persónligari menning.
–  Rektarin segði, at nógvir av hennara javnaldrandi kollegaum høvdu fingið depressiónir og vóru endaðir í misbrúki. Tí vildi hon tryggja sær, at vit kendu munin á leikinum og okkum sjálvum. Man skal ikki hava privatar kenslur við á pallin, tí tað er ikki sjónleikur haldi eg í hvørfall.
– Vit arbeiddu nógv við ikki voldiligari kommunikatión og ein terapeutur var tilknýttur skúlan. Vit lærdu at kommunikera sakliga, uttan at koma við ákærum, greiðir Beinta frá.
Á skúlanum hava tey eisini arbeitt nógv við maskum. Hetta hevur Beinta lært sera nógv av.
– Eg havi funnið útav, hvussu nógv eg ikki visti. Eg lærdi at seta orð á, hvat tey ymisku tingini, sum eg gjørdi, itu og sum eg hevði og dugdi, áðrenn eg kom inn á skúlan.

Føroyar mugu bíða
Seinastu vikuna hava Beinta og hini á hennara ári havt sína endasýning, ið er sjálvur endin á útbúgvini. Leikurin; Kærlighed og menneskerester av kanadiumanninum Brad Fraser er ein leikur úr 80’unum, um menniskju, ið øll eru einsom, tey leita øll eftir ymsikum.
Leikurin er eitt esemble stykki har allir leikararnir fáa nógv pláss. Men leikluturin hjá Beintu sum Candy er ein sentralur leiklutur. Hon er ein kvinna, ið leitar eftir fullkomna manninum. Leikurin verður sýndur á Teater Momentum og verður sýndur seinastu ferðina leygarkvøldið, og tá teppið fer fyri, er Beinta liðug við sjónleikaraútbúgvingina. Men tað er ikki víst, at Beinta verður at síggja á føroyskum palli fyribils.
– Eg vil gjarna heim at arbeiða, men eg flyti ikki heim enn. Sum sjónleikari eru størri avbjóðingar her enn í Føroyum. Eg havi brúkt hesi fýra árini til at fáa danska málið heilt upp á pláss. Eg kenni nógv fólk her og nú vil eg gjarna prøva ting av. Men fyrst ætli eg, at halda eina langa summarfrítíð.
Fyrsta verkætlanin, ið Beinta hevur á skránni, er ein verkætlan, ið hon skal undir í november saman við einum, ið verður liðugur á sjónleikaraskúlanum í Århus í summar.

Beinta um Tjóðpallin
Eg haldi, at tað er gott, at ein Tjóðpallur endiliga er komin. Hopi, at við Tjóðpallinum fer man at síggja hvussu ríkt sjónleikalívið er í Føroyum, og hvussu nógv vilja vera við til at ríka tað. Eg vóni eisini, at Tjóðpallurin  kann fáa onnur at útbúgva seg sum sjónleikara. Eisini haldi eg, at Tjóðpallurin kann vera við til at vísa, at man kann brúka sjónleik til annað enn pall og sjónvarp.

 

Beinta um danir
Eg havi kent meg væl millum danir, hesi árini eg havi búð í Danmark. Men eg haldi ikki, at teir eru eitt so opið eitt fólkaslag. Í summum førum eru tey í øllum førum ikki so opin. Men eg búgvi í Odense, sum er ein eitt sindur lukkaður býur.

 

Beinta um danska filmslist
Eg haldi, at tað er keðiligt altíð at síggja tey somu andlitini í donskum filmum, Tey brúka ikki nýggj andlit, men eg haldi, at vend er komin í. Filmídnaðurin sær, at fólk eru opin fyri smalu filmunum, tað sum er eksperimentarandi er áhugavert. Nógvir filmar verða gjørdir og góðskan blívur bara betur og betur.

Beinta um Odense
Odense er ein býur, sum stendur  í stað. Eg havi ikki tað stóra góða at bera býnum. Eg eri eitt sindur troytt av at verða í einum býi sum næstan bert profilerar seg við H.C. Andersen. Í Odense eru tvey super góð Leikhús, Odense Teater og Teater Momentum, har vit spæla, men fólk vita bert um Odense Teater, sjálvt um Momentum liggur mitt í býnum, tí er tað ergriligt, tá eg hoyri fólk frá býnum siga at onki hendir her. Eg kann ikki siga meg heilt frían fyri at verða blivin áðvirka av at eg gangi í flokki saman við sjey persónum sum øll hava búð í Keypmannahavn, áðrenn tey komu inn á skúlan.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *