Rasmus Rasmussen á Atlantic Music Event í Reykjavík
Í morgun bórust deyðsboðini um Rasmus Rasmussen. Vit hava mist ein vin og familjan hevur mist sín Rasmus. Men hetta er eisini ein sorgardagur fyri føroyska mentan, tí vit hava mist ein gandakall, ið gandaði kenslur burturúr sínum ljóðføri.
Tá man í 2005 valdi besta føroyska gittarleikaran á Atlantic Music Event, var tað Rasmus í Makrel, ið fekk heiðurin. Hóast aðrir gittarleikarar vóru meira royndir og betri fyri tekniskt, so fall valið á Rasmus. Uttan iva tí, at hansara inniligi og egni stílur, gjørdi hann til ein tann mest spennandi instrumentalistin, ið vit hava upplivað í Føroyum. Eg varð so glaður, tí tað vísti, at føroyski tónleikaheimurin endiliga virdi listarliga virðið hægri enn tekniska handverkið.
Nú eg sjey og eitt hálvt ár seinni fekk deyðsboðini, um Rasmus, so kendust tey onkursvegna ikki óvæntaði. Tí líka so stórt sum listafólki Rasmus Rasmussen var, líka torført skuldi lív hansara gerast.
Fyrsta reaktiónin, tá okkara felagsvinmaður Heri ringdi við deyðsboðunum, var illsinni inn á sálarsjúkuna. Fuck, sum eg hati sálarsjúku! Sálarsjúka er so torfør fyri tey hon rakar. Hon tekur so nógv frá okkum, og nú hevur hon tikið Rasmus. Vit hava mist menniskja Rasmus, vinmannin Rasmus, myndlistamannin Rasmus, tónlistamannin Rasmus, filmslistamannin Rasmus og tit hansara næstu hava mist tykkara Rasmus. Tað kennist ikki rættvíst, tað er ikki rættvíst!
Rasmus var eitt inniligt menniskja, intensur og eldhugaður, ivaleyst spældi sálin, ið var so sjúk, ein eins stóran leiklut í tí jaliga sum tí neiliga í lívinum hjá Rasmusi. Tí tann besta listin, ið hann skapti var sorgblíð. Eg havi havt øgiliga stóra gleði av vakra tónleikinum hjá Rasmusi, ið hevur ríkað mítt lív. Eisini hava filmklippini, ið hann var farin at gera, verið sera vøkur og musikalsk, og lukkutíð liggur nógv eftir hann bæði av filmi og tónleiki.
Eg havi í dag, eins og ofta áður sitið og lurta og hugt eftir klippum hjá Rasmusi á Youtube. Allur hesin sorgblíði vakurleikin var næstan ikki til at halda út, tá man er so keddur, sum eg eri í dag. T.d. hetta klippið, ið hann hevur tikið upp í plantasjuni, har hann eisini varð funnin í morgun.
Eg veit bert, at í leitanini og longslinum eftir vakurleikanum, hevur Rasmus skapt nógv ótrúliga vakurt. Hetta liggur eftir, eins og góðu minnini.
Lívið fór ikki væl við Rasmusi, og sjúkuna lýsir hann so øgiliga væl í hesum klippinum um sálarsjúku:
Í stríðnum fyri rættindunum hjá teimum samkyndu, hevur eingin einstaklingur átt ein størri leiklut enn Rasmus. Hetta var ein dýrur prísur, sum Rasmus rindaði. Men álopið á hann fekk ótrúliga nógvar føroyingar at savnast í mótstøðuni móti homofobi.
Sum mamma mín so væl segði í kvøld, tá vit tosaðu um Rasmus: “Hví kunnu fólk ikki bara lata onnur liva í frið?” Júst hetta var spurningurin hjá einum meiriluta av føroyingum eftir álopið. Hetta gjørdi ikki bert, at vit fingu 266b samtykta, men var eisini við til at skapa eina fólkarørslu, ið náddi sítt hæddarpunkt higartil, tá 10% av føroyingum gingu skrúgongu fyri rættindunum hjá teimum samkyndu fyrr í summar. Enn eru vit ikki komin á mál, men tað gongur rætta leið.
Rasmus vinurin, seinastu ferð eg sá teg, var tá eg kom tuskandi framvið Smiðjuni í Lítluvík, og tú vart í ferð við at koyra síðstu málningarnar inn í hýruvognin. Eg var tíanverri ov seinur at síggja framsýningina. Men fittur, sum tú vart, so sendi tú mær eina leinkju til eitt youtubeklipp av framsýningini:
Hetta vísir, at eisini í myndlistini hevði tú nógv at bjóða. Takk fyri at tú vart til, takk fyri, at eg slapp at kenna teg, hesa stuttu løtuna tú vart her. Eg havi bara orð at bjóða tær, og tað kennist onkursvegna lekjandi at skriva sorgina, tí fært tú hesi minningarorðini.
Góðu tit, ið stóðu Rasmusi nær, mínir tankar eru hjá tykkum.
Hvíl í friði vinurin, frælsið hevur tú í øllum førum nú.
Rasmus Rasmussen á Atlantic Music Event í Reykjavík
Eg havi somu ljóð, sum eg hevði, tá eg byrjaði í Happy. Men eg havi lært at brúka tey. Tú kanst geva einum øðrum gittarleikara míni ljóð, uttan at hann fer at ljóða sum eg. Mín máti at brúka tey eru komin innanífrá. Útrykkið er broytt, men ljóðið er tað sama, sigur Rasmus, ið gevur sína aðru fløgu sum einstaklingur út.
Mánadagin kemur onnur fløgan hjá Rasmusi Rasmussen sum einstaklingi út. Fløgan Edelweiss er instrumental fløga, við tónleiki, ið best kann lýsast meditativur. Tónleikurin liggur langt frá rokkbólkinum Makrel, har Rasmus áður hevur verið drívmegi, gittarleikari og tónasmiður. Men eisini langt frá fyrstu fløguni hjá Rasmusi, Implossive, ið kom út í 2003.
Vit hittu gittarleikaran, ið á AME 2005 varð valdur til besta gittarleikara í Føroyum, og prátaðu við hann um nýggju fløguna.
Fløgan hendi bara
Rasmus greiðir frá, at lopið í tónleikastíli, ið vit uppliva á fløguni, mest sum bara er hent.
– Eg byrjaði at gera løg eftir, at vit høvdu gjørt Transcend við Makrel. Hesaferð arbeiddi eg annarleiðis enn eg plagi. Eg plagi at byrja við gittara, men nú tók eg rútmir niður av internetinum, byrjaði at klippa tær saman og pasta, leggja delay á og reverb, síðan jammaði eg afturvið groovinum. Soleiðis havi eg ikki arbeitt fyrr. Við at arbeiða við rútmum kemur okkurt annað fram, t.d sumt sum er meira uppbeat og okkurt sum er korny á ein máta, sum mær dámar, greiðir Rasmus frá.
– Henda fløgan er nokkso minimalistisk, eg havi ikki lagt meira á løgini enn neyðugt. Um eg var nøgdur við eitt lag, so lat eg vera við at gera meira. við tað. Á hesari fløguni hevur stemningur høvuðsleiklutin. Hetta eru stemningslandsløg. Hon handlar um stemningskifti. hetta er tað, sum mær dáma best at arbeiða við innanfyri tónleik, sigur Rasmus.
Spælir øll ljóðføri
Rasmus spælir á fløguni nærum øll ljóðførini, hann hevur forritað rútmir, spælir ljómborð og gittar. Einasta íkastið uttanífrá er luttøkan hjá fiólleikaranum Johannes Jung Christensen á lagnum Desolate. Hetta er gomul upptøka frá tíðini, tá Rasmus var á tónleikaeftirskúla í Danmark. Hon hóskaði saman við hinum løgunum, og varð tí tikin við.
Meðan Rasmus sjálvur sang á fyrstu fløguni, Implosive, so er hendan fløgan instrumental. Rasmus greiðir frá:
– Flest fløgur hava vokal, sum man lurtar eftir. Seinastu tíðina havi eg lurtað eftir fleiri bólkum sum ikki hava vokal, eitt nú God Speed You Black Empereur og Mogwai. Hetta gevur aðrar lurtaraupplivingar. Eg sang á fyrstu fløguni. Eg eri sangari, men á tí fløguni vildi eg gjarna royna meg av innanfyri ymiskt. So eg gjørdi alt møguligt á tí fløguni. Á fløguni var eisini okkurt instrumentalt, og eg vildi gjarna gera meira av tí hesaferð. Tað er eisini lekkurt at hava tónleik, sum ikki krevur so nógv av tær. Tað er feitt at hava onkra fløgu í fløgusavninum, sum skilur seg frá hinum, greiðir hann frá.
Primitiv upptøkutól
Rasmus hevur sjálvur tikið fløguni upp á einum primitivum 4 spor bandupptakara, við einum gomlum ljómborði. Hetta er sambært Rasmusi eitt sindur við síðuna av tí vanliga.
– Men hvør setur mørkini, um hvat man kann brúka. Eg royni at fáa tað besta burturúr tí, sum eg havi. Eg tók eina rúgvu upp, og hevði nógv tilfar. Fyri nøkrum mánaðum síðan, fór eg at lurta eftir tí, og valdi so tað út, sum eg havi á fløguni. Eg havi arbeitt nógv við at skipa tilfarið. Hvat skuldi eg byrja við, hvat skuldi eg enda við og hvat skuldi vera momentið. Hugsaði tildømis um at taka okkurt tilfar, sum ikki kom við á Implosive, men tað passaði ikki inn, sigur Rasmus
Trupult at vera einsamallur
Rasmus viðgongur, at tað er stórur munur á at arbeiða einsamallur og at vera partur av einum bólki. Á eini bólkafløgu stuðla allir limirnir uppundir, á eini solofløgu er tað bara tú.
– Tað hevur verið mega ringt. Eg hevði nógv hugskot, men hvat skuldi eg gera við tey. Skuldi eg hava tey fyri meg sjálvan, ella skuldi eg lata fólk hoyra tey, sigur Rasmus.
Ein av avgerðunum var hvussu heitið á fløguni.
– Eg visti at hon skuldi eita heitið á einum av løgunum, og Edelweiss er vakrasta lagið á henni, eg helt eisini tað heitið vera gott. Men sum heild er tað rættiliga tricky at geva løgum á eini instrumentalari fløgu heiti. Men tey heitini, ið eru á Edelweiss eru komin av kenslum, ið eg fekk, tá eg arbeiddi við fløguni. Eg haldi eisini, at heitini og løgini á onkran hátt fylgjast at, greiður Ramsus frá.
Sama ljóð
Rasmus hevur eitt sera egið gittarljóð, og hetta hoyrist eisini á fløguni. Men hvar kemur ljóðið frá.
– Eg havi somu ljóð, sum eg hevði, tá eg byrjaði í Happy. Men eg havi lært at brúka tey. Tú kanst geva einum øðrum gittarleikara míni ljóð, uttan at hann fer at ljóða sum eg. Mín máti at brúka tey eru komin innanífrá. Útrykkið er broytt, men ljóðið er tað sama, sigur Rasmus.
Rasmus hevur hesi árini spælt í bólkum sum Diatribes, Makrel og Deja Vu, og øll hesi samstørvini hava givið honum okkurt.
– Eg havi lært nógv av øllum, sum eg havi samstarvað við. Hvør hevur sítt, og man lænir gullkorn frá hvør øðrum, tað er ótrúliga gevandi. Tað mesta, ið eg havi lært, havi eg lært frá øðrum tónleikarum. Eg havi ikki gingið til frálæra, tað mesta er sjálvlært. Eg eri ikki ein serliga tekniskur gittaristur, og eg havi ongantíð spælt lániløg. Tónleikaliga leiti eg enn, sigur Rasmus.
Ljósareyður húsi
Fløguhúsan hava Niels Arge Galán og Uni Árting gjørt, hann er rættiliga serligur við sínum ljósareyða liti. Temaði á fløguni er íblást av myspace síðuni hjá Rasmusi, ið eisini er ljósareyð.
– Eg eri vælnøgdur við fløguhúsan, teir báðir gjørdi eisini mín fyrra húsa, og tí valdi eg teir aftur. Teir fingu fríðar teymar, men húsin skuldi hóska saman við mínum ljósareyða myspace profili, hann er mín almenna heimasíða, so tað skuldi hósa aman. Ljósareytt er eitt flipp eg fekk. Mær dámar væl litin. Hann er korny, men mær dámar hann álíkavæl.
Triðja fløgan hjá Makrel Transcend vísir eina popp- og dreymakenda síðu av bólkinum. Fløgan er á tremur við góðum løgum, men ljóðblandið er tíanverri skuffandi og dregur heildina niður.
Fløguummæli
Vónirnar um eina fantastiska tónleikauppliving vóru bjartar, tá eg legði nýggju Makrel fløguna Transcend í fløguspælaran. Makrel gjørdist ein tann mest jaliga tónleikaupplivingin í fjør, við fleiri frálíkum framførslum, har serliga tann á G! Festivalinum stendur sum eitt serliga sterkt varandi minni. Her er talan um kanska Føroya mest andaliga bólk, droymandi og gandakendi gittarin hjá Rasmusi Rasmussen er sum úr eini aðrari verð og tekur teg við á flog.
