Við vinum sum tær, nýtist mær ikki fíggindar

Myndin er lánt av Neistin.fo

Hondbóltsfelagið Stjørnan kann í dag ásanna sannleikan í hesum ofta søgdu orðum.  Tað eru nemmiliga ikki fjølmiðlar, Neistin ella fólk úr Suðurstreymoy, sum eru størsta hóttanin móti felagnum. Tann hóttanin kemur úr egnum rekkjum.

 

Jánkasligi atburðurin hjá nevndini í felagnum í sambandi við Barbaru Brauer málið er nóg ringur í sær sjálvum, men í dag ber av.

 

Umvegis Nordlysid.fo meldar stuðulsbólkurin hjá Stjøruni soleiðis út:

 

Komið og stuðli kvinnunum!!

Nú ágangurin á felag okkara er stórur, samstundis sum fm-finalurnar hjá kvinnunum standa fyri framman, er umráðandi at vit standa saman um felagið og ikki minst kvinnurnar. Vit vilja tí við hesum heita á klaksvíksingar og norðoyingar allar um mannstekir at møta upp til fm-finalurnar fyri at stuðla okkara kvinnum.

 

Les alla fráboðanina her

 

Hvør motivatiónin fyri hesari útmelding er, skilji eg als ikki. Við at draga hetta keðiliga mál inn í finalustríðið, gevur man øllum siðiligum stjørnufjepparum ein risastóran trupulleika.

 

Útmeldingin er heilt greið, her verður beinleiðis lagt upp til, at um man heldur tað er ok at rópa ókvæmisorð eftir øðrum leikarum, so skal man koma í høllina, fyri at stuðla hesum.

 

Hetta setur nógvu siðuligu leikararnar, og siðuligu fjeppararnar í sera keðiliga støðu, tí sjálvandi vilja tey stuðla sínum felagi, ið tey eru errin av. Men nú verður tað sett upp, sum eitt stuðulsátak fyri ófantaligheitum .

 

Eg havi ikki orð fyri hvussu óheppin hendan samantvinning er. Eg havi sjálvur fjeppast um Stjørnuna í fleiri ár, tí ein eg kenni, sum spældi har, og eg kann siga beint út, at um viðkomandi enn spældi har, so stóð eg í einari støðu, har eg fegin vildi stuðla henni, men ikki kundi fari í høllina, tí stuðulsbólkurin leggur upp til, at eg harvið stuðli kynsligari niðurgering.

 

 

Hann, ið tegir, samtykkir

Uha uha, man má rósa Kringvarpinum fyri gjøllu lýsingina av málinum, tá neistaleikarin Barbara Brauer varð niðrað av einum sera ófantaligum áskoðara hjá Stjørnuni í Klaksvík. Men í sama viðfangi má man hyggja undrandi at atburðinum hjá Stjørnuni, ið hevur takla málið so illa, sum til ber.

 

Sjálvt málið er gjøllari lýst í hesum blogginum, ið eg skrivaði fyrradagin

Men í dag er nógv nýtt komið fram, m.a. hevur Kringvarpið lagt niðurstøðuna hjá dómsnevndini hjá HSF út á kringvarp.fo. Hon liggur knýtt at hesari grein.

Tað sum er so øgiliga skelkandi í hesari niðurstøðu er hetta brotið:

 

 

Undir blogginum hjá mær fyrradagin, var stórt kjak, um Stjørnan veruliga hevði nokta hendingina, og um hvussu hetta ber til. Nú stendur tað púra greitt, formaðurin hevur guð-hjálpe-me luttikið í niðringini.

 

Í útvarpstíðindunum í dag, var formaðurin siteraður fyri ikki at vilja úttala seg, meðan málið koyrir, well hin gamli, hann, ið tegir, samtykkir.

 

Eg havi ikki orð fyri, hvussu langt úti hetta er, og undriat á, at fremsta kvinnuliga hondbóltsfelagið hesi seinastu árini  kann liva við hesum. Hvussu ber til, at hesein persónur enn er formaður har?

 

 

Skít verið við 266B í Føroyum niðurgera vit vegna kyn og rasu

Dagur og vika bar í kvøld tíðindini, at hondbóltsfelagið Stjørnan var fríkent í einum rættiliga ófantaligum máli, ið setur føroyskan hondbólt í ringt ljós, og hóast HSF eigur ábyrgdina fyri vánaligu reglugerðini, so eigur Stjørnan ábyrgdina fyri, at málið er blivið so pínligt.

 

Myndin er lánt av Neistin.fo

Fyrst ein stutt lýsing av málinum. Undir dysti millum Stjørnuna og Neistan rópti ein Stjørnuáskoðari, at Neistin skuldi taka handan mannin av vøllinum, vísandi til Neistaleikaran Barbaru Brauer. Hesin opinbart minnimenti norðoyingurin bleiv við at rópa, eitt nú at hon hoyrdi heima á mansliðnum, sjálvt eftir  at hjálparvenjarin hjá Neistanum talaði at, helt ágangurin fram. Alt hetta var fest á film og seinni víst í sjónvarpinum.

 

Neistin kærdi hendingina, men kæran er nú avvíst, tí myndaupptøkur bert kunnu brúkast í sambandi við harðskapsmál, og meðan Neistin “pástóð”, at hendingin fór fram sum upptøkan vísur, so sigur Stjørnan, at hetta ikki hendi. Tí var tað sambært hondbóltssambandinum pástandur móti pástandi, og kundi tí ikki revsast. Hetta er sjálvandi í trá við reglugerðina, og hana skal HSF fylgja.
Við tí justitsi, ið vit hava sæð í eitt nú fótbólti og kappróðri seinastu árini, er hetta ikki serliga yvirraskandi, tí opinbart kann man næstan ikki revsast í føroyskum ítrótti. Eg  vóni, at tað at Dagur og Vika fokuserar uppá hetta, ger at reglugerðin verður broytt, tí hetta er ikki álitisvekjandi fyri føroyskan hondbólt.

 

Men eg havi hug til at siga, FOR HELVITI STJØRNAN!!!!!!! Sjónvarpsupptøkurnar eru sera greiðar, og har er eingin ivi, tá tit pástanda nakað annað, so lúgva tit tilvita, og tit halda hond yvir einum áskoðara, ið átti at verið burturvístur frá tykkara dystum framyvir. Men enn týdningarmiklari, so blástempla tit kynsliga niðrandi atburð.

 

Í londum rundan um okkum verður sligið hart niður á niðran av fólki, eitt nú vegna rasu ella kyn. Men í Føroyum vil man opinbart gjarna halda hond yvir tílíkum. Vit upplivdu eitt nú í Onglandi, at Suarez hjá Liverpool fekk langt leikbann fyri at hava kallað Evra fyri nekara, at enski liðsskiparin John Terry misti liðskiparaheitið, tí hann var ákærdur fyri rasismu. Hvørki av hesum málum hevur nær námind somu prógv, sum eru í hesum málinum.

 

Tað er mær púra óskilligt, at Stjørnan ikki beinanvegin burturvísur áskoðaranum og tekur frástøðu frá atburðinum, tað er tað einasta rætta at gera í einum tílíkum máli.

Hugleiðingar eftir sorgarleikin í Virginia Tech

Í amerikanskum skúlum hava vit seinnu árini sæð fleiri sorgarleikir, har næmingar hava beint fyri klassafeløgum og lærarunum. Í hesum mínum seinasta afturhvarvið, hugleiði eg um mína royndir við vápnum í skúlunum og um tílíkir sorgarleikir kundu hent á okkara leiðum.

 Afturhvarv III – skrivað til Skúlablaðið

Tekning: Marius

Nú hendi tað aftur, ein næmingur misti tamarhald á kenslunum og skeyt frá hond. 32 næmingar og lærarar lógu eftir á. Hesaferð var tað í Virgina Tech, at sorgarleikurin fór fram. Kring allan heim eru fólk skelkaði, og standa spyrjandi um hvussu tílíkt kann henda? Hví ein maður, ið er so illa fyri ikki fær nøktandi hjálp? Hví hann sleppur at fara inn í ein handil at keypa vápn? og nógv onnur hví. Tað er lætta at siga, at Seung-Hui Cho var svakur, og at hetta saman við lagaligu vápnalóggávuni var orsøk til sorgarleikin. Hetta er sjálvandi eisini lutvíst rætt, men vit eiga eisini at hyggja inneftir, og vita um vit kunnu læra okkurt av hesum, og kanska enntá hugsa, um nakað tílíkt kundi hent í okkara skúlum. Eg eri í øllum førum ikki sannførdur um, at tílíkt ikki kundi hent hjá okkum.

Uttan fyri felagsskapin

Útsagnir hjá klassafelagnum og lærarum hjá Seung-Hui Cho siga søguna um ein ungan mann, ið ikki var partur av felagsskapinum. Eingin av teimum, ið tosað hevur verið við, sigur seg veruliga kenna hann. Sjálvt tey, ið búðu saman við Seung-Hui Cho siga, at tey ikki kendu unga mannin, ið tó tyktist nokkso friðarligur.

Eg skal ikki her sita og bera í bøtuflaka fyri Seung-Hui Cho. Men hetta fær meg at hugsa aftur á mína egnu skúlatíð og um mína støðu uttan fyri felagsskapin í mínum flokki. og minnast aftur á tankar, ið fóru gjøgnum mín skalla, tá verst stóð til.

Vápnaður í skúla

Eg havi longu áður greitt frá um mín trupla flokk, og um hvussu eg minnist mínar skúladagar sum eitt helviti. Í mínum fyrsta Afturhvarvið skrivaði eg soleiðis: “Tað var tá, at eg skilti, at eg noyddist at verja meg á onkran hátt…. Eg visti, at skuldi eg fáa frið, mátti eg hava eitt vápn. Eg visti av royndum hjá einum, sum var illa happaður í einum eldri flokki, at tað ikki loysti seg at taka knív við.”  Well, eg skrivaði hatta afturhvarvið áðrenn sorgarleikin á Virgina Tech, og hóast eg væl kenni til tílíkar sorgarleikir, so sum tann í Columbine, tá tveir ungir menn drupu 12 fólk og særdu 24 onnur í skúla sínum. Men eg hugsaði ikki um hetta. Tá eg skrivaði um mín tørv fyri at koma í skúla við vápni. Men tá eg sat og hugdi, at eini av teimum nógvu sendingunum í sjónvarpinum um Seung-Hui Cho og um morðini á skúlanum, so komu minnini um mína skúlatíð aftur til mín.

