AME verpur smærri tiltøk

Tvær smáar konsertir eru komnar afturat høvuðstiltøkunum í Norðurlandahúsinum, hóskvøldið og fríggjakvøldið verða AME kvøld í Kagganum.

Konsertirnar í Kagganum verða fyriskipaðar í sambandi við AME-Føroyar tiltakið í Norðurlandahúsinum, og gestir við AME-armbandi gjalda hálvan prís fyri at sleppa inn í Kaggan hesi kvøldini. Her verður talan um sera spennandi konsertir, við nøkrum av okkara kremstu nøvnum. Milllum nøvnini verða Boys In A Band, ið varð kosin besti nýggi bólkur á Planet Awards, Rókur, ið vann heiðurin besti sangari á Planet Awards, Guðrið Hansen, ið var í uppskotið til heiðurin besta songkvinna, Budam, ið var í uppskoti til heiðurin besti nýggi bólkur umframt GBOB vinnarin Deja Vu.

Konsertin hóskvøldið byrjar kl 21:00 og kostar 100,-.  Á skránni verða Guðrið Hansen, Stanley Samuelsen, Deja Vu og Budam.
Fríggjakvøldið byrjar konsertin í Kagganum uml kl 00:30, hetta er tá AME-tiltakið í Norðurlandahúsinum er endað. Kostnaður 120,-. Á skránni verða Crawling Blue, Boys In A Band, Die Dummen Dänen, Kristleif og Rókur.
Atgongumerkir til AME-tiltakið í Norðurlandahúsinum kunnu keypast í Norðurlandahúsinum og við dyrnar í Kagganum í samband við konsertirnar

Darvaðar framførslur

Mynd: Rókur Jákupsson Jakobsen

Framførslurnar hjá ávikavist SIC og Deja Vu náddu ongantíð tær hæddir, sum mong høvdu vónað og glett seg til. Hetta tí at ljóðgóðskan var ov vánalig, til at nakar kundi framføra haldgóðan tónleik.

 

Rókur Jákupsson Jakobsen & Niels Uni Dam

 

G!Festivalurin

 

Meðan Deja Vu spældi fór streymurin tvær ferðir. Fyrru ferð gekk tað eitt korter áðrenn streymurin kom aftur, vit sum lýddu á ótolnaðust. Tá ið streymurin so var afturkomin, spældu teir víðari. Teir vóru noyddir at taka fleiri løg av teirra skrá, fyri at samlaða skráin hjá G! festivalinum ikki skuldi verða ov seinkað. Men í endanum á seinasta lagið fór streymurin aftur.

 

Hjá SIC gjørdist støðan verri. Gaman í, streymurin fór ongantíð heilt hjá teimum, men streymveitingin til lítla pallin á Spæliplássinum var ikki so støðug, sum ein kundi ynskt sær, og hetta ávirkaði ljóðið. Onkuntíð sløknaði tann eina síðan av hátalarunum, og onkuntíð sløknaði báðar síðurnar. Sum áhoyrari fekk ein ongantíð ordiliga fokusera uppá tónleikin, vegna hetta ófantaliga ljóðið. Spell. Eisini SIC vóru noyddir at taka løg av skránni

 

Mynd: Niels Uni Dam

Tummil niður
Hetta er heilt einfalt ikki gott nokk, og fyriskipararnir mugu taka hetta á sín rygg. Deja Vu og SIC eru tveir stórir føroyskir bólkar, sum báðir eru framúr á hvør sínum øki. Tað vóru nógv, sum høvdu glett seg til hesar framførslur, og tískil er tað eitt satt vónbrot, tá ið tílíkt hendir. Áhoyrarar hava goldið nógvan pening, og tey hava krav uppá at karmarnir skulu vera í lagið til eitt tílíkt tiltak.

 

Ikki skal eg gera meg klókan uppá júst hví hetta hendi. Tað var ikki so, at streymurin fór í bygdini, og álítandi keldur vilja verða við, at tað heldur ikki var orsaka av tí váta veðrinum. Hetta er eitt óhapp sum bara ikki skal koma fyri á einum so stórum og væl fyriskipaðum festivali.

