Jólakalendarin 12. desember – Dagsins gáva til tín

Tað var ein heilt serlig uppliving, tá eg og eini 100 onnur vóru savnaði í Reinsarínum til fyrstu av trimum jólakonsertum hjá serstakliga væl spælandi bólkinum Bjøllubandin. Í kvøld vóru gestirnir Guðrið Hansdóttir, Hallur Joensen og Høgni Lisberg, men sum ein eyka kalendaragáva fingu vit eisini Jessicu, dóttir Hall við eini vakrari útgávu av “Oh Holy Night”.

 

IMG_2749.JPG

Tiltakið hevði nógv hæddarpunkt, og ringt er at koma uttan um “Sleturokk”, har teir báðir Bjøllubandittarnir Benjamin Petersen og Knút Háberg Eysturstein sungu, ella  “A Spaceman Came Travelling” hjá Chris De Burgh og “Santa Claus is Coming to Town”, sum Høgni Lisberg tulkaði meistarliga.

Men einki av hesum er dagsins gáva í dag, ístaðin er tað eitt annað absolutt hæddarpunkt: deiliga løtan, tá Guðrið Hansdóttir bjóðaði Halli Joensen á pallin, og tey saman sungu “Blue Christmas”, eg pilkaði telefonina úr lummanum og filmaði løtuna, her er hon:

<

Góðu fittu Nudlalesarar

nissa_smallNú í jólamánaðinum, er ein jólakalendari er á hvørjum horni. Mær so líkt, so vil eg ikki skilja meg burturúr, so sjálvandi er eisini ein jólakalendari her á Nudlum.

Hvønn dag fram til jóla deili eg okkurt gott við tykkum. Tað kann vera ein góður sangur, ein góð mynd, ein yrking, eitt viðmæli, ein leinkja, eitt filmklipp, ein søga, ein gáta ella okkurt heilt annað.

Seinastu 19 árini ella so, havi eg havt pakkakalendarar til synir mínar, líltar gávur, summar jólaligar, aðrar ikki so jólaligar. Soleiðis verður eisini her á Nudlum.

Vónandi tíma tit at vitja aftur, um ikki hvønn dag, so næstan hvønn dag, eg kann enntá lova, at summi klipp ella sangir vera somikið góð, at tit saktans kunnu vitja fleiri ferðir hvønn dag.

Tykkum ynskist ein góður jólamánaði.

Jólanissi

 

Farið á konsert í kvøld

Jolakonsertir-2014-heimasida-01Í gjár seinnapart fundaðist eg á Reinsarínum í Tórsgøtu. Niðrið undir vandi Bjøllubandin saman við fyrst Høgna Lisberg og síðan Guðrið Hansdóttir.

Hóast eg sat uppi á loftinum, og hóast ljóðið ivaleyst ikki var endaliga gjørt, so ljóðaði tað einastandandi vakurt. Guðrið sang sum ein eingil, og Bjøllubandin er framúr.

Stuttligt at hugsa sær, at fyri nøkrum fáum mánaðum síðan, hevði Havnin ikki sítt egna spælistað, og nú er hetta spælistað katalysator fyri nøkrum so fantastiskum, sum hesum jólakonsertunum, har tú hevur nakrar av okkara fremstu tónleikarum: Benjamin Petersen, Knút Háberg Eysturstein, Per Ingvaldi Højgaard Petersen og Mikael Blak, ið agera húsorkestur í trý kvøld, og hvørt kvøldið hava teir so tríggjar jólastjørnur við sær.

Í kvøld er tað so Guðrið Hansdóttir, Høgni Lisberg og sjálvur kontrikongurin Hallur Joensen, hvussu feitt er tað ikki. Á veg út av fundinum í gjár kom eg framvið pallinum, har vaktarskiftið var, Guðrið var liðug at venja og Hallur kom á pallin. Eg náddi líka at hoyra hann syngja eina einkulta reglu av einum jólasangi, áðrenn eg fór oman til bilin við vón um, at parkeringsvørðarnir vóru í jólahýri.

Tað vísti seg, at teir høvdu lagt mær eina jólagávu undir viskaran, men jólaliga íblástur av deiliga tónleikinum, megnaði eg ikki so frætt sum at ilskast inn á meg sjálvan um hetta.

 

 

Guðrið Hansdóttir aftur á egnum beinum

takingshipgudrid Herfyri ummældi eg nýggju stuttfløguna hjá Guðrið Hansdóttir, “Taking Ship”, ið er gjørd til týska marknaðin. Hetta er ein deilig poppfløga, ið vísir nógvar ymiskar síður av Guðrið.

 

Fløgan vendur sær fyrst og fremst til týska marknaðin, har Guðrið ger um seg. Guðrið er vorðin ein búgvin songkvinna og eisini ein búgvin sangskrivari, hon arbeiðir her eisini saman við Janus Rasmussen, ið hon eisini arbeiðir sama í Byrtu. Har er eisini Sunna Margret, ið eisini syngur kór hjá Byrtu í øllum førum á Nordisk 2014.

 

Fløgan fekk 4 av 6 stjørnum.

Hoyr alt ummælið av nýggju fløguni hjá Guðrið Hansdóttir her

Byrta – kundi neyvan verið betur

1. Byrta - Byrta
1. Byrta – Byrta

Frálíka debutfløgan hjá Byrtu, varð tann fyrsta, ið fekk seks stjørnur frá mær, tá eg í dag ummældi hana í Brunsj. Hetta er ein framúrskarandi poppútgáva, hav tvey av okkara mest gávuríku tónlistarfólkum, vísa hvar poppskápið skal standa.

Hetta er góðskupoppur á føroyskum, og samstarvið millum Janus Rasmussen og Guðrið er framúr. Guðrið hevur ferðast nokkso nógv reint genrumessiga, men hetta virkar ótrúliga rætt, ljóðar moderna og gott. Røddin virkar øgiliga kontrolera og onkuntíð verður sungið eitt sindur harðari, men altíð við ró, og fer ongantíð út í okkurt, sum hon ikki megnar.

Hetta er nokkso penur poppur, men altíð okkurt at heingja lagið uppá, og tað er gott ger tað lættari at slúka.

Hoyr alt ummælið í Brunsj her

Góða Guðrið

Guðrið Hansdóttir vísti á Summar Festivalinum í gjár, at hon er vorðin ein búgvin undirhaldari, ið leverar vøruna, sjálvt undir truplum umstøðum, og sum fyrsta navn á næststørsta pallinum á Summar Festivalium vóru hetta heilt røttu eginleikarnir.

 

Fyrireikararnir av Summar Festivalinum eiga rós uppiborið fyri val av navnið at lata næststørsta pallin á Summar Festivalinum upp.  Hóast áskoðaratalið var lágt, og umstøðurnar so sum so, leveraði Guðrið Hansdóttir eina góða og sannførandi framførslu.

 

Guðrið Hansdóttir spældi løg av komandi fløguni á konsertini, ið alment lat næststørsta pallinum á Summar Festivalinum upp. Flagsteltið við Flagspallinum var næstan tómt. Ikki fleiri enn umleið hundrað fólk vóru savnaði, og millum pallinum og mannamúgvuna (um hon kann rópast so)  var eitt stórt glopp. Hetta tyktist tó ikki at darva Guðrið.  Fleiri av løgunum kenna vit aftur frá Isadora and The Rebels, men eisini nýggjari løg sluppu upp í part, sosum kontriíblásta Sweet Music og Bob Dylan íblásta Sleepin With Ghosts. Bólkurin hjá Guðrið Hansen var eitt sindur skerdur av tí, at gittarleikarin Jón Klæmint ikki var við. Hetta gjørdi, at bólkurin mátti umskipa løgini nakað. Hetta varð gjørt á tann hátt, at løgini skuldu rigga best møguligt uttan manglandi el-gittarin. Hetta virkaði í støðum eitt sindur skizofrent. Men í stuttum leveraðu tey vøruna. Eg havi áður havt eitt sindur torført við nýggju poop útgávunum av Isadora  and The Rebels løgunum, av tí, at løgini í mínar metan hóskaðu betur í folk/rokk stílinum hjá Isadoru. Eins og røddin hjá Guðrið tyktist nærum fullkomin til tann stílin. Men í umskipaðu útgávunum riggaðu tey sera væl.

