Fyrstu ferð eg hoyrdi Red Hot Chili Peppers var mitt í 80’unum, tá skate board filmurin Thrashin við m.ø. Josh Brohlin kom til Føroyar og vit hugdu at honum umleið 50 ferðir. Eg hataði bólkin, ið tá var heilt ókendur og spældi í einum klubba, har skate board hetjurnar vitjaðu. Eg helt tónleikin vera forferdiligan. Klippið við Chili Peppers sæðst her:

Eg dugi væl at síggja eina ávísa dygd í hesum nú, hóast eg hataði tað tá. Tað gingu tó bara nøkur fá ár, til fløgan Mothers Milk kom út og serliga singulin Higher Ground, ið var eitt Stevie Wonder cover fangaði meg. Hóast tað undraði meg, fór eg at dáma hendan bólk, sum eg veruliga ikki hevði dámt.

Tá teir so nøkur ár seinni góvu Blood Sugar Sex Magic út, var Niels Uni seldur, eg haldi, at eg havi keypt hesa fløguna 4 ferðir, og havi lurta eftir henni ótalligar ferðir, eina tíð koyrdi hon bara uppá repeat í mínum ultra trendy 90 árasliga Discmanni. Haldi at eg dugdi allar tekstirnar og elskaði tað.
Eg havi enntá í MC-Hár spælt onkrar sangir av henni gjøgnum árini, og Red Hot Chili Peppers hava nokk eisini merkt mína tónlistarligu leið.

Men tað var slettis ikki orsøkin til at eg skrivi í dag, siti nemmiliga og lurti eftir frálíku útgávuni hjá Red Hot Chili Peppers frá 2002 By the way (vit hava forrestin eisini spælt tittullagið við MC-Hár onkuntíð). Men tað sum eg endurvarnist í dag, er hvussu framúr góð hendan fløgan er.
TIl ber at hoyra klipp av løgunum og síggja sjónbandaløg av teimum fýra stakfløgunum av By the way her.
Fløgan er á Spotify og kann finnast her: