Røða á Fólkafundinum á Doktaragrund

Góða ólavsøku, Takki fyri tann heiður, ið unga tjóðveldi hevur sýnt mær, við at biðja meg um at røða her í kvøld. Hesir fólkafundir eru við árunum vorðnir tað, sum eg gleði meg mest til á Ólavsøku, og eitt kærkomið høvi, at koma saman við samsintum fólki, og her á tjóðarhátíðini vísa, at vit enn eru nógv, ið ynskja eina sjálvstøðuga føroyska republik. 

Eg eri glaður fyri aftur at búgva í Føroyum. Eg og familjan eru flutt heim í dag, eftir at vit seinastu trý árini hava búð í Keypmannhavn. Nú skuldi lívið sum útiseti endiliga verið av, og vit gleðast um, at vit komandi átta árini til 2015 skulu verða við til, at gera Føroyar til heimsins besta samfelag. Vit lendu fyri nøkrum tímum síðan í Vágum, og eg fari at takka Magna Arge fyri, at hetta eydnaðist við fyrstu roynd og uttan flapstrupulleikar, mjørka ella vind. Mínar flogroyndir seinasta árið gjørdu, at hóast eg skuldi lenda heili seks tímar áðrenn hesin fundurin byrjaði, so var eg als ikki vísur í, at eg fór at náa tað.

Eg skilji á lagnum, at vit koma heim saman við Fólkakirkjuni, ið eins og vit er vorðin føroysk í dag. Hetta eri eg sera fegin um, og tað er gott at síggja, at okkurt hendur føroyskum fullveldi at frama í eini samgongu  við Sambandsflokkinum, Javnaðarflokkinum og Fólkaflokkinum.  Eg veit væl, at tá fullveldissamgongan tók við fyri níggju árum síðan, mundu sjálvt teir argastu sambandsmenninir vænta, at vit fóru at vera nærri fullveldinum nú níggju ár seinni, enn vit eru nú. Men í núverandi støðu mugu vit gleðast um øll stig rætta vegin.

Júst yvirtøkuna av Fólkakirkjuni eri eg serliga glaður um. Tað er sera jaligt fyri Føroya fólk, at vit nú sjálvi ráða yvir Fólkakirkjuni. Yvirtøkan er hend við Fólkaflokkinum á odda, og hesin flokkurin er tiltikin einskiljingarflokkur, tí skuldi tað verið so upplagt, at næsta stig verður at einskilja Fólkakirkjuna. Hetta, at vit sjálvi ráða yvir kirkjuni, gevur okkum møguleika, at fara undir at avtaka hesa institutión, sum verandi almenna. 

Átrúnaður er eitt persónligt val, og eigur at vera júst hetta. Tað hóskar seg ikki hjá frælsum menniskjum, at hava eina statstrúgv, ið øll verða fødd til. Hetta riggar ikki í Iran og fer ikki at  rigga í republikkini Føroyar.

Eg eri sjálvur kristin, limur í Fólkakirkjuni, og hevði eisini verið limur í einskildu kirkjuni. Eg eri giftur í kirkjuni, børnini hjá mær eru doypt í henni , og eg ætli mær eisini í vígda jørð einaferð, so hetta er ikki tí, at eg vil avtaka kirkjuna sum so. Kristna Kirkjan eigur sjálvandi at vera til, men hon eigur ikki at vera landsogn. 

Í einum veruligum demokratiið eigur at vera vítt til veggja, og vit eiga at hava trúarfrælsi. Hetta ber ikki til í einum landi við eini statstrúgv. Hvørt mansbarn verður føtt inn í Fólkakirkjuna, og átrúnaður verður ikki longur eitt persónligt mál, men ein almenn skilda ella luturin hjá tær í hesum samfelagnum, um tú vil tað ella ei. Hetta er burturvið. Líka væl sum eg eigi at sleppa at vera kristin, eiga jødar, muslimar, hinduar og fríteinkjarar at velja sína egnu trúgv og liva við henni. 

Um vit ynskja at skapa eitt liviligt samfelag fyri annan átrúnað enn kristindóm, so mugu vit broyta føroysku lívsáskoðanina. Her traðka sjálvandi teir frelstu sjálvheilagu dómadagsprædikantarnir fram og siga: “Jamen, Føroyar eru fyrst og fremst eitt kristið land, og Jesus grætur, um nakar trýr uppá okkurt annað.”

