Ja, nú gingu nakrir dagar uttan ein rennitúr, og enntá uttan, at eg annars havi gjørt stórvegis fysiskar venjingar, heldur ikki innandurða. Veðrið hevur verið av skræpuni til, so tað er umberingin fyri ikki at renna, umberingin innandurða, well, hvat skal man siga.
2. februar 2014 4,09 km uppá 25.13 minuttir, í minsta lagið var veðrið gott.
Men nú havi eg so verið ein túr í kvøld. Veðrið var fínt, og túrurin gekk niðan í rundkoyringina á Hamrinum, so oman eftir Glyvursvegnum og niðan framvið AB-Vøllinum, heilt inn á botn og so út aftur til gøtuna niðan undir Kongavarða.
Deiligur túrur á góðar 4 km, eftirsum eg rann eitt sindur aftur og fram uttanfyri her, tá eg kom heim, so eg kom uppum 4 km.
Tónleikurin var fínur, tað er ein Genius listi hjá mær, sum eg gjørdi útfrá “Into My Arms” hjá Nick Cave, deiligur og inniligur tónleikur.
Eg má annars siga, at mínir tankar á rennitúrinum hugsavnaðu seg um hatta óalmindiliga ljóta lesarabrævið, ið Agga Niclassen hevði í Sosialinum um vikuskiftið. Hann loypir beint á Jóan Høgnesen, ið herfyri bleiv interviewa av Prei, álopið snýr seg um hennara støðu sum transkynd, ið Agga hevur ilt í reyvini av. Tað er nokk ikki óhugsandi, at annað lag á playlistanum hjá mær, fekk meg at hugsa um hetta.
Eg skal viðganga, at eg las bara ein triðing av greinini. Agga er so strævin at lesa, at eg komi ikki ígøgnum hansara greinar, og eg vænti eisini, satt at siga, at tað er meiningin.
Henda greinin var so serliga ring at lesa, tí hon umframt vanliga langdrigna og tunga málburðin, var áloypandi móti einum menniskja, ið mær vitandi als ikki hevur uppiborið tílíkt. Eg royndi meðan eg rann at finna eina orsøk til, at Agga velur at gera eitt tílíkt álop. Eg havi fleiri ferðir hitt mannin, virkar stak fittur, og so kemur knappiliga eitt tílíkt álop.
Hóast eg royndi at hugsa ymisk alternetiv ígjøgnum, so kom tað aftur til mín, at Agga kanska bara ræðist samkyndleika og eisini transkyndleika. Tað er kanska heldur ikki so løgið, tí Agga er uttan iva ofta vorðin misstikin fyri bæði at vera samkyndur og transkyndur. Persónliga skal eg viðganga, at tað er rættiliga nýliga, at eg fann útav, at hann eftir øllum at døma er mannfólk og nokk altíð hevur verið tað, hóast eg altíð havi ivast. Ivin stóðst fyrst og fremst av, at tað er torført at døma frá útstjóndini. Men eisini navnið Agga er eitt sindur ringt at meta um.
Well, okkurt hugsar man um, tá man rennur.
Løgini eg hoyrdi vóru
Into My Arms – Nick Cave
Hope There’s Someone – Anthony & The Johnsons
Last Goodbye – Jeff Buckley
Suzanne – Leonard Cohen
Sweet Jane – Cowboy Junkies
Heroes – David Bowie
No Surprises – Radiohead
Nelson Mandela er slóknaður 95 ára gamal, mettur av døgum, hóast hann misti nógv ár í klivanum á Robben Island, so avrikaði hann meira fyri mannarættindi í heimlandinum enn nakar annar.
Løgið at hugsa sær, hvussu løgin lagnan er, eg havi í dag sæð ein vamlisligan leik, har teir tinglimirnir hjá samgonguni, ið hava eitt vet av virðing fyri mannarættindum, sótu sum nevslignir lundar og tagdu, alt meðan ekstremistar krupu fram, og úttalaðu seg vegna samgonguna.
Boðini frá løgmanni vigaðu meira enn sannføring, mannarættindi og næstra kærleiki.
Men aftur til lagnuna, eftir einum tílíkan dag, so koma deyðsboð um ein mann, ið tordi at standa við sínar meiningar, og offraði alt fyri mannarættindi.
Ja, munur er á politikarum. Síggi, at hesin sami løgmaður kallar Mandela ein kyndil í kvøld, vónandi letur hann glæmuna av kyndlinum upplýsa seg, so hann tekur mannarættindi fram um politiskan løtuvinning.
Á almenna profilinum hjá Guð á Facebook stóð tað so væl nú ein dagin, at tað eru bert tvey boð, ið veruliga eru galdandi: Ver kul, og ikki eitt reyvarhol.
Í hesum døgum, har Kaj Leo Holm Johannesen hevur kunngjørt fyri sínum undirsáttum, at teir skulu atkvøða ímóti at lata samkyndum somu rættindi, sum hinkynd hava, eru hesi boðini sera nærverandi.
Ikki tí, at Kaj Leo sjálvur heldur, at samkynd framhaldandi skulu vera fyri mismuni. Nei, hann noktar sínum samgongufeløgum at virða mannarættindini, fyri at tryggja, at hann eisini framyvir kann kalla seg løgmann.
Tá má eg veruliga siga, at Kaj Leo brýtur bæði boðini. Tí tá tú sjálvur heldur, at okkurt ikki er í trá við mannarættindi, og tú velur ikki at loyva, hesum at verða broytt til tað betra. So ert tú ikki serliga kul. Tá tú selur minnilutabólkar fyri egnan persónligan vinning, so ert tú heldur ikki serliga fittur, tað er faktiskt nokkso reyvarholsligt.
Jú gamaní, Miðflokkurin og útvaldir sambands- og fólkaflokspolitikarar meta seg hava rætt at avgera um tvey vaksin fólk av sama kyni sleppa at giftast ella ei. Men hesi eru øll pr. defitinitión forstokkaðir ekstremistar*. Friður verði við tí, soleiðis eru tey bara.
Allir samgongutinglimirnir eru bundnir av samgonguskjalinum. Men sum tinglimur er tú fyrst og fremst bundin av tínari samvitsku og tínari sannføring. Um tú metur, at mannarættindini vera skúgva til viks, við bert at loyva einum bólki (teimum hinkyndu) serlig giftingarrættindi. So eigur tú at atkvøða fyri uppskotinum. Mannarættindakonventiónin er langt yvir nøkrum samgonguskjali, tað er tín samvitska eisini.
Janus Rein, nýklaktur Fólkafloksmaður situr við mandati givið av Framsóknarveljarum, hann fór uppá val við klárum boðskapi um rættindini hjá teimum samkyndu. Fellir hann uppskotið hevur hann veruliga svikið sínar veljarar. Hetta er galdandi fyri øll tey, sum nú eru inni, og lovaðu at verja rættindini hjá teimum samkyndu.
Eg skjóti upp, at øll vit, ið vilja hava hjúnarbandslógina broytta, skriva til okkara umboð á tingi. Tann, ið tit valdu, og boða frá, at tit vænta, at tey virða mannarættindini hægri enn samgonguskjalið, og at tit ikki velja tey aftur, um tey svíkja:
T.d., hesi tonktu dømini:
Góði Kaj Leo
Eg atkvøddi fyri tær til síðsta val, tá tú nú noktar tinglimum at atkvøða eftir sínari sannføring, ið einum mannarættindamáli, so kann eg ikki stuðla tær aftur til komandi val.
Vónandi broytir tú meining.
Vinarliga
Jens Jensen
ella:
Góði Hanus Samró
Eg atkvøddi fyri tær til síðsta val, um tú ikki stuðlar broytingini í hjúnarbandslógini, so kann eg ikki stuðla tær aftur til komandi val. Vónandi atkvøður tú fyri broytingini
Vinarliga
Jensina Jensen
67% av føroyingum er fyri at broyta hjúnarbandslógina til eisini at fevna um samkynd, hetta skuldi merkt, at fáa vit øll við uppá hetta, so fær Kaj Leo yvir 1.300 mailar og boð á Facebook, og Hanus Samró fær yvir 200 mailar og boð, og hetta er bara um 67% av teirra veljarum skriva til teirra. .
Tíðin er komin, at vit føroyingar vísa tenn, og siga løgtinginum, at vit ikki longur finna okkum í einum minnilutadiktatur, har Miðflokkurin saman við øðrum ekstremistum forðar fyri broytingum, ið stórur meiriluti er fyri.
