Farið á konsert í kvøld

Jolakonsertir-2014-heimasida-01Í gjár seinnapart fundaðist eg á Reinsarínum í Tórsgøtu. Niðrið undir vandi Bjøllubandin saman við fyrst Høgna Lisberg og síðan Guðrið Hansdóttir.

Hóast eg sat uppi á loftinum, og hóast ljóðið ivaleyst ikki var endaliga gjørt, so ljóðaði tað einastandandi vakurt. Guðrið sang sum ein eingil, og Bjøllubandin er framúr.

Stuttligt at hugsa sær, at fyri nøkrum fáum mánaðum síðan, hevði Havnin ikki sítt egna spælistað, og nú er hetta spælistað katalysator fyri nøkrum so fantastiskum, sum hesum jólakonsertunum, har tú hevur nakrar av okkara fremstu tónleikarum: Benjamin Petersen, Knút Háberg Eysturstein, Per Ingvaldi Højgaard Petersen og Mikael Blak, ið agera húsorkestur í trý kvøld, og hvørt kvøldið hava teir so tríggjar jólastjørnur við sær.

Í kvøld er tað so Guðrið Hansdóttir, Høgni Lisberg og sjálvur kontrikongurin Hallur Joensen, hvussu feitt er tað ikki. Á veg út av fundinum í gjár kom eg framvið pallinum, har vaktarskiftið var, Guðrið var liðug at venja og Hallur kom á pallin. Eg náddi líka at hoyra hann syngja eina einkulta reglu av einum jólasangi, áðrenn eg fór oman til bilin við vón um, at parkeringsvørðarnir vóru í jólahýri.

Tað vísti seg, at teir høvdu lagt mær eina jólagávu undir viskaran, men jólaliga íblástur av deiliga tónleikinum, megnaði eg ikki so frætt sum at ilskast inn á meg sjálvan um hetta.

 

 

Ummæli Høgni Lisberg – Call For a Revolution

Mánadagin var eg aftur gestur í Brunsj fyri at ummæla fløguna “Call For a Revolution” hjá Høgna Lisberg. Hetta er 6 fløgan hjá Høgna, og alla tíðina hava vit uppliva eina búnan, og tað gera vit aftur her.

 

hognicallforarevolution

Aftur hesaferð er fløgan framleidd av Høgna og James Thomas, ið eisini framleiddu Haré Haré og Con Man. James Thomas ljóðblandaði eisini føroysku stuttfløguna, ið Høgni gav út í fjør. Teir báðir rigga ótrúliga væl saman, so tað er gleðiligt at samstarvið heldur fram.

Nú havi eg verið so heppin, at hoyrt Høgna spæla tvær konsertir seinastu vikurnar, fyrst í Reinsarínum við fullum bólki, konsertin var heilt framúrskarandi góð. Hetta var fyrstu ferð, at eg hoyrdi flestu løgini, so eg fekk eitt fyrsta inntrykk, sum var live.

So hoyrdi eg hann aftur á Hoyma nú leygarkvøldið, har útrykkið var barberað niður til Høgna á sang og gittar og Benjamin Petersen á gittar og kór. Nú hevði eg lurta eftir útgávuni í yvir eina viku, so nú kendi eg løgini nógv betur. Men hetta at uppliva tónleikin so naknan ger, at man fær eitt heilt annað inntrykk av løgunum, og man sær betur, hvussu væl tey halda sum løg.

Seinastu tvær útlendsku fløgurnar hjá Høgna hava verið heilt fantastiskar, men eisini ræðuliga framleiddar, har Høgni og James Thomas hava spælt flestu ljóðføri sjálvir. Hesaferð er tað øðrvísi, nokk fyri fyrstu ferð nakrantíð hevur Høgni fingið ein bólk, sum livur upp til potentialið hjá Høgna, eg haldi serliga at konsertin í Reinsarínum vísti tað.

Høgni spældi á G! í sambandi við Con Man útgávuna, eg haldi, at tað var í fjør. Tá hevði hann Jan Rúna Poulsen og Knút Háberg Eysturstein við sær, tað var eisini ein framúr framførsla. Nú hevur hann so bygt víðari á tann bólkin, har Benjamin Petersen og Mikael Blak eru komnir við.

