Hugleiðingar einar tveir minuttir yvir tíggju á kvøldi

Rætt skal vera rætt, hasin filmurin ígjár, var ikki betur enn hin, hann var ræðuligur, heilt, heilt, heilt ófatiliga vánaligur illa spældur, illa skrivaður og ringur sum heild. Ná, men eg havi brúkt nokk tíð uppá ringar filmar.

 

Hetta hevur annars verið ein hendingaríkur dagur, ella í øllum førðum eitt sindur. Tað er blivið liðugt millum meg og damuna. Eg havi ætla tað leingi, men havi ikki heilt fingið tikið meg saman. Men í dag segði hon mær, at hon var ótrúgv í gjár. Tað haldi eg gott, at hon kundi hildið fyri seg sjálva. Men tað gav mær sjálvandi eina góða orsøk til at droppa hana, tað lætnaði at fáa tað gjørt.

 

Annars segði eg henni, at eg helt tað vera djúpt egoistiskt at fortelja mær, at hon hevði verið ótrúgv, tað haldi eg veruliga. Eg havi ongantíð fortalt nakrari gentu, at eg havi verið henni ótrúgvur. Einasta orsøkin, at man sigur tað, er fyri at lætta sína egnu samvitsku og sjálvur fáa tað betur, meðan hin parturin far tað verri. Eg haldi tað vera djúpt ómenniskjasligt, og tekin uppá bíttleika og sjálvgóðsku í orðsins ringasta týdningi.

 

Nú eri eg altso einligur aftur, tað er á sín hátt gott. Mær leingist eftir at hava onkran at deila lívið við, men tað skal vera ein deilig dama við góðum heila og fríum lyndi. Tær eru bara ólukksáliga ringar at finna. Hendan sum eg nú hevði passaði ikki heilt til summi av hesum krøvum.

 

Men eg lovaði tær ein hendingaríkan dag, ella eitt sindur í øllum førum. So eg noyðist at peika á okkurt annað við hesum degnum, og har kann eg siga, at eg endiliga havi skrivað eina av hasum barnasøgunum, sum Petur hevði biðið meg skrivað. Hon er, men hon er ikki serliga góð, men her er hon:

 

Ovkey

 

Tú ert pill bíttur!

 

Tað sáraði eitt sindur, eg plagdi ikki at leggja so nógv í tað, um onkur segði sovorðið við meg. Men hetta var Nina. Eg var púrað forelskaður í henni, og hon visti tað væl. Eg hevði enntá mussa hana, altso ikki soleiðis ordiliga, men á klassabílætinum frá í fjør.

 

Hon var í einum reyðum kjóla á tí bílætinum. Hon smíltist og sá ordiliga fitt út. Eg hevði sitið so ofta og hugt at henni um kvøldarnar. Eina ferð hevði eg eisini ringt til hana. Tað varaði í allar ævir áðrenn tónin kom, og so ein long løta afturat, og so ein tóni, og ein long løta – knappiliga tók onkur hana, men so tordi eg ikki meira, eg knallaði hornið á. Men nú stóð  hon har, við tárunum rennandi niður eftir kjálkunum.

 

Eg visti ikki hvat var verri, tað at hon græt, ella at hon helt meg vera pill bíttan. Eg hevði hug at troysta hana, klemma hana. Men eg visti, at bæði David og Jan stóu og hugdu, so eg flenti bara og lat hana standa har.

 

Alt byrjaði í morgum, tá eg kom í skúla. David hevði fingið at vita frá onkrum, at eg var forelskaður í Ninu. Hann stóð har og bíðaði, tá eg kom inn í skúlagarðin.

 

Tá hann sá meg komu hann og Jan ímóti mær. Eg visti longu tá, at hetta ikki fór at verða ein góður dagur. David fann altíð eitt offur, og ofta var tað meg. Hann tók í kragan á mær og segði, “Tú ert forelskaður í Ninu, nær skulu tit giftast?”.

 

Jan stóð har við sínum reyða hárið og frøknum, hann knallaði nevan í búkin á mær: “Hava tit mogga?”

 

Eg knekkaði saman og við greytuttari rødd, segði eg: “Eg veit ikki hvat tit tosa um?”

 

“Náh, sigur tú, at tú ikki er forelskaður í henni” spurdi David

 

“Eg ani ikki, hvat tit tosa um, eg eri ikki forelskaður í nakrari gentu!”

 

“Tú ert kanska bøssi?” flenti Jan og slóg meg  aftur.

 

Klokkan ringdi inn til fyrsta tíma. Teir báðir fóru og lótu meg standa eftir. Eg bardist við tárini.

 

Tá eg kom inn í flokksstovuna, flenti allur flokkurin, á talvuni stóð við stórum kritstavum:

 

JÁKUP + NINA

 

Eg setti meg á mítt pláss, meðan lærarin viskaði talvuna. Nina sat og skeitti yvir at mær. Eg hugdi beint niður í borðið.

 

Tá klokkan ringdi til fríkorter, bíðaði eg til øll vóru farin út, áðrenn eg reisti meg. Beint uttanfyri hurðina stóðu teir og bíðaðu. Eg hevði bestan hug at lata verða við at fara út, men so sóu teir, at eg var bangin, so fóru teir at vera eftir mær restina av lívinum. So eg royndi at síggja harður út, og gekk spakuliga framvið teimum, David tók fast í armin á mær. Hann teskaði: “So tú sigur, at tú ikki er forelskaður, prógva tað!”

 

“Eg eri ikki forelskaður, hvussu skal eg prógva tað? Eg eri bara ikki forelskaður” Eg royndi at ljóða líkaglaður.

 

“Um tú ikki er forelskaðurm, so torir tú at hála joggingbuksurnar hjá henni niður!” segði David.

 

Jan slóð nevan í búkin á mær. Eg bukkaði saman, men reisti meg skjótt aftur. Eg visti, at um teir sóu, at eg var bangin, so fóru teir at arga meg restina av lívinum. Eg royndi at síggja líkaglaður út: “Sjálvandi tori eg tað!”. Eg vildi ikki, men Nina fór íhvørtfall ikki at dáma meg, um eg fekk bank alla tíðina, so eg noyddist at gera okkurt. Eg hopaði, at klokkan fór at ringja inn, at ein lærari kom út úr lærarastovuni, okkurt.

 

Men har var eingin hjálp, David skumpaði meg yvir móti Ninu, sum stóð við rygginum móti okkum. Hon stóð og tosaði við Elisabeth, eg vildi ikki gera tað, men um eg ikki gjørdi tað, so fóru teir at banka meg og arga meg í allar ævir.

 

Jan skumpaði meg í ryggin: “Prógva tað!”

 

Eg fór spakuliga yvir handan vegin. Eg var beint aftanfyri hana nú. Eg rætti hendurnar fram – hálaði niður. Hon var í ljósareyðum undirbuksum. Øll hugdu, og so froystu tey út úr. Hon hálaði buksurnar upp aftur og vendi sær, hon var blóðreyð um andlitið. Tá hon sá, at tað var eg, sá hon enn keddari út. Hon langaði mær ein undir vangan. Og rópti: “Tú ert pill bíttur!”.

 

David og Jan flentu, Elisabeth flenti, øll flentu og eg flenti. Tann einasta sum ikki flenti var Nina, hon var reyð um alt andlitið, tárini runnu eftir kjálkunum. Hon rann út í garðin. Hon var enn ordiliga pen, men hon var nokk ikki forelska í mær, ikki meir í øllum førum.

 

Jan slóð ein neva í búkin á mær harðari enn hinir fyrru, og eg knekkaði saman, kikkaði eftir andanum, eg kláraði næstan ikki at halda tárunum aftur. Men eg gjørdi tað. David klappaði mær á ryggin og segði: “tú ert ovkey”.

 

Eg var ovkey og fór nokk ikki at blíva argaður aftur, í øllum førum ikki í dag.

 

 

Ja, eg haldi ikki, at hetta er tað besta, eg havi skrivað, men nokk heldur ikki tað versta. Søgan er sjálvandi djúpt fiktiv, men nakrar av hendingunum eru bygdar á veruligar hendingar, harafturat eru nøvnini David og Jan nøvn á tveimum av teimum, sum argaðu meg, tá eg var barn. Temaði er eitt sindur hetta við, at man ofrar ein annan fyri sjálvur at sleppa undan. Hetta havi eg sjálvandi gjørt ofta.

