Fáa vit nakrantíð Prix Føroyar aftur?

Mynd: Eyðun Jakobsen
Mynd: Eyðun Jakobsen

Nú 10 ár eru fráliðin síðan seinastu ferð, at eg luttók í Prix Føroyum, so kann eg ikki annað enn gerast eitt sindur nostalgiskur. Hetta var samstundis eisini seinastu ferð, at Prix Føroyar bleiv skipa við einari stórari finalu í Norðurlandahúsinum. Í 2005 var Prix Føroyar ein lítil partur av stóra Atlantic Music Event sýnisglugganum.

Tað var ein ótrúliga mennandi og gevandi uppliving at luttaka í Prix Føroyum bæði í 1999 og í 2003, og sum blaðmaður í 2005.

Eg hugsi ofta, um hvat Prix Føroyar gjørdi við føroyska tónleikapallin. Men eisini, um, hvat ein tílík kapping hevði gjørt við tí talentmassa vit hava í dag. Har eru so nógv fólk, ið sita inni við strórum talentum, ið tey áttu at blivið motiveraði til at brúka.

Sjálvandi er alt tað upplagda, at sakna við Prixnum t.d.:

  • At eini 900 nýggj løg blivu skrivaði til Prixið, tey 10 árini tað var.
  • At nakrar av bestu mentanarsendingunum í Sjónvarpið hevur gjørt, vórðu gjørdar í sambandi við Prixið.
  • At vit sluppu at uppliva okkara fremstu talentir á palli í Norðurlandahúsinum.
  • At vit tónleikarar sluppu inn í stovurnar hjá nærum øllum føroyingum í gjøgnum Sjónvarpi og Útvarpið.

Men so er tað eisini spenningurin, kenslan rundanum og motivatiónin, ið vit øll fingu til at gera tónleik, fyri at kunna luttaka, vísa okkum fram fyri einum kvalifiseraðum dómarapaneli, fyri at blíva vigaði, og vónandi funnin nóg tung til at sleppa í Norðurlandahúsið, at luttaka í tí størsta showcase tiltakinum, ið vit høvdu.

Venjingarlegurnar, ið vit fóru á, áðrenn finalurnar vóru eisini ómetaliga góðar, og eisini gevandi. Well, all in all, so eri eg ómetaliga glaður fyri, at eg slapp at uppliva Prix Føroyar og vera partur av tí.

Eg haldi at í hesum sponsor tíðum, hevði verið framúr, um Kringvarpið og Norðurlandahúsið kannaðu møguleikan fyri at finna sponsorar til at gjalda fyri eitt nýtt Prix Føroyar, eitt við finalu í Sjónvarpi úr Norðurlandahúsinum. Við innleiðandi umførum, gjarna kring alt landið (tað var sku sjarmerandi), gjarna sent beinleiðis í útvarpið ella við simplari sjónvarpsstreaming (2-3 kamera) og finalu í Norðurlandahúsinum, undanumfarssjónvarpssendingar við Johan í Kollafirði ella Tróndi Vatnhamar, og annars bara bunkum av tónleiki.

Á Facebook er ein bólkur, ið vil hava prixið aftur á skrá, fari í hann so standa vit sterkari.

10% hava ikki ráð til mat

Løgmaður fegnast um, at vit eru heimsins lukkuligasta land, hann leggur einki í, um bert 40% av Føroya fólki hevur álit á hann. Men hvat man hann halda um, at kanningin hjá Fólkaheilsuráðnum, vísir, at 10% av okkum ikki høvdu ráð til mat seinasta mánaðin?

 

kjakiSá áhugaverdu kjaksendingina eftir Dag og Viku frá í gjár, har Árni Gregersen, Liljan Weihe og Annleyg Lamhauge umrøddu kanningina hjá Fólkaheilsuráðnum og hvussu og hvat frá kanningini bleiv borið fram. Áhugavert kjak, við fleiri vinklum, men tað mest ræðandi, ið eg hoyrdi í sendingini var, ein útsøgn hjá Annleyg Lamhauge, ið hvørki Árni ella Liljan tóku til sín, nevniliga at 10% av teimum atspurdu ikki høvdu ráð til mat seinasta mánaðin.

Orsakað meg, men liva vit ikki í einum somikið ríkum landi, at hetta ikki eigur at henda?

Í menniskjum góður tokki hevur leingið peikað á trupulleikan. Nú finnast so hagtøl. Ja, ikki bara hagtøl, men ein kanning eftir altjóða leisti, ið vísir, at tíggjundi hvør av okkum ikki hevur ráð til mat.

Eg endurtaki: tíggjundi hvør av okkum hevur ikki ráð til mat!