Hetta er ein heilt framúrskarandi manning, og Høgni hevur so valt at arrangera løgini saman við teimum (tó ikki Benjamin), at jamma seg til úrslitið, og tað riggar væl, og gevur løgunum nakað eyka, í mun til seinastu útgávurnar, har tónleikurin er bryggjaður saman við James Thomas í upptøkuhølunum.

Eg haldi, at tónleikurin er nokkso tvíbýttur á hesari útgávuni, og tað er hann sum so hjá Høgna á seinastu nógvu útgávunum, vit hava balladurnar, ið eru vakrar og inniligar, og so hava vit eitt slag av modernaðum og ræðuliga funky soul rokki uppá tann feita mátan.

Tað hoyrist væl á tónleikinum hjá Høgna, at hann er trummuleikari, hetta er ordiliga rútmiskur tónleikur, beatið hevur nógv at siga.

Tekstheimurin er heilt óluksáliga politiskur, men tað hevur hann verið á nógvum av hansara seinastu útgávum, men kanska serliga tittulin “Call for a Revolution” penslar tað út hesafeð.

Lagið er sera funky og livandi. Tað er fyrsta lag á fløguni og hevur eina áhugaverda byrjan har lagið akkurát sum verður vundið í gongd og finnur fótafestið, ið er ræðuliga feel good, næstan Gorillaz kent. Men teksturin er ultra politiskur, ein regulerur kampsangur, ordiliga 60 ára kent, men í sera modernaðum hami. Hetta átti at verðið slagsangur hjá anti Wall Street rørsluni.

Hann tosar um The Tower í fleiri sangum m.a. tí fyrsta og næsta, ið er tey í tornunum, ið bestemma, eg kann bara ímynda mær, at hann tosar um háhús, har kapitalistarnir sita og bestemma yvir okkum. Hann nevnir t.d. eisini Anonymous, felagsskapin av teldusnýkum, ið berjast fyri opinleika og móti órættvísi. Hann sigur:

“Raise Your voices and take what’s yours all you anonymous.”
Sjálvandi kann tað vera øll okkum andlitsleysu, ið eru finnir í leikinum hjá kapitialistunum, men eg haldi ikki, at tvítýdningurin er ótilvitaður.

Hoyr ummælið av fløguni her

 

Søgur og løg frá Carter og Cash

Norðurlandahúsið var fullsett, tá John Carter Cash, hansara amerikanski gittarleikari Dave og framúrskarandi føroyski bólkur trinu á pallin. Lat tað vera sagt beinanvegin: Løtan gjørdist serstakliga hugnalig, innilig og góð, tí umframt, at høvuðspersónurin er ein fínur sangari, er hann eisini ein framúrskarandi frásøgumaður.

John er yngsta barnið og einasti sonur Johnny Cash. Tað er Tummas Justinussen, ið hevur fingið hann til Føroyar og Jákup Zachariassen hevur savnað bólkin til tiltakið. Túsund takk til teir báðar.

20130824-234644.jpgKonsertin var skipað sum ein tónleikaferð gjøgnum fyrst og fremst lívið hjá pápanum Johnny Cash, men eisini hoyrdu vit um The Carter family. Um ommuna Maybell, ið upfann ein nýggjan hátt at spæla gittar, ið hevur inspirera kontri gittarleikarar líka síðan. Vit hoyrdu um mammuna June Carter, og hvussu pápin Johnny Cash sum bart plagdi at hoyra hana upptraðka við The Carter Family í útvarpinum, ja vit hoyrdu um upprunan til John Carter Cash, alt fortalt við innliving og virðing fyri familjuarvin.

John Carter Cash var fyrst og fremst ein dámligur frásøgumaður, ið fangaði okkum øll við síni ótrúliga áhugaverdu frásøgn.

Í hesum karmunum einari sitikonsert í Norðurlandahúsinum  gjørdist konsertin so øgiliga intim og persónlig: við góðum ljóði, framúr tónleikarum og einum soundtracki av løgum, sum Sunny Side of Life og Will the Circle be Unbroken hjá The Carter Family, Folsom Prison Blues, The Ring of Fire, I Walk the Line og nógvum øðrum hjá Johnny Cash, umframt nøkrum løgum hjá John sjálvum og Johnny Be Good, ið var fyrsta lagið, ið John spældi sjálvur á palli við The Johnny Cash Show.

