Eg gevi í dag út yrkingasavnið Ongul í Reyv á føroyskum og donskum. Tað er ókeypis og klárt at taka niður á telduna.
Tittulin á mínum yrkingasavni frá 1994-95 var Ongul í reyv, og júst hetta lýsir væl, hvussu tað gekst við at fáa tað útgivið, hóast eg sendi tað til eitt ótal av føroyskum og donskum forløgum, so var úrslitið, at eg sat eftir ongul í reyv.
Ikki fyrr enn í 2007 legði eg føroysku útgávuna av savninum út til almenna skoðan á myspace, sum var the shit back then. Í kvøld havi eg so valt at geva savnið út á Scribd.com bæði í føroysku og donsku útgávuni. Ætlanin var, at geva savnið út á báðum málum í somu bók, ið man kundi lesa frá báðum síðum, júst sum Se og Hør plagdi at vera (veit ikki, um tað er so enn).
Nú verður savnið givið út, og finst her:
Savnið liggur somuleiðis at lesa her á síðuni undir yrkingasøvn, har eisini savnið Rótleys Tøgn er tøkt.
Vælgagnist.