Eg hoyri argumentini, at Ísrael má verja seg, eg hoyri argumentini, at Hamas brúkar børn sum skjøldur. Men eg má siga, um tín fíggindi brúkar børn sum skjøldur, so skalt tú altso lata vera við at skjóta! Serliga skalt tú lata vera við at skjóta tey við rakettum og bumbum!
Tað er ongantíð í ordan at skjóta børn!
Lat meg endurtaka: Tað er ongantíð í ordan at skjóta børn!
Á báðum síðum eru sterkar kreftir, ið ynskja kríggj, á báðum síðum eru fólk, ið tjena uppá kríggj.
Á báðum síðum er góð fólk og ónd fólk. Men tá 239 børn er deyð, so eiga vit at semjast um, at okkurt er heilt galið.
Eg skilji stutt sagt ikki tykkum, ið taka støðu við einum av pørtunum í hesum stríðnum.
Um tú brúkar børn sum skjøldur, so ert tú eitt reyvarhol.
Velur tú at loypa á eitt barnaskjøldur so ert tú eisini eitt reyvarhol.
Her eru talan um tvey stýri, ið áttu at verið sett frá og koyrd í fongsul!
Góðu føroyingar latið vera við at stuðla barnadrápið.
Sambært Ekstra Bladet, so var yngsta offrið 3 mánaðir gamalt, hvussu kann nakar stuðla tí?
166 av børnunum vóru undir 12 ár, eg havi ein son, sum er 12 ár, ein sum 10 ár og ein sum er 6 ár. Eg kann ikki ímynda mær pínuna, ið øll foreldrini og systkini føla um missin. Eg kann satt at siga ikki ímynda mær eina einastu støðu, har eg helt, at tað var ok, at onkur skeyt míni børn. Tí tað er ikki ok, at skjóta børn!
Neyðugt er, at mannarættindadómstólurin traðkar inn og búrar bølmennini í ísraelsku og palestinensku barnamordarastjórnunum innið, og smitar lykilin burt!
Eg haldi ikki, at Kringvarpið røkti sína uppgávu, sum public service stovnur í dag, tá Høgni Hoydal fyrrverandi fólkatingslimur og Dánjal Poulsen úr Føroyskt Ísraelskt vinarfelag skuldu lýsa støðuna millum Ísrael og Palestina. Nei, tað bestu lýsingina havi eg funnið í bókini Álvur og hermannapápin hjá Gunnillu Bergström
Kringvarpið royndi enn einaferð at lýsa stríðið í Ísrael og Palestina, og enn einaferð var holdningurin hjá Føroyskt Ísraelsk vinafelag tikin við, uttan stórvegis viðgerð, hetta hóast felagið byggir á tann heldur klikkaða holdningin, at vit hava ein guð, sum ger mismun á fólki og velur, at Ísraels fólk er tað útvalda fólki, og at tey tí ikki kunnu gera nakað galið, óansæð hvussu nógv palestinsk smábørn verða bumbaði sundur. Tað er ikki nóg gott, at hesin holdningur sleppur at vera framborin uttan kritiska viðger frá journalistinum.
Høgni Hoydal royndi at lýsa støðuna so objektivt, sum hann kláraði, men í og við, at hann er formaður fyri minst kristna flokkin í Føroyum sambært politisku landslagskrosskipanini, ið Sjúrður Højgaard mest sannlíkt gjørdi á sinni. So verður hansara trúvirði litað av hesum, serliga tá hann verður settur, sum mótpartur hjá einum andaligum ekstremisti.
Eg sakni serfrøðingarnar, tey sum kenna til støðuna frá einum objektivum sjónarhorni. Eg haldi, at hermannapápin í bókini Álvur og hermannapápin hjá Gunnillu Bergström lýsur bæði hetta stríðið og so nógv onnur stríð, so ótrúliga væl, so eg fari at loyva mær at sitera hann í týðingini hjá Niels Jákup Thomsen fyri Bókadeild Føroya Lærarafelags. Álvur Ákason spyr pápa vinmann sín Hamdi, um hann ikki kann siga frá, um hvussu tað var at vera í kríggi, og hermannapápin svarar soleiðis:
– Tú mást skilja at kríggj, tað er so syndarligt, at tað ber ikki til at tosa um tað. Tað er ikki sum í filmi, har tey góðu vinna til síðst. Oftast er tað ruðuleiki. Hvør er vinur? Og hvør er fíggindi? Eitt ræðuligt óskil… Einasta, sum er vist, er: Tað eru tey, sum byggja upp og tey sum sorla niður. Tvey sløg. Tey eru altíð. Eisini millum fíggindarnar! Meira er ikki at siga. Tað ber ikki til at fortelja um kríggj.