Droymdi um at buka hini

Eg minnist hvussu eg droymdi um, at vera sterkari enn øll hini, ella um at duga karate og so knappiliga kunn buka tey av, sum happaðu meg. Eg havi altíð verið rættiliga væl fyri sálarliga, og havi ikki havt stórar sálarligar trupulleikar. Sjálvt tá heilt illa stóð til við happing, var eg við míni fullu fimm. Jú gaman í, eg hevði altíð ilt í búkinum og varð innlagdur við hesum. Men eg var ikki svakur. Eg fantaseraði tó um at vera tann stóri, tann sum setti øll hini upp á pláss, og tann sum fekk hevnt seg inn á øll tey, sum gjørdu mær fortreð. Lærararnir hjálptu mær ikki, hinir næmingarnir hjálptu mær ikki, og eg havi als ikki trupult við, at síggja hvussu ein næmingur við minni sálarligum yvirskoti enn eg, kann síggja øll sum sínar fíggindar í tílíkum støðum.

Við lívinum í vága

Eg minnist tildømis tilburðin, sum eg skrivaði um í fyrsta Afturhvarvinum, tá ein næmingur hevði knív við í skúla. Í nógvar dagar var hann argaður, og hann hevði eitt sera eksplosivt sinnalag, og henda dagin hevði hann tikið ein dolk við. Onkur boðaði gongvaktini frá, og tað gjørdist til ein bardaga millum næmingin og ein lærara mitt á gongini í skúlanum. Tað sá ógvisligt út, og kundi lætt verið gingið verri. Hetta var ein næmingur, ið varð illa happaður, hevði óstøðug viðurskifti kring seg, og sum ikki hevði neyðugt sálarligt yvirskot. Hann vildi vera tann stóri, og hevði ein lærari ikki við vanda fyri egnum lívi fingið knívin frá honum, so kundi hetta verið endað sum ein sorgarleikur.

Skotvápn í Føroyum

Eg havi altíð vita hvar, eg kundi fáa fatur á skotvápnum í Føroyum. Byrsur til fuglaveiðu ella haruveiðu, riflur og annað, hava verið í nógvum av teimum heimunum, ið eg eri komin í. Tankin at brúka hesi, hevur ongantíð verið í mínum huga, men um atgongd til vápn er partur av orsøk til drápini í Virgina Tech og Columbine, so hava vit ein trupulleika, tí nógv føroysk børn hava atgongd til vápn, eisini til skotvápn.

Kundi tað hent í Føroyum

Men í mínari verð eru vápnanýtslan og drápini í veruleikanum bert avleiðingar. Verða menniskju kroyst nóg nógv, so reagera tey, og verða ávís menniskju kroyst, so kann reaktiónin gerast sera ógvislig. Eg var sjálvur í míni skúlatíð somikið kroystur, at eg tók vápn við í skúlan. Fyri mítt viðkomandi var talan um eina jarnketu, fyri hin dreingin var tað ein knívur. Kanska fyri onkran annan er tað ein byrsa, so um eg skal meta um, tílíkir sogarleikir kundu hent í Føroyum, so eri eg als ikki í iva, tað kundu teir saktans í øllum førum í mínari skúlatíð. Skulu vit sleppa undan tílíkum, mugu vit verja okkara børn, ikki lata tey gerast offur fyri happing, og royna at hjálpa teimum inn í felagsskapin. Tað gjørdi eingin í mínum døgum, men eg vóni sanniliga, at støðan er vorðin betur nú á døgum.

Ein litaður vavgreytur av minnum úr helviti

Tá eg játtaði at skriva Afturhvarv, var eg greiður yvir, at hetta ivaleyst fór at verða ein tungur burður. Heilin er eitt áhugavert tól, ið sera hegnisliga verjir okkum fyri nógvum keðiligum. Eg minnist ikki nógvar keðiligar hendingar úr mínum lívi. Tær flestu eru goymdar onkrastaðni í dulvitskuni.

Afturhvarv I – skrivað til Skúlablaðið

Eg veit, at míni skúlaár í stóran mun vóru ein røð av ringum upplivingum, happing, avbuking og persónligum niðurløgum. Men at skula minnast hesar aftur og at festa tær á blað – tað fór neyvan at verða lætt, so mikið visti eg frammanundan. Men eg hugsaði, at hetta ivaleyst kundi gerast nokkso sjálvterapeutiskt. So eg játtaði. Men nú deadline er beint hinumegin hornið, so noyðist eg at viðganga, at hevði eg vitað, hvussu trupult hetta fór at verða, hevði eg takkað nei, tá ritstjórin ringdi til mín.

Eg havi grópað og leitað í dulvitskuni, við tí úrsliti, at onkur minni eru komin fram. Alt er brýnt av tíðarinnar tonn. Ivaleyst heldur litað og í einum vavgreyti.

 

Happingin gjørdist ov nógv

Eg byrjaði í Gulaskúla í 1. flokki um summarið í 1980, eftir trý ár í Gulaskúla fluttu vit nøkur ár oman í Brúnaskúla, áðrenn vit fluttu niðan í Venjingarskúlan. Tað eru serliga minnini frá tí óvanliga harða umhvørvinum á gongunum á Venjingarskúlanum, sum eru ring. Happingin, sum gjørdist verri og verri.

Í heystfrítíðini í 8. flokki skifti eg skúla. Happingin og ágangurin í Venjingarskúlanum var vorðin so mikið nógvur, at foreldur míni saman við flokslæraranum hjá paralellflokkinum gjørdu av, at okkurt mátti henda. Eg flutti oman í býin at ganga í Kommunuskúlanum. Endiliga fekk eg kensluna av samanhaldi og felagsskapi í einum flokki. Skúlin var ikki longur ein plága, eins og hann hevði verið í Venjingarskúlanum.