Hetta var kenslan av, at vera sloppin framat hjartanum hjá hesum dámliga manni. Hon gjørdist so serliga sterk, tá John tosaði um at missa foreldrini, um sjúkuna hjá pápanum, ið gjørdi hann veikari, um mammuna, ið doyði, og pápan, ið brúkti upptøkuhølið til at yvirliva sorgina og sjúkuna, og nógv eygu gjørdust vát, tá hesin partur bleiv uppsummeraður í serstakliga vøkru útgávuni av Hurt. Hetta lagið hjá Nine Inch Nails, ið Johnny Cash gjørdi til sítt egna.

Men vit sluppu eisini at enda við at smíla tárini burtur, tá gestasangararnir Kristina Bærentsen og Hallur Joensen vóru boðin uppaftur á pallin at syngja “Will the circle be unbroken”. Hetta viedoklippið er sjálvandi ikki tað, sama men kenslan er tann sama, so brúka eina løtu til at hyggja at hesum, hetta er Johnny Cash við familju, ið spælir. Tann lítili hylligi drongur mitt á pallinum man nokk vera John Carter Cash

 

Eg má nevna føroyska bólkin Finnur Hansen á klaver, harmoniku og trompet, Niels Arge Galán á kassagittar, Brandur Jacobsen á trummum, Mikael Blak á bassi, Jákup Zachariassen á Steelgittar og elektriskum gittari, umframt Ólavur Olsen, ið spældi trompet á nøkrum løgum og Hall Joensen og Kristinu Bærentsen, ið vóru gestasangarar. Tónleikararnir góvu tónleikinum flog og eg var ikki sørt errin, at vit eiga so gott fólk her á Føroyum, tí sum John Carter Cash sjálvur segði, so mundi einki land í heiminum eiga so nógvar góðar tónleikarar pr. innbúgva sum Føroyar.

Tað var greitt, at John Carter Cash elskaði løtuna, og vit fingu eisini fleiri eykaløg, áðrenn vit mett av upplivingum kundu leita okkum út úr myrkrinum í konserthøllini.

Vit áhoyrarar kundu kenna okkum ríkari eftir hesa tónleikaferð gjøgnum søgur og tónleik hjá Carter og Cash. Tit sum hava møguleika at uppliva John Carter Cash í Klaksvík í kvøld, áttu at skunda sær at tryggja sær atgongumerki.

Juventus Føroyar er Føroyameistari í fjepparafótbólti

gull
Gull-liðið hjá Juventus Føroyar (mynd: Martin D. Simonsen)

Hóast veðrið ikki var av tí besta, so varð árliga Føroya Meistaraheitið fyri fjepparalið hildið á Eysturvølli. Juventus Føroyar vann kappingina og hevði bæði toppskjúttan Kristian í Vági og besta leikara Mikael Blak.

fjeppararÍ finaluni vunnu teir á Arsenal Føroyar. Dysturin um triðja plássið var millum Mix liðið, ið var mannað fyrst og fremst av Chelsea fjepparum og Manchester United Føroyar. Her gjørdist United liðið drúgvari og fekk sostatt bronsu.

Veðrið var so sum so, men vit sóu góðan fótbólt, hugnaðu okkum við góðum pylsum av grillini og drykkivørum frá Okkara. Chelsea Føroyar ynskir Juventus, Mikael og Kristiani til lukku við heiðrunum og takkar øllum teimum, ið luttóku. Um viðrar, síggjast vit aftur komandi ár.

Silvurliðið hjá Arsenal Føroyar. (mynd: Martin D. Simonsen)
Silvurliðið hjá Arsenal Føroyar. (mynd: Martin D. Simonsen)

 

Bronsuliðið hjá Manchester United  (mynd: Martin D. Simonsen)
Bronsuliðið hjá Manchester United (mynd: Martin D. Simonsen)

Hørpuspælarin – Hanus syngur Poul F. notatir til ummæli í Kringvarpinum

Hetta er eitt meistaraverk!

Ein fantastisk útgáva. Líka síðan Gaman og Álvara kom út í 1988 havi eg bíða eftir hesari útgávuni. Eg skal ikki siga, nakað ringt um Bukett, Från Læddikken, ella maxisingluna, sum kom út í vár. Men tær verða ikki taldar millum størstu mentunarligu dýrgripir, sum Føroyar hevur framalt, men tað ger hendan.

Eg havi hug, at siga, at hendan fløgan er uppaftur betur enn Gaman og Álvara, Lutvís tí Hanus syngur somikið væl, men eisini tí framleiðslan er so øgiliga góð.

Væl spæld, væl arrangera, væl upptikin og væl ljóðblanda og alt fullkomiliga trúfast móti Hanusi, soleiðis sum vit kenna hann, tá hann er best.

Eg bleiv so glaður, tá eg sá, at Hørpuspælarin var tittullagið á hesari fløguni. Tann yrkingin er í mínari metan sjálvt høvuðsverkið í skaldskapinum hjá Poul F, so hvat er meira hóskandi á einari fløgu, ið væl kann gerast høvuðsverkið í tónleikinum hjá Hanusi.

Eg haldi, at Hanus fær tað besta fram í Poul F., tí tá man lesur yrkingasøvnini hjá honum, so er hann ikki líka sjarmerandi, sum tá Hanus framførir hann.

Skaldagávurnar hevur hann betur enn teir flestu, men hann er samstundis í støðum rasistiskur, øgiliga høgravendur politiskt, beinleiðis ófantaligur og óndur. Hann hevði ikki altíð tað fittasta lívssýni, men hetta varnast man ikki, tá Hanus syngur hann. Lutvís tí, at Hanus velur tær yrkingar sum hann ger. Men bert lutvíst tí t.d. “Ei svarar úr loyndardýpi”. Yrkingin virkar ikki serliga annstyggilig á fløguni. Eg sá, at  ummælaran í Dimmu segði, at yrkingin er samfelagsrevsandi. Tað vitnar um manglandi kunnleika til Poul F.  Yrkingin er í mínari metan slettis ikki meint samfelagsrevsandi. Hatta er meira ein staðfesting hjá Poul F. av hvussu hann kennur tað, og hvat hann heldur.

Í samrøðu við meg afturi í 1993, tá fortaldi Hanus, at hann hataði plátir, tí tær eru deyð ting. Hann greiddi mær frá, at tónleikur skal berast út av fólki til folks og ikki av deyðum tólum. Eg helt tá, at tað var eitt nokkso áhugavert sjónarmið hjá einum manni, sum við Ommu Ludvík hevði havt eitt tað størsta hittið seinastu 10 árini, umframt eina aðra landaplágu við 18, og sum síðan hevði givið út eina plátu, sum seldi yvir 3.000 eintøk.

Men hann greiddi mær frá, at fólk høvdu plága hann í áravís at geva fløgu út, og at hann var farin í gongd fleiri ferðir, men at tað datt niðurfyri aftur. Men eftir sum Poul F. fylti 90, og hann hevði rættiliga nógvar løg, sum vóru gjørd til yrkingar hjá honum, hevði hann gjøgnumført hetta.

Hanus er øgiliga pertentligur, tá tað kemur til ljóð, eg havi onkuntíð spælt har sum hann hevur spælt, og ljóðroyndirnar hjá honum hava tikið øgiliga langa tíð. “Gaman og álvara” bleiv ljóðbalnda tvær ferðir, báðu ferð í dýrum studioum í Danmark. So tað er ordiliga gleðiligt, at hann hesaferð er sloppin at arbeiða saman við teimum bestu fólkunum vit hava í Føroyum.

Eydnulandið – Millum Heims og Heljar:
Langtanin eftir Himmalinum, ið ikki er til, statement, byrjan.
Yrkjarin Poul F., ið á ein ótrúliga vakran máta lýsir langtanina eftir himmalinum, kundi verið ein sálmur, men so er endin bara ordiliga speiskur. Fangar yrkjaran væl, tí hann nemmiliga meistrar tað vakra so væl, og samstundis kann vera so fanansaktigur. Ótrúliga gott, eg síggi næstan eina møtifjøld fyri mær, sum situr og lýður á við gleði, og so bara fær ein frammaná – BANG!. Tónleikurin byggir bara stemming, feitt kór liggur undir, og minimalistiskt spælt. Av meistarligum tónleikarum og sungið so vakurt og inniligt av Hanus, og tá poeingið er sagt, so steðgar sangurin, fantastiskt.