 

Tá tú altíð plagar at vera argaður, er tað altíð ein lætti, tá ein annar verður argaður ístaðin fyri, og tí luttekur man glaðbeintur í slíkari happing.

 

Nøkur onnur ting eru hend í dag, men einki sum eg tími at keða tykkum við. Nú fari eg at skriva um revsing.

 

Jú, eg gloymdi eitt, eg hoyrdi ídag at Regin Dahl hevði fingið mentunnarvirðisløn Føroya Løgtings. Hann hevur fingið 150.000 krónur, og eg hoyrdi tíðanverri ikki grundgevingina. Men eg haldi tað vera eitt sindur løgið. Hetta fylgir væl hesum Regin Dahl dyrkannar trendinum, sum hevur verið hesi seinnu árini. Regin Dahl er fyri mær ein miðalhampa yrkjari, ein rættuliga vánaligur sangari, sum tó hevur sína sjarmu og sjálvandi ein ovkey lagsmiður. Har er einki serligt við honum uttan kvantiteturin. Men mentanarelitan hevur valt hann til nýggjan Gud. Sum um tað ikki var nokk við Janusi Djurhuusi. Tí er tað sjálvandi eisini í hesum andanum, at honum verður latin hendan virðisløn.

 

Janus Djurhuus er veruliga ein løgin stødd í føroyskari mentan. Tað finnast næstan ikki fólk, sum síggja nakran føroyskan yrkjara, sum størri enn Janus, hetta er fyri mær djúpt láturligt. Serliga tað, at tað eru hansara lummafilosofiksu namedropping gudatvætl yrkingar sum fáa pissi hjá føroyskum mentunnarelitistum at kóka, er løgið. Janus var fyri meg ovkey, men ikki nær so góður sum Poul F, ella Hans Andrias fyri at nevna ein annan. Diskussiónin um Janus móti Hans Andriasi, byggir mest á, at Hans Andrias skrivaði um summarfuglar, meðan Janus skrivaði sítt lummafilosofiksa namedropping gudatvætl, tí skuldi Janus knappiliga verðið meira seriøsur og hámentaður og betri. Hetta er láturligt, fyri at endurgeva góða vin mín Petur Pólsson Jensen (sum eg elski) so kann man ikki døma góðskuna eftir evnavalið. I rest my case.

 

Annars haldi eg hugskotið við eini sovorðnari virðisløn er gott, og eg gleði meg til at fáa hana (um tú, lesarin hatar meg nú, so skilji eg teg væl – men tað er tær okkurt er galið við, ikki mær, Eg haldi veruliga, at eg eri øðiliga góður, men í hesum førinum var tað skemt. Eg rokni ongantíð við, at umheimurin fer at meta míni ting so høgt, sum eg sjálvur geri. Men her haldi eg tað vera heimin, sum fer skeivur. Annars hevði eg nokk valt at gjørt okkurt annarleiðis). 150.000 krónur høvdu vermt væl. Eg hevði fyrst givið míni bæði yrkingasøvn út, so givið eina MC-Hár maxisingul út, og so hugna mær fyri restina.

 

Eg elski mín kunst. Ger tað meg til ein ringan persón?

 

Eg kundi hugsað mær at gjørt eitt útgávufelag, eg havi tosað við Tórur Jóansson um tað. Men eg ætli mær fyri alt í verðini ikki at gerast ein nýggjur Árni Dahl. Eg rokni faktiskt við, at Árni ikki sjálvur veit, hvat hann hevur gjørt galið, hansara sjúkligi sensurur av permum, nøvnum og máli í yrkingasøvnum hevur skelkað meg. Mær dámar veruliga ikki Árna Dahl. Sjálvandi hjálpur tað ikki, at hann hevur sent tvey yrkingasøvn aftur í høvdið á mær. Men eg haldi, at hansara sensurur av nøkrum útgávum, sum teir raktu yrkjararnir hava sagt mær frá, er øgiliga skelkandi. Men maðurin eigur útgávufelagið, so hann hevur rætt til at gera tað, sum hann hevur hug til. Men eg haldi, at tað er ræðuligt, at hann brúkar felagið til at fáa ta maktina, sum hann ikki hevur í og við, at hann ikki sjálvur dugur at skriva.

Leave a Reply

Your email address will not be published.