Við Marius í balli hjá Armando

Pallurin í Flagstjaldinum var umbygdur til hugnaligu stovuna hjá Armando, tá Marius og hinir í bólkinum bjóðaðu til hugnaliga tónleikaveitslu.

Flagstjaldið er nógv, men hugnaligt er tað ikki, og tí var tað heilt løgið at traðka inn har og síggja, hvussu hugnaligur pallurin var, tá Marius og bólkurin spældu leygarkvøldið. Veggir við stríputtum tapeti, vóru settir upp, og á pallinum var innrættað við lenistólum og standilampum. Á veggjunum hekk ein einsamøll LP og ein gittarur millum myndirnar.

Frásøgumaðurin Ólavur Presley var fyrstur á pallin, men har er eingin rødd eftir, so illa hann hevur rópt seinastu dagarnar. Okkurt fullkomiliga óskilligt gralaði úr honum og áðrenn hann hevði bjóða bólkinum vælkomnum, hevði Armando smitað hann út úr sínari stovu. Armando vann herfyri fyrstu heiðursløn á árligu yvirskeggjaveitsluni, og í síni Hawai skjúrtu og Bermuda shortsi bjóðaði hann Marius og bólkinum inn til ball hjá Armando.

Karmarnir vóru sostatt heldur  øðrvísið, til hesa framførsluna enn vanligt er, og tað riggaði væl til nýggju útgávuna av Marius, har ravmagnsrokkurin er skiftur út við kassagittarar, slagverk og harmoniku. Allir tónleikararnir vóru framúr, og stuttligt var at hoyra, hvussu væl tað riggaði við røddunum hjá Hans Mariusi saman við gamla Flux trummuleikaranum Sveini Gaard Olsen, ið eisini spældi slagverk.

Meðan Armando gekk runt, bjóðaði snaps, roykti sigar og annars var hugnaligur, legði bólkurin fyri við sínum friðarligu løgum, ið vóru meira hugnalig enn ball kend, og hetta gjørdi at eftir nøkur løg, var larmurin av festivalgestum um at gerast órógvandi til framførsluna, stutt sagt var ikki so nógv ball yvir tónleikinum.

So tók Armando yvir, sum tann góði verturin hann var, og vildi sleppa at dansa, hann rann út millum áskoðararnar og dansaði. Meðan Marius við einum eitt sindur meira lívligum enda, endaði við lívligu løgunum “One In The Masses”, “Eyes” og “Walk The Road Alone”, og tá vaknaði áskoðarafjøldin, og ballið gjørdist fullkomið.

 

Illa vitjað rokkkvøld

Fríggjakvøldið var rokkkvøldið á AME, og tí var tað ivaleyst eisini hóskandi at harðasti rokkbólkurin á skránni. Sic gav áskoðarunum, ta bestu løtuna.

Einki bilti við karmum og innihaldið á Atlantic Music Event. Ljós, ljóð, hølini og fleiri av bólkunum vóru heilt góðir í Norðurlandahúsinum fríggjakvøldið. Men einans nakrir fáir hundrað áskoðarar møttu upp.

Skráin á fríggjakvøldið á AME var sum heild merkt av minni kendum nøvnum enn leygarkvøldið. Gaman í her var ikki talan um nýggj nøvn: 200, Gestir, Marius og Sic kunnu neyvan lýsast sum millum minstu føroysku tónleikanøvnini, men tey hava tó ikki líka breiðan fólkaligan áhuga sum Lena, Eivør og Høgni Lisberg. Men her var talan um høga góðsku á føroyska partinum av skránni.

 

Flottir karmar

Norðurlandahúsið hevði saman við vinnuframastovninum sett eitt imponerandi tiltak saman. Ljóðið var alla tíðina gott, og ljósið, ið ljóssnillingurin Egil B. Hansen stóð fyri, var so ófatiliga flott. Her var stutt sagt lagt upp til eina stórsligna tónleikauppliving. Men í stóra tóma salinum í Norðurlandahúsinum tyktist hetta stórsligna nærum feilplaserað.

Atlantic Music Event uttan kappingina, sum Prix Føroyar finalan gav, hevur mist nógv av áskoðaratokkanum. Talan mundi neyvan vera um stórt fleiri enn nøkur fá hundra fólk í stóra salinum í Norðurlandahúsinum, og hetta var als ikki nokk fyri at skapa rætta stemningin.

 

Sic skaraði framúr

Bólkarnir fingu tó flest allir gott burturúr og tyktust ikki sjónliga darvaðir av manglandi áskoðarunum. Stóra hæddarpunktið var uttan iva framførslan hjá Sic, ið var seinasta framførslan á skránni. Tá var nakað av fólki savnað í salinum, hóast talan ikki var um nógv fólk. Tað er tó vert at bíta merki í, at nærum eingin av teimum trúgvu fjepparunum stóð frammanfyri pallin, sum tey annars altíð gera.

Teir fimm í Sic vóru komnir har fyri at vísa, at bólkurin undir røttu kørmum kundi liva upp til nógv róstu fløguna. Hetta megnaði Sic til fulnar.

Framførslur hjá Sic hava ofta verið merktar av ringum ljóði, men við frálíku karmunum í Norðurlandahúsinum fingu løgini lív. Melodisku pettini vóru vøkur, og hørðu larmandi pettini vóru átroðkandi, hørð og larmandi. Serliga trummuspælið hjá Magnusi var framúrskarandi. Rútmiska tilrætta leggingin av løgunum hjá Sic er ein sera stór styrki.

Mikkjal Gaard Hansen vísti enn einaferð, at hann er ein framúrskarandi oddamaður. Hansara rødd fevnir sera víða, og er líka innilig í frumrópunum og skrálunum, sum í vøkru sang pettunum.

Framførslan hjá Sic fall í góða jørð hjá fleiri av útlendsku gestunum, og tað skilst at okkurt áhugavert samband varð skapt.

 

Framúr vánaligt

Nógv ringastu framførsluna á kvøldinum og eisini øllum vikuskiftinum stóð sviin Jonas Molinder fyri. Fyrrverandi oddamaðurin í Molinder Band royndi seg sum einstaklingur. Hann hevði sjálvur søkt stuðul til ferðina og tikið stig til at koma hendan vegin.

Tónleikaútflutningsráðini í hinum norðurlondunum høvdu valt luttakararnar. Men Svøríki hevði ongan áhuga í at senda nakran bólk til Føroyar. So tá Molinder, ið kennir Brand Enni, setti seg í samband við fyrireikararnar, var hildið, at betur var við onkrum umboði fyri Svøríki enn ongum.

Tað var tað ikki!

Framførslan var út av lagi vánalig. Molinder spældi hampuliga væl á klaver og gittar, men songrøddin var lítið sannførandi. Løgini vóru hvørki fangandi ella áhugaverd, og ensku tekstirnir vóru heldur hjálparleysir. Hann tyktist eisini ótryggur á pallinum. Hetta eru undrunarvert, tí talan er ikki um ein óroyndan mann, Molinder gevur í næstum sína fjórðu fløgu út. Molinder var ein ring byrjan á sýnisglugga tiltakið.

 

 

Gestir spældi uttan strúkarar

Gestir vóru settir á skránna beint eftir Jonas Molinder. Hetta var ikki ein serliga trupul uppgáva, tí tað kundi nærum bert gerast betur. Planet.fo skilti á onkrum útlendskum gesti, at tað var ein lætti, tá Gestir við síni góðu framførslu vístu, at støðið á sýnisgluggatiltakinum var munandi betur, enn tað sum sviin hevði lagt. Gestir hava spælt nógv við strúkarum, síðan fløgan kom út í fjør, men fríggjakvøldið var bólkurin aftur á palli uttan uttanhýsis hjálp. Hetta var ein fyrimunur í nøkrum løgum og ein vansi í øðrum.  Tað tyktist sum um Knút Háberg Eysturstein á tangentum fekk eitt sindur betur pláss í ljóðmyndini. Hetta gav løgunum eitt sindur meira av kanti, enn tey hava, tá strúkarar eru við. Men samstundis var ljóðmyndin ikki líka stórsligin, sum hon onkuntíð hevur verið, hóast hon enn var stór. Bólkurin legði fyri við lagnum Hvørt Fótafet, ið vanliga er eitt av hæddarpunktunum á eini Gestir konsert, men tað var lagið ikki hesaferð, lagið var rættiliga væl spælt, men bólkurin tyktist bert at gerast heitari, og inniligheitin gjørdist størri fyri hvør lagið, ið bólkurin spældi.

 

Trupul uppgáva

Hóast karmarnir vóru góðir, so var raðfylgjan á skránni heldur løgin. Tað tyktist sera undarligt at seta, Angu Motzfeldt ein  fittan sangari og sangskrivara við kassagittar, at spæla aftan á stóru ljóðmyndina hjá Gestir.

Hóast Angu Motzfeldt er ein sera dugnaligur sangari og sangskrivari, so fór luftin eitt sindur úr tiltakinum, tá hann við kassagittara skuldi fylla pallin har ein rokkbólkur frammanundan hevði staðið. Løgini hjá Angu vóru góð og sera fitt. Angu hevur ein sorgblíðan tóna í sínum fólkakendu løgum og tað er ikki uttan orsøk, at hann verður kallaður grønlendska útgávan av Teiti Men tað var eitt sindur trupult hjá Angu at fanga teir fáu áhoyrarnar, ið vóru har.

Men staðfestast kann, at Angu er ein framúrskarandi sangari.. Tað tyktist synd í honum,  har hann stóð á stóra pallinum, púra einsamallur og eingin ivi er um, at Angu hevði riggað betur á eini minni og meira intimari konsert.

 

Danskur popp rokkur

Føroyski Marius og danski Ave eru tveir bólkar, ið spæla innan somu tónleikagrein. Báðir bólkar hava greiðar tilvísingar til danskan modernaðan rokk, so sum Carpark North og Mew. Tí var tað ein skilagóð avgerð hjá fyrireikarunum at leggja hesar bólkar við síðuna av hvør øðrum í spæliskránni. Hóast bólkarnir líkjast eru teir samstundis sera ymiskir, ið mátanum teir spæla henda tónleik. Føroyski bólkurin spældi áðrenn tann danski, og hóast framførslan sum so var væl spæld, so manglaði nervin og inniligheitin, ið vit kenna frá framførslum hjá Marius fyrr, um tað vóru karmarnir ella okkurt annað, ið var orsøk til hetta er ikki til at vita.

Hóast tónleikurin ikki er slóðbrótandi, so spældi Ave væl. Framførslan var góð og krydda við ljóðførum, sum einum gomlum útvarpstóli og eini skrivimaskinu, varð hon eisini áhugaverd. Songrøddin hjá sangaranum bar eisini framførsluni væl. Røddin minti í støðum um røddina hjá Suede sangaranum, Bret Anderson.

 

200 fyltu pallin

200 hevði fingið til uppgávu at spæla ímillum Ave og Sic, og hetta gjørdi bólkurin væl. 200 var ein orkumbumba og fekk gott lív í teir áskoðararnar, ið vóru savnaðir frammanfyri pallin. Framførslan var sum altíð kasta í høvdið á fólki við einum smíli sum smittaði. 200 trívist væl á einum stórum palli, og í flottum ljósið, við góðum ljóði og væl spældum punk rokki, megnaðu teir tríggir at fylla allan pallin.

Stjørnurnar brustu saman í Nólsoy

Gittarar, ljómborð, bassar og trummir vóru skift út við gaggir, bólt og málsmanshandskar, tá tónleikarar undir tretivu smurdu tónleikarar yvir tretivu av í einum fótbóltsdysti, ið fer í føroyska tónleikasøgu sum ein klassikari.

 

Í sambandi við Prix Føroyar varð sera nógv tosað um, hvørt tað er rætt at kappast í tónleiki. Her var eisini havt á loftið, at onkur av teimum eldru forðaðu fyri, at tey ungu sluppu framat. Á ovastevnuni leygardagin, vóru ljóðførini løgd til síðis, og teir gomlu møttu teimum yngru í einum braki av einum fótbóltsdysti. 12-6 gjørdist endaliga støðan, tá unga fótbóltselitan innan tónleik basti gomlu gubbunum í tí fyrstu tónleikarar undir tretivu móti tónleikarum yvir tretivu kappingini.

Hóast tónleikarar yvir tretivu høvdu so miklar menn, sum Terja Rasmussen, Hans Petur í Brekkunum og Anfinn Nielsen á liðnum, so megnaði liðið lítið ímóti monnum sum Mikael Blak, Rúna Højgaard, Kristian í Vági og blendandi góða Róki Jákupsson Jakobsen, ið við einum hattrikki í hvørjum hálvleiki, gjørdist toppskjútti í málrika dystinum.

Stóra stjørnan í 2006, fyrst á fótbóltsvøllinum og eitt sindur seinni bleiv hann valdur til ársins sangara. Maðurin er ein ninja, ella var ein ninja.
Stóra stjørnan í 2006, fyrst á fótbóltsvøllinum og eitt sindur seinni bleiv hann valdur til ársins sangara. Maðurin er ein ninja, ella var ein ninja.

Vit fingu orð á Rók eftir dystin. Hann var sera vælnøgdur við bæði sítt egna spæl og við liðið. Hann metti fremstu orsøk til sigurin vera skjótleikin hjá unga liðnum.

Hann sá tað eisini sum ein greiðan fyrimun hjá yngru leikarunum, at fyrireikararnir høvdu gloymt at skipa fyri farti av Rituni niðan til vøllin.

– Fleiri av gomlu leikarunum vóru so pøstir av gongutúrinum, at teir næstan ikki orkaðu at spæla áðrenn dysturin var komin í gongd, greiddi Rókur frá og vónaði at fyriskipararnir skipa fyri farti næstu ferð, soleiðis, at teir eldru eisini hava ein møguleika.

Rókur sigur, at ætlanir eru um, at tílíkar kappingar skulu haldast javnan, men ivast í, at veruligur spenningur kemur í fyrstu árini.

– Eg meti at  við stórsigrinum í dag, so hava vit prógva, at tað verður ikki fyribils, at tónleikarar yvir tretivu klára at basa okkum yngru. Men eg meti tó, liðið yvir tretivu at vera stórfavorittar at vinna um trý ár, sigur 27 ára gamli Rókur.

Eitt sindur av spenningi var um at koma í dystin, tá eitt heldur ivasamt brotsspark varð dømt móti Róki. fyri hond á bóltin. Støðan hendi, tá Rúni Højgaard í yngra málinum hevði eina av nógvum góðum bjargingum, og bólturin stakk upp í albogan hjá Róki.

– Eg meti ikki at ein dómari sum Kim Milton hevði dømt brotsspark í hasi støðuni, segði Rókur.

Brotssparkið varð tó dømt og Terji Rasmussen settur at taka. Terji hevði eitt frálíkt skot heilt úti við stongina, men Rúni bjargaði sera sannførandi, og eftir hetta var eingin veruligur ivi um sigurin. Rúni spældi somikið væl allan dystin, at fyrrverandi HB og AB málverjin, sambært okkara heimildarfólki, átti at verið eitt gott boð uppá ein nýggjan landsliðsmálverja.

Bestu detaljuna átti Mikael Blak, tá hann við einum saksasparki økti um munin. Hetta mál var sambært heimildarfólki okkara í Nólsoy somikið flott, at Zuma hevði verið øvundsjúkur.

Lið yvir 30: Ingi Isaksen, Terji Rasmussen, Karl Martin Samuelsen, Jan McIntosh. Anfinn Nielsen (málmaður), Hans Petur í Brekkunum, Arnold Ludvíg og Brandur Jacobsen,

Lið undir 30: Kristian í Vági, Hergeir Staksberg, Sveinur Gaard Olsen, Heri Reynheim, Uni Debess (venjari). Rókur Jákupsson Jakobsen, Rúni Højgaard(málmaður), Rói Christiansen og Mikael Blak