Hjartanskæri dýrdarskattur:
Kærleiksyrking, hálverotisk, hetta er ein styrki hjá Poul F. Tað er vakurt og onkuntíð hálvfúlt, men enn vakurt. Lagið er eitt sindur lívligt, og hevur meira erotikkin enn romantikkin yvir sær

Grønlandsfararin og gentan – Lívsins Kvæði:
Ótrúlig sorgblídni í teksti og lagi og sangi. Eitt av teimum løgunum, ið beinanvegin fangaði, teksturin er so sentralur. Poul F. var ein ótrúliga fólksligur yrkjari, skrivar til vanliga fólki, og vanliga fólki tá, var sjómaðurin. Hetta er ein ordiliga kend støða. Poul F. sigldi sjálvur, tá hann var heilt ungur, so hann kennur tað, at skula fara avstað.

Ei svarar úr loyndardýpi – Millum Heims og Heljar
Her er tann politiski og rái Poul F. tann sami, sum vit kenna úr deyða Magnusar Heinasonar, feelið í lagnum minnir ikki sørt um Deyða Magnusar Heinasonar. Eg haldi Magnus Johannesen og Andras Olsen skapa ein ræðuliga feitan stemming her.

Kom Høvdingi frá Golgata
Rátt og vilt, og rokkut, aftur er andsøgnin í frelsandi og myrðandi harranum í yrkingini. Sum so bara orðini hjá einum dómadagsprætikanti, men í hesum forminum verða tey løgd nakin.  Eg haldi, at tey villu løgini á hesari útgávuni riggað betur enn tey villu á Gaman og Álvara, tað er orsaka av teimum góðu tónleikarunum,

Kvirra – Lívsins Kvæði
Eitt slag av millumstykki, næstan tosar við tóna, yvir tónar, tað var eisini tílíkt á Gaman og Álvara, og tað samlar eitt sindur.

Karina – Millum Heims og Heljar (týðing úr svenskum)
Øgiliga gott lag, klassiskt Hanus lag, pent og inniligt og vøkur sorgblíð orð hjá Poul F. Vakri Poul F. og fangandi lag. Tónleikurin og kórið stiðja væl uppundir. Aftur púra diskret stemningsskapandi kór. Sum er 100% trúðfast móti Hanusi.

Sævarmoy – Millum Heims og Heljar (týðing úr finskum)
Hetta er eitt ótrúliga vakurt lag, Hanus syngur við so lágum tempo, og vakurt, at eg næstan ikki kann trúgva tí:

Spæl brot: 1. Vers + kór

Og so kemur kórið inn, hetta er so vakurt, og sorgblítt.  Inniligt kærleiksyrking til føroyska málið.

 

Til mitt eftir lívslangara leitan nýfunna dreymafljóð – Ramar Risti Hann Rúnirnar
Hetta er fyrsta yrkingin hjá Poul F. sum Hanus fekk fatur á, og hann gjørdi tá lag til hana. Um tað er hetta lagið ella ikki veit eg ikki. Men hetta er tað, sum byrjaði øllum Poul F. sambandinum hjá Hanusi, so tað er deiligt, at tað eisini sleppur við.

Nokkso alternativ version, her brýtur tað eitt sindur frá Hanusi, og blívur eitt sindur veitslukent, eitt sindur Budam og Teitur, ella sirkus yvir tí. Men tað gevur fløguni eina aðra dimension. Hetta eru nokk millum tey kendastu orðini hjá Poul F., so tað ger einki um tónleikurin fær størri pláss her, og tað ger einki um Hanus mumlar eitt sindur, tí vit vita hvat hann syngur.

Spæl brot 2.20 – 2.57

Hørpuspælarin – Lívsins Kvæði
Hetta er sjálvur hornasteinurin í øllum skaldskapinum hjá Poul F., hetta er ein ófatilig lýsing av tí, at vera skald. Eg føli hvørt orð fara út í hvønn krók í kroppinum, tá eg hoyri hetta. Hanus og Poul F. ganga upp í eina hægri eind.

Spæl brot 1.33-2.14

Eg leiki á hjartastreingjum
Sálmar, sum eitrandi spott…

Tónleikurin er eisini ótrúligur her. Aftur her verður tann neyðuga virðingin givin til orðini, undirspælið er minimalistiskt, men eisini varierandi til røddina hjá Hanusi og innihaldið í lagnum, tað saman við áhugaverdu søguni, ið teksturin sigur, ger hetta ordiliga langa lag áhugavert.

Eg tosaði við framleiðarar Mikael Blak um hetta lagið, tí tað er so væl eydnað, at tað skarðar framúr. Hann segði, at teir høvdu havt torført við at fáa lagið at rigga ordiligt, og noyddust at spæla tað inn live úr enda í annan, og tað er ikki bara bara, tí har eru 11 vers, og lagið er 8 ½  minutt, so tað krevur sínar tónleikarar, at gera tað somikið gott.

Góða ongantíð fer tú úr huga – Lívsins Kvæði:
Hetta er eitt ófatiliga vakurt lag. Kærleiksyrkjarin Poul F. Sungið so vakurt og inniligt av Hanusi. Yrkingin er skriva av einum gomlum Poul F., ið sær lívsins vetur koma nærri, og fyrireikar seg til tað. Hetta er ordiliga vøkur orð, sum eru uppi ímóti teimum vakrastu yrkingunum hjá Poul F., sum t.d. “á kundi á tíðarhavi” eisini er.

Teitur – Let the dog drive home

Let the dog drive home vinnur við nærri gjøgnumlurtan, men verður neyvan nakar varði á Yrkisleiðini hjá Teiti.

Øgiliga keðiligt fyrsta inntrykk, tær 2-3 fyrstu ferðirnar var inntrykkið, at hetta var ein elevator tónleikur, nokkso poleraður poppur, uttan at hava ordiliga góð løg. Teitur syngur pent, og eg helt ljóðmyndirnar vera í so poleraðar og keðiligar. Tvey løg bragdaðu tó: “God, I Have So Many Things To Tell You” har serliga Leonard Cohen kenda kórið og “You Never Leave LA” sum hevur nakrar poppkvalitetir, serliga í niðurlagnum.

Men fløgan er spakuliga blivin betur. Tað er sjálvandi torført, at fylgja einum meistaraverki sum “The singer” upp, og eg hevði nokk væntað, at tann eksperimenterandi tónin blevi tikin uppaftur.

Men á nógvan hátt tekur hendan útgávan tráin upp frá føroysku fløgunum “Sólin og Regnið” og “Káta Hornið”, í øllum førum tá tað kemur til lagsskriving, við tí meini eg eisini, at løgini kanska ikki eru so øgiliga fangandi við fyrstu gjøgnumlurting. Men tey eru faktiskt rættiliga fitt, næstan øll.

Fleiri av løgunum gerast sum sagt betur við nærri lurtan, t.d. fyrsta lagið “Feel Good”, men eg kann eisini nevna “Freight Train”, “Betty Hedges” og tað seinasta lagið “All I Remember From Last Night Is You”

Ljóðblandið og sangurin er øgiliga popput, og ja, Teitur er ein ordiliga góður sangari. Hann er jú eisini valdur til ársins sangara í bæði Føroyum og Danmark. Men tað virkar, sum hann tordi eitt sindur betur at kasta seg út í ting á The Singer, og hesaferð heldur hann seg til tað trygga. Tað er kanska ok.

Har er ikki so nógvur kassagittari, sum á onkrum av eldru fløgunum, og forskellig stuttlig ljóðføri verða brúkt í ljóðmyndini, hetta hava vit sæð meira og meira av bæði live og á útgávum hjá honum seinastu árini, tað haldi eg vera heilt ok, tað klæðir hansara rødd, sum heldur ikki er heilt standard.

Eg eri bara ikki heilt sikkur uppá, at øll arrangementini eru heilt optimal, tað er nokk fyrst og fremst á “All I Remember From Last Night Is You”, at eg haldi feitheits poteniali í lagnum er hægri, enn tað sum hann megnar at levera har.

Eg hugsi aftur um Poul Simon í summum løgum, tað gjørdi eg kanska serliga á “Poetry and Aeroplanes”, men t.d. á Waverly Place er hetta aftur galdandi.  Waverly Place er annars eitt av teimum verru løgunum á fløguni, og tað eru nokkso nógv løg, sum falla í kategoriina “av teimum verru løgunum”, t.d. tittul lagið, “Let the dog drive home”, “Fly on the wall”, “Very Careless People” og “When I had it all”

So samanumtikið, er hetta ein miðal fløga, sum neyvan verður nakar varði í yrkisleiðini hjá Teiti, men við nøkrum absoluttum glottum.

 

Stjørnurnar brustu saman í Nólsoy

Gittarar, ljómborð, bassar og trummir vóru skift út við gaggir, bólt og málsmanshandskar, tá tónleikarar undir tretivu smurdu tónleikarar yvir tretivu av í einum fótbóltsdysti, ið fer í føroyska tónleikasøgu sum ein klassikari.

