Jólakalendarin 3. desember – dagsins gáva til tín

Gleðiligan 3. desember. Herfyri hevði sonur mín Marius Dam Christophersen framsýning í Smiðjuni í Lítluvík. Dagsins kalendari eru nakrar av hansara myndum avmyndaðar niðri í Smiðjuni.

 

 

Góðu fittu Nudlalesarar

Nú í jólamánaðinum er ein jólakalendari á hvørjum horni. Mær so líkt, so vil eg ikki skilja meg burturúr, so sjálvandi er eisini ein jólakalendari her á Nudlum.

Hvønn dag fram til jóla deili eg okkurt gott við tykkum. Tað kann vera ein góður sangur, ein góð mynd, ein yrking, eitt viðmæli, ein leinkja, eitt filmklipp, ein søga, ein gáta ella okkurt heilt annað.

Seinastu 19 árini ella so, havi eg havt pakkakalendarar til synir mínar, líltar gávur, summar jólaligar, aðrar ikki so jólaligar. Soleiðis verður eisini her á Nudlum.

Vónandi tíma tit at vitja aftur, um ikki hvønn dag, so næstan hvønn dag, eg kann enntá lova, at summi klipp ella sangir vera somikið góð, at tit saktans kunnu vitja fleiri ferðir hvønn dag.
Tykkum ynskist ein góður jólamánaði.

 

Jólanissi

 

Jólakalendarin 5. desember – dagsins gáva til tín

Í 1999 var eg á eini myndlistaframsýning hjá svenska fotografinum Elisabeth Ohlson Wallin í filmhúsinum í Keypmannahavn, hetta var tann nógv umrødda og útskeldaða framsýningin Ecce Homo, ið lýsir Jesu lív og lýðing í samkyndum samanhangum. Ein ordiliga góð og sterk fotolistaframsýning, tá framsýningin var av pilkaði eg plakatina fyri hana, ið hekk á talvuni úti í kafeterianum á RUC niður, og tók hana heim við og rammaði hana inn. Hetta er ein mynd av heilagaðu kvøldmáltíðini, ið prýður veggin við døgurðaborðið hjá okkum enn tann dag í dag. (myndin er lánt av síðuni hjá Elisabeth)

 

Henda framsýning hevur mær vitandi ikki vitja í Føroyum, hóast hon enn ferðast kring heimin. Nú fimta desember er mín kalendaragáva til tykkum at sleppa til hesa framsýning á tykkara egnu teldu.

Vitjið hana her

 

Góðu fittu Nudlalesarar

Nú í jólamánaðinum er ein jólakalendari á hvørjum horni. Mær so líkt, so vil eg ikki skilja meg burturúr, so sjálvandi er eisini ein jólakalendari her á Nudlum.

Hvønn dag fram til jóla deili eg okkurt gott við tykkum. Tað kann vera ein góður sangur, ein góð mynd, ein yrking, eitt viðmæli, ein leinkja,  eitt filmklipp, ein søga, ein gáta ella okkurt heilt annað.

Seinastu 17 árini ella so, havi eg havt pakkakalendarar til synir mínar, líltar gávur, summar jólaligar, aðrar ikki so jólaligar. Soleiðis verður eisini her á Nudlum.

Vónandi tíma tit at vitja aftur, um ikki hvønn dag, so næstan hvønn dag, eg kann enntá lova, at summi klipp ella sangir vera somikið góð, at tit saktans kunnu vitja fleiri ferðir hvønn dag.
Tykkum ynskist ein góður jólamánaði.

 

Jólanissi

Meistarligur Listadagur á Sandi

Vælvitandi um gengistrupulleikan við at ummæla eitt tiltak í tí Listasavni, eg sjálvur eri nevndarformaður fyri, so kann eg ikki lata vera við at festa hesar reglur á teldu.

Við at eg geri vart við gegnistrupulleikan, so hvørvir hann kanska, men her er sum so eingin veruligur gegnistrupulleiki, tí hetta er ikki eitt ummæli, men eitt gleðisgeyl yvir tað fantastisku ríku mentanaruppliving, ið eg fekk á Listasavninum á Sandi í gjár.

Eg og umleið hálvt hundra onnur, fingu eina so stóra uppliving, at tað tykist synd, at øll onnur ikki sluppu at uppliva hana.

Á veg til Havnar aftur, mentunarliga mettur og nøktaður, hugsaði eg, um hæddarpunkt, men mátti í mínum stilla sinni staðfesta, at tiltakið var so javnt frálíkt, á so nógvan ymiskan hátt, at tað er torført at taka nakað framum, uttan beinanvegin at nevna okkurt annað.

So ístaðin fyri at fara stigbýta í góðsku fari eg at gleðast kronologiskt. Savnsleiðarin Súsan í Jákupsstovu, ið hevði sett saman eina tað bestu mentunarskránna, sum er sædd á hesum klettum, bjóðaði okkum vælkomnum í hesar fantastisku karmar, har akustikkur er so frálíkur, og har eingin mikrofon var neyðug.

Borgarstjórin á Sandi byrjaði tiltakið við ein frálíkari røðu, ið bar brá av, at Sands kommuna sær stórar møguleikar, ið teimum ætlunum, ið vit hava fyri savnið, og tað kann bert gleða okkum í nevndini at frætta.

Tónleikurin hjá Sunleifi
Síðan var tónleikur á skránni, og tað var tónleikur í heimsflokki, Sunleif Rasmussen, okkara altjóða viðurkenda tónaskald, ið tó er so lokalur, at hann er uppvaksin beint við savnið, var  á skránni. Ikki bert tónleikurin var á skránni, nei Sunleif sjálvur var eisini á skránni.

Á sera pedagogiskan hátt, gav hann okkum innlit í sín tónleik, og sínar tankar í sambandi við tónleikin. Ólavur Jakobsen spældi eitt gittarstykkið, hjá Sunleifi. Her rann akustikkur, verkið og framførslan saman í eina stórasligna eind. Halt kipp, sum tað var gott.

Síðan var Michala Petri á skránni, saman við Sunleifi gav hon í øllum førum mær eina heilt nýggja fatan av blokkfloytum. Bæði teknikkir og nógvu ymisku floyturnar hon skuldi brúka vóru presenteraðar, áðrenn hon framførdi eitt fantastiskt verk hjá Sunleifi. Serliga var tað næsti partur av verkinum, har hon sang ein tóna, meðan hon spældi ein annan á floytuna, sum onkursvegna tók meg í sálina.