*) Tey av teimum, ið lesa hetta, og ikki meta seg sum ekstremistar, tey fara skeiv. Tí um tú tekur tær rættin, at avgera hvussu onnur vaksin fólk vilja liva saman, so hevur tú sjálvur tikið tær ekstremist leiklutin. Tað slepst ikki undan, liv við tí.
“Everybody loves you, when you’re bi”, sungu Living Colour í 1993. Well ikki Miðflokkurin, Nú vilja tey fanime arbeiða fyri, at ein bók ikki verður brúkt á stovnum, tí hon umrøður, at tað finnast familjur, ið ikki eru maður og kona.
Í sambandi við at LGBT Føroyar hevur givið løgtingslimum bókina “Hin stóra bókin um familjur”, úttalaði talsmaðurin hjá Miðflokkinum í málum um snævurskygni Bill Justinussen, at hann vildi virka fyri, at bókin ikki skuldi blíva brúkt á stovnum í Føroyum.
Sambært Kringvarpinum hevur hetta íblást Ung fyri snævurskyngi, ið er ungdómsfelagskapurin hjá Miðflokkinum til at senda út áheitan til stovnar og skúlar, um ikki at brúka bókina, tí hon millum sigur, at tað eru børn, sum hava tvær mammur ella tveir pápar.
Hetta skal Miðflokkurin sjálvandi hava loyvi at ynskja, og hesi neyðars forkvaklaðu ungu í “Ung fyri snævurskygni” vita jú ikki betur, tey eru so illa uppald ella heilavaskaði av øðrum illa upaldum.
Men eingin alment settur stovns- ella skúlaleiðari eigur at sleppa at fylgja hesari áheitan. Tí tílík eiga ikki at lata seg stýra av andaliga forkvaklaðum snævurskygni.
Vónandi er hetta ikki eitt sjónarmið, ið restin av samgonguni hjá Kaj Leo fer at ganga við til. Eg vóni eisini, at Mentamálaráðið kemur við einari útmelding um, at hetta ikki er ein áheitan, ið stovnsleiðarar sleppa at taka til sín.
Hugsi tykkum møguligu avleiðingarnar, um Miðflokkurin fekk sín vilja: eitt nýtt ættarlið kundi voksið upp til at blivið líka snævurskygd sum hesi Miðflokkafólkini.
Vónandi fær hetta tey fáu skilagóðu, ið velja hendan flokk til at vakna og leggja sína atkvøðu eitt annað stað.
Bókin er nú vorðin eitt must, og kann keypast her.
Í 1999 var eg á eini myndlistaframsýning hjá svenska fotografinum Elisabeth Ohlson Wallin í filmhúsinum í Keypmannahavn, hetta var tann nógv umrødda og útskeldaða framsýningin Ecce Homo, ið lýsir Jesu lív og lýðing í samkyndum samanhangum. Ein ordiliga góð og sterk fotolistaframsýning, tá framsýningin var av pilkaði eg plakatina fyri hana, ið hekk á talvuni úti í kafeterianum á RUC niður, og tók hana heim við og rammaði hana inn. Hetta er ein mynd av heilagaðu kvøldmáltíðini, ið prýður veggin við døgurðaborðið hjá okkum enn tann dag í dag. (myndin er lánt av síðuni hjá Elisabeth)
Henda framsýning hevur mær vitandi ikki vitja í Føroyum, hóast hon enn ferðast kring heimin. Nú fimta desember er mín kalendaragáva til tykkum at sleppa til hesa framsýning á tykkara egnu teldu.
Nú í jólamánaðinum er ein jólakalendari á hvørjum horni. Mær so líkt, so vil eg ikki skilja meg burturúr, so sjálvandi er eisini ein jólakalendari her á Nudlum.
Hvønn dag fram til jóla deili eg okkurt gott við tykkum. Tað kann vera ein góður sangur, ein góð mynd, ein yrking, eitt viðmæli, ein leinkja, eitt filmklipp, ein søga, ein gáta ella okkurt heilt annað.
Seinastu 17 árini ella so, havi eg havt pakkakalendarar til synir mínar, líltar gávur, summar jólaligar, aðrar ikki so jólaligar. Soleiðis verður eisini her á Nudlum.
