Eg havi eitt akvarinum við alskyns fiskum, í summar var eg á Sandi og har fangaðu eg og dreingirnir ein maðkapirru og 6 lítlar skrubbur, komin til Havnar koyrdi eg allan fongin í akvariumið, og væntaði sum so, at alt doyði beinanvegin. Men tað gjørdi tað ikki, skrubburnar doyðu tó spakuliga, tí at botnfiskurin hjá mær beindi fyri teimum og ikki fyrr enn í síðstu viku doyði seinasta skrubban. Men maðkapirran livur enn. Hon etur fiskamatin, og tykist at trívast væl. Tí fóru vit at tosa um, hvussu stór hon man fara at blíva, tí eitt síl kann jú blíva rættiliga stórt úti í nattúruni. Men tað kunnu teir flestu av útlendsku akvariufiskunum ivaleyst eisini blíva í náttúruni, vit síggja jú, hvussu ein fiskur í einum stórum akvarium blívur størri enn ein í einum lítlum. Tað er nokk so, at hetta sílið neyvan blívur serliga stórt, tí tryggu og smáu karmarnir í akvariuminum ikki loyva tí.