Fløgan hevur verið á veg leingi, og snotiligi húsin boðaði frá onkrum stórum. Ótrúliga snøggur húsið, tað er grikski sniðgevin Seth, ið er maðurin handan fløguhúsan. Hann er hóast síni einans 33 ár sera royndur innanfyri sniðgeving og hevur gjørt húsar til nógv av stóru nøvnunum á harðara rokkpallinum.
So eg var spentur, tá fyrstu tónarnir av lagnum Filthy Tongue ljóðaðu úr hátalarunum.
Góð løg
Fløgan er á tremur við góðum løgum, fleiri av teimum eru eisini fangandi. Her er serliga stórhittið Forever and Beyond og løgini Euphoria og Beelzebub sterk. Hetta eru somuleiðis løgini, ið rigga best í ljóðblandinum, ið annars er sera skuffandi. Wonderland var eitt meistaraverk. Ljóðmaðurin Jón McBirnie fekk okkurt heilt serligt burturúr Makrel. Hesuferð hava Makrel sjálvir saman við Conor Patrick staðið fyri ljóðblandinum. Hetta er í mínari bestu sannføring ein óheppin avgerð. Tí meðan Wonderland var betur, enn Makrel var, tá hon varð spæld inn, er Transcend als ikki á tí støði, ið Makrel eru á í dag. Løgini fáa stutt sagt ikki tann búna, ið tey hava uppiborið.
Stórsligin tónleikur
Makrel hevur flutt seg frá harða rokkinum. Tónleikurin er rættiliga friðarligur men samstundis stórsligin. Hetta var ein gongd, ið byrjaði á Wonderland, og sum varð fangað í ljóðblandinum. Men á hesið fløguni er ljóðið als ikki stórsligið. Har er eingin verulig kraft í tónleikinum. Tú fært ongantíð ein ordiligan framman á. Eg havi roynt at funnið orsøkina. Tær eru ivaleyst fleiri, men tað sera keðiliga trummiljóðið er uttan iva ein stór orsøk. Botnurin er nokkso suppukendur og sparkar ikki ordiliga reyv.
Trummiljóðið er rættiliga kvalt, og ljóðar næstan pappkent – Sjálvt trummuljóðið er ikki fjart frá Wonderland ljóðinum. Tað er greitt, at Wonderland hevur verið íblásturin til valið trummuljóðið og til alt ljóðblandið. Men á Transcend er tað ikki líka væl úr hondum greitt. Í heildini tykist trummuljóðið malplaserað. Hetta gerst serliga týðiligt í teimum rokkkendu pettunum, sum t.d. í Forever and Beyond og Beelzebub. Meðan tónleikurin eina løtu fer á flog, ljóða trummurnar pappkendar.
Kensla framum presision
Sum sagt er her talan um tónleik, ið er rættiliga stórsligin í sær sjálvum. Men hóast hetta hevur Makrel sambært gittarleikaranum Rasmusi Rasmussen í sendingini Rokkstovuni valt at takað kenslur framum presisión í ávísum førum. Hesa avgerð skilji eg als ikki. Tí løgini leggja upp til meira putlan við detaljum, sum er júst styrkin við fløguinnspælingum í mun til konsertir. Úrslitið er eisini hareftir. Tað stórsligna verður ikki ordiliga stórsligið. Men hetta er eitt tilvitað val hjá Makrel, so okkurt liggur óiva aftan fyri.
Rasmus er ein gittarguður
Allastaðni er gittarin hjá Rasmus berandi elementið, hann skapar heildina og lyftir øll løgini. Tað er eingin ivi um, at Rasmus Rasmussen er ein av Føroya bestu og mest kreativu gittarleikarum. Hann hevur sín heilt egna stíl, og leverar altíð vøruna. Á Transcend er einki undantak. Gittarin er líka týðiligur í ljóðmyndini, sum røddin hjá Ára.
Ein sera egin rødd
Nógv er sagt og skrivað um røddina hjá Ára Rouch. Hon er langt frá vøkur í klassiskum týdningi. Eg skal satt at siga viðganga, at áðrenn, eg hoyrdi Wonderland, helt eg slettis ikki mannin kunna brúkast sum sangara. Men ljóðblandaður og brúktur á rættan hátt, var hann á Wonderland fantastiskur. Eisini á teimum konsertunum, ið eg havi hoyrt við Makrel seinasta árið, hevur Ári verið við til at gera Makrel egnar og góðar. Hetta er tíanverri ikki so,á stórum pørtum av nýggju fløguni. Jú, gamaní – tað er egið, men bert í støðum er tað veruliga gott, og ongantíð er tað líka gott sum á Wonderland.
