Hugleiðingar beint áðrenn klokkan seks um kvøldið

Eg havi húsið fult av børnum, her eru ikki minnið enn trý børn, Magnus og so tvey vinfólk hjá honum, tey larma øðiliga illa, vanliga generar tað meg ikki, men eg havi høvuðpínu í dag, eg havi havt hálsbruna alla vikuna, og fepur, so høvuðpínan er næstan vorðin gerandisdagur, men tá trý børn so byrja at rópa og skrála, so leggur man knappiliga til merkis til hana aftur.

 

Eg ætlaði at siga okkurt um hasar  barnasøgurnar, nú tá báðar eru skrivaðar, haldi eg at tær supplera hvør annan rættuliga væl, eg haldi at tað er týdningarmikið at  lesa tær, sum tær eru í hesari bók. Eg meini fyrst “ovkey” so “stílur”, sjálvt um reint kronologisk snúgva tær seg um hendingar í umvendari raðfylgju. “stílur” fyrigongur í mínum hugaheimi dagin fyri “ovkey”, og tað er sjálvandi Elisabeth, sum hevur fortalt David og Jan um Ninu og Jákup. Ein annar møguleiki er sjálvandi, at hetta er nakrar dagar seinnið, David hevur fingið bank fyri sjeytalið sum hann fekk í donskum stíli, hann vil hava hevnd, og brúkar soleiðis tað vitanina um Jákup og Ninu, sum hann hevur fingið frá Elisabeth, til at hevna seg inn á Ninu, og eisini fáa happa Jákup samstundis. Hetta er eitt sindur kulari haldi eg, men eg veit ikki.

 

Eg eri bjóðaur til fernisering í morgin, tað eru Anker Mortensen, Tóroddur Poulsen og Bjarne Werner Sørensen, sum hava framsýning okkurt stað, sum eitur Rampen. Tað er ovkey, mær dámar eitt sindur sovorðið, at ganga runt og hyggja at kunsti og spæla, at man veit nakað um tað. Málningalist er ikki rættuliga mín sterkasta síða, men eg haldi tað vera stuttligt at hyggja at, og eg veit um mær dámar tað ella ikki. Eg haldi eisini, at málningalistin kann hava eina meditativa funktión.

 

Eg kenni meg rættuliga einsamallan fyri tíðina, Tróndur, Torkil, Petur og Jógvan eru byrjaðir at spæla popp saman við Maluni, og sjálvt um vit enn tosa saman nokkso ofta, síggjast vit ikki so nógv meira. Bólkaarbeiðið í skúlanum hevur verið rættuliga nógv individuelt hetta semestrið, eg eri í einum trýmannabólki, og vit hava býtt uppgávurnar millum okkum, og sita fyri tað mesta einsamallir og arbeiða. Eg síggi heldur ikki so nógv av hinum vinfólkunum hjá mær. Eg havi tað soleiðis sæð fínt, Magnus heldur meg eisini við selskap. Tað at eg brúkti nokkso nógva tíð uppá at vera saman við damuni, uttan veruliga at tíma tað, gjørdi at lagið bleiv nokkso ringt. Eg kundi tí brúkt vinir, men teir eru ikki her beint nú.

 

Eg vil ikki siga, at eg eri líka lukkuligur sum ofta fyrr, men tað verður nokk betur.

 

Eg síggi tó eitt sindur til Niels Arge Galan, hann er ein deiligur drongur. Hann býr beint her tað er rættuliga feitt. Vit vóru rættuliga væl fyri nøkrum árum síðan, og tað vinarlagið er við at koma í lag aftur. Harafturat flytur Tróndur inn aftur á kollegiið seinast í hesari vikuni. Hann havi eg einki sæð til seinastu longu tíðina. Tað man nokk fara og broyta seg. Ein trupuleiki er, at eg havi bundið meg til rættuliga nógv projektir, og eg tími øll, men tað er eitt sindur stressandi.

 

Eg sakni eisini at hava eina damu, sum eg elski og sum elskar meg.

Leave a Reply

Your email address will not be published.