 

Nýggjan flokslærara

Okkara flokkur í Venjingarskúlanum var ein trupul flokkur, ella ein problemklassi, sum tað nokk varð kallað tá. Í sjeynda flokki fekk flokslærarin hjá okkum nóg mikið. Hesin eldri maður hevði mist tamarhald á okkum og orkaði ikki stríðið longur. Hann vildi sleppa av við okkum. Upprunaliga hevði hann tikið okkum frá einum øðrum lærara, ið heldur ikki orkaði okkum longur, nøkur ár frammanundan. Eingin av teimum lærarum, ið kendu okkum, vildi taka hendan flokkin, vit vóru ov strævin. Ein nýklaktur lærari av læraraskúlanum byrjaði hetta árið í Venjingarskúlanum, og skúlaleiðslan gav henni henda truplasta flokkin í skúlanum. Hon var fitt, pen og ljóshærd og ikki so øgiliga nógv eldri enn vit. Neyðardýrið ánaði ikki, hvat hon hevði í væntu.

 

Samlaðu trupulleikarnar

Hetta sama árið byrjaðu nakrir nýggir næmingar í okkara flokki. Her var talan um næmingar, ið høvdu gjørt ov illa fortreð og ikki hóskaðu inn í øðrum skúlum og tí vórðu fluttir. Skúlaleiðslan vildi ikki órógva paralellflokkin, ið fungeraði væl. So hesi óhepnu elementini vórðu koyrd í okkara flokk. Hann var jú so trupul frammanundan. Úrslitið varð sum væntað. Happingin gjørdist alsamt ógvisligari og fyri okkum, ið vóru tey vanligu ofrini, gjørdist lívið eitt satt helviti.

 

Eg átti tørn

Vit vóru 3 næmingar, sum vanliga stóðu fyri skotum, tá happað varð. Tað var eitt sindur í tíðarskeiðum, og byrjanin av 8. flokki var mítt tíðarskeið. Eg varð læstur inni í skápum í fríkorterum, og tá eg ikki var tað, varð eg happaður ella bukaður. Minnist serliga væl eitt fríkorter. Tað var inni í okkara skúlastovu á niðastu gongd í Venjingarskúlanum. Teir vanligu dreingirnir løgdu á meg. Teir hildu mær niðri, kroystu andlitið niður í gólvið soleiðis, at eg ikki fekk vent mær. Eg hoyrdi onkran tendra ein tendrara, eg føldi hitan og luktaði sviðin hár. Eg var ræðslusligin, hugsaði:

– Teir seta eld á hárið á mær! Eg fór at gráta.. Teir sleptu mær og flentu at mær. Tann, sum hevði tendraran, hevði sviðið hár á sínum egna armi. Hann hevði ikki sett eld á meg, men stóð har og flenti.

 

Mátti verja meg

Tað var tá, at eg skilti, at eg noyddist at verja meg á onkran hátt. Eg fekk onga hjálp frá lærarunum, systkini hjá mær vóru so mikið stór, at tey ikki gingu í skúlanum longur, og mínir bestu vinir gingu í øðrum skúlum. Eg var farin at ganga til Jiu-Jitsu, men eg dugdi ikki nóg væl til at verja meg ímóti flokkum av álopsmonnum. Eg visti, at skuldi eg fáa frið, mátti eg hava eitt vápn. Eg visti av royndum hjá einum, sum var illa happaður í einum eldri flokki, at tað ikki loysti seg at taka knív við. Eg hevði heldur ikki hug til veruliga at skaða nakran. Ella tað hevði eg nokk, men eg visti, at tað ikki var gongd leið. Eg  vildi bara hava eitt vápn, ið hjálpti við at halda álopsmonnum burtur. Heima fann eg eina jarnketu. Hon var ikki serliga tung, kundi liggja í jakkalummanum, uttan at hon sást. Men samstundis var hon nóg tung til, at man fekk ilt, um man varð sligin við henni. Ketan var fullkomiliga perfekt til endamálið. Eg var ikki líka bangin, tá eg fór í skúla morgunin eftir.

 

Flokslærarin hjálpti

Í fríkorterinum nærkaðust nakrir av teimum og ætlaðu at loypa á meg. Eg tók ketuna og sveiggjaði eftir teimum. Teir hildu seg burtur. Hetta gekk fínt. Tá fríkorterið var av, klagaði onkur av teimum til flokslæraran um, at eg hevði eina ketu. Henda unga og fitta kona gjørdi, sum ivaleyst flest allir rættsiktaðir lærarar høvdu gjørt. Hon tók ketuna frá mær. Men alt, ið eg sá, var, at tá eg hevði trupulleikar, fekk eg onga hjálp, men um eg vardi meg, so hjálpti hon teimum, sum vildu sleppa at buka meg. Eg var verjuleysur. Eg visti, at næsta fríkorter fór eg veruliga at fáa tað afturlønt. Eg var desperatur! Eg mátti hava ketuna aftur! Eg mátti fáa verju!

Flokslærarin spældi klarinett, og taskan við klarinettini stóð á pultinum. Eg tók taskuna og rann yvir til vindeygað, har eg helt taskuna út ígjøgnum tað.

–       Tú fært taskuna, viss eg fái ketuna, segði eg.

Hvat síðan hendi minnist eg ikki. Eg veit, at eg fekk ikki ketuna aftur. Hetta er mítt síðsta minni av Venjingarskúlanum.

 

Hugleiðingar fimm minuttir yvir ellivu á kvøldi.

Ja, eg havi einki skrivað seinastu tíðina. Eg havi verið upptikin, mín sálargrannskan hevur ligið í brøvum til Barbaru. Eg fari heldur ikki at skriva nakað serligt í kvøld, men eg vildi bara siga, at í dag var Deadline í sambandi við hasar barnasøgurnar. Eg skrivaði enn eina ígjár, hana vildi eg deila við tykkum:

 

Stílur

Klokkan ringdi inn til fyrsta tíma eftir døgura. Eg og Elisabeth tóku taskurnar og fóru inn. Flokksstovan var næstan tóm. Pætur, sum var lærarin í rokning, sat á pultinum og bíðaði tolin. Allar genturnar dámdu hann ordiliga væl. Hann var nokkso ungur, og so sá hann eisini gott út. Hann hevði spælt við HB í fyrstu deild inntil fyri tveimum árum síðan. So dreingirnir dámdu hann eisini. Eg fann roknibókina fram. Eg hevði gjørt skúlting saman við Elisabeth í gjár. Hon dugdi væl í rokning, meðan eg dugdi væl føroyskt, so vit hjálptu hvørji aðrari.

 

Meðan øll spakuliga komu inn í stovuna, fyrst genturnar, so dreingirnir, sat Pætur har og smíltist. Teir seinastu, ið komu inn vóru sum vanligt David og Jan. Pætur stóð skrivaði okkurt á talvuna, og sá tí ikki, at Jan slóg Jákup, tá hann gekk framvið honum. Tað var eitt hart slag og Jákup rodnaði av pínu, men segði einki.

 

Eg hataði David og Jan. Jákup var ordiliga fittur. Hann tyktist eisini at dáma meg nokkso væl. Men David og Jan gjørdu honum altíð fortreð. Teir argaðu hann hvønn dag, og ofta bukaðu teir hann av. Eg hevði hug at gera okkurt. Men visti ikki hvat, og um eg gjørdi nakað, so fekk eg ongantíð frið fyri teimum.

 

Elisabeth var forelska í David. Hon hevði eisini tungumussast við honum niðri í súkkluskúrinum. Hon skilti slett ikki, hví eg var forelska í Jákup. Elisabeth royndi at fáa meg at dáma Jan. Tí so kundu vit fýra fylgjast. Men Jan var nakað av tí mest tápuliga, sum fanst, hann segði sjáldan naka, men gekk runt og slóg fólk. Men hann dugdi væl at sparka fótbólt og fylgdist altíð við David, so tey flestu dámdu hann.

 

Pætur byrjaði at rokna nøkur stykki út á talvuni.

 

Tá klokkan ringdi út til fríkorter runnu allir dreingirnir út fyri at fanga fótbóltsvøllin. Meðan  genturnar spakuliga reistu seg, og fóru út í sólina. Eg sat har bara, hugsaði eitt sindur, um hvat eg skuldi gera, fyri at fáa David og Jan at lata Jákup verða.

 

“Nina” tað var Elisabeth, sum stóð úti við hurðina og bíðaði eftir mær. Eg reisti meg og fór út við henni. Í úthurðini møttu vit David og Jan. Teir høvdu ikki fingið vøllin, ein annar flokkur var komin áðrenn.

 

“Hava tit hug at koma oman í holuna aftan á skúlatíð?” spurdi David.

 

“Hvør kemur?” spurdi Elisabeth.

 

“Bara vit fýra!” svaraði Jan.

 

“Eg tími ikki!” segði eg.

 

“Nina er forelska!” segði Elisabeth.

 

David flenti: “Forelska, í hvørjum, Pæturi?”

 

Eg varð í øðini inn á Elisabeth. Hon stóð har og stórsmíltist at Davidi. Jan sá út, sum um hann var illa við, og David bara flenti.

 

“Nei, ikki Pætur tað er…” Eg avbreyt hana, áðrenn hon fekk sagt meira. “Tað rakar ikki tykkum, hann er í øllum førðum nógv fittari enn tit trý tilsamans!”. Eg vendi mær og fór inn aftur í stovuna. Elisabeth bleiv standandi. Eg hoyrdi tey flenna. Eg hataði hana ordiliga nógv. Eg hataði David enn meira, fyri at hava stolið mína vinkonu. Eg visti ikki heilt hvussu, men eg skuldi nokk fáa hevnt meg.

 

Seinasti tími var danskt. Vit skuldu lata stíl inn, og Davidsa stílur lá á borðinum. Eg hugdi rundan um meg. Eingin var har innið. Eg fór yvir til borðið og tók tí aftastu síðuna, krúllaði hana saman og smitaði hana í skrell. Eg fór út aftur, tey stóðu ikki longur í hurðini. Úti í garðinum prátaði eg við Barbaru inntil klokkan ringdi.

 

Eg var ein av teimum seinastu inn. Eg hevði ilt í búkinum av ræðslu. Um David fann út av, hvat eg hevði gjørt, fekk eg ongantíð frið aftur. Danskt lærarindan hjá okkum var ræðuliga strong; ein stílur uttan enda fekk ikki meira enn eitt sjey tal. David mátti ikki fáa sjey. Tað var alt ov lítið fyri hansara foreldur. Tey kravdu nógv av Davidi. Ein dagin var hann komin í skúla við einum stórum bláðum merki á arminum. Hann segði, at hann var dottin. Men dagin áðrenn hevði hann fingið sjey í rokning, og onkur segði, at pápi hansara hevði sligið hann.