Eg havi ikki orð fyri hvussu frálík Ólavur og Michala eru, men sum við øllum fantastiskum tónleikarum, so virka tey eitt við síni ljóðføri.

Fittur gentubólkur
Tað mest hóskandi lýsingarorðið, ið eg havi til at lýsa Lív Næs og hennara tónleik, er fitt ella fittur. Serliga í føroysku løgunum er ein tílík óskuld og fittleiki, sum saman við sjarmerandi røddini fær meg at smelta, og tað tyktist at vera galdandi fyri tey flestu, sum vóru á konsertini. Lív spælir nú saman við øðrum ungum kvinnum, ið syngja kór og spæla gittar við henni, og hetta klæðir henni. Fittu sjarmerandi sangirnir góvu tiltakinum eitt ungdommiligt ískoyti, og kensluna av onkrum óspiltum.

Kingo við Niels Midjord og Lúllanum
Eg má viðganga, at hóast eg havi verið serstakliga aktivur lurtari eftir føroyskum tónleiki, so havi eg ongantíð hoyrt útgávurnar ellar konsertirnar hjá Niels Midjord við Kingosangi. Eg havi stýrt uttanum, tí eg veruliga ikki helt, tað vera nakað fyri meg. Tí var hesin parturin av tiltakinum bestemt heldur ikki tann, sum eg gleddi meg mest til.  Men teir báðir Niels Midjord og Lúllin høvdu ikki sungið nógvar reglur, áðrenn eg var seldur. Hetta var nakað so fantastiskt, erligt, hjartaligt og framum alt vakurt. Eg má beint út at keypa eina fløgu við hesum.

Tragikomiskur Heinesen
Tær báðar frailku sjónleikarkvinnurnar Gunnvá Zachariassen og Beinta Clothier, fóru síðan á pallin við leikinum Syndefaldet, ið byggir á eina søgu hjá William Heinesen. Ein leikur, ið tær framføra á gøtudonskum, og sum kann framførast í øllum hølum og umstøðum, og tað skal vera mitt inniliga ynski, at hetta kemur víða um. Sjálvandi skulu allir føroyingar síggja hetta, men eisini vóni eg, at fyritøkur, stovnar og myndugleikar, ið fáa útlendskar gestir, velja at visa sínum gestum hetta.

Leikurin var ein ferð gjøgnum stórar kenslur, og vit smíltust, flentu og høvdu hug at tára. Ikki bert tí søgan er so góð, men eisini tí at Gunnvá og Beinta spældu og fortaldu hana so framúrskarandi væl.

Ólavur Jakobsen hevði til høvið gjørt eitt violinstykkið hjá Willami Heinsen um til gittar, og frumframførdi hetta fyri okkum, og aftur her var tað undurfult, at hoyra henda fantastiska gittarleikara framføra í hesum fantastisku hølum, og eg vildi hildi, at hetta stykkið kundi átt eitt natúrligt pláss aftan á leikin í øðrum høpum eisini.

Poetryslam.fo
Eg má viðganga, at tann parturin av tiltakinum, ið eg frammanundan gleddi meg mest til, skjaldrasamanbrestin millum Vilhelminu Larsen og Carl Johan Jensen.  Hesi bæði, sum á hvør sín hátt hava givið føroyskum skjaldrum nýtt lív, Vilhelmina við at dokumentera tey, umframt at læra hvørt mansbarn í Føroyum um hendan arv okkara í sjónvarpssendingum, og Carl Johan, sum við sínum nýtulkingum av skjaldrum hevur víst, at hetta er ein livandi list.

Hóast vónirnar vóru stórar, so var veruleikin uppaftur betur. Hetta var fantastiskt. Vilhelmina legði fyri, við at spyrja Carl Johan, um hansara kundu syngjast, tí hon mátti viðganga, at tey einastu skjaldrini, hon hevði hoyrt, vóru tey, sum mamma hennara sang fyri henni, tá hon skuldi sova. Carl Johan svaraði aftur, at hansara skjaldur ikki vóru til at sovna av, kanska heldur at vakna av, og so koyrdi tað bara, hann við sínum, og hon við teimum gomlu. Eg havi eftirhondini rættiliga ofta hoyrt Carl Johan við skjaldrum, men á Listasavninum fullu tey veruliga uppá pláss. Tí saman við tí siðbundna stendur tað nýggja nógv sterkari.

Gittar og floyta í himmalskari samanrenning
Áðrenn tiltakið endaði við listauppboðssølu, framførdu tey bæði Ólavur Jakobsen og Michala Petri saman. Tey spældu ymisk verk frá ymiskum tíðum og støðum, og hetta var einki minnið enn ein fullkomin endi, á einum frálíkum listadegi. Tey eru so góð hvør sær, men saman rann tónleikurin upp í eina hægri eind, tað var vakurt og meistarligt.

Eg noyðist at taka Michalu Petri fram, eg kann ikki siga annað, enn at eg fekk ein heilt nýggja fatan av blokkfloytuni hendan dagin.  At sleppa at uppliva eitt so stórt tónlistarligt begávilsi, eitt tílíkt heimsnavn í tílíkum smáum og hugnaligum kørmum, tað kennist sum eitt privilegium.

Túsund takk fyri, øll tit sum gjørdu dagin so fantastiskan, tit sum framførdu, tit sum hugdu og lurtaðu, Súsan sum fyriskipaði, Símin sum hjálpti henni og øll tit sum lótu verk til uppboðssøluna. Túsund takk

Kvinnulist úr Norður Atlantshavið í Ráðhúsinum í Keypmannahavn

Mynd: Símun Jóannesarson

 

 

Kvinnurnar eru í stórum meiriluta á stóru Norður Atlantsframsýningini í Ráðhúsinum í Keypmannahavn, ið lat upp fríggjadagin.

 

Listaframsýning

 

Fríggjadagin lat listaframsýning við 20 føroyskum, 62 íslendskum og 4 grønlendskum listafólkum upp í Ráðhúsinum í Keypmannahavn. Stóri Ráðhússalurin var á tremur við listaverkum úr Norðuratlantshavi.

 

Væl vitja fernisering

Nógv av listafólkunum og hópin av listaáhugaðum vóru savnaði, tá listaframsýningin lat upp. Mentanarborgarstjórin í Keypmannahavn bjóðaði vælkomnum og segði seg gleðast almikið um at fáa vitjan av trimum bróðurtjóðum úr Norður Atlantshavi. Hann hugleiddi um stóra tilknýtið millum Keypmannahavn og føroysk, íslendska og grønlendska fólki.

Um Bryggjuna, ið hevði verið lívlinjan norðureftir, og sum aftur í okkara, var vorðin ein miðdepil fyri sambandi við hesi lond, nú á mentanarliga økinum. Hann gleddist eisini um alla listina, ið soleiðis pyntaðu Ráðhússalin og Ráðhúsini, ið sjálvi vóru eitt listaverk. Geertsen helt, at samanumtikið spældi náttúran ein stóran leiklut í hesum listaverkum, og at tað hann kendi til Norður Atlantslist, so var hetta eisini eyðkenni við henni.

 

Keypur bankar meðan konan skapar list

Mynd: Símun Jóannesarson

Borgarstjórin í Reykjavík Steinunn Valdís Óskarsdóttir helt síðan røðu. Hon frøddist um, at Keypmannahavn soleiðis hevði latið dyrnar upp fyri hesi stóru framsýning. Hon helt tað vera merkisvert, at kynsbýtið millum íslendsku listafólkini var sum tað var, við 58 kvinnum og 4 monnum. Hetta hóast talan var um úrvalsframsýning, ið danin Ole Kofoed og listafeløgini í norðurlendsku londunum høvdu valt út. Hon segði, at man fór at hugsa um, hvat íslendsku menninir gjørdu, meðan konurnar skaptu list. Men teir vóru ivaleyst runt í Keypmannahavn og keyptu bankar, handlar og aðrar fyritøkur

 

Størsta framsýning nakrantíð

Mynd: Símun Jóannesarson

Aftan á at eitt umboð fyri íslendska mentamálaráðið hevði sagt nøkur orð, kom stigtakarin til framsýningina Ole Kofoed á talarastólin. Hann greiddi frá, at hetta hevði verið sera spennandi men tíðarkrevjandi arbeiði at skipa fyri hesi framsýning. Men við góðari hjálp frá samskiparunum í Íslandi og Føroyum var tað eydnast at skipa fyri størstu listaframsýning í Ráðhúsinum í Keypmannahavn nakrantíð. Framsýning hevur ikki færri enn 86 listafólk, ið sýna fram ymiskt innan myndlist, prýðislutir, glas, keramik, filtning, vatnlitsmyndir, klædnaprent, leður, maskir, linoleumsprent, ulllist og ymiskt annað, ið alt tænir, ið ætlanini um at menna innlitið hjá dønum í list úr Norður Atlantshavi.

 

Væl nøgdur samskipari

Mynd: Símun Jóannesarson

Meðan vit smakkaðu okkum á tiltiknu Ráðhúspannukøkurnar, fingu vit orð á føroyska samskiparan Sigrun Gunnarsdóttir. Hon segði seg vera væl nøgda við framsýningina. At hanga list av 86 ymiskum listafólkum upp í sama høli er torført, og hon viðgekk, at tá hon hevði vitja risastóra og tóma Ráðhússalin í januar, hevði hon stúrt eitt sindur fyri, hvussu hetta fór at ganga. Men tað riggaði væl nú úrslitið var komið upp at hanga. Ole Kofoed er scenografur og hevur megnað at fáa framsýningina at hanga saman.

Sigrun Gunnarsdóttir sat í nevndini í felagnum hjá føroyskum myndlistafólki, tá Ole Kofoed setti seg í samband við tey, og hon gjørdist tí samskipari av føroyska partinum av tiltakinum. Felagið vísti Ole Kofoed á ymisk listafólk, bæði limir í felagnum og luttakarar í Gluggaglæmu. Kofoed valdi so luttakarnar. Tilsamans gjørdist talan um 14 føroyskar kvinnur og 6 menn. Sigrun heldur ikki, at tað ger nakað, at kvinnurnar eru í meiriluta á hesi framsýning, tí hetta kann eggja fleiri kvinnum til at royna seg.

 

Grønlendarar vóru í minniluta

Mynd: Símun Jóannesarson

Einans fýra grønlendsk listafólk luttóku á framsýningini, og eingin grønlendskur samskipari var. Hetta hóast ætlanin allatíðina var, at grønlendarar skuldu vera við á jøvnum føti við hini londini. Men her var okkurt fari fram, ið ikki kom í ljósmála undir ferniseringini. Vit fingu orð á ein av teimum meira sermerktu framsýnarunum Nuka Godtfredsen. Hansara listarverk hingu á einum veggi eitt petti burturi, í sær sjálvum vóru tey naturalistiskir málningar, ið mest myntu um fotomyndir. Framman fyri myndirnar einar 7-8 metrar burturi stóð ein stólur og ein kikari. Tá tú hugdi at myndini gjøgnum kikaran, fekk hon eina heilt aðra dýpd og gjørdist næstan trýdimensionell.

Nuka greiddi frá, at hann var perfektionist og plagdi longu sum tannáringur at kanna myndir sínar við kikara, fyri at tryggja sær at allir smálutir vóru fullkomnir, soleiðis var hugskotið við kikaranum komi.

 

Framsýningin verður opin fyri almenninginum til 28. mars og gevur eitt frálíkt innlit í nógvar ymiskar síðir av føroyskari íslendskari og grønlendskari list.

Hugnaligur føðingardagur í Føroyahúsinum

100 ára føðingardagurin hjá S. J. Mikines varð ikki einans hildin í Føroyum. Rættiliga fitt av fólki var komið saman í Føroyahúsinum í Keypmannahavn, tá føðingardagurin varð hildin, við framløgu, samrøðu, sangi og køkum.

 

Kendi danski journalisturin og rithøvundurin Vagn Steen helt áhugaverdan fyrilestur um kreppur í lívinum hjá Mikinesi. Hetta var sera áhugavert og serliga limaskapurin hjá Mikinesi í donsku nasistunum í tríati árunum fekk kenslurnar hjá onkrum at hitna, og eina løtu aftan á tiltakið var samrøtt heldur hvassliga um hetta. Vagn Steen nevndi í framløguni, at Mikines var limur í hesum felagskapi í ein dag. Men hetta var sambært læraranum og viðmerkjaranum Virgar Dalsgaard als ikki so, hann vísti á, at limaskapurin var væl longri enn ein dag.

 

Føroyavinurin Vagn Steen

Vagn Steen er eitt kent andlit í donskum miðlum, men hevur við sínum áhuga í serliga fornnorrønum, fingið sera sterkan áhuga í útnorði. Hann hevur fingist nógv við viðurskiftið í hesum londum, og er ein veruligur Føroyavinur. Hann tyktist væl vitandi um Mikines, og fólk lótu væl at framløguni.

 

Stórt myndasavn

Vagn Steen hevði somuleiðis samrøðu við Thorkil Mortensen Lava, ið man vera ein tann, ið hevur størsta savnið av myndum hjá Mikines.

Savnið hjá Thorkil Mortensen Lava telur 22 oljumálningar, ið hann hevur savnað saman eitt nú á uppboðssølum. Thorkil greiddi frá, at hann plagdi at bjóða til hann ikki tordi longur. Vanliga hevði hann eitt loft, men onkuntíð megnaði hann ikki at halda seg undir hetta.

Hann greiddi frá, at tá hann keypti fyrsta málningin, segði onkur við hann, at hesin kostaði meira enn ein fólkavognur. Men hann segði seg vera glaðari fyri Mikines málingin enn nakran fólkavogn, og málningurin gav honum enn gleði.

 

Grindadrapið er yndismálningurin

Tann málningurin, ið Thorkil Mortensen Lava var allar fegnast um, var Grindadrápið. Men umframt henda málning vóru eisini nógvir aðrir, ið vóru sera flottir. Fleiri vóru málningar, ið vit vanliga ikki síggja. Meðan tiltakið var koyrdi myndaframløga, av teimum 22 oljumálningunum. Tú hoyrdi javnan eitt suff fara ígjøgnum áhoyrarnar, tá onkur serliga forkunnugur ella vakur málningur kom á skíggjan.

 

Tøkniligir trupulleikar

Kvøldið byrjaði eitt sindur rokaliga, uppvørpan hjá Føroya Húsinum og teldan hjá dóttur Vagn Steen vildu ikki tosað saman, tískil prýddi ein mynd av Orlando Bloom stórskíggjan fyrstu løtuna, men myndamaðurin hjá Sosialinum var kvikur at hjálpa og fekk myndafrásøgnina í gongd.

 

Hungaligur endi

Kvøldið endaði hugnaligt við, at Annika Hoydal læs yrkingar hjá Carl Johan Jensen upp. Talan var um yrkingar úr Tímar og rek. Hetta vóru yrkingarnar um flugurnar hjá Mikinesi. Hetta savnið hjá Carl Johan Jensen var í 1997 í uppskoti til heiðursløn norðurlandaráðsins.  Fyri at hjálpa donsku áhoyrunum at skilja yrkingarnar, vóru donsk avrit handaði út. At enda sang Annika Hoydal nøkur løg. Áðrenn Vagn Steen endaði kvøldið og leiðarin í Føroyahúsinum Martin Fjallstein bjóðaði køkur og kaffi.

Sum í eini rættiligari føðingardagsveitslu var stórt kakuborð, og fólk hugnaðu sær óført. Kondittarin hjá Føroyahúsinum hevði gjørt sær stóran ómak, og eina løtu kendist tað sum ein veitsla.

 

Nýggjar plakatir

Fleiri av føðingardagsgestunum nýttu høvið at ogna sær nýggju Mikines plakatirnar, ið eru prentaðir í sambandi við føðingardagin, og sum fingust til keyps. Samanumtikið var talan um eitt frálíkt tiltak. Sjálvt um húsið einans var hálvfult og áskoðarafjøldin ikki tyktist at fevna so breitt, so tyktust tey, ið høvdu leitað sær inn á Vesterbrogade 17 A sera væl nøgd. Her var talan um listaáhugaði fólk, ið vildu uppliva føðingardagin hjá hesum okkara fyrsta veruliga yrkislistamálara.

Øssur Mohr í Galleri Sct. Gertrud

Leygardagin lat árliga framsýningin hjá Øssurin Mohr í Galleri Sct. Gertrud upp. Í ár eru næstan allir málingarnir málaðir í Keypmannahavn, men motivið er enn tað sama, heimliga motivið er altíð hjá honum.

 

Rættiliga fitt av fólki var komið saman í hugnaliga gallarínum Sct. Gertrud hjá Kurt Svendsen í Hyskenstræde eitt hanagleiv frá Amager Torv, mitt í Keypmannahavn. Tá Øssur Mohr 8. árið á rað, hevði sína árligu februar framsýning í gallarínum.

 

Tónarnir frá gittaranum hjá Stanley Samuelsen góvu ferniseringini eitt soundtrack, vakurt, diskret og á tremur við stemningi. Náttúran í Fuglafirði liggur djúpt í báðum listamonnunum, og teir syngja á onkran hátt sama lag.

 

Fastar framsýningar

Hølini eru smá, og hetta gevur framsýningini ein nærleika, ið klæðir myndunum hjá Øssuri. Gallarí ánarin Kurt Svendsen sat beint innanfyri dyrnar og roykti pípu. Vinarligur eldri maðurin hevur stóran áhuga í føroyskari list. Hann greiddi erpin frá, at flestu góðu føroysku listafólkini høvdu stillað út her. Seinni í ár fer Amariel Norðoy at hava 25 ára jubileum í Sct. Gertrud, segði Kurt Svendsen. Á hvørjum ári seinastu 25 árini, hevur Amariel stillað út her.

 

Nú á døgum eru flestu framsýningarnar rættiliga fastar, Amariel og Øssur eru á hvørjum ári, nakrir íslendskir málarar eru somuleiðis hvørt ár, eins og nakrir danir stilla út. Gallaríið hevur eitt gott umdømi og nógv av fólkinum, ið vitjar eru fastir gestir. Hetta sáðst aftur á teimum vitjandi á ferniseringini. Tey flestu vóru danir, nakrir føroyingar og so onkur íslendari.

 

Listarlig menning

Framsýningin vísti, at Øssur hevði flutt seg eitt sindur sum listamann. Motivið er enn tað sama, men litirnir eru broyttir, tað bláa hevur ikki longur sama sterka lit, og tað grøna hevur eisini skift nuansu. Á ávísum myndum er tann eyðkenda linjan mitt í myndini eisini brotin. Vit spurdu Øssur um broytingin er komin natúrliga, ella um hon er tilvitað. Hann segði, at broytingin var komin rættiliga natúrliga. Men at hann samstundis altíð arbeðir við sær sjálvum, og t.d. vit at bróta lnjuna.

 

Nýggj list

Tað var forvitnisligt at síggja, at flestu málningarnir á framsýningini vóru málaðir í 2006. Hetta vísir, at talan er um ein sera virknan listamann. Øssur greiddi frá, at hann býr í Danmark nú, sonurin er í Danmark og svimur, tí er Øssur farin við honum. Hann hevur leigað eitt atelier í Keypmannahavn, og her hevur hann málað flestu av  hesum nógvu málningum. Vit spurdu, um stórbýarlívið fór at broyta hansara val av motivið, t.d. um vit sluppu at síggja Copenhagen Skyline. Hann flenti og ivaðist í, um tað fór at henda.

 

Útlandið ger listina til livibreyð

Øssur Mohr er ein av teimum føroysku listamonnunum, ið hava tikið stigið til at gerast yrkislistamaður. Síðan aldarskiftið hevur Øssur arbeitt sum listamaður burturav og hevur kunnað livað av tí. Tað er eingin loyna, at áhugin fyri Øssuri er stórur uttanlanda. Hann greiddi frá, at honum dámdi væl, at kunna stilla út uttanfyri Føroyar. Tí føroyski marknaðurin er so avmarkaður. Men við framsýningum sum teimum í hesum gallarínum, ber tað til at liva av listini. Øssur segði, at hansara skrá fyri hetta árið er um at vera full. Í mars fer hann til Hollands at stilla út. Samstundis letur ein framsýning upp við 20 føroyskum og íslendskum listafólkum á Ráðhúsinum í Keypmannhavn, so Øssur hevur úr at gera.

 

Selur væl

Áhugin fyri at keypa listaverkini var stórur. Millum keypararnar vóru fyritøkan Rambøll Danmark og Den Danske Banks Kunstforening, ið hevði keypt tveir málningar. Øssur sigur, at Den Danske Banks Kunstforening hevur keypt málningar frá honum árliga í seinastu 10 árini. Kastað verður síðan lut um hesar málningar millum limirnar í felagskapinum.

 

Eisini á felagsrframsýningum

Umframt framsýningarhølið í Hyskenstræde er Kurt Svendsen limur í Dansk Galleri Forbund, ið tvær ferðir um árið stillar út vegnað tey gallaríini, ið eru limir í felagskapinum. Framsýningarnar eru í Forum í Keypmannahavn og í Herning. Á hesum framsýningum luttaka føroysku listafólkini eisini. Framsýningin verður hangandi í 3 vikur. Opið er týs- til fríggjadagar frá 14-17.30 og leygardagar 11-14, til og við 4. mars.

 

Eldsálin Sofus Olsen

Sofus Olsen er ein eldsál, ið brennir fyri tí, ið honum dámar. Hetta hevur sent hann undir jørðina undir krígnum, givið honum frálík úrslit sum reiðari, givið honum álitissessir í fíggjarheiminum og nú hevur tað givið føroyingum Listasavnið á Sandi.

 

Sofus varð føddur á Sandi og búði har øll barnaárini. Ein part av barndóminum búði Sofus hjá ommu og abba sínum. Hetta var í grannahúsinum hjá Sands Listasavni. Sofus eigur hesi hús og sostatt eisini grundstykkið, ið listasavnið stendur á.

 

Sluppfiskiskapur

Konfirmeraður fór Sofus, sum dreingir flest til skips. Hann var sluppfiskimaður í fimm ár, inntil hann í 1935 fór á háskúla. Ætlanin var altíð, at hann skuldi við aftur sluppini, tá háskúlin var av. Men so var ikki, og hóast hann seinni bæði silgdi og fekst við reiðara virksemi, so var hetta endin á hansar lívið sum fiskimaður.

 

Til Danmarkar at lesa

Á háskúlanum sá Símun av Skarði gávurnar hjá unga manninum og spurdi hann, um hvørjar ætlanir hann hevði. Sofus segði, at hann skuldi aftur til vaðbeinið. Men hetta helt Símun av Skarði ikki. Hann segði, at um hann slapp at avgera tað, so skuldi Sofus til Danmarkar á preliminer skúla. Hetta var í 1936, og Sofus so gjørdi. Hann gekk á preliminer skúla í Høngí tvey ár, síðan fór hann á student somuleiðis í tvey ár.

 

Búskap í Århus

Í 1940 hevði Sofus fingið studentsprógv og skuldi undir víðari lestur. Áhugin var fyri søgu. Men ein vinmaður hansara á studentaskúlanum fór til Århus at lesa búskaparfrøði. Hesin greiddi Sofusi frá, at hetta var skilabesta útbúgvingin at fáa sær. Sofus lat seg yvirtala og fór við. Men tíðin í Århus gjørdist tó ikki long. Sofus sigur, at hann kendi næstan ongan í Århus. Har vóru ikki nøkur onnur av teimum, ið hann hevði lisið saman við, og allir føroyingarnir vóru í Keypmannahavn og lósu. Hann treivst tí als ikki har. Tá hann hevði lisið í ein mánað, avgjørdi hann at flyta. Hann fór til Keypmannahavnar, har hann var innskrivaður á universitetið at lesa til cand. polit.

 

Lestur undir krígnum

Hett vóru hendingarík ár í Keypmannahavn. Kríggji setti sín dám á tilveruna, og gerandisdagurin hjá Sofusi varð eisini nógv merktur av hesum. Sofus gjørdist partur av mótstøðurørsluni. Hann arbeiddi á tí ólógliga blaðnum Information. Har hann var hándlangari, sum hann sjálvur kallar tað. Hetta var skitið arbeiðið við at hjálpa við at duplikera bløð við trumlum og blekki. Eisini var nógv baks við, at fáa til handa neyðuga tilfarið. Arbeiðið við ólógligu bløðunum var týdningarmikið og tíðarkrevjandi arbeiði, men eisini sera vandamikið. Í desember 1943 varð ein av starvsfeløgunum hjá Sofusi tikin. Hann nevndi nøkur nøvn. Millum annað navnið á Sofusi. Sofus hevði júst verið til skrivliga próvtøku, men varð noyddur undir jørðina, áðrenn hann slapp upp til munnliga próvtøku. Hann sigur frá, at hann var sera keddur av hesum, tí hann hevði fyrireika seg til próvtøkuna og vildi ikki, at hetta arbeiðið skuldi fara til spillis. Tí valdi hann, at møta upp til munnilgu próvtøkuna, væl vitandi um, at nasistarnir kundu taka hann. Hann var gjøgnumbloyttur í sveitta, áðrenn próvtøkan var av. Men tað gekk væl, og hann slapp undir jørðina aftur uttan at verða tikin.

Hetta var í januar 1944, og Sofus fekk tí ikki gjørt meira við skúlan, fyrr enn kríggið var av.Í staðin nýtti alla sína tíð til arbeiðið við ólógligum bløðum

 

Heim til Føroyar

Aftan á kríggi brúkti Sofus fyrstu tíðina, til at halda fríð, áðrenn hann byrjaði aftur at lesa. Í 1949 var hann liðugur sum cand. polit. Hann skuldi nú velja sína lívsleið. Hann hugsaði eitt sindur um, at fara í starv í ministeriuminum í Danmark. Men Jóhann Djurhuus vildi hava hann at koma heim í eitt starv í búskapargrunninum. Sofus søkti starvið, men fekk tað ikki. Hann sigur orsøkina vera hansara politiska tilknýti, ið ikki var tað sama, sum tað hjá tí, ið skuldi seta starvið.

 

Stillaði upp fyri Tjóðveldisflokkin

Hann byrjaði í staðin hjá sakføraranum Leif Waagstein. Skrivstovan hevði nógv arbeiði innan vinnulívið, og Sofus var settur at arbeiða við hesum. Her treivst hann ikki serliga væl. So tá Erlendur Patursson í 1950 bað Sofus um at stilla upp fyri Tjóðveldisflokkin á fyrsta løgtingsvalinum, ið flokkurin stillaði upp til, var hann til dystin fús. Hann var sostatt við til at tryggja flokkinum, neyðugu atkvøðurnar til at fáa tvey umboð á ting. Um sama mundið fór hann í starv sum skrivari hjá Havnar Arbeiðsmannafelag. Hann røkti hetta starv til í 1954, tá han fór av landinum aftur.

 

Góðir dagar í Skotlandi

Sofus leitaði sær til Glasgow í Skotlandi. Hann kallar Glasgow eitt magiskt stað og hann hevur miklan alsk til Skotland enn í dag. Í Glasgow starvaðist hann í tvey ár hjá Scottish Cooperative Wholesale Society. Hann minnist hetta sum sínar bestu dagar. Hann vildi fegin halda fram í starvinum, og tey vildu eisini fegini hava, at hann varð verandi, men hann fekk ikki arbeiðsloyvið. Tí noyddist hann heim aftur. Nógv fremmandafólk kom til Bretlands í árunum eftir kríggið, so trupult var at fáa arbeiðsloyvið. Tað gjørdi heldur ikki støðuna betur, at Scottish Cooperative Wholesale Society stuðlaði Labour, og teir konservativu sótu í stjórn. Sofus hevur vitjað aftur í Skotlandi javnan. Hann leggur ikki skjól á, at hetta er eitt land, ið eigur eitt serligt pláss í hansara hjarta.

 

Silgdi við fiski

Heimaftur komin til Føroyar arbeiddi Sofus eitt sindur fyri D.P. Danielsen, og fekst við leyst og fast. Hann fór í 1957 til Aberdeen at royna eydnuna. Men treivst ongantíð veruliga har, so tá nakrir mánaðar vóru farnir fór hann aftur til Føroyar, at arbeiða fyri Samvinnufelagið og Fiskimannafelagið. Hann varð settur sum troubleshooter og fekst við fiskin frá útróðrinum í Grønlandi. Hann sigldi við farmaskipum niður til evropeiska marknaðin við fiskinum og hevði ábyrgd av at ansa eftir fiskinum, takað sær av trupulleikunum, um okkurt var áfatt við góðskuni og syrgja fyri, at eingin snýtti føroyska seljaran. Her var talan um túrar m.a. til støð sum Grikkaland, Napoli og Rom.

 

Reiðari í 40 ár

Í 1961  gjørdist hann reiðari á Havsøka. Hann segði hetta starv frá sær í 1967 og gjørdist reiðari á Pálli. Her byrjaði samstarvið við Demmus Hentze, ið átti skipið og var skipari á tí. Hetta samstarv helt í 32 ár, og hóast Pállur varð skiftur út við Hoyvíking,  so hildu Sofus og Demmus fram við somu leiklutum. Sofus sigur, at Demmus gav honum fríar teymar. Hetta trivust teir báðir væl við. Hetta er kanska heldur ikki so løgið. Tí tey 40 árini Sofus fekst við reiðaravirksemið hevði hann ikki reyð tøl á einum einasta roknskapi. Hetta hóast tíðirnar og fiskiskapurin hava verið skiftandi.

 

Yrkið í fíggjarheiminum

Í 1963 varð Búskaparráðið sett á stovn, Sofus var við frá byrjan. Hann røkti henda álitissess fram til 1992. Í tíðarskeiðinum 1980-92 sat hann sum formaður í ráðnum.

Í árunum 1964-70 virkaði Sofus sum fiskaútflytari. Hann seldi fisk fyri nøkur skip, ið ikki vóru undir Fiskasøluni, hetta var eftir áheitan frá Løgmanni Hákuni Djurhus, ið bað hesi fiskiskip um at selja fiskin í felag. Hetta starv gavst Sofus við í 1970, tá táverandi stjórin í Føroya Banka bað hann um at koma í starv sum grannskoðari hjá bankanum. Hetta starv røkti Sofus fram til 1987, tá hann fór frá. Miðskeiðis í 80’árunum, royndi Sofus sum grannskoðari hjá bankanum at senda boð til Den Danske Bank, um at sum gongdin var, fór at verða galin endi, men Revisiónschefurin vildi ikki bera boðini víðari, greiður Sofus frá.

 

Áhugin fyri listini

Í 1961 keypti Sofus sín fyrsta málning, og hevur líka síðan hetta samlað list, serliga útvalda føroyska list. Áhugin fyri myndlistini kom síðst í fimti árunum. Hesa tíðin gekk hann inn í hús, har nógvir málningar hingu og hesir vaktu hansara ans. Um sama mundið gjørdist hann vinmaður við Nonnegaard, ið var stjóri í Føroya Banka. Nonnegaard hevði stóran áhuga í myndlist og hetta smittaði. Saman við Hanus við Høgadalsá, settu Sofus og Nonnegaard eina ávísa upphædd um mánaðin av til at keypa listaverk hjá útvaldum listamonnum, m.ø. Ingálvi av Ryeni. Teir deildu síðan listaverkini í millum sín.

Áhugan fyri myndlist hevði Sofus felags við konu sína Gunnhild, ið hann giftist við í 1965. Gunnhild hevði sjálv málað sum yngri, og í húsunum á Tinghúsvegnum vóru longu, tá Sofus flutti inn listaverk av málarum sum Waagstein og Mikines. Tey høvdu sostatt bæði nógva gleði av listini, ið tey samlaðu sær gjøgnum árini heilt upp til 1999, tá Gunhild andaðist.