Hetta er júst trupulleikin; hvat seta vit hægri, trúarfrælsi ella Føroyar sum eitt kristið land? Eg dugi ikki at síggja, hvussu veruligt trúarfrælsi kann vera í einum “fyrst og fremst kristnum landi”. 

Fyrst og fremst merkir í skúlum, á gøtunum og í fjølmiðlunum sjálvt í alment fíggjaðu loftmiðlunum: Kristindómur og aftur kristindómur. Ja, tað er enntá soleiðis, at tú aktivt skalt melda teg úr kristnu kirkjuni, um tú ikki vilt vera limur, sjálvt um tú ongantíð hevur meldað teg inn í hana.

Hvussu tramans stórur er møguleikin at vaksa upp sum fríteinkjari ella sum hindu, ella muslim ella jødi, tá tú livur í einum slíkum landi? Ja, tað er enntá so galið, at doyrt tú í hesum landimum, sum fríteinkjari, hindu, muslim ella jødi, so endar tú í vígdari kristnari jørð.

Kristin hava alt vald her. Vit sóu í farna árinum hvussu galið tað stendur til. Ein háttvirdur løgtingslimur og fyrrverandi landstýrismaður, ja, sjálvur næstformaðurin í Tjóðveldisflokkinum fór burtur úr flokkinum, tí at onkur limur í hansara flokki ikki vildi lata hann sleppa at happa samkynd. Orsøkin var ikki tí, at hesin vanliga so dámligi maður gjarna vildi sleppa at happa samkynd, men tí at onkur hevði bilt honum inn, at brotið um samkynd í bíbliuni var týdningarmiklari enn so nógv annað í somu bók, sum vit dagliga forbróta okkum ímóti. Henda syrgiliga søga, um andaligt snævurskygni er tíanverri bert eitt lítið dømi um, hvussu hetta samfelagið er gjøgnumsúrgað av kristindómi, ið, sum krabbamein drepur og oyðir allan annan átrúna.

At geva føroyingum veruligt trúarfrælsi verður ein umfatandi uppgáva, men tað er greitt, at eitt av týdningarmestu stigunum er at sleppa okkum av við eina almenna trúgv og eina almenna kirkju. 

Men nú kirkjan er vorðin føroysk hava vit endiliga hendan møguleikan. Tí gleðist eg um yvirtøkuna og síggi hana sum eitt stig tann rætta vegin. Vildi mett, at hetta hugskot skuldi fallið í góða jørð  hjá einskiljingar-græðu fólkafloksmonnunum. Sjálvandi kann tað vera ein forðing, at uppskotið kemur frá einum tjóðveldismanni sum mær, sum Óli Breckmann einaferð lýsti sum ein farligan mann. Men eg vóni ikki, at hetta fer at forða fyri, at flokkurin tekur hetta góða hugskot til sín.

Tann reint symbolski týdningurin er stórur í, at kristindómurin júst á ólavsøku verður loystur frá fremmandu megini og verður føroyskur. Kristindómurin varð upprunaliga í navnið Ólavs kroystur yvir okkum, samstundis sum vit vóru løgd undir útlendskt vald. Tí hevur fremmant vald og kristindómur á onkran hátt hingið saman líka síðan. Tjóðarhetjan Sigmundur Bretisson var í veruleikanum landasvíkjari og nokk fyrsti sambandsmaðurin, og hátíðarhaldanin av Ólavi kongi hevur, samstundis sum hon er ein hátíðarhaldan av kristnanini av Føroyum, verið ein hátíðarhaldan av tí manni, ið av fyrstan tíð bant okkum. Nú kristindómurin er vorðin føroyskur, vildi eg mett, at tíðin var komin, at vit eisini taka valdið á egnum landi aftur. Og ongantíð betur, enn at hetta er fyrsta stigið, soleiðis, at vit frameftir kunnu hátíðarhalda hendan dagin fyri okkurt fyri Føroyar gagnligt.

Takk fyri og framhaldandi góða ólavsøku