 

Eg byrjaði so smátt at angra tað. Eg vildi helst ikki hava, at pápi hansara bukaði hann, men eg hevði verið so ill. Nú visti eg ikki hvat eg skuldi gera. Eg kundi ikki siga honum, at ein síða manglaði, so visti hann tað var eg, so fekk eg bank. Men um eg einki segði, so fekk hann kanska bank.

 

Lærarindan byrjaði at savna stílarnar inn, David sat og smíltist til Elisabeth. Hann gav lærarindunni plastikhúsan, uttan at kanna hvat var í honum. Nú var ov seint. Eg hevði næstan kvalma, sveittin vætti pannuna – eg hugsaði hvat fór at henda, um hann fekk at vita, at tað var eg, sum hevði tikið síðuna.

 

Hetta varð tann longsti tímin eg nakrantíð hevði upplivað. Men so ringdi klokkan. Eg pakkaði taskuna. Eg tordi ikki at hyggja at Davidi, hendurnar ristu, meðan eg knappaði taskuna, Elisabeth og Jan stóðu yviri við borðið hjá Davidi. Hon hugdi ikki at mær og fór, uttan at siga farvæl, avstað saman við teimum. Eg hataði hana. Men eg hataði eisini meg.

 

Ja, hatta var hon, tími ikki at siga so nógv meira um hana nú, kanska eg viðmerki hana seinni, men ikki beint nú. Eg eri troyttur og eri enn eitt sindur sjúkur, tað er einki serligt.

 

Annars havi eg eina viðmerking til báðar søgurnar, tær eru betri enn eg helt tær vera, mær dámar tær faktiskt heilt væl.

 

Faktiskt hugsi eg um at gera eitt stuttsøgusavn, tað skal so ikki verða eitt savn til børn, men meira sovorðið hugnaligt sum hetta:

 

Sunnumorgun

Í morgun bukaði sólin á gluggan, og eg vaknaði av alduskvatlinum, so heimligt og føroyskt, hugsaði eg og sløkti sjónvarpið. Eg bað hana fara heim til seg sjálva, og skumpaði eitt sindur undir hana. Men hon tímdi ikki at vakna. Eg lat meg í klæðini, tey lógu á gólvinum fløkt saman við hennara klæðum. Hennara lilla bummullstrussir, og svarti silkibrósthaldari. Eg hati tá konufólk hava undirklæði sum ikki matja! Eg meini so við eitt leygarkvøld, og tú fert í býin, so veist tú, at møguleikin fyri at onkur annar fer at lata teg úr undirklæðunum, er rættiliga sannlíkur, so kanst tú for fanin finna klæði, sum matja. So eisini lilla bummull! Silki er fínt, latex er fínt, onkuntíð kann bummull aksepterast, men lilla! Eg haldi ikki.

 

Eg hugdi at henni, hon var nokkso pen, ella soleiðis tú veitst. Eg hugsaði, um eg kanska skuldi, roynt eftir einum morgunmoggi, eg føldi gamla røra seg, jú hvat fanin, hon var sku ovkey, so hví ikki, eg smoygdi mær aftur úr klæðunum. flutti dýnuna, hennara piersaði nalvi rópti “kom oman her!”, eg føldi hvussu bróstini harðnaðu, tá tungan rørdi tey.

 

Eg vaknaði, av hurðini, ið klamsaði, hon var vekk, hvussu mundi hon eita?

 

Eg skrivaði hetta eina fer eitt sindur síðan, eitt sindur stuttligt haldi eg, men eg havi ikki vist hvat eg skuldi brúka tað til, nú er tað sloppið framat her. Hví ikki, her eri eg jú einaræðisharri. Hugna tær, til eg tími meira.

Hugleiðingar einar tveir minuttir yvir tíggju á kvøldi

Rætt skal vera rætt, hasin filmurin ígjár, var ikki betur enn hin, hann var ræðuligur, heilt, heilt, heilt ófatiliga vánaligur illa spældur, illa skrivaður og ringur sum heild. Ná, men eg havi brúkt nokk tíð uppá ringar filmar.

 

Hetta hevur annars verið ein hendingaríkur dagur, ella í øllum førðum eitt sindur. Tað er blivið liðugt millum meg og damuna. Eg havi ætla tað leingi, men havi ikki heilt fingið tikið meg saman. Men í dag segði hon mær, at hon var ótrúgv í gjár. Tað haldi eg gott, at hon kundi hildið fyri seg sjálva. Men tað gav mær sjálvandi eina góða orsøk til at droppa hana, tað lætnaði at fáa tað gjørt.

 

Annars segði eg henni, at eg helt tað vera djúpt egoistiskt at fortelja mær, at hon hevði verið ótrúgv, tað haldi eg veruliga. Eg havi ongantíð fortalt nakrari gentu, at eg havi verið henni ótrúgvur. Einasta orsøkin, at man sigur tað, er fyri at lætta sína egnu samvitsku og sjálvur fáa tað betur, meðan hin parturin far tað verri. Eg haldi tað vera djúpt ómenniskjasligt, og tekin uppá bíttleika og sjálvgóðsku í orðsins ringasta týdningi.

 

Nú eri eg altso einligur aftur, tað er á sín hátt gott. Mær leingist eftir at hava onkran at deila lívið við, men tað skal vera ein deilig dama við góðum heila og fríum lyndi. Tær eru bara ólukksáliga ringar at finna. Hendan sum eg nú hevði passaði ikki heilt til summi av hesum krøvum.

 

Men eg lovaði tær ein hendingaríkan dag, ella eitt sindur í øllum førum. So eg noyðist at peika á okkurt annað við hesum degnum, og har kann eg siga, at eg endiliga havi skrivað eina av hasum barnasøgunum, sum Petur hevði biðið meg skrivað. Hon er, men hon er ikki serliga góð, men her er hon:

 

Ovkey

 

Tú ert pill bíttur!

 

Tað sáraði eitt sindur, eg plagdi ikki at leggja so nógv í tað, um onkur segði sovorðið við meg. Men hetta var Nina. Eg var púrað forelskaður í henni, og hon visti tað væl. Eg hevði enntá mussa hana, altso ikki soleiðis ordiliga, men á klassabílætinum frá í fjør.

 

Hon var í einum reyðum kjóla á tí bílætinum. Hon smíltist og sá ordiliga fitt út. Eg hevði sitið so ofta og hugt at henni um kvøldarnar. Eina ferð hevði eg eisini ringt til hana. Tað varaði í allar ævir áðrenn tónin kom, og so ein long løta afturat, og so ein tóni, og ein long løta – knappiliga tók onkur hana, men so tordi eg ikki meira, eg knallaði hornið á. Men nú stóð  hon har, við tárunum rennandi niður eftir kjálkunum.

 

Eg visti ikki hvat var verri, tað at hon græt, ella at hon helt meg vera pill bíttan. Eg hevði hug at troysta hana, klemma hana. Men eg visti, at bæði David og Jan stóu og hugdu, so eg flenti bara og lat hana standa har.

 

Alt byrjaði í morgum, tá eg kom í skúla. David hevði fingið at vita frá onkrum, at eg var forelskaður í Ninu. Hann stóð har og bíðaði, tá eg kom inn í skúlagarðin.

 

Tá hann sá meg komu hann og Jan ímóti mær. Eg visti longu tá, at hetta ikki fór at verða ein góður dagur. David fann altíð eitt offur, og ofta var tað meg. Hann tók í kragan á mær og segði, “Tú ert forelskaður í Ninu, nær skulu tit giftast?”.

 

Jan stóð har við sínum reyða hárið og frøknum, hann knallaði nevan í búkin á mær: “Hava tit mogga?”

 

Eg knekkaði saman og við greytuttari rødd, segði eg: “Eg veit ikki hvat tit tosa um?”

 

“Náh, sigur tú, at tú ikki er forelskaður í henni” spurdi David

 

“Eg ani ikki, hvat tit tosa um, eg eri ikki forelskaður í nakrari gentu!”

 

“Tú ert kanska bøssi?” flenti Jan og slóg meg  aftur.

 

Klokkan ringdi inn til fyrsta tíma. Teir báðir fóru og lótu meg standa eftir. Eg bardist við tárini.

 

Tá eg kom inn í flokksstovuna, flenti allur flokkurin, á talvuni stóð við stórum kritstavum:

 

JÁKUP + NINA

 

Eg setti meg á mítt pláss, meðan lærarin viskaði talvuna. Nina sat og skeitti yvir at mær. Eg hugdi beint niður í borðið.

 

Tá klokkan ringdi til fríkorter, bíðaði eg til øll vóru farin út, áðrenn eg reisti meg. Beint uttanfyri hurðina stóðu teir og bíðaðu. Eg hevði bestan hug at lata verða við at fara út, men so sóu teir, at eg var bangin, so fóru teir at vera eftir mær restina av lívinum. So eg royndi at síggja harður út, og gekk spakuliga framvið teimum, David tók fast í armin á mær. Hann teskaði: “So tú sigur, at tú ikki er forelskaður, prógva tað!”

 

“Eg eri ikki forelskaður, hvussu skal eg prógva tað? Eg eri bara ikki forelskaður” Eg royndi at ljóða líkaglaður.

 

“Um tú ikki er forelskaðurm, so torir tú at hála joggingbuksurnar hjá henni niður!” segði David.

 

Jan slóð nevan í búkin á mær. Eg bukkaði saman, men reisti meg skjótt aftur. Eg visti, at um teir sóu, at eg var bangin, so fóru teir at arga meg restina av lívinum. Eg royndi at síggja líkaglaður út: “Sjálvandi tori eg tað!”. Eg vildi ikki, men Nina fór íhvørtfall ikki at dáma meg, um eg fekk bank alla tíðina, so eg noyddist at gera okkurt. Eg hopaði, at klokkan fór at ringja inn, at ein lærari kom út úr lærarastovuni, okkurt.

 

Men har var eingin hjálp, David skumpaði meg yvir móti Ninu, sum stóð við rygginum móti okkum. Hon stóð og tosaði við Elisabeth, eg vildi ikki gera tað, men um eg ikki gjørdi tað, so fóru teir at banka meg og arga meg í allar ævir.

 

Jan skumpaði meg í ryggin: “Prógva tað!”

 

Eg fór spakuliga yvir handan vegin. Eg var beint aftanfyri hana nú. Eg rætti hendurnar fram – hálaði niður. Hon var í ljósareyðum undirbuksum. Øll hugdu, og so froystu tey út úr. Hon hálaði buksurnar upp aftur og vendi sær, hon var blóðreyð um andlitið. Tá hon sá, at tað var eg, sá hon enn keddari út. Hon langaði mær ein undir vangan. Og rópti: “Tú ert pill bíttur!”.

