Nýggjársrøða til bálið á Hamrinum 2013

Mynd: Ditte Mathilda Joensen
Mynd: Ditte Mathilda Joensen

Góðu vinir og grannar her á ovaru Argjum, eg eri so fegin at vera biðin um at røða fyri tykkum í kvøld. Serliga stuttligt er tað í einum býarparti, ið er so á tremur við kendum, vøkrum og vældámdum fólki, sum her. Tað kennist sum eitt herðaklapp at vera tikin framum øll hini, at vera tann útvaldi, ið hevur tykkara fullkomna uppmerksemi hesa løtuna

Røðan gamla árskvøld er ein serstøk røða, ein sonevnd bundin uppgáva um tú vilt. Hon skal helst hyggja aftureftir, men helst eisini frameftir. Hon skal helst vera viðkomandi fyri áhoyraran, ikki bert fyri tann, ið røður, og so skal hon helst eisini vera stuttlig.

Eg má takka nevndini fyri hetta haldið, fyri at tey hava givið mær so ómetaliga góða tíð, so eg veruliga kann venda hvørjum orði. Líka síðan eg fekk boðini fyrradagin havi eg hugsað um, hvat eg skuldi viðgera, skuldi eg vera persónligur, politiskur, stuðlandi, atfinnandi, ummælandi, heimspekiligur, behagiligur ella okkurt heilt annað.

Well, eg skilti skjótt, at best mundi vera ikki at spekulera alt ov nógv, heldur bara fara í gongd. Men hvar byrjar man, well eg byrji við mær sjálvum.

2012 var eitt lorta ár, um eg skal vera heilt erligur.

So um hetta mundið í fjør, mitt í einari fantastiskari veitslu undir Kongavarða, ið forrestin vardi til kl. 9.30 1. januar, so kom tað til mín.

At mítt nýggjárslyfti skuldi vera, at eg tók alt frá einari jaligari síðu. Í støðum har mótgongd hevur verið, havi eg valt, at sæð ljósu síðurnar, og trúgv mær ella ei, tað riggar.

Eg havi í 2013 t.d. mist arbeiðið, tað sá eg sum ein frálíkan møguleika at byrja mína egnu fyritøku, og tað gongur strálandi. Tá ein dama, sum eg hevði fjasast við gjørdi tað liðugt, so valdi eg at síggja tað sum ein ríkan møguleika at hitta aðrar damur, aftur tann jaliga og ljósa síðan, og eisini har gongur tað strálandi.

Eg kann tí viðmæla mítt nýggjárslyfti, og ætli at endurnýta tað í 2014.

Hetta sum eg sigi er ikki bert fyri at heingja skitnu undirklæðini út á snór, men meira fyri at koma til ein hægri moral. Nú varð eg í skránni fyri í kvøld m.a. lýstur, sum heimsspekingur, tað forpliktar, og ein hægri moralur skal til. Í kvøld er hesin moralur: At vit kunnu hava tað betur, um vit sjálvi vilja tað.

Eg sigi ikki, at vit blint skulu góðtaka allan tramanskap, ella at lívið ikki onkuntíð serverar okkum beiskar bitar.
Men vit eiga tó, at royna at finna tey jaligu tingini í tilveruni, tí tað ger lívið lættari.

Hyggja vit t.d. at hesum vetrinum, harra mín altso. Her hevur verið ein himmalsins ódn í mánavís. Nú eru míni børn so skermifiseraði, at eg næstan ikki fái tey út, ofta sita tey við upp til trimum skermum í part, men um eg í teoriini fekk tey útum eina løtu, so fóru tey á flog næstan annan hvønn dag í desember og fleiri ferðir í november.

Men lat okkum fegnast um, at tað bara eru (og nú má eg líka hava landsverksappina fram)  millum 5 og 8 m/s, tað kundi verið nógv verri.

Og vit á ovaru Argjum hava nógv at fegnast um, Vit búgva nærum øll í húsum og íbúðum við besta útsýni í landinum, náttúran lúrir aftanfyri húsini, og elska vit ikki øll gongutúrarnar niðan á Kongavarðarnar ein summardag?

Vit hava tann besta barnagarðin í landinum beint her, og nýggjasta skúla í kommununi beint har. Vit búgva her í útjaðaranum av heimsins nalva, og býurin er á tremur við tónleiki og tiltøkum alt árið.

Vit hava nógv at fegnast um, eg gleði meg til 2014, sum verður uppaftur betur enn 2013.

Eg eri so glaður fyri, at eg búgvi her á ovaru Argjum saman við tykkum fittu, vøkru og frálíku fólkum. Vit hava tað ikki so galið her, men um tit velja, at gera tað til tykkara nýggjárslyfti, at møta lívið á ein jaligan hátt, so fáa tit eitt betur 2014, enn tit annars høvdu fingið.

Gott nýggjár øll somul.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *