Vit síggjast aftur komandi G!

Enn eitt G! er farið afturum – hesin festivalurin er altíð eitt hæddarpunkt á summarinum, og so var eisini í ár. 

Leygardagurin var at hyggja til fyri meg ikki so øgiliga áhugaverdur tónleikaliga. Jú, gamaní visti man, at Fatboy Slim uttan iva fór at levera ein góða DJ veitslu á sandinum, og Hans Andrias er aftur tøkur við nýggjum tilfari, hesaferð á føroyskum, tí kundi tað eisini gerast gott. Men persónliga var eg mest spentur um Gretu Svabo Bech. 

Fór Greta at klára at fylla sandin við fólki? Fór hon at bera á mál? Fór hon at fáa fatur í áhoyrarunum? Skapa neyðuga sambandi og stemningin? 

Greta hevur í mun til hini føroysku nøvnini á skránni við “Raise your Weapon”, eitt multimillióna hitt  at dúva uppá. Eitt lag, ið enntá varð tilnevnt til ein Grammy. 

Men tað eru immervekk 9 ár síðan, at Greta hittaði saman við Deadmau5, og ofta hava konsertirnar seinastu árini verið low key, og uttan bólk. Tí tyktist tað meira enn djarvt at seta hana á stóra pallin. 

Katastrofal feilbóking?

At síggja til, var eisini talan um eina katastrofala feilbóking, tá konsertin byrjaði. Sera fá fólk vóru á sandinum, neyðuga atdráttarmegin var opinbart ikki har. 

Væl bakkað upp av Per Ingvaldi Højgaard Petersen, Sakariasi Joensen og Matthiasi Kapnas, og sera flottum visuals, stóð Greta mitt á risastóra pallinum, frammanfyri tómligu strondini.

Poppveitsla

Hetta tyktist tó ikki at darvað teimum á pallinum. Tey blástu eitt popshow av sera høgum støði í gongd, og tað vardi ikki leingi, so høvdu tey drigið nógv fólk oman á sandin. 

Tey tóku avbjóðingina og vunnu á henni. Fólk, ið hevði ivast bleiv drigið oman í popveitsluna, og vit sluppu at uppliva eina langa røð av vælskrivaðum poppløgum, m.a. omanfyri nevnda “Raise your Weapon”. 

Greta og vælspælandi bólkurin leveraði eina av allar bestu framførslunum í ár, og tað er eingin ivi um, at hetta er tað slagið av pallum, ið Greta eigur at spæla á.

Vælskipað DJ Show

Høvuðsnavnið í ár var uttan samanbering Fatboy Slim, og hann skuffaði heldur ikki. Vit fingu eitt væl komponerað DJ show, við orku og megi. Alt hekk væl saman, ljós, skermar, løg og framførsla. Hesi DJ showini hava seinastu árini tikið yvir festivalarnar, fyri gamlar menn sum meg, ið elska rokkin, er tað næstan hugstoytt, at stóru rokkshowini ikki eru tað berandi á festivalum longur. Men tá man upplivir hvussu gott lív er í, má bara staðfestast, at hetta riggar, og tað riggaði eisini hjá Fatboy Slim. 

Eitt pluss eitt, kann gott geva meira enn tvey

Sum altíð á G! so eru upplivingarnar nógvar og ymiskar. 

Eitt nú var leygardagurin eitt studium í hvussu tvímansbólkar kunnu rigga ella ikki. Eitt nú var samanrenningin millum Hans Andrias við sangi og kassagittara og Torleik Mortensen á kontrabassi, rættiliga magisk. Teir komplementeraðu hvønn annan so ómetaliga væl, og fínu løgini hjá Hans Andriasi stóðu sterkari enn nakrantíð. Tað ljóðaði hamrandi væl. 

Somuleiðis frálík var konsertin hjá sama Torleiki og Andreasi Tykjær Restorff, ella Hettaher, ið teir kalla seg. Saman skaptu teir ein stórfingna ljóðmynd í fjósinum.

Tað kennist ótrúliga nøktandi við tílíkum góðum tónleikaupplivingum har tú upplivir, at hetta er júst tann rætta samanrenningin millum tónleikarar. Ein annar bólkur, ið eisini royndi seg við tveimum ljóðførum var enska duoin Ferris & Sylvester. 

Tvey ung fólk, við hvør sínum gittara. Eingin ivi um, at serliga bergtakandi røddin hjá songkvinnuni er góð og nokk mest berandi elementið hjá teimum. 

Sparsommiliga instrumenteringin er teirra stílur. Eg helt tó ikki, at hetta helt líka væl á konsertpalli, sum á upptøku. Meðan eg stóð og lurtaði, so saknaði eg ein bólk at bakka tey upp, kom við einum trummuleikara og einum tangentleikara, so kundi hetta verið ordiliga gott. Tí meðan Hans Andrias og Torleik við tí minimalistiska megnaðu at skapa júst røttu ljóðmyndina til síni løg, so kendist tað næstan, sum um Ferris & Sylvester desperat royndu at kompensera fyri, at tey ikki høvdu bólk við sær. Teirra roynd tyktiskt at vera at skapa ein ljóðmynd, ið leiðir tankarnar til White Stripes, men meðan Jack White og Megan White meistra hetta, so kendist hetta meira sum ein roynd. 

Hip hop dugir okkurt

Eg mátti so eisini enn einaferð staðfesta, at hip hop dugir okkurt, ið hini ikki duga. Aftur leygardagin, var tað íslendskt hip hop, ið fekk alt uppá kók. Emmsje Gauti megnaði veruliga at seta lív í, eins og Jóipé X Króli gjørdu fríggjakvøldið, Noah Carter hóskvøldið og UndirGrundin mikukvøldið. Gott at G! hevur latið skránna upp fyri hip hop.   

G! lærir og G! roynir

Har hendur so nógv á G!, fyri nøkrum árum síðan, var maturin stutt sagt redsilsfullur, hetta tók man hond um, og saman við Gist & Vist, ið var stóri matsyndarin, hevur man vent gongdini, so festivalgestir nú kunnu velja millum alskyns lekkrar rættir, her má eg nevna Brioche burgaran, ið var framúr góður, tá eg royndi hann fríggjakvøldið, og rættiliga góður, tá eg fekk mær ein afturat leygarkvøldið. 

Enn eitt fjós var latið upp, og har var stúgvandi full drinks barr, og hinumegin vegin var Mikkeler við ymsum betri ølum, enn tær, ið man fekk í nógvu vanligu ølteltunum. 

Hetta er sama við øllum tí nógva, ið hendur í fjósinum frálík ting.

Í ár gjørdi G! so eisini eina roynd at apa eftir Summarfestivalinum, við at leggja langar steðgir inn millum konsertirnar. Hetta oyðilegði flowið, og fekk í øllum førum meg at rýma heim fyri tíð, tí eg ikki tími at standa í reginum og bíða. Men hetta havi eg longu bloggað um.