Nógv er áhugavert og okkurt serliga áhugavert. Ein vinkona sendi mær nú ein dagin eina grein á Den Fri, sum handlaði um orðið “tjald”, ið danir brúka um hasj. Opinbart er upprunin til hetta orðið føroyskur.
Men áðrenn vit koma til tað, so ein søga úr veruliga lívinum. Summarið 1999 var eg í feriu í Føroyum, og fekk mær eitt summarferiustarv á Atlantic Radio. Eg var vertur í seinnapartssendingini Innrásini, og har komu nógv ymisk fólk sum gestir. M.a. var ein donsk sangarinda, ið so skjótt mikrofonin var sløkt, spurdi: “Er der noget af jer, det kan skaffe noget tjaldur?” Talan var sjálvandi um tjald ella hasj, og eftir sum bæði eg og tøkningurin vóru langhærdir unglingar, so helt hon ivaleyst, at tað var eitt gott mið. Eg havi ofta hugsað um, at tað var stuttligt, at hon spurdi eftir tjaldur, heldur enn tjald.
Eftir at hava lisið greinina á Den Fri, so kom hendingin fram fyri meg aftur, og nú tykist tað, so øgiliga hóskandi, at hon bað um tjaldur.

Orðið “tjald” hevur sín uppruna frá hasjsøluni í Keypmannahavn miðskeiðis í seksti árunum. Tá var Asiatisk Plads, staðið har tú fórt at keypa hasj, tí fólk, ið seldu hasj hildu til í einum pakkhúsið har. Hetta stað og tað, sum bleiv selt har fekk loyniheitið “tjald” millum manna, uppkallað eftir ferðamannaskipinum Tjaldrinum. M/S Tjaldrið hjá Skipafelagnum Føroyum legði nevniliga at á Asiatisk Plads í árunum 1953 til 1968. Millum stýrimennirnar hesi árini var pápi mín, og hóast hann hevur reypað nógv um tíðina umborð á Tjaldrinum, so hevur hann ongantíð nevnt fyri mær, at hansara skip legði navn til eitt tað mest brúkta rúsevni í Danmark.
Góðu fittu Nudlalesarar
Nú í jólamánaðinum er ein jólakalendari á hvørjum horni. Mær so líkt, so vil eg ikki skilja meg burturúr, so sjálvandi er eisini ein jólakalendari her á Nudlum.
Hvønn dag fram til jóla deili eg okkurt gott við tykkum. Tað kann vera ein góður sangur, ein góð mynd, ein yrking, eitt viðmæli, ein leinkja, eitt filmklipp, ein søga, ein gáta ella okkurt heilt annað.
Seinastu 17 árini ella so, havi eg havt pakkakalendarar til synir mínar, líltar gávur, summar jólaligar, aðrar ikki so jólaligar. Soleiðis verður eisini her á Nudlum.
Vónandi tíma tit at vitja aftur, um ikki hvønn dag, so næstan hvønn dag, eg kann enntá lova, at summi klipp ella sangir vera somikið góð, at tit saktans kunnu vitja fleiri ferðir hvønn dag.
Tykkum ynskist ein góður jólamánaði.