Ummæli Høgni Lisberg – Call For a Revolution

Mánadagin var eg aftur gestur í Brunsj fyri at ummæla fløguna “Call For a Revolution” hjá Høgna Lisberg. Hetta er 6 fløgan hjá Høgna, og alla tíðina hava vit uppliva eina búnan, og tað gera vit aftur her.

 

hognicallforarevolution

Aftur hesaferð er fløgan framleidd av Høgna og James Thomas, ið eisini framleiddu Haré Haré og Con Man. James Thomas ljóðblandaði eisini føroysku stuttfløguna, ið Høgni gav út í fjør. Teir báðir rigga ótrúliga væl saman, so tað er gleðiligt at samstarvið heldur fram.

Nú havi eg verið so heppin, at hoyrt Høgna spæla tvær konsertir seinastu vikurnar, fyrst í Reinsarínum við fullum bólki, konsertin var heilt framúrskarandi góð. Hetta var fyrstu ferð, at eg hoyrdi flestu løgini, so eg fekk eitt fyrsta inntrykk, sum var live.

So hoyrdi eg hann aftur á Hoyma nú leygarkvøldið, har útrykkið var barberað niður til Høgna á sang og gittar og Benjamin Petersen á gittar og kór. Nú hevði eg lurta eftir útgávuni í yvir eina viku, so nú kendi eg løgini nógv betur. Men hetta at uppliva tónleikin so naknan ger, at man fær eitt heilt annað inntrykk av løgunum, og man sær betur, hvussu væl tey halda sum løg.

Seinastu tvær útlendsku fløgurnar hjá Høgna hava verið heilt fantastiskar, men eisini ræðuliga framleiddar, har Høgni og James Thomas hava spælt flestu ljóðføri sjálvir. Hesaferð er tað øðrvísi, nokk fyri fyrstu ferð nakrantíð hevur Høgni fingið ein bólk, sum livur upp til potentialið hjá Høgna, eg haldi serliga at konsertin í Reinsarínum vísti tað.

Høgni spældi á G! í sambandi við Con Man útgávuna, eg haldi, at tað var í fjør. Tá hevði hann Jan Rúna Poulsen og Knút Háberg Eysturstein við sær, tað var eisini ein framúr framførsla. Nú hevur hann so bygt víðari á tann bólkin, har Benjamin Petersen og Mikael Blak eru komnir við.

Hetta er ein heilt framúrskarandi manning, og Høgni hevur so valt at arrangera løgini saman við teimum (tó ikki Benjamin), at jamma seg til úrslitið, og tað riggar væl, og gevur løgunum nakað eyka, í mun til seinastu útgávurnar, har tónleikurin er bryggjaður saman við James Thomas í upptøkuhølunum.

Eg haldi, at tónleikurin er nokkso tvíbýttur á hesari útgávuni, og tað er hann sum so hjá Høgna á seinastu nógvu útgávunum, vit hava balladurnar, ið eru vakrar og inniligar, og so hava vit eitt slag av modernaðum og ræðuliga funky soul rokki uppá tann feita mátan.

Tað hoyrist væl á tónleikinum hjá Høgna, at hann er trummuleikari, hetta er ordiliga rútmiskur tónleikur, beatið hevur nógv at siga.

Tekstheimurin er heilt óluksáliga politiskur, men tað hevur hann verið á nógvum av hansara seinastu útgávum, men kanska serliga tittulin “Call for a Revolution” penslar tað út hesafeð.

Lagið er sera funky og livandi. Tað er fyrsta lag á fløguni og hevur eina áhugaverda byrjan har lagið akkurát sum verður vundið í gongd og finnur fótafestið, ið er ræðuliga feel good, næstan Gorillaz kent. Men teksturin er ultra politiskur, ein regulerur kampsangur, ordiliga 60 ára kent, men í sera modernaðum hami. Hetta átti at verðið slagsangur hjá anti Wall Street rørsluni.

Hann tosar um The Tower í fleiri sangum m.a. tí fyrsta og næsta, ið er tey í tornunum, ið bestemma, eg kann bara ímynda mær, at hann tosar um háhús, har kapitalistarnir sita og bestemma yvir okkum. Hann nevnir t.d. eisini Anonymous, felagsskapin av teldusnýkum, ið berjast fyri opinleika og móti órættvísi. Hann sigur:

“Raise Your voices and take what’s yours all you anonymous.”
Sjálvandi kann tað vera øll okkum andlitsleysu, ið eru finnir í leikinum hjá kapitialistunum, men eg haldi ikki, at tvítýdningurin er ótilvitaður.

Hoyr ummælið av fløguni her

 

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *