Norðurlandahúsið var fullsett, tá John Carter Cash, hansara amerikanski gittarleikari Dave og framúrskarandi føroyski bólkur trinu á pallin. Lat tað vera sagt beinanvegin: Løtan gjørdist serstakliga hugnalig, innilig og góð, tí umframt, at høvuðspersónurin er ein fínur sangari, er hann eisini ein framúrskarandi frásøgumaður.
John er yngsta barnið og einasti sonur Johnny Cash. Tað er Tummas Justinussen, ið hevur fingið hann til Føroyar og Jákup Zachariassen hevur savnað bólkin til tiltakið. Túsund takk til teir báðar.
Konsertin var skipað sum ein tónleikaferð gjøgnum fyrst og fremst lívið hjá pápanum Johnny Cash, men eisini hoyrdu vit um The Carter family. Um ommuna Maybell, ið upfann ein nýggjan hátt at spæla gittar, ið hevur inspirera kontri gittarleikarar líka síðan. Vit hoyrdu um mammuna June Carter, og hvussu pápin Johnny Cash sum bart plagdi at hoyra hana upptraðka við The Carter Family í útvarpinum, ja vit hoyrdu um upprunan til John Carter Cash, alt fortalt við innliving og virðing fyri familjuarvin.
John Carter Cash var fyrst og fremst ein dámligur frásøgumaður, ið fangaði okkum øll við síni ótrúliga áhugaverdu frásøgn.
Í hesum karmunum einari sitikonsert í Norðurlandahúsinum gjørdist konsertin so øgiliga intim og persónlig: við góðum ljóði, framúr tónleikarum og einum soundtracki av løgum, sum Sunny Side of Life og Will the Circle be Unbroken hjá The Carter Family, Folsom Prison Blues, The Ring of Fire, I Walk the Line og nógvum øðrum hjá Johnny Cash, umframt nøkrum løgum hjá John sjálvum og Johnny Be Good, ið var fyrsta lagið, ið John spældi sjálvur á palli við The Johnny Cash Show.
Hetta var kenslan av, at vera sloppin framat hjartanum hjá hesum dámliga manni. Hon gjørdist so serliga sterk, tá John tosaði um at missa foreldrini, um sjúkuna hjá pápanum, ið gjørdi hann veikari, um mammuna, ið doyði, og pápan, ið brúkti upptøkuhølið til at yvirliva sorgina og sjúkuna, og nógv eygu gjørdust vát, tá hesin partur bleiv uppsummeraður í serstakliga vøkru útgávuni av Hurt. Hetta lagið hjá Nine Inch Nails, ið Johnny Cash gjørdi til sítt egna.
Men vit sluppu eisini at enda við at smíla tárini burtur, tá gestasangararnir Kristina Bærentsen og Hallur Joensen vóru boðin uppaftur á pallin at syngja “Will the circle be unbroken”. Hetta viedoklippið er sjálvandi ikki tað, sama men kenslan er tann sama, so brúka eina løtu til at hyggja at hesum, hetta er Johnny Cash við familju, ið spælir. Tann lítili hylligi drongur mitt á pallinum man nokk vera John Carter Cash
Eg má nevna føroyska bólkin Finnur Hansen á klaver, harmoniku og trompet, Niels Arge Galán á kassagittar, Brandur Jacobsen á trummum, Mikael Blak á bassi, Jákup Zachariassen á Steelgittar og elektriskum gittari, umframt Ólavur Olsen, ið spældi trompet á nøkrum løgum og Hall Joensen og Kristinu Bærentsen, ið vóru gestasangarar. Tónleikararnir góvu tónleikinum flog og eg var ikki sørt errin, at vit eiga so gott fólk her á Føroyum, tí sum John Carter Cash sjálvur segði, so mundi einki land í heiminum eiga so nógvar góðar tónleikarar pr. innbúgva sum Føroyar.
Tað var greitt, at John Carter Cash elskaði løtuna, og vit fingu eisini fleiri eykaløg, áðrenn vit mett av upplivingum kundu leita okkum út úr myrkrinum í konserthøllini.
Vit áhoyrarar kundu kenna okkum ríkari eftir hesa tónleikaferð gjøgnum søgur og tónleik hjá Carter og Cash. Tit sum hava møguleika at uppliva John Carter Cash í Klaksvík í kvøld, áttu at skunda sær at tryggja sær atgongumerki.