Vónandi tíma tit at vitja aftur, um ikki hvønn dag, so næstan hvønn dag, eg kann enntá lova, at summi klipp ella sangir vera somikið góð, at tit saktans kunnu vitja fleiri ferðir hvønn dag.
Tykkum ynskist ein góður jólamánaði.
Rasmus Rasmussen á Atlantic Music Event í Reykjavík
Í morgun bórust deyðsboðini um Rasmus Rasmussen. Vit hava mist ein vin og familjan hevur mist sín Rasmus. Men hetta er eisini ein sorgardagur fyri føroyska mentan, tí vit hava mist ein gandakall, ið gandaði kenslur burturúr sínum ljóðføri.
Tá man í 2005 valdi besta føroyska gittarleikaran á Atlantic Music Event, var tað Rasmus í Makrel, ið fekk heiðurin. Hóast aðrir gittarleikarar vóru meira royndir og betri fyri tekniskt, so fall valið á Rasmus. Uttan iva tí, at hansara inniligi og egni stílur, gjørdi hann til ein tann mest spennandi instrumentalistin, ið vit hava upplivað í Føroyum. Eg varð so glaður, tí tað vísti, at føroyski tónleikaheimurin endiliga virdi listarliga virðið hægri enn tekniska handverkið.
Nú eg sjey og eitt hálvt ár seinni fekk deyðsboðini, um Rasmus, so kendust tey onkursvegna ikki óvæntaði. Tí líka so stórt sum listafólki Rasmus Rasmussen var, líka torført skuldi lív hansara gerast.
Fyrsta reaktiónin, tá okkara felagsvinmaður Heri ringdi við deyðsboðunum, var illsinni inn á sálarsjúkuna. Fuck, sum eg hati sálarsjúku! Sálarsjúka er so torfør fyri tey hon rakar. Hon tekur so nógv frá okkum, og nú hevur hon tikið Rasmus. Vit hava mist menniskja Rasmus, vinmannin Rasmus, myndlistamannin Rasmus, tónlistamannin Rasmus, filmslistamannin Rasmus og tit hansara næstu hava mist tykkara Rasmus. Tað kennist ikki rættvíst, tað er ikki rættvíst!
Rasmus var eitt inniligt menniskja, intensur og eldhugaður, ivaleyst spældi sálin, ið var so sjúk, ein eins stóran leiklut í tí jaliga sum tí neiliga í lívinum hjá Rasmusi. Tí tann besta listin, ið hann skapti var sorgblíð. Eg havi havt øgiliga stóra gleði av vakra tónleikinum hjá Rasmusi, ið hevur ríkað mítt lív. Eisini hava filmklippini, ið hann var farin at gera, verið sera vøkur og musikalsk, og lukkutíð liggur nógv eftir hann bæði av filmi og tónleiki.
Eg havi í dag, eins og ofta áður sitið og lurta og hugt eftir klippum hjá Rasmusi á Youtube. Allur hesin sorgblíði vakurleikin var næstan ikki til at halda út, tá man er so keddur, sum eg eri í dag. T.d. hetta klippið, ið hann hevur tikið upp í plantasjuni, har hann eisini varð funnin í morgun.
Eg veit bert, at í leitanini og longslinum eftir vakurleikanum, hevur Rasmus skapt nógv ótrúliga vakurt. Hetta liggur eftir, eins og góðu minnini.
Lívið fór ikki væl við Rasmusi, og sjúkuna lýsir hann so øgiliga væl í hesum klippinum um sálarsjúku:
Í stríðnum fyri rættindunum hjá teimum samkyndu, hevur eingin einstaklingur átt ein størri leiklut enn Rasmus. Hetta var ein dýrur prísur, sum Rasmus rindaði. Men álopið á hann fekk ótrúliga nógvar føroyingar at savnast í mótstøðuni móti homofobi.
Sum mamma mín so væl segði í kvøld, tá vit tosaðu um Rasmus: “Hví kunnu fólk ikki bara lata onnur liva í frið?” Júst hetta var spurningurin hjá einum meiriluta av føroyingum eftir álopið. Hetta gjørdi ikki bert, at vit fingu 266b samtykta, men var eisini við til at skapa eina fólkarørslu, ið náddi sítt hæddarpunkt higartil, tá 10% av føroyingum gingu skrúgongu fyri rættindunum hjá teimum samkyndu fyrr í summar. Enn eru vit ikki komin á mál, men tað gongur rætta leið.