Eg fari at geva ljóðblandinum skuldina. Tí eg havi hoyrt fleiri av hesum løgunum á konsertum, og tá riggaði tað fínt. Ári er ivaleyst ikki lættasti sangari at ljóðblanda, men ljóðblandaður rætt, er hann frálíkur. Summi støð á fløguni riggar eisini væl serliga í lagnum Forever and Beyond er harmonizer viðgjørda og rúmklangsundirdýgda røddin framúr góð og veruliga á heimavølli. Men eisini á Marshmallows, Euphoria og Beelzebub riggar Ári væl. Á øðrum løgum sum Where Does It Come From og Cure er røddin veruliga oyðileggjandi fyri heildina í lagnum.
Fjøllbroytt fløga
Talan er um eina rættiliga fjøllbroytta fløgu, við nógvum ymiskum løgum. Tey eru tó øll gjørd í serliga Makrel stílinum. Tað kann ikki takast frá Makrel, bólkurin hevur eitt ótrúliga gjøgnumført konsept, ið bara riggar. Tú ert ikki í iva um, at tað er Makrel, ið tú hoyrir, tá teir spæla.
Løgini liggja øll meira ella minnið innan fyri droymandi rokk, men eru annars øgiliga ymisk. Her eru t.d. fantastiska stórsligna Euphoria, ið gevur tær kenslu av stórleika, næstan spælimanskenda og sera fitta Cure, djevilska Beelzebub og rokkutta Marshmallows.
Eitt sindur platt
Júst lagið Marshmallows brýtur veruliga frá restini av fløguni. Hetta er eitt av løgunum, har tú best hoyrir tekstin, og reglan “I guess it’s shallow to sit and eat Marshmallows” skaðar veruliga heildarupplivingina av fløguni. Hetta er so roksuttur tekstur, at hann hoyrir heima í teirri tíðini, tá bólkurin æt Happy?. Kenslan av dreymarokki verður hveistrað burtur, og leitanin eftir einum heildarkonseptið dettur á gólvið. Hetta er synd, tí sum lag er Marshmallows sera sterkt. Lukkutíð kemur eitt tað besta lagið á fløguni Beelzebub beint aftan á, og bjargar heildarupplivingini. Lagið er næstan episkt, frá tí eitt sindur Clickhaze innblástu introini og allar 7 minuttirnar til endan. Hetta rokkar og endin sparkar reyv. Hetta er kanska einasta stað at fløgan veruliga sparkar reyv.
Ein rættiliga góð uppliving
Sum heild er fløgan ein rættiliga góð uppliving, men samstundis eitt sindur skuffandi, tí hon er ikki tann fantastiska upplivingin,ið eg hevði væntað. Hetta er serliga keðiligt, tí at løgini eru nóg góð til, at hon kundi verið fantastisk. Ivasama ljóðblandið er stutt sagt oyðileggjandi fyri mína uppliving. Eg hevði elska, at hoyrt útgávuna hjá einum ávísum Mr. McBirnie av hesum løgunum. Ella kanska hoyrt Makrel í hondunum á einum av teimum heilt góðu og stóru tónleikaframleiðarunum.
Fløguaktuellu Makrel, grand prix hetjan Pætur við Keldu, fólkakæra Annika Hoydal, rørandi Lena Andersen og Teknoguðarnir í Side Effect eru millum nøvnini á Asfalt.
Tónleikatiltakið Asfalt fer av bakkastokki fyrsta vikuskiftið í juni, fyrireikararnir hava lovað umleið 70 føroyskar tónleikabólkar. Hetta er eitt sera høgt tal, og tí verður eingin tikin av bóli av, at nøvnini fevna breitt á føroyska tónleikapallinum, Asfalt kunngerð í dag tey fyrstu nøvnini, og tey fevna um rokk, popp, fólkatónleik, kórsang, punk, kristnan popp og teknokendan industrial rokk.
Váttar leysasøgur
Í gjár skrivaðu vit, at Annika Hoydal, Lena og Poppkorn væntandi verða millum nøvnini. Í dag váttar Asfalt bæði Anniku og Lenu. Umftamt tær er bólkurin hjá Guðrið Hansen Isadora & The Rebels, vísusangarin og trubadururin Kári Sverrison, dreymarokkararnir í Makrel, nýggju punkararnir í Skunk, føroyski grand prix luttakarin Pætur við Keldu, industrial rokkbólkurin Side Effect og Kamarkórið. Hetta boðar frá einum sera fjøllbroyttum tiltaki.
