Havi júst lurta eftir kjakinum aftan á Dag og Viku í kvøld. Eitt fínt kjak á høgum støði uttan persónligt briksl og stórvegis royndir at flyta fokus. Jørgen Niclassen, Johan Dahl, Høgni Hoydal og Aksel Johannesen svaraðu teimum spurningum teir fingu, og eingin av teimum fer í morgin at gremja seg á Facebook, um hvussu synd tað er í teimum, og hvussu ónd Liljan hevur verið við teir.
Har komu fleiri áhugaverd ting á borðið og kjakið var sámiligt og upplýsandi. Eg eri serliga glaður fyri seinastu viðmerkingina hjá Johan Dahl. Næstformaður Sambandsflokksins segði tað so øgiliga væl, at tingfólk sjálvandi ikki eru áhugaði í, at fólk hevur misálit á, um tingini hava gingið rætt fyri seg og verið innan fyri heimildirnar í tunnilsmálinum. Hann tí helt, at tað var skilagott við eini kanning av heimildunum. Jóhan vísti eisini á, at minst av ølllum kundi løgmaður vera áhugaður í, at fólk ikki hevði álit á honum, tí væntaði hann, at øll vóru áhugaði í at kanna málið til botns.
Endiliga ein samgongupolitikkari, ið tykist at hava skilt, at misálit á politisku skipanina er eitt problem, og at um tú einki hevur at goyma, so er tað í tínum áhuga, at fáa tingini lýst til botns.
Tað er alment kent, at bert tey, ið hava okkurt lík í lastini eru bangin fyri, at sannleikin kemur fram. Vónandi eru samgonguumboðini í Landsstýrismálanevndini eins skilagóð, so vit fáa málið kannað.