Fríggjakvøldið var rokkkvøldið á AME, og tí var tað ivaleyst eisini hóskandi at harðasti rokkbólkurin á skránni. Sic gav áskoðarunum, ta bestu løtuna.
Einki bilti við karmum og innihaldið á Atlantic Music Event. Ljós, ljóð, hølini og fleiri av bólkunum vóru heilt góðir í Norðurlandahúsinum fríggjakvøldið. Men einans nakrir fáir hundrað áskoðarar møttu upp.
Skráin á fríggjakvøldið á AME var sum heild merkt av minni kendum nøvnum enn leygarkvøldið. Gaman í her var ikki talan um nýggj nøvn: 200, Gestir, Marius og Sic kunnu neyvan lýsast sum millum minstu føroysku tónleikanøvnini, men tey hava tó ikki líka breiðan fólkaligan áhuga sum Lena, Eivør og Høgni Lisberg. Men her var talan um høga góðsku á føroyska partinum av skránni.
Flottir karmar
Norðurlandahúsið hevði saman við vinnuframastovninum sett eitt imponerandi tiltak saman. Ljóðið var alla tíðina gott, og ljósið, ið ljóssnillingurin Egil B. Hansen stóð fyri, var so ófatiliga flott. Her var stutt sagt lagt upp til eina stórsligna tónleikauppliving. Men í stóra tóma salinum í Norðurlandahúsinum tyktist hetta stórsligna nærum feilplaserað.
Atlantic Music Event uttan kappingina, sum Prix Føroyar finalan gav, hevur mist nógv av áskoðaratokkanum. Talan mundi neyvan vera um stórt fleiri enn nøkur fá hundra fólk í stóra salinum í Norðurlandahúsinum, og hetta var als ikki nokk fyri at skapa rætta stemningin.
Sic skaraði framúr
Bólkarnir fingu tó flest allir gott burturúr og tyktust ikki sjónliga darvaðir av manglandi áskoðarunum. Stóra hæddarpunktið var uttan iva framførslan hjá Sic, ið var seinasta framførslan á skránni. Tá var nakað av fólki savnað í salinum, hóast talan ikki var um nógv fólk. Tað er tó vert at bíta merki í, at nærum eingin av teimum trúgvu fjepparunum stóð frammanfyri pallin, sum tey annars altíð gera.
Teir fimm í Sic vóru komnir har fyri at vísa, at bólkurin undir røttu kørmum kundi liva upp til nógv róstu fløguna. Hetta megnaði Sic til fulnar.
Framførslur hjá Sic hava ofta verið merktar av ringum ljóði, men við frálíku karmunum í Norðurlandahúsinum fingu løgini lív. Melodisku pettini vóru vøkur, og hørðu larmandi pettini vóru átroðkandi, hørð og larmandi. Serliga trummuspælið hjá Magnusi var framúrskarandi. Rútmiska tilrætta leggingin av løgunum hjá Sic er ein sera stór styrki.
Mikkjal Gaard Hansen vísti enn einaferð, at hann er ein framúrskarandi oddamaður. Hansara rødd fevnir sera víða, og er líka innilig í frumrópunum og skrálunum, sum í vøkru sang pettunum.
Framførslan hjá Sic fall í góða jørð hjá fleiri av útlendsku gestunum, og tað skilst at okkurt áhugavert samband varð skapt.
Framúr vánaligt
Nógv ringastu framførsluna á kvøldinum og eisini øllum vikuskiftinum stóð sviin Jonas Molinder fyri. Fyrrverandi oddamaðurin í Molinder Band royndi seg sum einstaklingur. Hann hevði sjálvur søkt stuðul til ferðina og tikið stig til at koma hendan vegin.
Tónleikaútflutningsráðini í hinum norðurlondunum høvdu valt luttakararnar. Men Svøríki hevði ongan áhuga í at senda nakran bólk til Føroyar. So tá Molinder, ið kennir Brand Enni, setti seg í samband við fyrireikararnar, var hildið, at betur var við onkrum umboði fyri Svøríki enn ongum.
Tað var tað ikki!
Framførslan var út av lagi vánalig. Molinder spældi hampuliga væl á klaver og gittar, men songrøddin var lítið sannførandi. Løgini vóru hvørki fangandi ella áhugaverd, og ensku tekstirnir vóru heldur hjálparleysir. Hann tyktist eisini ótryggur á pallinum. Hetta eru undrunarvert, tí talan er ikki um ein óroyndan mann, Molinder gevur í næstum sína fjórðu fløgu út. Molinder var ein ring byrjan á sýnisglugga tiltakið.
