Jólakalendarin 6. desember – dagsins gáva til tín

Tað eru so ótrúliga nógvir jólasangir, ein av teimum, ið finst í sera nógvum vánaligum útgávum er “Christmas Time’s A-Comin”, ið er ein kontri jólaklassikari. Har eru tó fleiri heilt góðar útgávur av honum m.a. syngur Johnny Cash hann. Hesin sangur verður dagsins kalendaragáva til tín. Tað verður tó í eini eitt sindur pepppaðari útgávu við Sammy Kershaw. Útgávan er frá 1994, hon er ikki so øgiliga góð, men estetikkurin í kykmyndalagnum er heilt ófatiliga fasinerandi. Eg havi ongantíð ordiliga skilt kontri estetikk, og aldeilis slett ikki hendan plastikk kontri estetikkin, so njóti tað.

Góðu fittu Nudlalesarar

Nú í jólamánaðinum er ein jólakalendari á hvørjum horni. Mær so líkt, so vil eg ikki skilja meg burturúr, so sjálvandi er eisini ein jólakalendari her á Nudlum.

Hvønn dag fram til jóla deili eg okkurt gott við tykkum. Tað kann vera ein góður sangur, ein góð mynd, ein yrking, eitt viðmæli, ein leinkja, eitt filmklipp, ein søga, ein gáta ella okkurt heilt annað.

Seinastu 19 árini ella so, havi eg havt pakkakalendarar til synir mínar, líltar gávur, summar jólaligar, aðrar ikki so jólaligar. Soleiðis verður eisini her á Nudlum.

Vónandi tíma tit at vitja aftur, um ikki hvønn dag, so næstan hvønn dag, eg kann enntá lova, at summi klipp ella sangir vera somikið góð, at tit saktans kunnu vitja fleiri ferðir hvønn dag.
Tykkum ynskist ein góður jólamánaði.

 

Jólanissi

Frálíkur kontrikongur

hallurjoensenwithstarsandlegendsHerfyri slapp eg at ummæla nýggjastu fløguna hjá Halli Joensen “With Stars & Legends”. Hetta er ein útgáva, har Hallur syngur saman við ymiskum kendum og góðum sangarum úr fyrst og fremst USA.

Hetta er ein serstakliga góð útgáva við sterkum løgum og væl framleidd, spæld og sungin, Jákup Zachariassen stendur fyri lagaskrivingini á fleiri av løgunum, og tey eru á sera høgum støði. Fløgan fekk 5 av 6 stjørnum.

 

Hoyr ummælið av fløguni her

Hallur og Kris hugna sær

sunnudagsbitin
Meðan Hallur Joensen var í upptøkuhølinum og spældi inn sína With Stars & Legends fløgu, fekk hann óvæntaða vitjan, tá Kris Kristoffersen  kom inn á gólvið. Áðrenn Kris fór avstað aftur, høvdu hann og Hallur spælt inn lagið “Nobody Wins”. Vitjanin og upptøkan blivu flimaði og eru dagsins sunnudagsbiti.

Í morgin ummæli eg fløguna hjá Halli í Brunsj.

Onkuntíð dettur man um okkurt á alnetinum, ið sigur yeah! Sumt er somkið gott, at tað er vert at deila við tykkum. Hetta eru sunnudagsbitar.

Tá bakgrundstónleikarin traðkaði fram í spottljósið

Allan Tausen UnknownAllan Tausen yvirraskaði meg jaliga við síni fyrstu soloútgávu “Unknown”, ein útgáva, ið er bygdaslig uppá tann feita mátan.

 

Allan hevur verið tónleikari í nógvum samanhangum, m.a. sum trummari í Marigold, gittarleikari hjá Høgna Lisberg og sum bassleikari hjá Marius, men nú stendur hann á egnum beinum, og tað ger hann sera væl.

 

Fløgan fekk 5 av 6 stjørnum, tí hon er knasandi góð.

 

Hoyr ummælið av Unknown hjá Allan Tausen her

Yndisligur ópoppur frá Teiti

Teitur hevur givið eina sera vakra útgáva út, sum eg ummældi í Brunsj fyrr í dag. Eg má siga, at eg eri follin pladask fyri hesari fløguni.

Story Music er eitt heilt ræðuliga sjarmerandi verk, og løgini eru útsett á ein so vakran máta, at sjálvt tað lítla eitt sindur skitna er yndigt. Men hetta er ikki vakurt uppá ein keðiligan sterilan máta, men uppá erligan, livandi og akkustiskan máta.

 

Hann heldur fram í stílinum, sum hann legði fyri dagin í The Singer, við tónleiki og arrangementum, ið als ikki eru traditionellur poppur, men við popputtum og vøkrum melodium, ið eisini ofta er fangandi. Hetta er ein óluksáliga spennandi blanding.

 

Her eru sangir við hittpotentiali, sum kanska serliga Rock’n’roll Band, Hard Work og Indie Girl (við sínum næstan beatles kenda lagi). Ikki tí teir eru traditionell hitt, men meira tí teir eru fangandi bæði í valið av orðum góðum melodium.

 

Tekstirnir eru super og øgiliga persónligir fyri tað mesta, tað tykist sum um Teitur fortelur okkum ymiskt viktigt ella minni viktikt, men hann ger tað so væl, at vit lurta eftir øllum.

Hoyr ummælið her

Søgur og løg frá Carter og Cash

Norðurlandahúsið var fullsett, tá John Carter Cash, hansara amerikanski gittarleikari Dave og framúrskarandi føroyski bólkur trinu á pallin. Lat tað vera sagt beinanvegin: Løtan gjørdist serstakliga hugnalig, innilig og góð, tí umframt, at høvuðspersónurin er ein fínur sangari, er hann eisini ein framúrskarandi frásøgumaður.

John er yngsta barnið og einasti sonur Johnny Cash. Tað er Tummas Justinussen, ið hevur fingið hann til Føroyar og Jákup Zachariassen hevur savnað bólkin til tiltakið. Túsund takk til teir báðar.

20130824-234644.jpgKonsertin var skipað sum ein tónleikaferð gjøgnum fyrst og fremst lívið hjá pápanum Johnny Cash, men eisini hoyrdu vit um The Carter family. Um ommuna Maybell, ið upfann ein nýggjan hátt at spæla gittar, ið hevur inspirera kontri gittarleikarar líka síðan. Vit hoyrdu um mammuna June Carter, og hvussu pápin Johnny Cash sum bart plagdi at hoyra hana upptraðka við The Carter Family í útvarpinum, ja vit hoyrdu um upprunan til John Carter Cash, alt fortalt við innliving og virðing fyri familjuarvin.

John Carter Cash var fyrst og fremst ein dámligur frásøgumaður, ið fangaði okkum øll við síni ótrúliga áhugaverdu frásøgn.

Í hesum karmunum einari sitikonsert í Norðurlandahúsinum  gjørdist konsertin so øgiliga intim og persónlig: við góðum ljóði, framúr tónleikarum og einum soundtracki av løgum, sum Sunny Side of Life og Will the Circle be Unbroken hjá The Carter Family, Folsom Prison Blues, The Ring of Fire, I Walk the Line og nógvum øðrum hjá Johnny Cash, umframt nøkrum løgum hjá John sjálvum og Johnny Be Good, ið var fyrsta lagið, ið John spældi sjálvur á palli við The Johnny Cash Show.

Hetta var kenslan av, at vera sloppin framat hjartanum hjá hesum dámliga manni. Hon gjørdist so serliga sterk, tá John tosaði um at missa foreldrini, um sjúkuna hjá pápanum, ið gjørdi hann veikari, um mammuna, ið doyði, og pápan, ið brúkti upptøkuhølið til at yvirliva sorgina og sjúkuna, og nógv eygu gjørdust vát, tá hesin partur bleiv uppsummeraður í serstakliga vøkru útgávuni av Hurt. Hetta lagið hjá Nine Inch Nails, ið Johnny Cash gjørdi til sítt egna.

Men vit sluppu eisini at enda við at smíla tárini burtur, tá gestasangararnir Kristina Bærentsen og Hallur Joensen vóru boðin uppaftur á pallin at syngja “Will the circle be unbroken”. Hetta viedoklippið er sjálvandi ikki tað, sama men kenslan er tann sama, so brúka eina løtu til at hyggja at hesum, hetta er Johnny Cash við familju, ið spælir. Tann lítili hylligi drongur mitt á pallinum man nokk vera John Carter Cash

 

Eg má nevna føroyska bólkin Finnur Hansen á klaver, harmoniku og trompet, Niels Arge Galán á kassagittar, Brandur Jacobsen á trummum, Mikael Blak á bassi, Jákup Zachariassen á Steelgittar og elektriskum gittari, umframt Ólavur Olsen, ið spældi trompet á nøkrum løgum og Hall Joensen og Kristinu Bærentsen, ið vóru gestasangarar. Tónleikararnir góvu tónleikinum flog og eg var ikki sørt errin, at vit eiga so gott fólk her á Føroyum, tí sum John Carter Cash sjálvur segði, so mundi einki land í heiminum eiga so nógvar góðar tónleikarar pr. innbúgva sum Føroyar.

Tað var greitt, at John Carter Cash elskaði løtuna, og vit fingu eisini fleiri eykaløg, áðrenn vit mett av upplivingum kundu leita okkum út úr myrkrinum í konserthøllini.

Vit áhoyrarar kundu kenna okkum ríkari eftir hesa tónleikaferð gjøgnum søgur og tónleik hjá Carter og Cash. Tit sum hava møguleika at uppliva John Carter Cash í Klaksvík í kvøld, áttu at skunda sær at tryggja sær atgongumerki.

Tónlistarliga opinberingin

Nakað av tí besta eg havi funnið á tónlistarliga økinum seinasta árið er the Pickin’ On Series, við bluegrass útgávum av kendum løgum. Ljóðar kanska stuttligt, men júst tað, at eingin ironi er í hesum, ger tað feitt:

 

2. mest skuffandi konsertin – Willie Nelson and Family á Roskilde Festivalinum 2000

Mín topp 5 listi yvir mest skuffandi konsertir

Eg havi verið til hópin av góðum konsertum og nógvum ringum, fari at seta saman listan við teimum fimm, ið skuffaðu mest. Hetta eru ikki verstu konsertirnar, men tær, har vón frammanundan og uppliving hava verið longst frá hvør øðrum.

 

Meðan flest øll gleddu seg til Pearl Jam konsertina, so var Willie Nelson konsertin ein tann konsertin á Roskilde Festivalinum 2000, sum eg gleddi meg mest til.

 

Hóast kontri ongantíð hevur verið mín stóra passjón, so er Willie Nelson ein legenda, og eg gleddi meg til eina hittkavalkadu og serligu fantastisku røddina. Eingin orsøk at pakka tað inn, vónirnar vóru øgiliga stórar.

 

Men harra guð – bólkurin, the Family, sum spælir undir hjá honum var veruliga ikki vælkoyrandi hendan dagin. Tóleikurin ljóðaðið óinspireraður og beinleiðis óáhugaverdur, eg skal ikki siga, um talan er um jetlag og nógv ball kvøldið fyri,  ella bara manglandi evnir. Harumframt kendist tað veruliga ikki serliga legendariskt, tá Willie Nelson sang.

 

Tað er skuffandi, tá man skal síggja eina so stóra legendu, og hon ikki klárar at liva upp til vónirnar.

 

 

Mín topp 5 listi yvir mest skuffandi konsertir

2. mest skuffandi konsertin – Willie Nelson and Family á Roskilde Festivalinum 2000

3. mest skuffandi konsertin – Alanis Morissette á Roskilde 1996

4. mest skuffandi konsertin – Húskallar á Summarfestivalinum 2008

5. mest skuffandi konsertin – Smokie í Ítróttarhøllini á Hálsi 1992

Sjarmerandi kontri legenda

Í løtuni spælir 76 ára gamli Bobby Bare á stóra pallin á Vágsbø, og jú maðurin ljóðar gamal, men als ikki útbrendur.

Tað er ótrúliga lekkurt at hoyra ein mann við so nógvum lívsroyndum í røddini syngja, orkan er ikki tann sama, men har liggur sjarma og inniligheit handan hvørt orð. Hann hevði ivaleyst langt síðan verið ferdigur sum poppsangari, men í kontri gevur aldurin bara trúvirðið og sjarmu. Hetta er fyrst og fremst ekta.

Regnið bukar annars niður, og hetta merkir sjálvandi áskoðarafjøldina, ið ikki er so øgiliga stór, tó at tað er undrunarvert, at so nógv fólk eru komin saman í so vánaligum líkindum, og vísir onkursvegna eisini hvussu stórur áhugin er fyri at hoyra henda legendariska kontrisangaran.

Føroyska kontriprinsessan Kristina Bærentsen hevur júst verið á pallinum saman við Bobby Bare.

Kristina sang við á trimum løgum, og hæddarpunktið var ein hjartanemandi duett, ið gav mær gásarhold heilt inn her í festivalredaktíónshølið hjá Norðlýsinum, ið vit hava beint við Vágsbø.

Ennregnar sera illa, men fólk halda enn út frammanfyri pallin, har áskoðararnir í løtuni klappa fyri at hoyra eykalag.

Magni er kontri

Magni dámar at vera kontri, og Magni Christistiansen dugur at vera kontri, tí er tað eisini stuttligt at hoyra Magni Christiansen spæla kontri.

 

Ummæli

Magni Christiansen var næstur á pallin í Kelduni, og hóast talan í stóran mun var um sama bólk, sum hevði spælt við Lisu Frederiksberg, so var bólkurin sum ein heilt annar. Trummuleikarin var skiftur út, og Anfinn Jacobsen var komin í hansara stað, hetta gjørdi undurverk, botnurin hekk saman, og bassleikarin kom til sín rætt, og vísti seg faktiskt at vera heilt habilur. Gittarsnillingurin Rúni Eysturlíð kom eisini á pallin. Hann lyfti allan bólkin við sínum frálíka kontri spæli og týðuligu spæligleði í smittaði. Men tað kemst ikki uttanum, at tá vit tosa um stjørnugóðsku, so hevur Magni munin á Lisu. Hann spælir útum pallkantin og fær alt fólkið.

Fólkið sang
Serliga frálíkt var, at hoyra løg av nýggjastu fløguni hjá Magna “Við Vegin”. Mítt persónliga hæddarpunkt var tó tulkingin hjá Magna av gamla klassikarin I’ll Fly Away, tá allur salurin sang við, tað er ótrúligt so væl fólk á Fjarðafestivalinum syngja, áskoðara sangurin ljóðaði sum eitt lekkurt sangkór, hetta var fyrstu ferð á kvøldinum at sangurin veruliga rómaði millum áskoðararnar, men als ikki síðstu ferð.
Magni hevur stóra innliving og tað var stuttligt at síggja hvussu nógv hann hugnaði sær. Magni elskar eftir øllum at døma kontri, og hetta telur sera nógv.