Í gjár seinnapart fundaðist eg á Reinsarínum í Tórsgøtu. Niðrið undir vandi Bjøllubandin saman við fyrst Høgna Lisberg og síðan Guðrið Hansdóttir.
Hóast eg sat uppi á loftinum, og hóast ljóðið ivaleyst ikki var endaliga gjørt, so ljóðaði tað einastandandi vakurt. Guðrið sang sum ein eingil, og Bjøllubandin er framúr.
Stuttligt at hugsa sær, at fyri nøkrum fáum mánaðum síðan, hevði Havnin ikki sítt egna spælistað, og nú er hetta spælistað katalysator fyri nøkrum so fantastiskum, sum hesum jólakonsertunum, har tú hevur nakrar av okkara fremstu tónleikarum: Benjamin Petersen, Knút Háberg Eysturstein, Per Ingvaldi Højgaard Petersen og Mikael Blak, ið agera húsorkestur í trý kvøld, og hvørt kvøldið hava teir so tríggjar jólastjørnur við sær.
Í kvøld er tað so Guðrið Hansdóttir, Høgni Lisberg og sjálvur kontrikongurin Hallur Joensen, hvussu feitt er tað ikki. Á veg út av fundinum í gjár kom eg framvið pallinum, har vaktarskiftið var, Guðrið var liðug at venja og Hallur kom á pallin. Eg náddi líka at hoyra hann syngja eina einkulta reglu av einum jólasangi, áðrenn eg fór oman til bilin við vón um, at parkeringsvørðarnir vóru í jólahýri.
Tað vísti seg, at teir høvdu lagt mær eina jólagávu undir viskaran, men jólaliga íblástur av deiliga tónleikinum, megnaði eg ikki so frætt sum at ilskast inn á meg sjálvan um hetta.