Rasmus vinurin, seinastu ferð eg sá teg, var tá eg kom tuskandi framvið Smiðjuni í Lítluvík, og tú vart í ferð við at koyra síðstu málningarnar inn í hýruvognin. Eg var tíanverri ov seinur at síggja framsýningina. Men fittur, sum tú vart, so sendi tú mær eina leinkju til eitt youtubeklipp av framsýningini:
Hetta vísir, at eisini í myndlistini hevði tú nógv at bjóða. Takk fyri at tú vart til, takk fyri, at eg slapp at kenna teg, hesa stuttu løtuna tú vart her. Eg havi bara orð at bjóða tær, og tað kennist onkursvegna lekjandi at skriva sorgina, tí fært tú hesi minningarorðini.
Góðu tit, ið stóðu Rasmusi nær, mínir tankar eru hjá tykkum.
Hvíl í friði vinurin, frælsið hevur tú í øllum førum nú.
Formaðurin í Tjóðveldi var við til Pride, tað er eitt stig á rætta vegnum (mynd: Erland Sivertsen)
Eg hoyrdi í tíðindunum á nátturða í kvøld, at Framsókn setur fram uppskot um dagføring av hjúnarbandslógini í næstum. Í hesum sambandi bleiv sagt, at í øllum flokkum uttan Framsókn og Miðflokkinum, stendur tað hvørjum tinglimi frítt at atkvøða eftir egnari sannføring.
Eg fari í hesum sambandi at minna mín flokk, tað er Tjóðveldi, har eg havi verið limur í nógv ár, og uppstillaður fyri fleiri ferðir, um tað yvirlýsing, ið flokkurin sendi út eftir seinasta Floksting. Hon kann lesast í fullum líki her:
Men tann í hesum høpi mest aktuelli parturin er tann, ið snýr seg um hjúnarbandslógina. Hetta var eitt uppskot frá eldsálunum í Unga Tjóðveldi, ið flokstingið samtykti. Hetta er orðað soleiðis í yvirlýsingini:
“Øllum føroyingum skulu verða tryggjað somu rættindi uttan mun til átrúnað, húðarlit, politiska áskoðan og kynsliga orientering. Tá ið stevnumið floksins skulu endurskoðast, skal greið støða takast til spurningin um dagføring av hjúnabandslógini.”
Eg veit ikki, hvussu langt flokkurin er komin við at endurskoða stevnumiðini, men eg vildi mett, at ein niðurstøða um henda spurning byrjar at vera átroðkandi. Vit nógvu í flokkinum, ið hava mannarættindi sum hjartamál, mugu hava avkláring, og kunnu neyvan liva við, at tinglimir hjá okkara flokki eru við til at fella eitt so prinsipielt mál.
Tíðarandin er til at gera broytingar, ta søgdu 5.000 í ein munn fríggjadagin. Fellur uppskotið nú, so er spurningurin, um nær tað aftur kemur fyri, og hvørjar møguleikar tað tá hevur fyri at verða viðtikið.
Eg fegnist um at 5.000 fólk luttóku á Faroe Pride, nú má signalið til okkara politikarar vera nóg greitt. Men samstundis fær tað meg at hugsa, tí hetta er júst sama tal, ið metta talið av samkyndum í Føroyum er. Hví tramin hava okkara politikarar ikki langt síðan givið teimum somu rættindi, sum hinkynd hava.
Mannamúgvan vildi ongan enda taka (Mynd: Erland Sivertsen)
Tað hevði regnað rættiliga illa fríggjamorgunin, eg hevði verið til ljóðroynd til ólavasøkukonsertina, og mátti viðganga at tað var ikki frítt, at eg stúrdi fyri, hvussu veðrið fóra at ávirka Pridegonguna og tiltakið í Tórsgøtu.
Eg hevði sjálvur ætla at gingið við í gonguni, men ymiskt praktiskt í sambandi við konsertina forðaði mær í hesum. So eg stóð í alsamt batnandi veðrinum og hugdi at gonguni, ið vendi um hornið á Tórsgøtu/Steinatúni.
Tað kendist søguligt og stórt, tá eg varnaðist, at her var talan um sera nógv fólk. Eg skilti skjótt, at her vóru fleiri enn túsund, men tey blivu bara við at koma um hornið, Tórsgøta fyltist og alsamt fleiri komu um hornið.
Løgregla og fyriskiparar mettu, at talan var um eini 5.000 fólk, eitt tal, ið ivaleyst er væl á leið. Eg stóð har saman við samsintum, og vit fegnaðust, tí nú fór Føroyar ongantíð at blíva tað sama.
Eg eri nevniliga sannførdur um, at teir flestu at okkara politikarum ikki eru so skítbíttir, sum teirra støða í málinum um at dagføra hjúnarbandslógina fær teir at tykjast. Eg gangi út frá, at talan heldur er um, at teir royna at halda fast í sínum veljaraskarða, og eitt signal frá 5.000 fólkum eigur at fáa teir at tora betur at gera tað, ið rætt er.
Men tá fyrsta gleðin um stóra stuðulin til fjølbroytni hevði lagt seg, fór eg at seta tingini í perspektiv. Vanliga metir man, at útivið 10% av fólki eru samkynd. Í Føroyum er hetta tal sostatt umleið á støði við talið av luttakarum á Faroe Pride 2012. So hví skulu vit undrast yvir at 5.000 møta upp?
Jú gamaní ein gonga, ið telur 10% av einari tjóð er ein mega success fyri einhvørja søk, men í hesum førinum eigur tað at vera so.
So tit politikarar, ið ivast um hvar tykkara atkvøða skal fara, tá tit í næstum skulu atkvøða um broyting í hjúnarbandslógini, havið í huga, at vit tosa um 5.000 samkynd, við familjum og vinum, her eru vit skjótt uppi á minst helvtini av føroyingum.
Tað sum eg fegnaðist serliga um, var at síggja fleiri í gonguni, ið eg veit, eru samkynd, ið enn ikki hava sprett. Men liva í hinkyndum forholdum ímóti sínari náttúru. Eg vóni, at fyri hesi var hetta eitt stig á vegnum móti at spretta, og liva eitt erligt lív.
Eitt deiligt tiltak, ið varð vælsignað við herligum veðri. Til lukku Føroyar her hendur okkurt.
Jesus prædikaði kærleika. Hetta er týdningarmesti parturin í Bíbliuni, tí kærleikin er størstur. Tá fólk brúka Bíbliuna til at halda minnilutar, sum tey samkyndu niðrið, so eru tey ikki bara ring menniskju, men eisini ring kristin. Tey loypa um garðin, har hann er lægstur, og spæla hellig uttan persónligan kostna, tví, tví, tví!
Mynd: Olga Fossdalsá
Bíblian er full av ymiskum livireglum, tú mást ikki røra blóð, kvinnur skulu út um bøgarðarnar, tá tær hava mánasjúku, hevur tú ein vátan dreym, skalt tú brenna tína legu, tú skalt ikki savna tær jarðligt ríkidømi, tú mást ikki girnast konuna hjá næstanum, tú skalt æra tíni foreldur. Har er stutt sagt skít fult av livireglum. Teir flestu av hesum livireglum krevja ein innsats frá tí kristna, tí velja vit ikki at taka teir fyri fult. Sum so er hetta ikki nakað at siga til, tí Bíblian eigur ikki at verða tikin 100% fyri fult, tað ber simpulten ikki til.
Bíblian er skrivað av fólki! Av fólki við egnum vilja. Fólki, sum í stóran mun hava arbeitt fyri makthavarar ella sjálvi hava verið makthavarar. Tí er hon í stóran mun ein máti at halda fjøldini ikki bara í skakk, men eisini sunna og vælfungerandi. Tjóðin skal vera produktiv, og klár at verja landamørkini.
Her eru kostráð, her eru mátar at tryggja, at fólk halda á at formera seg, og her eru ráð, ið skulu tryggja, at vit ikki rúsa okkum. Hetta er deiligt og praktiskt, og í stóran mun ein gomul útgáva av Pál Weihe. Men sum sagt, krevur hetta ein innsats ella eitt offur, og tí velja vit ikki at liva eftir nógvum av tí, akkurát sum vit halda á at eta grind, roykja og drekka, hóast Pál sigur nei.