Nú má okkurt henda, og tit sum kroystu flatskattin í gjøgnum, og sostatt gjørdu stættarmunin størri. Vónandi fáa tit eitt sindur ilt í hjarta um, at tað støðu tit hava sett okkara veikastu í, men mest av øllum vóni eg, at hetta fær tykkum at gera okkurt við støðuna, og tað beint nú.

Hetta er sku gott sjónvarp

X-Factor ella Dagur og Vika?

Well so stóð man aftur við valinum um at hyggja at Degi og viku ella X-Factor. Nú hondbóltsdystur er í kvøld, hevur Kringvarpið ikki X-Factor beint eftir Dag og Viku, og mátti eg tí taka eitt val. Tílíkt er hent áður, og tá tykist tað, sum eg altíð velji X-Factor. Kanska tí har verði eg sum oftast undirhildin, ið er endamálið við X-Factor. Meðan Dagur og vika als ikki altíð livir upp til sítt endamál, ið sum kunnugt ikki er undirhald.

thomasblachmanSo varð eisini í kvøld, og eg má siga, at eg bleiv undirhildin ræðuliga væl. Tað finnast neyvan størri showmenn í donskum sjónvarpi enn Thomas Blachman, og hann var í essinum í kvøld. Hann elskar leiklutin sum bjargingarmaðurin hjá danskari mentan.

Signalvirðið í, at Blachman brúkti eitt Jobcenter til sín super bootcamp, er so feitur, at man má antin elska ella hata mannin. Well, undirhaldið var fínt, og sumt av tí hevði eisini ein frálíkan brodd. Tí kundi eg glaður staðfesta eftir sendingina, at eg hevði tikið rætta valið.

Tað kendist tó gott, at kunna skifta yvir á Gekkin, har truckførarin úr Norðdepli vann aðru viku á rað, fyri síðan at zappa aftyr yvir á DR aftur, har buking av samkyndum í Russlandi var á skránni, eftir at idiotiska parlamentið atkvøddi fyri eina lóg, sum ger tað ólógligt at lýsa fyri tiltøkum til stuðuls fyri rættindum hjá samkyndum.

Guviti, um tað málið var í Degi og Viku, men tað síggi eg nokk seinni í kvøld, antin á netinum ella í endursendingini, um okkurt frægari ikki lokkar meira.

Brunsj í morgun

Ja, so var man aftur uppi í útvarpinum ein túr, Eyðfinn Jensen hevði bjóða mær til brunsj, ein sending við einum leskiligum navnið, ið kanska ikki heilt kom til sín rætt, hóast bæði sjokoláta og kaffi smakkaðu væl. Men løtan var hugnalig.

Eyðfinn dugur væl at skapa ein behagiliga stemning, og eg haldi, at práti gekk fínt. Nú hevur Eyðfinn lagt sendingina á heimasíðuna hjá Kringvarpinum, og tí vildi eg fegin deila hana við tykkum, ið ikki hoyrdu hana, ella sum bara hildu tónleikin, ið eg valdi vera somikið góðan, at tit mugu endurhoyra hana.

Leinkjan til sendingina er her

hiphopAnnars er ein stuttlig søga, tað var heldur roksutt at finna tann eina sangin, Beat Street við Grandmaster Melle Mel and the Furious Five, ikki beinleiðis ein, ið liggur fremst í telduskipanini hjá Kringvarpinum, og eg átti hann bara á einum slitnum kasettubandi. So tað endaði við, at Eyðfinn Jensen noyddist á iTunes fyri at finna hann. Tí sjálvandi mátti hann við. Seinni í dag, var eg ein túr í Tinghúsinum á Hjalla í dag á útkikk eftir stólum og hyllum til mítt komandi bókasavn. Tá lá Beat Street LP’in við Grandmaster Melle Mel and the Furious Five har. Hana keypti eg sjálvandi beinanvegin, saman við seks øðrum rapp LP’um frá tað rapp var ungt og spennandi.

 

Gleði meg til at práta við Eyðfinn

NudWorkOrangeEg eri júst liðugur at finna fram teir sangir, sum eg ætli mær at spæla í sendingini Brunsj, kl. 10.15 í dag mikumorgunin 16. januar. Hetta er sending við Eyðfinni Jensen, sum verti, ið  hevur gestir beinleiðis í útvarpshølunum. Eg havi hoyrt onkra sending, og haldi, at hann dugur sera væl at gera samrøðurnar viðkomandi, tí gleði eg meg. Hóast eg í skrivandi stund ani lítið um, hvat vit fara at práta um.