 

Guðrið sang alla tíðina sum ein dreymur, og her er uttan iva talan um eina av okkara allarbestu røddum. Framførslan var nakað órógva av, at pallhjálparfólkini bóru útgerð hjá Banaroo inn í teltið og valdu at ganga stytstu farleið beint ímillum áskoðararnar og pallin -Sera óheppið, at hjálparfólkið ikki hevði sama høga professionella støðið sum Guðrið og bólkur hennara. Ljóðmaðurin Baldur Kampmann eigur tó rós uppiborið, konsertin ljóðaði framúrskarandi væl, Flagsteltið hevur ikki altíð ljóðað líka væl, men við nýggjum ljóðteppum, og dugnaliga ljóðmanninum var ljóðið eins frálíkt sum bólkurin.

Norðurlendskur festivalur á Norðurbryggjuni

Hetta vikuskiftið verður Norðurbryggjan í Keypmannahavn karmur um annan tónleikafestivalin í ár, tá sangskrivarar úr útnorði hittast undir heitinum Ljómandi Kuldabrúgv.

Norðurbryggjan er í samstarvi við danska fyriskipanarfelagið Artiscope undir heitinum Tónleikainnrás07 farin undir eina røð av festivalum við føroyskum, grønlendskum, íslendskum og donskum tónleiki. Herfyri var tað hipp/hopp tónleikur, ið var á skránni á hipp hopp festivalinum Ísslag. Frá hósdegnum til leygarkvøldið stendur singer/songwriter greinin á skránni, tá festivalurin Ljómandi Kuldabrúgv verður hildin á Bryggjuni í Keypmannahavn.

Føroyar eru væl umboðaðar við nøkrum av okkara fremstu listafólkum innan hesa tónleikagrein. Føroysku luttakararnir eru, kanska best umtókti føroyski trubadururin gjøgnum tíðirnar Hanus Johansen, ið hevur Aldubáruna við sær á pallin, superaktuelli og væl umtókti Høgni Lisberg og nýggja stjørnuskotið Guðrið Hansen.

Eins og á hipp hopp festivalinum, Ísslag verða norðurlendsku nøvnini blandað við donskum nøvnum, eins og blandingin av royndum og nýggjum, kendum og spennandi verður góð.

Ísland er umboðað av Pétur Ben og Olöf Arnalds og Grønland er umboðað av Angu, ið spælir á Ljómandi Kuldabrúnni hóskvøldið, áðrenn hann fer til Føroyar, har hann spælir á AME-Føroyar.

Donsku nøvnini á skránni áttu at savnað áskoðarar í Keypmannahavn, talan er nevniliga um so navnframar tónleikarar sum Randi Laubek, Tobias Trier og Dennis Mejdal

 

Skráin fyri Ljómandi Kuldabrúgv

Hósdagin 12. apríl kl. 20.00 

Dennis Mejdal (vertur/DK) Angu (GL) Høgni Lisberg (FO) Pétur Ben (IS)

 

Fríggjadagin 13. apríl kl. 20.00

Dennis Mejdal (vetur/DK) Randi Laubek (DK) Tobias Trier (DK) (IS) Guðrið Hansen (FO)

 

Leygardagin 14. apríl kl. 20.00

Hanus Albuduran (FO)

AME verpur smærri tiltøk

Tvær smáar konsertir eru komnar afturat høvuðstiltøkunum í Norðurlandahúsinum, hóskvøldið og fríggjakvøldið verða AME kvøld í Kagganum.

Konsertirnar í Kagganum verða fyriskipaðar í sambandi við AME-Føroyar tiltakið í Norðurlandahúsinum, og gestir við AME-armbandi gjalda hálvan prís fyri at sleppa inn í Kaggan hesi kvøldini. Her verður talan um sera spennandi konsertir, við nøkrum av okkara kremstu nøvnum. Milllum nøvnini verða Boys In A Band, ið varð kosin besti nýggi bólkur á Planet Awards, Rókur, ið vann heiðurin besti sangari á Planet Awards, Guðrið Hansen, ið var í uppskotið til heiðurin besta songkvinna, Budam, ið var í uppskoti til heiðurin besti nýggi bólkur umframt GBOB vinnarin Deja Vu.

Konsertin hóskvøldið byrjar kl 21:00 og kostar 100,-.  Á skránni verða Guðrið Hansen, Stanley Samuelsen, Deja Vu og Budam.
Fríggjakvøldið byrjar konsertin í Kagganum uml kl 00:30, hetta er tá AME-tiltakið í Norðurlandahúsinum er endað. Kostnaður 120,-. Á skránni verða Crawling Blue, Boys In A Band, Die Dummen Dänen, Kristleif og Rókur.
Atgongumerkir til AME-tiltakið í Norðurlandahúsinum kunnu keypast í Norðurlandahúsinum og við dyrnar í Kagganum í samband við konsertirnar

Hugni við Flemming í Miðlahúsinum

FlemmingogIndyRættiliga fitt av fólki var komið saman, tá Flemming og bólkur hansara í gjárkvøldið bjóðaðu til konsert í Miðlahúsinum í Vágsbotni.

 

Tá Flemming og bólkurin hansara í gjárkvøldið skipaðu fyri tiltakið í Miðlahúsinum, var talan um meira enn bert eina vanliga konsert. Tiltakið var eitt bland av film- og myndaframvísing hjá Flemmingi, tónleiki og frásøgnum, serliga frásøgnum um lívið hjá Flemmingi millum Achéindianararnar.

 

Tónleikurin er rættiliga føroyskur í tí. Hetta eyðkenda slagið av bygdasligum blandi av blús, kontri og fólka rokki, sum veruliga rakar føroysku fólkasálina mitt í hjarta. Tó skal sigast, at hesin tónleikur vanliga ikki altíð hevur so góðar treytir. Ofta er hann illa spældur og sungin, men við einum bólki við nøkrum av okkara bestu tónleikarum, gav Flemming hesum tónleikinum veingir og skapti eina serliga, hugnaliga og fyrst og fremst erliga tónleikaløtu.

 

AskodararFólk tyktist at hugna sær, og hølini vóru á tremur við hugna hesa løtuna. Við sær hevði Flemming tónleikararnir, ið eisini eru á fløguni hjá honum. M.a. sonin og gittarúrmælingin Benjamin Petersen. Á trummum var Brandur Jacobsen, á bassi Arnold Ludvig, á trompet Ólavur Olsen og á tangentum Gunnar Guttesen. Eisini vóru tveir gestatónleikarar, ið fóru á pallin í summum løgum. Regin Jacobsen á harmoniku og frálíka Guðrið Hansen, ið sang saman við Flemming. Røddin hjá Guðrið var sum vant ein sonn frægd at hoyra.

Tónleikurin, ið tey spældu var løgini av fløguni hjá Flemming, Knúsandi Løgur. Hetta er eitt sindur hilla-di-hey, men nakað av tí besta hilla-di-heynum, ið er gjørt í Føroyum.

Isadora blásti alt um koll

Isadora and The Rebels spældi ein frálíka konsert í Virkishúsinum, bólkurin er líka føroyskur sum Týr og líka altjóða sum Portishead.

 

Eftir eina heldur treka byrjan á upphitingina til Summarfestivalin við The Story Ends, blásti Isadora and The Rebels Virkishúsið í Klaksvík um koll. Eg mangli lýsingarorð at lýsa framførsluna, sum stutt sagt var frálík.

 

Eg havi ongantíð uppliva Isadoru og rebellarnar áður, og hóast eg bert havi hoyrt jalig viðmælir, so varð eg fullkomiliga tikin av bóli. Isadora and the Rebels er ein framúrskarandi bólkur. At songkvinnan Guðrið Hansen er frálík visti eg væl, men í hesum bólkinum er hon veruliga í essinum. Talan er um teirra heilt egna sera gjøgnumførda tónleikabland, sum vevur m.a. spælimanstónleik, vísusang, 70’ára tung málm, 90’ára rokk, indi rokk og alt møguligt annað saman í ein dýrabæran vavstur. Eg haldi á onkran hátt, at hetta er líka føroyskt sum Týr og líka altjóða sum Portishead. Eg havi ikki hoyrt tílíkan tónleik áður, men hann er bergtakandi. Ljóðumstøðurnar eru ikki verðins best í Virkishúsinum, men Isadora and the Rebels megnaði at spæla uppum umstøðurnar, og við eini sera dedikeraðari framførslu leveraðu tey vøruna 200%.

 

Tað var serliga stuttligt at síggja hvussu Guðrið er á pallinum, hon er miðdepilin í bólkinum, og stýrir honum við eini sterkari hond, hon er ikki bangin fyri at taka ábyrgd av framførsluni. Hetta kom t.d. til sjóndar, tá trupulleikar vóru við gittaranum hjá gittarleikaranum Bartali. Í staðin fyri langan og keðiligan steðg, skar Guðrið ígjøgnum og spældi saman við restini av bólkinum pausutónleik, hetta hóast onkur tónleikari tyktist at hava hug til at muta ímóti. Hetta vísti innlit í tað, at ein framførsla leggur ábyrgd á herðarnar hjá teimum í standa á pallinum, at undirhalda tey, ið lurta, eitt innlit sum forbiðið nógv føroysk listafólk ikki hava.

Tað er eisini heilt ótrúliga lekkurt at hoyra blokkfloytu í rokktónleiki, takk fyri tað Guðrið.

 

 

Asfalt almannakunngerð fyrstu nøvnini

Fløguaktuellu Makrel, grand prix hetjan Pætur við Keldu, fólkakæra Annika Hoydal, rørandi Lena Andersen og Teknoguðarnir í Side Effect eru millum nøvnini á Asfalt.

 

Tónleikatiltakið Asfalt fer av bakkastokki fyrsta vikuskiftið í juni, fyrireikararnir hava lovað umleið 70 føroyskar tónleikabólkar. Hetta er eitt sera høgt tal, og tí verður eingin tikin av bóli av, at nøvnini fevna breitt á føroyska tónleikapallinum, Asfalt kunngerð í dag tey fyrstu nøvnini, og tey fevna um rokk, popp, fólkatónleik, kórsang, punk, kristnan popp og teknokendan industrial rokk.

 

Váttar leysasøgur

Í gjár skrivaðu vit, at Annika Hoydal, Lena og Poppkorn væntandi verða millum nøvnini. Í dag váttar Asfalt bæði Anniku og Lenu. Umftamt tær er bólkurin hjá Guðrið Hansen Isadora & The Rebels, vísusangarin og trubadururin Kári Sverrison, dreymarokkararnir í Makrel, nýggju punkararnir í Skunk, føroyski grand prix luttakarin Pætur við Keldu, industrial rokkbólkurin Side Effect og Kamarkórið. Hetta boðar frá einum sera fjøllbroyttum tiltaki.

 

Isadora & The Rebels

Isadora & The Rebels er eitt nýtt navn í føroyskum tónleiki, tey spældi eina avbera góða konsert í Kagganum herfyri.Songkvinnan Guðrið Hansen var í uppskoti til planetina, sum besta songkvinna. Guðrið hevur spælt rættiliga fitt seinasta árið, bæði sum einstaklingur og í bólkinum PH 5,5. Hon hevur millum annað luttikið í singer/songwriter kappingini og í Prix Føroyum. Guðrið var við í íslendsku útgávuni av Idols, har hon stóð seg rættiliga væl. Hennara kontrikenda gittarspæl er hugtakandi, men tað er serliga røddin hjá Guðrið, ið bergtekur.

 

Skunk

Skunk eru eitt næstan óskrivað blað í føroyskum tónleiki, teir eru fyrst og fremst kendir sum eitt av teimum mest spennandi nýggju nøvnum í GBOB kappingini. Skunk megnaði ikki at vinna seg í finaluna, men var tann bólkurin, sum fyrireikarin Jón Tyril tók fram, sum dømi um lovandi nýggjan bólk. Hann nevndi teirra tónleik eitt slag av útrykksfullum og sterkum punkbólki, sum kann fáa eina stóra framtíð. Bólkurin deilur venjingarhølið við The Dreams og Paradox, ið eini garagu, sum er vorðin Føroya næststørsta tónleikafabrikk, aftan á Margarin Fabrikkina.