 

Høg góðskukrøv

Sofus hevur eisini stóran áhuga í aðrari list, bæði tónlist og bókmentum. Hann er kendur fyri sínar onkuntíð heldur bersøgnu meiningar og setur høg góðskukrøv. Hetta hevur verið við til, at gera savnið hjá Sofusi, til ivaleyst tað mest forkunnuga og spennandi privata listasavnið í Føroyum.

Hetta er list, sum hann hevur savnað ígjøgnum eitt langt lív sum listasavnari. Við útvaldum listaverkum av m.ø. Samuel Joensen Mikines, Poul Horsdal, Elinborg Lützen, Jack Kampmann og Frimod Joensen umframt nógv listaverk av Ingálvi av Reyni.

Ársins maður: Sofus Olsen

Ársins maður er sandingurin Sofus Olsen, Cand. Polit. Heilt nógvir lesarar hjá Sosialinum skutu Sofus Olsen upp sum ársins mann. Tað er ótrúliga ósjálvsøkna gávan til Føroya fólk: Listasavnið á Sandi, ið hevur rørt so nógvar føroyingar, og hevur fingið tey at skjóta Sofus upp til ársins mann.

 

Sofus Olsen hevur arbeitt við hesi ætlanini seinastu fimm árini. Men tað var ikki fyrr enn hann var liðugur við allar fyrireikingar, at ætlanin gjørdist almenn.

 

Sofus hevur sjálvur rindað allan kostnaðin fyri byggingina av savninum, ið nú stendur liðugt mitt í Sands bygd við síðuna av húsinum har Sofus búði sum smádrongur.

 

Umframt at byggja húsini letur Sofus savninum sítt listasavn. Hetta tryggjar at eitt tað mest forkunnuga privatsavnið í Føroyum verður verandi á føroyskum hondum.

 

Talan er um list, sum hann hevur savnað ígjøgnum eitt langt lív sum listasavnari. Fyrsta listaverkið varð keypt í 1961. Hetta er eitt savn við útvaldum listarverkum av m.ø. Samuel Joensen Mikines, Poul Horsdal, Elinborg Lützen, Jack Kampmann og Frimod Joensen umframt eitt fantastiskt savn av Ingálvi av Reyni.

 

Vistu at møguleiki var fyri einum sigri

Nephew vann planetina sum besta útlendska navn, frammanundan hevur Nephew vunnið hópin av heiðurslønum, men ongantíð í útlandinum. Vit hava prátað við sangaran Simon og trummuleikaran Søren

 

Planet Awards

Bólkurin Nephew vann planetina sum besti útlendski bólkur. Sangarin Simon Kvamm var í Føroyum og tók í móti heiðurslønini. Hann segði seg vera sera glaðan um hetta herðaklapp og helt fyri, at Føroyar var tað einasta landið í heiminum, har hetta kundi henda. At hugsa sær, at Nephew vunnu á bólkum sum Green Day og solistum sum James Blunt og Madonnu.

 

Vit ringdu somuleiðis til trummuleikaran Søren Arnholt, fyri at práta um, hvussu hinir limirnir í bólkinum, ið ikki hava familju úr Føroyum, hugsaðu um hesa heiðursløn, og um nær hann fekk boðini. Søren greiðir frá, at sunnumorgunin kl. 5.15 fekk hann eini sms-boð frá Simon. Hann raknaði við og hoyrdi tey og hugsaði, at hetta var nokk frá Simon. Men fór ikki upp at hyggja at teimum. Tað var tó stuttligt at vakna sunnumorgunin og lesa boðini. Hann sigur, at hann altíð er glaður, tá Nephew vinnur heiðurslønir. Tær eru herðaklapp, og tí gerst man glaður. Hesuferð vóru hini, ið vóru í uppskoti rættiliga óvanligt selskap. Í Danmark hevur bólkurin ongantíð verið í uppskoti saman við Madonnu, Green Day og James Blunt, og tað er tí stuttligt at vinna á teimum. Hetta er deiligt at fáa, nú bólkurin arbeiðir við eini nýggjari útgávu.

 

Søren sigur, at hann hevur havt eina góða kenslu um hesa heiðurslønina alla tíðina. Móttøkan í Føroyum var heilt fantastisk. Eisini hevur bólkurin fingið hópin av vinarligum mailum úr Føroyum, teir hava eisini sæð, at fløgan hevur ligið leingi á sølulistanum í Føroyum, umframt at teir hava havt fleiri løg á 15 teimum bestu. Tí var Søren greiður yvir, at teir høvdu møguleika at vinna.

 

Søren greiður frá, at ferðin í Føroyum í summar var frálík, bæði fyri bólkin, men eisini fyri hann, konuna og sonin. Tí gleðir hann seg til at sleppa aftur til Føroyar. Tað gera vit øll sigur hann.

 

Søren hevur ikki sæð planetina enn, Simon hevur hana, men tekur hana við til venjing í komandi viku, hann hevur hoyrt, at hon er heilt serlig, og heldur tað vera nokkso stuttligt, at lítlibeiggi hjá bassleikaranum í 200 hevur gjørt planetina. 200 vóru á pallinum, tá Nephew spældu á G!.

Meira enn bert ein lekkur yvirkroppur

Mammurnar hjá vinkonunum spyrja, um eg enn havi líka lekran yvirkropp, fortelur 19 ára gamli Jóannes Lamhauge, sum hevur upplivað, at konufólk skríggjaðu, tá hann lat seg úr dreymakotinum.

 

Jóannes Lamhauge vann í summar heiðurin sum Ársins Songrødd. 19 ára gamli havnarmaðurin er greiður yvir, at sigurin setir krøv. Stórar songrøddir, sum Guðrun Sólja Jacobsen og Eivør Pállsdóttir hava brúkt Ársins Songrødd, sum lopfjøl til at gerast yrkissangari. Jóannes tímir væl at gerast yrkissangari, men stendur á gáttini til at skula velja lívsleið, og ymsar leiðir toga ymsar vegir.

 

Til Fraklands
Studentaskúlaprógvið er júst komið í hús, og Jóannes skal avgera, um hvar hansara lesnaður skal halda fram. Aftan nýggjár gongur leiðin væntandi til suður Fraklands til Aix en Provence, ið liggur stutt frá havnarbýnum Marseille. Hann kallar hetta eina pílagrímsferð. Hansara yndislistamaður Paul Cézanne hevði atelier í Aix en Provence, tí gongur leiðin hagar. Ætlanin er at taka eitt málskeið fyrsta hálva árið og síðan avgera, hvat skal henda.

 

Myndlistin dregur
Jóannes er eisini myndlistamaður, og hann hevur á námsferð við studentaskúlanum vitjað Aix en Provence. Honum dámar sera væl býin og vil fegin aftur. Hann sigur seg vera fullkomiliga frankofilan – Hann elskar alt tað franska. Seinastu trý árini hevur hann havt franskt í skúlanum, og hann gleðir seg til at læra meira um málið, fólkið og mentanina.

Rólant í Skorðini hevur verið fransklærari hjá Jóannesi tey trý árini á studentaskúlanum. Hesir tímar hava givið nógvan íblástur, ofta hava fraklendingar og fransktalandi annars verið gestir í tímunum. Ein tíma var Marjun Vatnhamar, ein ung føroysk kvinna, sum læs á einum listaskúla í París, og vitjaði. Seinni fóru tey, sum høvdu franskt til París saman, og tey vitjaðu listaskúlan hjá Marjun. Jóannes helt skúlan vera sera áhugaverdan. Hann hevur møguleika at sleppa inn á skúlan um hann hevur hug, og hetta er ein møguleiki.

Jóannes er ein sera gávuríkur listamaður, og hansara eyðsýndu gávir góvu honum 13 í árskarakteri í evning á Studentaskúlanum. Hetta letur nógvar dyr upp. Hann heldur, at París er ein spennandi býur, eitt satt listanna Mekka, og tað kann hugsast, at leiðin gongur tann vegin aftan á eitt hálvt ár í suður Fraklandi.

Í løtuni savnar Jóannes pening til ferðina, hetta verður fyrst og fremst gjørt við at mála, ætlanin er so at hava nakrar søluframsýningar. Eisini skrivar hann um list í Skáanum.

 

Sangurin dregur eisini
Hann sigur seg eisini hava hugsa um at lisið til arkitekt ella kanska paleontolog ella arkeolog. Møguleikarnir eru nógvir, men enn hevur hann ikki tikið nakra avgerð. Ein møguleiki er hægri lesnaður innan sang. Serliga nú hann er vorðin Ársins Songrødd. Song fyrimyndirnar eru ikki tær vanligastu fyri ein 19 ára gamlan drong: Alessandro Safina, Josh Groban, Andrea Bocelli og Ernst Sondum Dalsgarð. Við leiklutinum, sum Jósef i sangleikinum Jósef og hitt ótrúliga litfagra dreymakotið, vísti Jóannes føroyingum, at hann hevur eina frálíka rødd, sum egnar seg sera væl til musikalir. Hetta sama vísti hansara tolking av “When you say you love me” í ársins songrødd finaluni. Hann fortelur eina søgu við sanginum, og hevur stóra innliving í bæði tekst og lag. So nógva innliving, at tú trýrt honum.

 

Lekran yvirkropp
Men tað er ikki bara røddin og listargávurnar, sum eru góðar. Jóannes er ítróttarmaður, og er væl trenaður, hetta kom til sjóndar í Jósef og hitt ótrúliga litfagra dreymakotið. Í leikinum letur Jósef seg úr dreymakotinum, og stendur við berum yvirkoppi. Jóannes greiður frá, at tá hann lat seg úr, hoyrdi hann, eitt suð fara í gjøgnum allan salin í Norðurlandahúsinum, og so byrjaðu konufólkini at skríggja. Hann heldur tað vera nokkso stuttligt. Onkur konufólk  samanbóru hann við ein griskan guð.

Hann upplivir eisini enn, at vinkonir fortelja, at mammurnar hjá teimum hava spurt, um hann enn hevur líka lekran yvirkropp.

 

Egin løg
Jóannes var í finaluni í Singer/Songwriter kappingini í Hafnia Lounge í fjør. Hann hevur skrivað løg í fleiri ár, og hevur havt nøkur liggjandi í skuffuni, men var ikki vanur at spæla tey alment. Tí vóru nervarnir øgiligir, tá hann fór á pallin í Lounge’ini. Hann kendi seg naknan. Hetta hóast, at har vóru nógv færri fólk enn til Dreymakotið. Hann sigur munurin var, at í Norðurlandahúsinum, var tað ikki Jóannes men Jósef, sum stóð á pallinum, tí vóru nervarnir ikki so ringir. Í Lounge hevði hann ongan leiklut at goyma seg aftan fyri, hann var berur.

Eisini vóru nógv av teimum í Lounge’ini slettis ikki áhugaði í tónleikinum, men bara komin fyri at ballast, tað kendist løgið at skula spæla fyri fólki, sum ikki tímdi at lurta.

Hann heldur annars Singer/Sonwriter kappingina vera eitt tað besta tiltakið, ið er í Føroyum. Luttakararnir eru so øgiliga ymiskir, t.d. vóru m.o. Rókur Jakobsen, Kári Páll Nolsøe og Ragnar í Vík við í fjør. Jóannes var serliga stoltur av, at hava vunnið á Ragnar í Vík, sum júst hevði verið í Nashville og sungið.

Hann hevur meldað seg til aftur í ár. Men gravgangurin var so stórur eftir at luttaka, at hann einans er sloppin á bíðilista. So hann sleppur bert at luttaka um onkur meldar avboð.

Jóannes spælir umframt gittar, klaver og trompet. Hann sigur, at gittarin er hansara besti vinur, og at hann hevur skrivað eina rúgvu av løgum. Dreymurin er, at gera eina fløgu onkuntíð, og heitið ársins songrødd setur nøkur krøv.

 

Ársins Songrødd
Jóannes heldur ikki at karmarnir fyri Ársins Songrødd eru serliga hepnir, støðið er høgt, og nógvir góðir sangarar syngja av heilum hjarta, men fyri áskoðararnar er hetta eitt ball. Hann heldur at ein sitikonsert hevði verið meira passandi til eitt tílíkt tiltak. Eisini hevði ein eldri lurtaraskarði fingið áhuga fyri tiltakinum, um karmarnir vóru annarleiðis.

Í høvuðsuppgávuni í evning á studentaskúlanum, gjørdi Jóannes millum annað eitt kórverk. Hann sigur seg droyma um, at fáa Sunnleif Rasmussen og Tarira at framføra verkið.

Nógvir eru dreymarnir, og evnini eru stór. Tað verður spennandi at fylgja við, hvat framtíðir hevur at bjóða Jóannesi