 

David og Jan flentu, Elisabeth flenti, øll flentu og eg flenti. Tann einasta sum ikki flenti var Nina, hon var reyð um alt andlitið, tárini runnu eftir kjálkunum. Hon rann út í garðin. Hon var enn ordiliga pen, men hon var nokk ikki forelska í mær, ikki meir í øllum førum.

 

Jan slóð ein neva í búkin á mær harðari enn hinir fyrru, og eg knekkaði saman, kikkaði eftir andanum, eg kláraði næstan ikki at halda tárunum aftur. Men eg gjørdi tað. David klappaði mær á ryggin og segði: “tú ert ovkey”.

 

Eg var ovkey og fór nokk ikki at blíva argaður aftur, í øllum førum ikki í dag.

 

 

Ja, eg haldi ikki, at hetta er tað besta, eg havi skrivað, men nokk heldur ikki tað versta. Søgan er sjálvandi djúpt fiktiv, men nakrar av hendingunum eru bygdar á veruligar hendingar, harafturat eru nøvnini David og Jan nøvn á tveimum av teimum, sum argaðu meg, tá eg var barn. Temaði er eitt sindur hetta við, at man ofrar ein annan fyri sjálvur at sleppa undan. Hetta havi eg sjálvandi gjørt ofta.

 

Tá tú altíð plagar at vera argaður, er tað altíð ein lætti, tá ein annar verður argaður ístaðin fyri, og tí luttekur man glaðbeintur í slíkari happing.

 

Nøkur onnur ting eru hend í dag, men einki sum eg tími at keða tykkum við. Nú fari eg at skriva um revsing.

 

Jú, eg gloymdi eitt, eg hoyrdi ídag at Regin Dahl hevði fingið mentunnarvirðisløn Føroya Løgtings. Hann hevur fingið 150.000 krónur, og eg hoyrdi tíðanverri ikki grundgevingina. Men eg haldi tað vera eitt sindur løgið. Hetta fylgir væl hesum Regin Dahl dyrkannar trendinum, sum hevur verið hesi seinnu árini. Regin Dahl er fyri mær ein miðalhampa yrkjari, ein rættuliga vánaligur sangari, sum tó hevur sína sjarmu og sjálvandi ein ovkey lagsmiður. Har er einki serligt við honum uttan kvantiteturin. Men mentanarelitan hevur valt hann til nýggjan Gud. Sum um tað ikki var nokk við Janusi Djurhuusi. Tí er tað sjálvandi eisini í hesum andanum, at honum verður latin hendan virðisløn.

 

Janus Djurhuus er veruliga ein løgin stødd í føroyskari mentan. Tað finnast næstan ikki fólk, sum síggja nakran føroyskan yrkjara, sum størri enn Janus, hetta er fyri mær djúpt láturligt. Serliga tað, at tað eru hansara lummafilosofiksu namedropping gudatvætl yrkingar sum fáa pissi hjá føroyskum mentunnarelitistum at kóka, er løgið. Janus var fyri meg ovkey, men ikki nær so góður sum Poul F, ella Hans Andrias fyri at nevna ein annan. Diskussiónin um Janus móti Hans Andriasi, byggir mest á, at Hans Andrias skrivaði um summarfuglar, meðan Janus skrivaði sítt lummafilosofiksa namedropping gudatvætl, tí skuldi Janus knappiliga verðið meira seriøsur og hámentaður og betri. Hetta er láturligt, fyri at endurgeva góða vin mín Petur Pólsson Jensen (sum eg elski) so kann man ikki døma góðskuna eftir evnavalið. I rest my case.

 

Annars haldi eg hugskotið við eini sovorðnari virðisløn er gott, og eg gleði meg til at fáa hana (um tú, lesarin hatar meg nú, so skilji eg teg væl – men tað er tær okkurt er galið við, ikki mær, Eg haldi veruliga, at eg eri øðiliga góður, men í hesum førinum var tað skemt. Eg rokni ongantíð við, at umheimurin fer at meta míni ting so høgt, sum eg sjálvur geri. Men her haldi eg tað vera heimin, sum fer skeivur. Annars hevði eg nokk valt at gjørt okkurt annarleiðis). 150.000 krónur høvdu vermt væl. Eg hevði fyrst givið míni bæði yrkingasøvn út, so givið eina MC-Hár maxisingul út, og so hugna mær fyri restina.

 

Eg elski mín kunst. Ger tað meg til ein ringan persón?

 

Eg kundi hugsað mær at gjørt eitt útgávufelag, eg havi tosað við Tórur Jóansson um tað. Men eg ætli mær fyri alt í verðini ikki at gerast ein nýggjur Árni Dahl. Eg rokni faktiskt við, at Árni ikki sjálvur veit, hvat hann hevur gjørt galið, hansara sjúkligi sensurur av permum, nøvnum og máli í yrkingasøvnum hevur skelkað meg. Mær dámar veruliga ikki Árna Dahl. Sjálvandi hjálpur tað ikki, at hann hevur sent tvey yrkingasøvn aftur í høvdið á mær. Men eg haldi, at hansara sensurur av nøkrum útgávum, sum teir raktu yrkjararnir hava sagt mær frá, er øgiliga skelkandi. Men maðurin eigur útgávufelagið, so hann hevur rætt til at gera tað, sum hann hevur hug til. Men eg haldi, at tað er ræðuligt, at hann brúkar felagið til at fáa ta maktina, sum hann ikki hevur í og við, at hann ikki sjálvur dugur at skriva.