Gestir spældi uttan strúkarar
Gestir vóru settir á skránna beint eftir Jonas Molinder. Hetta var ikki ein serliga trupul uppgáva, tí tað kundi nærum bert gerast betur. Planet.fo skilti á onkrum útlendskum gesti, at tað var ein lætti, tá Gestir við síni góðu framførslu vístu, at støðið á sýnisgluggatiltakinum var munandi betur, enn tað sum sviin hevði lagt. Gestir hava spælt nógv við strúkarum, síðan fløgan kom út í fjør, men fríggjakvøldið var bólkurin aftur á palli uttan uttanhýsis hjálp. Hetta var ein fyrimunur í nøkrum løgum og ein vansi í øðrum. Tað tyktist sum um Knút Háberg Eysturstein á tangentum fekk eitt sindur betur pláss í ljóðmyndini. Hetta gav løgunum eitt sindur meira av kanti, enn tey hava, tá strúkarar eru við. Men samstundis var ljóðmyndin ikki líka stórsligin, sum hon onkuntíð hevur verið, hóast hon enn var stór. Bólkurin legði fyri við lagnum Hvørt Fótafet, ið vanliga er eitt av hæddarpunktunum á eini Gestir konsert, men tað var lagið ikki hesaferð, lagið var rættiliga væl spælt, men bólkurin tyktist bert at gerast heitari, og inniligheitin gjørdist størri fyri hvør lagið, ið bólkurin spældi.
Trupul uppgáva
Hóast karmarnir vóru góðir, so var raðfylgjan á skránni heldur løgin. Tað tyktist sera undarligt at seta, Angu Motzfeldt ein fittan sangari og sangskrivara við kassagittar, at spæla aftan á stóru ljóðmyndina hjá Gestir.
Hóast Angu Motzfeldt er ein sera dugnaligur sangari og sangskrivari, so fór luftin eitt sindur úr tiltakinum, tá hann við kassagittara skuldi fylla pallin har ein rokkbólkur frammanundan hevði staðið. Løgini hjá Angu vóru góð og sera fitt. Angu hevur ein sorgblíðan tóna í sínum fólkakendu løgum og tað er ikki uttan orsøk, at hann verður kallaður grønlendska útgávan av Teiti Men tað var eitt sindur trupult hjá Angu at fanga teir fáu áhoyrarnar, ið vóru har.
Men staðfestast kann, at Angu er ein framúrskarandi sangari.. Tað tyktist synd í honum, har hann stóð á stóra pallinum, púra einsamallur og eingin ivi er um, at Angu hevði riggað betur á eini minni og meira intimari konsert.
Danskur popp rokkur
Føroyski Marius og danski Ave eru tveir bólkar, ið spæla innan somu tónleikagrein. Báðir bólkar hava greiðar tilvísingar til danskan modernaðan rokk, so sum Carpark North og Mew. Tí var tað ein skilagóð avgerð hjá fyrireikarunum at leggja hesar bólkar við síðuna av hvør øðrum í spæliskránni. Hóast bólkarnir líkjast eru teir samstundis sera ymiskir, ið mátanum teir spæla henda tónleik. Føroyski bólkurin spældi áðrenn tann danski, og hóast framførslan sum so var væl spæld, so manglaði nervin og inniligheitin, ið vit kenna frá framførslum hjá Marius fyrr, um tað vóru karmarnir ella okkurt annað, ið var orsøk til hetta er ikki til at vita.
Hóast tónleikurin ikki er slóðbrótandi, so spældi Ave væl. Framførslan var góð og krydda við ljóðførum, sum einum gomlum útvarpstóli og eini skrivimaskinu, varð hon eisini áhugaverd. Songrøddin hjá sangaranum bar eisini framførsluni væl. Røddin minti í støðum um røddina hjá Suede sangaranum, Bret Anderson.
200 fyltu pallin
200 hevði fingið til uppgávu at spæla ímillum Ave og Sic, og hetta gjørdi bólkurin væl. 200 var ein orkumbumba og fekk gott lív í teir áskoðararnar, ið vóru savnaðir frammanfyri pallin. Framførslan var sum altíð kasta í høvdið á fólki við einum smíli sum smittaði. 200 trívist væl á einum stórum palli, og í flottum ljósið, við góðum ljóði og væl spældum punk rokki, megnaðu teir tríggir at fylla allan pallin.