 

Í sambandi við Prix Føroyar varð sera nógv tosað um, hvørt tað er rætt at kappast í tónleiki. Her var eisini havt á loftið, at onkur av teimum eldru forðaðu fyri, at tey ungu sluppu framat. Á ovastevnuni leygardagin, vóru ljóðførini løgd til síðis, og teir gomlu møttu teimum yngru í einum braki av einum fótbóltsdysti. 12-6 gjørdist endaliga støðan, tá unga fótbóltselitan innan tónleik basti gomlu gubbunum í tí fyrstu tónleikarar undir tretivu móti tónleikarum yvir tretivu kappingini.

Hóast tónleikarar yvir tretivu høvdu so miklar menn, sum Terja Rasmussen, Hans Petur í Brekkunum og Anfinn Nielsen á liðnum, so megnaði liðið lítið ímóti monnum sum Mikael Blak, Rúna Højgaard, Kristian í Vági og blendandi góða Róki Jákupsson Jakobsen, ið við einum hattrikki í hvørjum hálvleiki, gjørdist toppskjútti í málrika dystinum.

Stóra stjørnan í 2006, fyrst á fótbóltsvøllinum og eitt sindur seinni bleiv hann valdur til ársins sangara. Maðurin er ein ninja, ella var ein ninja.
Stóra stjørnan í 2006, fyrst á fótbóltsvøllinum og eitt sindur seinni bleiv hann valdur til ársins sangara. Maðurin er ein ninja, ella var ein ninja.

Vit fingu orð á Rók eftir dystin. Hann var sera vælnøgdur við bæði sítt egna spæl og við liðið. Hann metti fremstu orsøk til sigurin vera skjótleikin hjá unga liðnum.

Hann sá tað eisini sum ein greiðan fyrimun hjá yngru leikarunum, at fyrireikararnir høvdu gloymt at skipa fyri farti av Rituni niðan til vøllin.

– Fleiri av gomlu leikarunum vóru so pøstir av gongutúrinum, at teir næstan ikki orkaðu at spæla áðrenn dysturin var komin í gongd, greiddi Rókur frá og vónaði at fyriskipararnir skipa fyri farti næstu ferð, soleiðis, at teir eldru eisini hava ein møguleika.

Rókur sigur, at ætlanir eru um, at tílíkar kappingar skulu haldast javnan, men ivast í, at veruligur spenningur kemur í fyrstu árini.

– Eg meti at  við stórsigrinum í dag, so hava vit prógva, at tað verður ikki fyribils, at tónleikarar yvir tretivu klára at basa okkum yngru. Men eg meti tó, liðið yvir tretivu at vera stórfavorittar at vinna um trý ár, sigur 27 ára gamli Rókur.

Eitt sindur av spenningi var um at koma í dystin, tá eitt heldur ivasamt brotsspark varð dømt móti Róki. fyri hond á bóltin. Støðan hendi, tá Rúni Højgaard í yngra málinum hevði eina av nógvum góðum bjargingum, og bólturin stakk upp í albogan hjá Róki.

– Eg meti ikki at ein dómari sum Kim Milton hevði dømt brotsspark í hasi støðuni, segði Rókur.

Brotssparkið varð tó dømt og Terji Rasmussen settur at taka. Terji hevði eitt frálíkt skot heilt úti við stongina, men Rúni bjargaði sera sannførandi, og eftir hetta var eingin veruligur ivi um sigurin. Rúni spældi somikið væl allan dystin, at fyrrverandi HB og AB málverjin, sambært okkara heimildarfólki, átti at verið eitt gott boð uppá ein nýggjan landsliðsmálverja.

Bestu detaljuna átti Mikael Blak, tá hann við einum saksasparki økti um munin. Hetta mál var sambært heimildarfólki okkara í Nólsoy somikið flott, at Zuma hevði verið øvundsjúkur.

Lið yvir 30: Ingi Isaksen, Terji Rasmussen, Karl Martin Samuelsen, Jan McIntosh. Anfinn Nielsen (málmaður), Hans Petur í Brekkunum, Arnold Ludvíg og Brandur Jacobsen,

Lið undir 30: Kristian í Vági, Hergeir Staksberg, Sveinur Gaard Olsen, Heri Reynheim, Uni Debess (venjari). Rókur Jákupsson Jakobsen, Rúni Højgaard(málmaður), Rói Christiansen og Mikael Blak