 

Side Effect

Side Effect er Føroya fyrsti og kanska einasti industrial rokkbólkur. Teir hava verið á tremur við potentiali seinastu nógvu árini, men tykjast nú at hava funnið sína hyll. Oddamaðurin Ludvík Breckmann hevur sterka útstráling á pallinum. Brynjolfur á Heygum er ein tann gávuríkasti lagskrivarin í landinum, og hansara forritan er genial, Í Rúna Christiansen hevur bólkurin funnið tann fullkomna gittarleikarin til hendan tónleikin. Vanliga hevur bólkurin trummuleikara við tá hann fer á pallin. Hetta styrkir botnin og riggar væl. Bólkurin dugur betur enn flestu aðrir bólkar at fáa eina áskoðarafjøld at kóka.

 

Pætur við Keldu

Pætur við Keldu er ein av teimum heilt góðu føroysku sangarunum og klaverleikarunum. Tað er serliga ótrúliga innlivingin og inniligheitinum í røddini hjá Pæturi í bergtekur. Hann gjørdist heimskendur her á klettunum, við lagnum Som en drøm, ið gjørdist millum bestu løgini í Dansk Melodi Grand Prix 2002. Pætur hevur spælt rættiliga fitt í Danmark saman við Eyðuni Nolsøe. Teirra samstarv kom í lag í Frændum, har Pætur í nøkur ár spældi ljómborð. Hann hevur givið eina fløgu út sum einstaklingur og eina við bólkinum Tiðnað. Pætur arbeiðir í løtuni við eini poppfløgu, ið tykist sera spennandi.

 

Kári Sverrisson

Eru vit til, spurdi Kári Sverrisson í sanginum, á Amnesty International fløguni fyri sløkum 15 árum síðani. Tað var tað fyrsta, sum føroyingar veruliga hoyrdu til sangskrivaran og sangaran Kára Sverrisson. Kári var sentralur limur í tónleikabólkinum Enekk, sum var ein tann mest nýskapandi bólkurin í føroyskari  tónleikasøgu. Sum einstaklingur hevur Kári javnan framførslur við tónleiki hjá sær sjálvum og øðrum. Hann er ein gávaður og nýskapandi sangskrivari, sum telist millum teir størstu vísusangararnar, sum Føroyar hava átt. Røddin er sera egin og hann var millum uppskotini til besta sangara á Planet Awards.

 

Makrel

Makrel hevur júst givið triðju fløguna Transcend út. Bólkurin vann føroysku tónleikahjørtuni við frálíka lagnum Forever and Beyond, ið var ovast á 15 teimum bestu leingi. Hetta var eitt tað besta lagið í Prix Føroyar kappingini í ár og er við á Transcend.

Tónleikurin hjá Makrel er so øðiliga vakur. Sangarin Ári Rouch syngur við so nógvari innliving og pínu í røddini, at hann rørir hjartastreingir á sama hátt sum gandakendi gittarin hjá Rasmus Rasmussen.

Bólkurin hevur nógv ár á baki, fyrst undir navninum Happy og síðan sum Makrel. Makrel varð nummar trý í Prix Føroyum 2003.

 

Kamarkórið

Kamarkórið varð stovnað í 1985 av Ólavi Jøkladal. Fleiri ymiskir kórleiðarin hava staðið á odda fyri kórinum hesi árini, og í løtuni er tað Kári Bæk, ið á øðrum sinni roynir seg sum kórleiðara hjá Kamarkórinum. Kórið er kent fyri at vera rættiliga fríkst í sínum sangvalið og hevur m.a. tolkað renainsansu tónleik og teaturtónleik.

Kamarkórið gav í 1997 fløguna Várlongsul út, hetta er fløga við upptøkum tiknar yvir fleiri ár. Sangararnir í Kamarkórinum eru rættiliga ungir, og hetta gevur kórinum ein feskan og spennandi dám. Í løtuni arbeiðir kórið við ætlanum, um at luttaka í eini kórkapping á Malta í heyst. Á Asfalt fer ymiskt spennandi at vera á skránni. M.a. verkið Regn hjá Bjarna Restorff. Kamarkórið syngur vanliga eisini fleiri verk hjá Kára Bæk, tað er tí heldur ikki ósannlíkt, at okkurt av hesum verður sungið.