Bíblian er eisini savnað og redigerað av fólki, øðrum fólki, ið eisini hava egnan vilja. Hon átti faktiskt at havt áskriftina, tak meg ikki for bókstaviliga. Ikki tí nakar tekur hana bókstaviliga, men tí nøkur fólk velja at brúka smá brot úr Bíbliuni heilt bókstaviliga, til at buka onnur við. Seinastu dagarnar hava summi ring kristin verið frammi við tílíkum atburði. Hetta eftir gleðiligu løtuna, tá Guð blandaði seg í kjakið um samkynd, og vælsignaði Pride’ina við bakandi sól, og vit 5000 fólk saman fagnaðust um fjølbroytni til tónarnar av guddommiligum tónleiki.
Borgarstjórin í Reykjavík helt røðu. (mynd: Olga Fossdalsá)
Hesi ringu kristnu hava ongan trupulleika við at tulka Bíbliuna til sín egna fyrimun, í øllum teimum førum, ið høvdu kravt stórvegis innsats av teimum persónliga. Men tey velja at markera seg, tá tað snýr seg um samkynd, tí hetta er bílígt og ómaksleyst.
Well hetta er ófantaligt! At leggja aðrar standardir á onnur fólk enn teg sjálvan, at brúka pettir av Bíbliuni til kúga minnilutar. Hetta er ikki í trá við kærleiksboðskapin, hetta er stutt sagt ringur kristin atburður.
Nei, lat okkum heldur arbeiða fyri einum samfelag, har eingin verður kúgaður og mannarættindini verða vird. Tað er tað samfelagið, ið eg ynski mær, tað er tað vinarliga føroyska samfelagið í blóma!
Røðan hildin til Vendetta endabrestin í Sjónleikarhúsinum 16. juni 2012:
Seinastu mánaðirnar hevur Føroya Vanstýri gjørt so nógvan akuttan skaða á okkara elskaða land, at tað kann vera trupult at hugsa í stórum linjum: So sum, hvat er tað fyri eitt land, sum vit vilja liva í?
Oftast fer politiska illsinnið til at sløkkja BADH eldarnar, ið loga hóttandi kring okkum.
Men skulu vit taka nakað positivt burturúr politisku støðuni í dag, so er tað, at ungmannafeløgini veruliga hava funnið flogið aftur. Í nógv ár undir ABC líkasæluni, ruraðust bæði vit og okkara ungdómur í ein líkasælan svøvn.
Men seinastu mánaðirnar hava Sosialistisk Ung og Unga Tjóðveldi víst vegin og stríðst saman við fakfelagsrørsluni. Tey hava víst, at tey ikki finna seg í, at Føroya Vanstýri hevur tikið okkum til gíslar. At Annika og slipsadreingirnir spakuliga eru farin undir skipaðu niðurlagingina av vælferðarsamfelagnum.
Okkara ungu hava stillað seg upp, og sagt FUCK NEI!
Tey hava stríðst! Og meðan líkasælan og máttloysið enn merkja tey eldru ættarliðini, so hava tey ungu kempað, og kvøldið í kvøld er enn eitt dømi um hetta stríð.
Eg má rósa Unga Tjóðveldinum! Ikki síðan Annlis’sa tíð hevur ungdómsrørslan verið so sterk í Tjóðveldinum. Tað gevur mær vón fyri framtíðina, og tað er framtíðina eg ætli mær at røða um.
Sum tjóðveldisfólk fái eg ofta skotið í skógvarnar, at loysingin er málið hjá mær, men hvat so aftan á loysingina?
Eg skal siga beinanvegin, at fyri meg er loysingin ikki málið. Hon er eitt amboð, til at skapa eitt samfelag við vøkstri. Eitt samfelag sum er í tráð við føroysku fólkasálina. Eitt vinarligt samfelag, tí vit eru í botn og grund vinarlig fólk. Tað liggur ikki í okkum, at traðka á tey veikastu fyri løtuvinning, soleiðis sum BADH fær okkum at gera.
