Við donsku lóggávuni eru føroyingar partur av eini skipan, ið árliga sendir fleiri hundra ósek í geglið. Nú Føroyar standa á gáttini til egna rættarskipan, eiga vit at hugsa um altjóða rættartrygd og mannarættindi, tá rætta rættarskipanin skal finnast.
Stóra smuglaramálið, sum fyrr í ár varð avgreitt í Føroya Rætti, hevur sett fokus á varðhaldsfongsul og avbyrging av fangum. Í hesum yvirtøku tíðum, við ætlanum um yvirtøku av rættarskipanini, er hetta fokus sera viðkomandi. Við donsku lóggávuni eru føroyingar partur av eini skipan, ið hevur fingið nógvar atfinningar frá mannarættindafelagsskapum. Eini skipan, ið árliga sendir fleiri hundra ósek í geglið.
Tá tú verður varðhaldsfongslaður, er mannagondin í stuttum hendan. Verður tú handtikin av løgregluni, skal tú innan eitt døgn er fráliðið fyri ein dómara í grundlógaravhoyring. Dómarin kann í grundlógaravhoyringini leingja handtøkuna í upp til tríggjar dagar, men bert um løgreglan metir, at hon innan tríggjar dagar fær fingið til vega nóg nógv prógv, til at fáa teg varðhaldsfongslaðan. Tá henda freist er fráliðin, skal dómarin aftur taka støðu til, um tú skalt varðhaldsfongslast. Hetta verður gjørt á einum rættarfundi, og uttan nakra veruliga dómsviðger. á sama rættarfundi verður avger tikin, um tú skalt sita avbyrgdur ella í vanligur arrestini.
Ósekur í geglið
Smuglaramálið er farið afturum, og tann ungi íslendingurin er dømdur sjey ára fongsul, tí er lætt at skumpa burt spurningin um varðhaldsfongsul, og um fongsul í avbyrging. Men tað er neyðugt at vit halda fokusið á hesum spurningum, soleiðis, at vit í eini føroyskari rættargangslóg ikki enda í somu suggu, sum danir eru endaðir í. Neyðugt er at minnast til, at ein og hvør er ósekur, til rætturin hevur dømt hann sekan. Hetta var eisini galdandi fyri unga íslendaran, heilt til hann varð dømdur fríggjadagin.
Manglandi hagtøl
Danir hava søguliga ikki ført hagtøl yvir nýtsluna av varðhaldsfongsul og avbyrging, og tá eg arbeiddi við míni serritgerð í 2001 vóru eingi almenn hagtøl hesum viðvíkjandi. Eg eri ikki greiður yvir um tílík tøl finnast nú. Einastu hagtøl eg hevði at halda meg til, var stóra kanningin hjá danska granskaranum og journalistinum Preben Wilhjelm, sum kannaði allar varðhaldsfongslingar í tíðarskeiðinum 1976-85. Henda kanning vísti skelkandi úrslit: Av teimum um 5000 fólkunum, ið vóru varðhaldsfongslaði árliga, vóru heili 12%, tað eru 600 fólk, fullkomiliga fríkend. Altso 600 ósekir danir vóru varðhaldfongslaðir av órøttum. Eftir at Danmark í samstarvi við USA fór í kríggj móti yvirgangi, fekk dómsvaldi og løgreglan víðkaðar heimildir, tí er eingin orsøk til at halda, at talið av fólki í varðhaldsfongsli er fallið. Tað eru heldur ikki hendar nakrar víðgongdar broytingar í mannagongdunum, tá fólk verða varðhaldsfongslaði, tí er eingin orsøk at halda, at feilprosentið er lægrið, enn tá kanningin varð gjørd.
Rættur til verju
Eitt rættarsamfelag hevur ábyrgd at verja sínar borgarar móti ágangi, og serliga móti ágangi frá sjálvum samfelagnum. Tí er varðhaldsfongsul ein neyðloysn, ið bert eigur at verða nýtt, tá hetta er alneyðugt, t.d. tá vandi er fyri, at tann ákærdi flýggjar, fremur onnur brotsverk ella kann órógva kanningararbeiðið. Her er talan um at seta ein juridiskt ósekan í varðhald, og hetta er altíð álvarsamt.
Í smuglaramálinum sat ungi íslendarin 170 dagar varðhaldsfongslaður í avbyrging, og hetta hevur fingið sinnini í kók í Íslandi. Hetta er sjálvandi væl skilligt. Jú, gamaní maðurin er nú funnin sekur, og lætt er tí at gloyma, at hann jurdisikt var ósekur, meðan málið var fyri. Men tað var hann, og tað eru øll, sum vera varðhaldsfongslaði, og ein avbyrging í 170 dagar er ein øgilig revsing, serliga tá talan er um ósek fólk.
Heimsmet í avbyrging
Í donskum høpi er hetta tó ikki ein óvanliga lang avbyrging. Hópin av dømum eru um fólk, ið hava fingið álvarslig sálarlig mein av at sita avbyrgd í longri tíðarskeið.
Danmark hevur fingið hvassar atfinningar fyri nýtsluna av avbyrging, og hetta hevur síðan miðskeiðis í sjeyti árunum havt við sær støðugar tillagingar av lóggávuni á økinum. Tó uttan at veruligi trupulleikin er loystur. Enn kemur fyri, at fólk sita yvir eitt ár í avbyrging. Tær broytingar, ið eru hendar í lóggávuni, hava sum heild havt við sær, at talið av stuttum avbyrgingum er fallið, meðan talið av longri avbyrgingum er hækkað. Tað eru longru avbyrgingarnar, ið hava mest skaðiligu árinini. Danmark er tiltikið fyri langar avbyrgingar. Í Evropa eru fleiri lond, ið als ikki brúka avbyrging í sambandi við varðhaldsfongsul, meðan onnur lond bert nýta avbyrging í heilt serligum førum. Eitt nú í Týsklandi har avbyrging bert verður brúkt í sambandi við yvirgangsvirksemi. Tað er bert í Danmark, Noregi og Svørríki, at møguleiki er fyri óavmarkaðari avbyrging. Ísland hevur áður havt henda møguleika, men eg skilji á føroyskum miðlum, at hetta er broytt. Føroyar og Grønland eru undir danskari lóg, so hjá okkum er støðan sum í Danmark, og vit gerast automatiskt partur av danska heimsmetinum í nýtslu av avbyrging.
Tað er merkisvert, at man í einum rættarsamfelagið, sum tí danska kann liva við, eini somikið ótespiligum heimsmeti, serliga tá hetta tal verður hildið upp ímóti tí høga tali av ósekum, ið verða varðhaldsfongslaði. Men mín áheitan á føroyska lóggávuvaldið má vera, at vit sleppa okkum burt úr hesi ótespiligu skipan, og tillaga okkara rættargangslóg til altjóða lóggávu og mannarættindi.