Nostalgi í Norðurlandahúsinum

Norðurlandahúsið var ílatið til rokkonsert, tá nógvir hundra Uriah Heep fjepparar vóru savnaðir at uppliva føroysku Deiggj saman við gamla Uriah Heep oddamanninum John Lawton.

 

Sjáldan man miðalaldurin til eina rokkonsert í Føroyum hava verið so høgur. Men tað vóru heldur ikki nakrir sprelskir unglingar, ið mannaðu bólkin á pallinum, burtursæð frá trummuleikaranum munnu flestu Deiggjararnir vera tættari hálvt hundra enn fjøruti og John Lawton er 65 ára gamal. Stutt sagt ein búgvin bólkur, men tað riggar eisini best til henda tónleikin.

 

Longu áðrenn konsertin byrjaði var dømt nostalgi í langar banar, og spentu áskoðararnir skiftust um at nevna løg, ið teir vildu hoyra. Lat tað vera sagt beinanvegin, trúgvu fjepparnir fingu tað teir komu eftir, eina fína rokkkonsert við  eina perlurøð av Uriah Heep klassikarnum sungnar av einum klassasangara við einari stórari rokkrødd.

 

Øl í salinum

Norðurlandahúsið hevði veruliga spent seg út til konsertina. Millumveggirnir vóru tiknir burt, og mitt í stóra salinum var barr sett upp. Hetta riggaði væl, og man slapp undan stóru ferðsluni, ið plagar at vera, tá øl bert fæst úti í forhøllini. Hattin av fyri Norðurlandahúsinum at slækka eitt sindur av teimum so strongu reglunum, ið hava merkt tiltøk í hesum frálíka konsertstaði.

 

Á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum breggjar húsið sær av, at hava bestu karmar í Føroyum, og í gjár livdi húsið í stóran mun upp til hetta. Meira av hesum takk.

 

Hvør er besti Uriah Heep sangurin

Eg havi sjálvur ongantíð verið Uriah Heep fjeppari, eri ov ungur til at hava varnast stórheitstíðina hjá bólkinum, og hóast mær dámar øgiliga væl, nógvar av teirra samtíðarbólkum, so hevur teirra tónleikur ongantíð veruliga fingið meg at fara út at keypa eina plátu ella fløgu. Tó so, mær dámar væl løg sum The Wizard, July Morning, Free me og Easy LIving. Eg  var nokk ein heldur atypiskur áskoðari, og hevði sum so onga meining, tá heitt kjak tók seg upp millum tveir av mínum síðumonnum, um hvør besti Uriah Heep sangurin var.

 

 

Fleirrædda lekkurheit

Deiggj legði fyri við at framføra part av teirra vanliga Uriah Heep showi við Dennis Lave  sum sangara. Hetta er ein væl roynt konsept, sum bólkurin hevur ferðast við og tað koyrir væl. Serliga eru tað ræddirnar, ið sita væl. Bólkurin hevur tríggjar fínar sangarar í Fróða, Dennis og Páll, og lekkurt er nokk orðið, ið best lýsir teirra sang. Onkursvegna hóska teirra røddir saman, og nógvu árini av samanspæli skaðar ivaleyst heldur ikki. Til hetta tiltakið vóru Divaz eisini við á rættiliga nógvum løgum, og hetta styrkti ræddarpartin uppaftur meira.

 

Henda fyrsta partin hoyrdu vit m.a. løg sum Something or Nothing, Traveller in Time, Weep in Silence, Tales, og Sweet Lorraine. Byrjanin tyktiskt eitt lítið sindur leitandi, men frá triðja lagnum Traveller in Time koyrdi rokkshowið, og var hetta lag, saman við Weep in Silence, Tales og Sweet Lorraine hæddarpunkt í fyrsta parti av framførsluni.

 

Skrúva 70% upp fyri karismuni

Dennis er ein fínur rokksangari, men tað tykist mær ótrúligt, at hann hevur so trupult við at koma útum pallkantin. Hann stendur enn eftir 30 ár í rokktónleiki og kroystir seg til mikrofonstativið við eygunum festum á nótastativið við tekstum.  Hetta heldur ikki ordiliga, og tað sást serliga, tá John Lawton kom á pallin eftir ein lítlan steðg, hann lyfti framførsluna eini 70% eyka, ikki bert tí røddin er so góð, men fyrst og fremst við pallframførslu og karisma.