Isadora & The Rebels
Isadora & The Rebels er eitt nýtt navn í føroyskum tónleiki, tey spældi eina avbera góða konsert í Kagganum herfyri.Songkvinnan Guðrið Hansen var í uppskoti til planetina, sum besta songkvinna. Guðrið hevur spælt rættiliga fitt seinasta árið, bæði sum einstaklingur og í bólkinum PH 5,5. Hon hevur millum annað luttikið í singer/songwriter kappingini og í Prix Føroyum. Guðrið var við í íslendsku útgávuni av Idols, har hon stóð seg rættiliga væl. Hennara kontrikenda gittarspæl er hugtakandi, men tað er serliga røddin hjá Guðrið, ið bergtekur.
Skunk
Skunk eru eitt næstan óskrivað blað í føroyskum tónleiki, teir eru fyrst og fremst kendir sum eitt av teimum mest spennandi nýggju nøvnum í GBOB kappingini. Skunk megnaði ikki at vinna seg í finaluna, men var tann bólkurin, sum fyrireikarin Jón Tyril tók fram, sum dømi um lovandi nýggjan bólk. Hann nevndi teirra tónleik eitt slag av útrykksfullum og sterkum punkbólki, sum kann fáa eina stóra framtíð. Bólkurin deilur venjingarhølið við The Dreams og Paradox, ið eini garagu, sum er vorðin Føroya næststørsta tónleikafabrikk, aftan á Margarin Fabrikkina.
Side Effect
Side Effect er Føroya fyrsti og kanska einasti industrial rokkbólkur. Teir hava verið á tremur við potentiali seinastu nógvu árini, men tykjast nú at hava funnið sína hyll. Oddamaðurin Ludvík Breckmann hevur sterka útstráling á pallinum. Brynjolfur á Heygum er ein tann gávuríkasti lagskrivarin í landinum, og hansara forritan er genial, Í Rúna Christiansen hevur bólkurin funnið tann fullkomna gittarleikarin til hendan tónleikin. Vanliga hevur bólkurin trummuleikara við tá hann fer á pallin. Hetta styrkir botnin og riggar væl. Bólkurin dugur betur enn flestu aðrir bólkar at fáa eina áskoðarafjøld at kóka.
Pætur við Keldu
Pætur við Keldu er ein av teimum heilt góðu føroysku sangarunum og klaverleikarunum. Tað er serliga ótrúliga innlivingin og inniligheitinum í røddini hjá Pæturi í bergtekur. Hann gjørdist heimskendur her á klettunum, við lagnum Som en drøm, ið gjørdist millum bestu løgini í Dansk Melodi Grand Prix 2002. Pætur hevur spælt rættiliga fitt í Danmark saman við Eyðuni Nolsøe. Teirra samstarv kom í lag í Frændum, har Pætur í nøkur ár spældi ljómborð. Hann hevur givið eina fløgu út sum einstaklingur og eina við bólkinum Tiðnað. Pætur arbeiðir í løtuni við eini poppfløgu, ið tykist sera spennandi.
Kári Sverrisson
Eru vit til, spurdi Kári Sverrisson í sanginum, á Amnesty International fløguni fyri sløkum 15 árum síðani. Tað var tað fyrsta, sum føroyingar veruliga hoyrdu til sangskrivaran og sangaran Kára Sverrisson. Kári var sentralur limur í tónleikabólkinum Enekk, sum var ein tann mest nýskapandi bólkurin í føroyskari tónleikasøgu. Sum einstaklingur hevur Kári javnan framførslur við tónleiki hjá sær sjálvum og øðrum. Hann er ein gávaður og nýskapandi sangskrivari, sum telist millum teir størstu vísusangararnar, sum Føroyar hava átt. Røddin er sera egin og hann var millum uppskotini til besta sangara á Planet Awards.
Makrel
Makrel hevur júst givið triðju fløguna Transcend út. Bólkurin vann føroysku tónleikahjørtuni við frálíka lagnum Forever and Beyond, ið var ovast á 15 teimum bestu leingi. Hetta var eitt tað besta lagið í Prix Føroyar kappingini í ár og er við á Transcend.
