Oyje – eitt sindur kensluborið hetta her

Í kvøld var eg á Landavegnum 70 og las málaran av. Foreldrini hava í dag latið lyklarnar inn í Betri Heim, tann seinasta lykilin hevði eg, tí eg skuldi framvið at siga farvæl við barndómsheimið.

Eg hevði avtalað við Tummas, yngsta sonin, at hann skuldi sleppa ein síðsta túr runt í húsinum, áðrenn tey endaliga vóru latin til nýggja eigararnar Elisabeth og Hergeir. Tá so málarin eisini skuldi lesast av, so bjóðaði eg, at vit gjørdu hetta um somu leið. 

Tummas liggur við krími, men lat seg væl í, og so fóru vit báðir. 

Eina síðstu ferð bakkaði eg inn í garðin, henda bakking, ið varð gjørd við bivandi hjarta, tá man júst hevði fingið koyrikortið, gongur í dag nærum uttan at hyggja (ikki minst tí, at innkoyringin er víðka eitt sindur fyri nøkrum árum síðan).

Seinastu tíðina hava vit borið nógv út av Landavegnum, bæði smáting og stór ting. Íbúðin á Heimasta Horni er nú á tremur við heimligum tingum, eins og bæði Rótikassin, Reyði Krossur og Sandvíkarhjalli hevur fingið sítt. 

Mín hjallur er eisini skítfullur av ymiskum, ið babba helt at vit fóru at fáa brúk fyri, alt frá trykkspularum til kúbein, frá grindakaggum til kunsttøð og frá penslum til høggijarn. Men hendan kenslan av at vit tømdu barndómsheimið hevur ongantíð veruliga sligið meg. Fólk hava spurt meg, hvussu tað kennist, og eg havi svarað, at skápini kendust tung at bera, ella okkurt annað smart ass svar, tí eg kendi tað als ikki sum nakað serligt. 

Men tá eg í dag gekk inn eftir flisunum, lat úthurðina upp seinastu ferð, vitjaði øll kømur, hugsaði um øll minnini, og luktaði luktin av hesum húsunum eina seinastu ferð, tá slóg kenslan meg, av hvussu serligt hetta í veruleikanum er.

Í gongini var heitt, sum vanligt, hatta fantastiska gamla tapetið við blómumynstrinum. Tær heitu flisarnar, ið eg so ofta havi traðka á, eftir at hava latið meg úr váta karminum á trappusteininum, tá eg var dottin í Rættará ella í bassengið, ella kanska enntá Matará ella Sandá.

Køkurin har so nógvir drekkamunnar eru druknir, har Magnus tann elsti av mínum synum plagdi at grulva, tá hann sum fyrst fødda ommu- og abbabarn vitjaði á Landavegnum, og har sum allir hinir eisini hava grulvað. Bonkurin har eg havi sovi so mangan lúrin. 

Stovan har øll jólini eru hildin og har babba plagdi at lesa Sølvpil fyri okkum systkjum, og har vit drukku drekkamunn og ótu heimabakaðar smákakur, tá gestir, ið ikki vóru sum húsfólk, vitjaðu. 

Stóri gangur har sjónvarpið hevur staðið øll árini, síðan tað kom í húsið. Eg mátti hugsa um fyrsta sjónvarpið, tað var av slagnum Fisher, haldi eg. 

Eg fór inn í kamarið, mítt kamar, hetta kamarið, ið plagdi at vera tvey kømur, men bleiv gjørt til eitt, tá Mathilda flutti til Danmarkar og Janus fekk hennara kamar í kjallaranum. Eg mintist nógvar langar nætur, har eg sat uppi og spældi Pirates á Commodore 64 har. Eg hugdi at kamarshurðini, har hurðaplakatin við Samanthu Fox plagdi at hanga. Hetta kamarið, har eg havi havt so nógvar stuttligar og góðar løtur saman við vinum. Eg kom at hugsa um 18 ára føðingardagin, ið eg helt har, hetta kvøldið, ið eisini var, tá eg fyrsti ferð hevði eina damu at yvirnátta.

Við síðurnar av, kamarið hjá mammu og babba, eisini við blomstruttum tapetið, og merkjunum í teppinum av songini, ið hevur staðið í sama stað í eini 35 ár. Henda songin, ið nú stendur á Heimasta Horni. Tey gjørdu sku’ kramm back in the day. Eg minnist, hvussu eg ofta sum barn kreyp inn í kamarið um náttina at liggja ímillum tey, soleiðis sum mínir dreingir eisini hava gjørt eftir meg. 

Ein klumpur vaks í hálsinum, og tá eg fór út í køkin aftur, og legði lykilin til húsini í vindeygakarmin, kom eg at hugsa, at eg nú fyri fyrstu ferð í eini 40 ár, ikki kundi læsa meg inn aftur í húsini.

Hóast eg langt síðan havi fingið mítt egna heim, og mína egnu familju, so hevur Landavegurin 70 altíð kenst sum heim eisini, sjálvt nú innbúgvið var farið, so kendist hetta sum heima. Tað var kensluborið, tá eg tók í lási á úthurðini seinastu ferð, og fór út í tún. 

Alt mítt lív hava vit átt Landavegin 70. Í morgin eigur ein onnur familja hesi húsini. Eg vóni, at tey fara at fáa líka nógva gleði av húsunum sum vit, og at tey eisini verða líka góð við húsini, sum vit hava verið – Tí vita tit hvat? Eini hús eru ikki bara eitt ting, tey eru eitt heim.