 

John Lawton sang hamrandi væl og við kórsanginum hjá Deiggjarunum og Divaz bleiv vokala ljóðmyndin einastandandi góð. Løg, sum Stealing, The Wizard, Gypsy og Free Me vóru millum hæddarpunktini. Men eisini pena balladan Rain, har Fróði, Pætur og John vóru einsamallir á pallinum var frálík. Nógv pør nýttu høvið, at halda um hvør annan og vagga saman, sera romantiskt og hugnaligt.

 

Vælspælandi rokkbólkur

Deiggj duga hetta tilfarið og bólkurin er rættiliga væl spælandi. Eg stóð tó eftir við kensluni, at hetta var fínt, men ikki super fínt. Serliga tyktiskt botnurin ikki veruliga at hava tað sparkið, sum man kann fáa av tílíkum rokki. Hetta var ivaleyst orsaka av fleiri ymiskum faktorum, millum annað var ljóðið ikki serliga hart frá. Ivaleyst bleiv tikið hædd fyri, at áskoðarnir vóru nakað væl eldri enn vanligt er á rokkkonsertum. Tað ljóðaði væl, men voluman sparkaði teg ikki veruliga. Ein annar trupulleiki tyktist at vera, at basspælið ikki altíð tyktist at vera líka tight, og tað er rættiliga týdningarmikið í tílíkum tónleiki. Men sum sagt, hetta var gott, tó  at tað kundi verið betur.

 

Men tað tyktist sum trúgvu fjeppararnir hugnaðu sær óført, og klappini vóru nógv, áðrenn John Lawton og Deiggj komu aftur á pallin og framførdu eykaløgini Hanging Tree og Easy Living, og tá Easy Living ljómaði kókaði í salinum.

 

For lítið reyp

Eg havi gjøgnum tíðirnar verið á nógvum tílíkum konsertum, har tónleikanøvn úr 70u´num og 80´unum spæla, og ein av teimum afturvendandi jaligu upplivingunum er at uppliva frálíkar instrumentalistar, t.d. veruligar gittargudar sum fara í sjálvsving. Gamlar menn, sum hava spælt gittar í 40-50 ár og sum vita, at teir eru minst líka stórar stjørnur sum sangararnir, sum við stórum sjálvsáliti reypa við sínum dygdum til frægd fyri áhoyraran. Hetta saknaði eg í gjár. Eingin ivi var um, at her var ein maður, ið bestemmaði, og hinir spældu undir. Hóast bæði Páll og Fróði spældu væl, so var hvørgin av teimum so framúrskarandi instrumentalistur, at man hevði hug at spæla luftgittar og klappa í ovfarakáti.

 

Deiggj er ikki Uriah Heep, men ein backingbólkur, hetta er sum so fínt nokk, men ikki líka áhugavert sum veruliga vøran, ið ivaleyst hevur størri frælsi at reypa sær.

 

Irriterandi streymslit

Karmarnir vóru sum sagt frálíkir við ljóði og ljósi og høli, ið ikki eru betur í Føroyum. Men okkurt kundi verið betur, ikki færri enn tvær ferðir fór streymurin í ljóðanlegginum. Hetta komst av, at barrin í salinum var forbundin til somu fasu sum ljóðpulturin. Hetta er sera óprofessionelt av teimum, ið høvdu sett barrina upp. Hetta tyktist ikki at órógva áskoðararnar nevnivert, stillu løturnar blivu brúktar spontant til at syngja July Morning, eitt lag í løgið nokk ikki var á skránni fyri kvøldið.

 

John Lawton var sjónaliga sera irriteraður av streymslitunum, og hóast hann spældi konsertina lidna, og eisini tey obligatorisku eykaløgini, so kom hann ikki út at bukka saman við hinum tónleikarunum aftan á konsertina.

 

Myndasavn

Leave a Reply

Your email address will not be published.