Tónleikurin hjá Makrel er so øðiliga vakur. Sangarin Ári Rouch syngur við so nógvari innliving og pínu í røddini, at hann rørir hjartastreingir á sama hátt sum gandakendi gittarin hjá Rasmus Rasmussen.
Bólkurin hevur nógv ár á baki, fyrst undir navninum Happy og síðan sum Makrel. Makrel varð nummar trý í Prix Føroyum 2003.
Kamarkórið
Kamarkórið varð stovnað í 1985 av Ólavi Jøkladal. Fleiri ymiskir kórleiðarin hava staðið á odda fyri kórinum hesi árini, og í løtuni er tað Kári Bæk, ið á øðrum sinni roynir seg sum kórleiðara hjá Kamarkórinum. Kórið er kent fyri at vera rættiliga fríkst í sínum sangvalið og hevur m.a. tolkað renainsansu tónleik og teaturtónleik.
Kamarkórið gav í 1997 fløguna Várlongsul út, hetta er fløga við upptøkum tiknar yvir fleiri ár. Sangararnir í Kamarkórinum eru rættiliga ungir, og hetta gevur kórinum ein feskan og spennandi dám. Í løtuni arbeiðir kórið við ætlanum, um at luttaka í eini kórkapping á Malta í heyst. Á Asfalt fer ymiskt spennandi at vera á skránni. M.a. verkið Regn hjá Bjarna Restorff. Kamarkórið syngur vanliga eisini fleiri verk hjá Kára Bæk, tað er tí heldur ikki ósannlíkt, at okkurt av hesum verður sungið.
Fríggjadagin flytur Rasmus Rasmussen til Danmarkar. Maðurin, ið varð valdur Føroya besti gittarleikari á AME í fjør, stingur í klæðsekkin og fer av landinum at royna eydnuna. Avleiðingin av hesum er, at Rokkstovan fyri aðru ferð heldur uppat. Seinasta Rokkstovan varð send hóskvøldið.
Rasmus Rasmussen hevur seinastu árini verið vertur í Rokkstovuni í Útvarpi Føroya og hevur í sendingini lýst føroyska tónleikapallin við samrøðum, frásagnum og ofta frumframførslum av nýggjum løgum. Í hesi seinastu sendingini var Rasmus sjálvur í fokus. Tónleikaummælararnir Uni L. Hansen og Jan Lamhauge komu í Rokkstovuna og prátaðu við Rasmus um nýggju Makrel fløguna “Transcend”. Trý løg vórðu frumspæld í fullari longd, og annars vóru nógv brot av fløguni at hoyra. Fløgan kemur væntandi í handlarnar um einar tríggjar vikur, og døma vit eftir tí, ið var spælt í Útvarpinum, so er hetta ein enn vakrari fløga enn Wonderland. Rasmus segði, at limirnir í Makrel eru so spjaddir kring ymisk lond, at teir taka ein dag á gangin, men bólkurin er til enn.
Ein tann besta tónleikasendingin
Rasmus byrjaði í Rokkstovuni 1997, men eitt tíðarskeið var Rasmus í Íslandi. Tá tók Makrel sangarin Ári Rouch yvir sum vertur, stutt eftir varð sendingin tikin av skránni. Tá Rasmus kom aftur úr Íslandi, fór hann undir sendingina aftur. Hesuferð við nógvum íblástri og orku. Hetta lyfti sendingina til at vera eina tí bestu tónleikasendingina í føroyskum útvarpi og tí einastu sendingina, ið legði høvuðsdentin á tað í hendi á føroyska tónleikapallinum.
Flytur niður
Rasmus sigur við Sosialin, at Útvarpið leitar eftir avloysari. Hann vónar tí, at onkur verður funnin, ið er áhugaður í at føra arbeiðið víðari. Hann sigur somuleiðis, at um sendingin heldur fram, er ikki óhugsandi, at hann onkuntíð ger innsløg úr Danmark, har hann flytur fríggjadagin.
Rasmus á viotar
Rasmus sigur við Sosialin, at hann ætlar sær at halda fram við at arbeiða við tónleiki í Danmark. Fyrst og fremst er næsta fløgan sum einstaklingur á tapetininum. Til hesa fløgu hevur hann sniðgivið eitt nýtt ljóðføri, ið er eitt bland av einum gittara og eini violin. Hann kallar ljóðførið ein viotar, og hetta verður ein stórur partur av nýggju fløguni. Tað er føroyski gittarsmiðurin Bjarnastein, ið fer at gera viotarin.