 

Tá tað er sagt, so er tað eyðsæð, at hetta eisini er eitt hendiligt óhapp. Eisini skal sigast, at tá ið streymveitingin endiliga kom í rættlag, gjørdist konsertirnar á Spæliplássinum heilt góðar.

 

 

Øskukalt í Rokkstovuni

Fríggjadagin flytur Rasmus Rasmussen til Danmarkar. Maðurin, ið varð valdur Føroya besti gittarleikari á AME í fjør, stingur í klæðsekkin og fer av landinum at royna eydnuna. Avleiðingin av hesum er, at Rokkstovan fyri aðru ferð heldur uppat. Seinasta Rokkstovan varð send hóskvøldið.

 

Rasmus Rasmussen hevur seinastu árini verið vertur í Rokkstovuni í Útvarpi Føroya og hevur í sendingini lýst føroyska tónleikapallin við samrøðum, frásagnum og ofta frumframførslum av nýggjum løgum. Í hesi seinastu sendingini var Rasmus sjálvur í fokus. Tónleikaummælararnir Uni L. Hansen og Jan Lamhauge komu í Rokkstovuna og prátaðu við Rasmus um nýggju Makrel fløguna “Transcend”. Trý løg vórðu frumspæld í fullari longd, og annars vóru nógv brot av fløguni at hoyra. Fløgan kemur væntandi í handlarnar um einar tríggjar vikur, og døma vit eftir tí, ið var spælt í Útvarpinum, so er hetta ein enn vakrari fløga enn Wonderland. Rasmus segði, at limirnir í Makrel eru so spjaddir kring ymisk lond, at teir taka ein dag á gangin, men bólkurin er til enn.

 

Ein tann besta tónleikasendingin

Rasmus byrjaði í Rokkstovuni 1997, men eitt tíðarskeið var Rasmus í Íslandi. Tá tók Makrel sangarin Ári Rouch yvir sum vertur, stutt eftir varð sendingin tikin av skránni. Tá Rasmus kom aftur úr Íslandi, fór hann undir sendingina aftur. Hesuferð við nógvum íblástri og orku. Hetta lyfti sendingina til at vera eina tí bestu tónleikasendingina í føroyskum útvarpi og tí einastu sendingina, ið legði høvuðsdentin á tað í hendi á føroyska tónleikapallinum.

 

Flytur niður

Rasmus sigur við Sosialin, at Útvarpið leitar eftir avloysari. Hann vónar tí, at onkur verður funnin, ið er áhugaður í at føra arbeiðið víðari. Hann sigur somuleiðis, at um sendingin heldur fram, er ikki óhugsandi, at hann onkuntíð ger innsløg úr Danmark, har hann flytur fríggjadagin.

 

Rasmus á viotar

Rasmus sigur við Sosialin, at hann ætlar sær at halda fram við at arbeiða við tónleiki í Danmark. Fyrst og fremst er næsta fløgan sum einstaklingur á tapetininum. Til hesa fløgu hevur hann sniðgivið eitt nýtt ljóðføri, ið er eitt bland av einum gittara og eini violin. Hann kallar ljóðførið ein viotar, og hetta verður ein stórur partur av nýggju fløguni. Tað er føroyski gittarsmiðurin Bjarnastein, ið fer at gera viotarin.

Rasmus sigur, at íblásturin kemur frá bólkum, sum Deep Purple, ið hava roynt seg  við violinboga á einum gittara, men á einum vanligum gittara fær violinbogiin als ikki gagnnýtt allar streingirnar. Tí verður armurin á viotarinum boygdur eitt sindur. Hann vónar, at hetta nýggja ljóðføri kann menna vakurleikan í hansara ljóði enn meira.

 

Ikki longur Deja Vu

Rasmus hevur seinastu tíðini verið virkin í Deja Vu, men hann kallar hetta freelance arbeiði. Hann hevur dámt væl, at samstarva við teir, tí teir hava gott felags tónlistarligt stev. Men her var talan um, at Rasmus ikki spældi við nøkrum, og teir høvdu brúk fyri onkrum at spæla gittar, heldur enn, at hann varð ein partur av bólkinum. Rasmus sigur, at hann hevur boðað teimum frá, at um teir onkuntíð hava brúk fyri einum gittarleikara í upptøkuhølinum, so eru teir vælkomnir at ringja til hann.