Fyri at røkka málinum um eitt vinarligt føroyskt samfelag í vøkstri, eru tó nakrir snávingarsteinar, ið mugu beinast av vegnum:
Eg fari í hesum sambandi at heita á Kaj Leo Holm Johannesen, um at loysa síni landsstýrisfólk úr starvi, og síðan leggja frá sær. Eg fari samstundis at heita á tey 26, ið mynda okkara syndarliga stýri, um ikki at stilla uppaftur!
– tit hava gjørt nóg stóran skaða!
Hatta var fyrsta stigið, og skuldi verið skjótt avgreitt.
Hitt málið, sum vit mugu avgreiða, er lempiliga fatanin av mannarættindum, ið summir føroyingar hava. Eisini her hevur Unga Tjóðveldi víst vegin.
Á seinasta flokstingi løgdu umboð fyri Unga Tjóðveldi fram uppskot um, at flokkurin skal taka støðu í málinum um at dagføra hjúnarbandslógina. Eitt uppskot, sum var viðtikið av flokstinginum.
Hetta er einki minni enn fantastiskt! Eg vóni inniliga, at flokkurin skjótt kemur við einari greiðari útmelding, og við einum lógaruppskoti um dagføring av hjúnarbandslógini.
Tí føroyska kjakið um rættindi hjá samkyndum eru burturvið. Á einari síðu hava vit tey, sum vilja hava, at tey samkyndu skulu hava somu rættindi sum øll onnur.
Á hinari síðuni hava vit tey, sum siga: “Hví skulu tey hava hesi rættindi, og hvat verður tað næsta tey vilja hava?”
Vit liva nú einaferð í einum demokratiskum samfelag. Vit liva í einum samfelag har mannarættindini eiga at verða vird. Tí kann man ikki spyrja, hví vit skulu hava líkarætt millum manna. Tað hevur man jú í útgangsstøðinum, tað er ikki nakar spurningur.
Sum einstaklingur hevur tú grundleggjandi rættindi. Samfelagið má ongantíð virka ímóti hesum rættindum, uttan so at tú roynir at skerja rættindini hjá øðrum, tá má man traðka inn, men tað er so tað.
Tá vit tosa um rættindi hjá samkyndum, so skerjir hetta ikki rættindini hjá øðrum. Hetta er ikki til ampa fyri nakran, og eg havi enn ikki hoyrt eina einastu grundgeving ímóti eitt nú skrásettum parlagi.
Jú, gamaní onkur rópar upp um Mósebøkurnar. Men har er so forbannað nógv í Mósebókunum, sum vit velja ikki at liva eftir. T.d. tað, at vit ikki skulu røra blóð ella eta svín, at vit ikki skulu síggja hvønn annan naknan, at kvinnur skulu út um býgarðarnar tá mánasjúkan herjar, ja, har er alt møguligt.
So lat okkum leggja Bíbliuna á hyllina. Tað nyttar ikki at tosa um persónligt frælsi út frá Bíbliuni ella Koranini. Vit hava trúarfrælsi í Føroyum.
Vit mugu gera okkum greitt, at talan í hesum føri ikki er um, at vit skulu rættvísgera hví samkynd skulu sleppa at ganga saman í skrásett parlag. Hetta eru eini grundleggjandi rættindi, sum eru skerd, hóast samfelagið hevur ikki rætt at skerja hesið rættindi.
Um vit ikki dagføra lógina um hjúnarband, hava vit valt mannarættindini frá og Móseslóg verður viðtikin.
Eg spyrji, hvat verður tá tað næsta sum fundamentalistarnir fara at krevja?
Hetta er ein glíðibreyt!
Verður tað, at svínakjøt skal forbjóðast? (eingin fani skal taka mítt bacon)
Ella tað, at kvinnurnar skulu út um býgarðarnar, tá tær hava mánasjúku?
Ella tað at vit ikki mugu fara í brúsu saman í svimjihøllini?
Nei, lat okkum heldur arbeiða fyri einum samfelag, har eingin verður kúgaður og mannarættindini verða vird. Tað er tað samfelagið, ið eg ynski mær, tað er tað vinarliga føroyska samfelagið í blóma!
Samfelagið, har eg kann elska tann eg vil, óansæð kyn, og har eg kann eta bacon við góðari matarlyst.