Rasmus sigur, at íblásturin kemur frá bólkum, sum Deep Purple, ið hava roynt seg við violinboga á einum gittara, men á einum vanligum gittara fær violinbogiin als ikki gagnnýtt allar streingirnar. Tí verður armurin á viotarinum boygdur eitt sindur. Hann vónar, at hetta nýggja ljóðføri kann menna vakurleikan í hansara ljóði enn meira.
Ikki longur Deja Vu
Rasmus hevur seinastu tíðini verið virkin í Deja Vu, men hann kallar hetta freelance arbeiði. Hann hevur dámt væl, at samstarva við teir, tí teir hava gott felags tónlistarligt stev. Men her var talan um, at Rasmus ikki spældi við nøkrum, og teir høvdu brúk fyri onkrum at spæla gittar, heldur enn, at hann varð ein partur av bólkinum. Rasmus sigur, at hann hevur boðað teimum frá, at um teir onkuntíð hava brúk fyri einum gittarleikara í upptøkuhølinum, so eru teir vælkomnir at ringja til hann.
Eg hitti eftir konsertina í Vega leygarkvøldið luttakandi bólkarnar, og vit prátaðu um nútíðina og framtíðina. Meðan Eivør seinastu árini hevur spælt nógv meira uttanlanda enn heima, royna Makrel nú at skapa sambond úteftir, og Gestir leita eftir sínum veruliga tónlistarliga samleika.
100 fløgur við postinum
Makrel hava seinastu árini roynt tað, sum er at royna tónlistarliga í Føroyum, og vilja tí hava nýggjar avbjóðingar.
Teir góvu fyrr í summar fløguna Wonderland út. Hetta er ein fløga sum nógv arbeiði er lagt í, og sum teir eru sera væl nøgdir við. Hon hevur bæði í orðum og tónleiki ein reyðan trá sum gongur gjøgnum alla fløguna.
Teir royna í løtuni at fáa fløguna fram uttanlanda. Teir hava higartil sent 100 eintøk av Wonderland til umboðsmenn, plátufeløg, fyriskiparar og fjølmiðlar í útlondum og komandi hálva ári verður nýtt til hetta arbeiðið.
Royna at finna upprunan
Tá Gestir í 2003 vunnu Prix Føroyar var bólkurin rættuliga nýggjur. Við luttøku á Listastevnuni og á fleiri donskum festivalum, var trýsti stórt á bólkin, at skriva nógv løg skjótt. Hetta gekk sambært Gestum útyvir góðskuna á løgunum.
Tá teir um heystið 2003 fóru í Lundgaard Studio at spæla inn í eina viku, vóru teir slett ikki nøgdir við úrslitið. Sambært Gestum sóu teir, at neyðugt var at slækka av og royna at finna upprunan til bólkin aftur.
Gittarleikarin Torfinnur og sangarin Ólavur, settu seg saman at arbeiða við nýggjum løgum, og royndu at taka støðið í tí tónleiki, sum teir arbeiddu við áðrenn Prix Føroyar. Teir gjørdust nógv betri við hesi løgini, enn løgini teir skrivaðu summarið 2003.
Bjartskygdur tónleikur
Bæði tónlistarliga og í orðum hevur bólkurin á nøkrum at nýggju løgunum roynt at skapt ein bjartskygdan boðskap. Tónleikur er ein sera sterkur miðil sum rakar nógv fólk, og teir siga seg tí hugsa nógv um hvønn boðskap teir vilja bera fram.
Spurdir um nær ein Gestir fløga kemur, svaraðu teir “ikki enn”, men tá fløgan kemur verður tað ein heil fløga, og ikki ein maxifløga av onkrum slag.
Eina einfalda fløgu
Eivør arbeiðir í løtuni saman við kanadiumanninum Bill Bourne. Bourne spælir á komandi fløguni og hjálpir eisini Eivør við at framleiða hana.
Fløgan verður á fýra málum: føroyskum, íslendskum, svenskum og enskum. Málsliga fjølbroytni hendi sambært Eivør bara. Íslendsku løgini eru tolkingar av gomlum íslendskum vísum sum Eivør er góð við. Tvey av teimum ensku hevur Bill Bourne skrivað, og hon hevur sjálv skriva eitt enskt lag til samstarvið við Bourne. Tey bæði svensku løgini hevu Eivør skrivað tí henni dámar so væl svenska málið.
Hetta verður ein annarleiðis fløga, men eisini ein fløga sum Eivør altíð hevur ynskt at gera. Ein einfald fløga, beint frá hjartanum og nú ger hon hana.