Mín listi av sangum er fjølbroyttur, og eg haldi, at allir sangirnir, ið eg havi valt eru serstakliga góðir, tí vóni eg, at tit lesarar í morgin eina løtu eisini gerast lurtarar. .

Eg havi annars avgjørt, at 2013 skal vera eitt framúrskarandi ár, vónandi er tað ikki bert galdandi fyri meg, men fyri allar tykkum mínar (ó)trúgvu lesarar.

Áheitan á allar føroyskar journalistar

Nú er mín lítli miðil her ikki ein journalistiskur miðil, so eg eri ikki tann, ið vanliga heldur mikrofonina í gronina á makthavarunum, tí fari eg at heita á tykkum, ið starvast á ordiligum miðlum, um at spyrja kringvarpsstjóran Dia Midjord um nakað, ið tit faktiskt longu áttu at havt spurt hann.

Hvussu nógv sparir Kringvarpið við at skerja allar fríyrkissendingarnar í útvarpinum?

Er sparingin veruliga so stór, at hetta ber mát við ta lækkan í tænastuni, ið vit lisensgjaldarar uppliva?

Orsøkin til at, at eg vil hava tykkum at svara hesum er, at eg als ikki haldi, at svarið uppá næsta spurningin er ja.

Vit hava fimm vikur eftir av hesum árinum, og frá í gjár, hevur Kringvarpsstjórin ruddað allar sendingar, ið vóru gjørdar av fríyrkisfólki av skránni. Talan er sambært portalinum um hesar sendingar:

Áðrenn Elvis
LP-in
Røddin
Rót og Rútma
Bolero
Cantabile
Morgunbland

Altso sjey sendingar, harav tann eina, Morgunbland, vanliga verður send hvønn gerandisdag (haldi eg í øllum førum), hinar eru sendingar, ið verða sendar eina ferð um vikuna. Sostatt er talan um tilsamans samsýning til framleiðslu av ellivu sendingum um vikuna í fimm vikur, ella 55 sendingar, herav eru bæði jól og nýggjár, so fleiri sendingar høvdu neyvan verið á skrá alíkavæl. Tað eg kenni til lønarlagið hjá fríyrkisfólki í Kringvarpinum, skuldi tað undrað meg almikið, um sparingin er yvir kr. 100.000,-

Vit tosa sostatt um, at Kringvarpið fær eitt undirskot uppá 3,7 ístaðin fyri 3,8 mió. Ella við øðrum orðum skít líkamikið.

 

Kann ein av tykkum, sum hevur ein ordiligan miðil ikki kanna hetta her, og kanska koma við uppfylgjandi spurninginum til Dia, um hann bara ger hetta fyri at provokera, og vísa politiska myndugleikanum, hvar skápið skal standa?

 

Sum ein, ið rindar Kringvarpsgjald, so haldi eg als ikki, at hetta er stuttligt ella nakað, ið kann góðtakast av einum almennum stjóra, serliga einum, ið hevur lutvísa ábyrgd í ringu støðuni eftir av hava sitið í stýrinum í fýra ár.

Hatta er ikki eitt kamar!

Hatta er ikki eitt kamar, hatta er eitt borð sum stendur uppiá nøkrum kassum uttanfyri, orðini eigur mín fýra ára gamli og serstakliga fitti sonur Tummas, ið saman við mær hugdi at Spískamarinum við karismatiska sjónvarpskokkinum Gutta Winther.

 

Tummas hevði sitið í púra upptikin av telduskíggjanum, har Gutti heintaði rabarbur, fann røttu ølina og bakaði drýl. Tá Gutti so fór við bili til Árnafjarðar, var Tummas skjótur at viðmerkja, nú fer hann at fiska, og tá Gutti løtu seinni var umborð á einum báti, greiddi Tummas mær errin frá, at hetta var tað, sum hann hevði sagt fór at henda.

 

Hygg at Gutta Winther á Borðoynni her

 

Hóast eg gekk eitt sindur frá og til sendingina, tí eg hevði sæð størsta partin av henni í sjónvarpinum, so var Tummas klistraður til skermin, og tá Gutti skuldi servera matin á einum heimagjørdum borði úti í vøkru náttúrini, so letur í Tummas: “Hatta er ikki eitt kamar, hatta er eitt borð, sum stendur úti uppiá nøkrum kassum uttanfyri”, tað tók mær eina lítla løtu at skilja, at hann refereraði til heitið á sendingini, Spískamarið.

 

Sjálvt eftir, at sendingin var liðug, sat hann bara og hugdi inn í skíggjan og prátaði um tað, sum hann hevði sætt. Tá eg spurdi hann, um hann vildi síggja ein part afturat, bleiv hann spentur og glaður og so var fyrri parturin í Saksun settur á, og Tummas sat heilt bergtikin og hugdi at allari sendingini. Hetta er frálíkt sjónvarp til ung og gomul.

 

Hygg at Gutta Winther á Borðoynni her

 

Well, mítt poeng var ikki bert at fortelja, at eg eigi skilagóð børn. Eg vildi faktiskt rósa Kringvarpinum fyri hesar frálíku sendingar. Sum tað er syndarligt, at politiski myndugleikin ikki virðir, hvussu týdningarmikil  hesin miðil er fyri okkara samleika sum tjóð.

 

Sum tað er syndarligt, at Kringvarpsstjórin bert hevur latið standa til, og nú amputerar helvtina av sendiflatuni. Sum tað er synd, at tá Kringvarpsstjórin roknar, so má man siga 30 fólkum upp fyri at  spara einar tríggjar milliónir + lønarvøkstur.

Ófantaliga vánalig fíggjarstýring

Eg havi uttan iva sum flest onnur rættiliga góðan hug til at ilskast inn á Dia Midjord, nú hann hevur avtikið stóran part av sendiflatuni hjá útvarpinum, 3-2 og eina Dag og viku sending. Men eg kann tó ikki lata vera við at undrast yvir, at støðan kann vera vorðin so ring, sum hon er í dag. Hetta eigur Dia Midjord ikki allan heiðurin fyri.

 

Fyri at so nógv skal mangla í nú til síðst, má Annika Mittún hava stýrt óvanliga illa fyrra partin av árinum, kanska tí hon visti, at hon var á veg út gjøgnum hurðina, ella kanska valdi hon hurðina, tí hon sá hvar leiðin bar. Óansæð, er hetta ótrúliga vánaligt av henni. Stýrisformaðurin fyri Kringvarpið viðgekk, at eisini tey høvdu verið kunnaði um fíggjarstøðuna mána fyri mána.

 

Eg havi tí hug at spyrja, hvussu eitt stýri kann lata alt fara av sporinum, væl vitandi um hvat hendur. Hetta tykist sum nevndararbeiði á støði við gomlu Eik nevndina.

 

Men nú ljóðar Dia Midjord heilt ósekur, men tað er hann heldur ikki, hann hevur verið partur av stýrinum, so hann hevur sostatt sambært formanninum kent støðuna alla tíðina, men hevur einki gjørt við hana frá 1. august til nú um miðjan november. Hann segði sjálvur tá, at tað bar til at reka Kringvarpið við verandi fíggjarætlan.

 

Óansæð, er hetta so ótrúliga illa avstað farið, at eg hoyri fólk, sum ivast um hetta veruliga er kleyvarskapur.

 

Nógvar eru konspiratiónsteoriirnar, so sum, at samgongan ynskir at steðga kritisku fjølmiðlunum, og hevur brúkt politiskt setta stýrisformannin at tryggja hetta.

 

Ein onnur er, at Dia og stýrið hava latið staðið til, so tey kundu geva okkum sjokkviðgerð. So politiski myndugleikin skal kenna seg noyddan at hækkað játtanina ella Kringvarpsgjaldið.

 

Eg veit ikki hvussu og hvat, men helli meg til tað, at her er talan um kleyvarskap heldur enn gjøgnum spekuleraðar ætlanir.

 

Hetta er onkursvegna endin á einari tilgongd, Kringvarpið hevur dúvað uppá stovnsfæið, ella pengakassan hjá gamla  útvarpinum, meðan man frá politiskari síðu ikki hevur vilja hækkað Kringvarpsgjaldið í fleiri ár, og ikki hevur vilja lagt tað umvegis skattin, og sett eina ordiliga upphædd á fíggjarlógina.

 

Nú eru uppsparingin brúkt, eftir øllum at døma av Anniku Mittún og stýrinum. Tí er Dia ein kroystur maður í dag. Men sum fyrrverandi limur í Kringvarpsstýrinum, so er hann eisini onkursvegna samsekur, tí hann sum stýrislimur, átti at havt steðga Anniku Mittún.

 

 

Wow Gutti Winther, tú kanst steðga fólkaminkingini!

Her situr man í Kongens København sum ferðamaður og hyggur at føroyskum sjónvarpi á telduni, og útisetin, við mína lið sigur, at hon fær hug til at flyta heimaftur, og eg siti og hugsi, at hendan sendingin má tekstast og sendast um allan heim, tí sjáldan hava Føroyar tykst meira spennandi, lokkandi og fantastiskar enn í sendingini Spískamarinum við nýklakta sjónvarpskokkinum Gutta Winther.

Sendingina sært tú her

Í somu viku, sum Exit Føroyar bókin hevur rist í okkum, og víst á nakrar av orsøkunum til, at alt fleiri føroyingar velja at seta búgv og vera verandi í útlandinum, so siti eg her við einum av teimum útisetunum, ið vit mangla mest, eini vælútbúnari føroyskari kvinnu í bestu árum, og hyggi at Gutta á kulinariskari ferð í Føroyum, og hon fær hug til at flyta heim, er hetta ikki stórsligið? Er Gutti Winther kanska heilivágurin móti fólkaminkingini?

 

Eg má takka Kringvarpinum, fyri at geva okkum hesa frálíku uppliving, við einum fryntligum, eldhugaðum og stuttligum sjónvarpskokki, sum veiður, matgerð og etur í føroysku náttúruni. Samstundis fáa vit innlit í ymiskt áhugavert um støðini og rávørurnar. Hetta er bæði stuttligt og áhugavert, og eg fái hug at fara í fjørðuna eftir sanddunnuberum.

 

Hetta er so livandi frágingið, við virðing fyri fólki náttúru og rávørum, og so er tað hugnaligt. Tað fangar stutt sagt  føroyska andan, og tað er frálíkt. Gleði meg longu til næsta part.

 

Hevði eg, sum útlendingur sæð fyrsta partin av Spískamarinum, so hevði eg vilja vitjað Føroyar og tað beinanvegin. Eg hevði enntá vilja havt Gutta við sum ferðaleiðara/kokk. So eg tvætli ikki, tá eg sigi, at hetta átti at verið tekstað og sent um allan heim.

 

Eg má eisini taka í soundtrackið. Kræklingar eru ein tann besti bólkurin vit hava havt í Føroyum, og lagið Pøsta verð, ið var í byrjanini av sendingini, er ein gloymd føroysk perla. Hetta lagið var ein slagari í Nærvarpinum í Keypmannahavn tann tíð tað var. Deiligt, at hann bleiv funnin fram aftur. Hetta er nokk fyrsta lagið, ið Hanus Johansen spældi inn sum forsangari.

Etikkur hevur lítlan áhuga millum føroysk miðlafólk

Einans 10 føroysk miðlafólk tímdu at møta upp, tá teirra yrkisfelag Føroysk Miðlafólk setti etikk á dagskránna. Áhugin fyri etikki er opinbart ikki serliga stórur millum okkara miðlafólk.

 

 

Felagið Føroysk Miðlafólk skipaði leygardagin fyri temadagi um etikk í fjølmiðlunum, tað var norski serfrøðingurin og journalisturin Gunnar Bodahl-Johansen, ið var skeiðshaldari. Hann er royndur journalistur, undirvísari og fyrrverandi limur í norska etiska fjølmiðlaráðnum.

 

Dagurin var  áhugaverdur, og skráin var spennandi, umframt fyrilestur um etiskar leiðreglur í fjølmiðlunum, varð arbeitt við ymiskum føroyskum fjølmiðlasøgum, ið hava verið á markinum fyri hvat er etiskt rætt ella skeivt.

 

Heftni, trúðvirði og útmeldingar á eitt nú sosialum miðlum varð somuleiðis viðgjørt, áðrenn Gunnar Bodahl-Johansen greiddi okkum frá, um hvussu miðlarnir dekkaðu terrorálopið 22. juli 2011 og um eftirspælið av hesum.

 

Alt í alt ein fínur dagur, men tað, sum skelkaði meg, var uppmøtingin. Hetta er eitt so týdningarmikið evni, og eitt evni, ið fjølmiðlafólk í Føroyum mugu vera serliga uppmerksom um, tí miðlarnir hjá okkum eru so sperdir fíggjarliga og  sostatt við kvalifiseraðum ressoursum, at lætt er at missa prinsippini burt.

 

Dagurin var ókeypis fyri limir í Føroysk Miðlafólk, so tað er ófatiligt, at so fá luttóku. Kringvarpið  átti  seks av teimum tíggju, meðan hini arbeiddu á Dimmu og Sosialinum. Meðan einasti miðilin, ið sendi tíðindaleiðsluna var Sosialurin. Eingin av privatu netmiðlunum var umboðaður, hóast hesir eiga alsamt størri part av okkara tíðindaflutningi, og flest allir lýða av teoretiskum undirskoti.

 

Eg skal ikki døma um, hví so fá luttóku. Sjálvandi eru summi upptikin, men ein so vánalig uppmøting vísir, at etikkur veruliga ikki hevur nakran serligan áhuga hjá flestu føroysku miðlafólkum, og tað er fúl skomm.