Budam spældi sín kynsliga lødda fólkablús inniliga og væl, meðan Boys In A Band sangarin var somikið garrvillur, at hann fekk livurhøgg mitt í einum sangi. G!kaféin í Føroya Húsinum í Keypmannahavn var ein løgin uppliving.
Hópin av fólki hevði leitað sær inn í Føroya Húsið í Keypmannahavn, tá Meginfelag Føroyska Studenta og G!Festivalurin skipaðu fyri Kafé hóskvøldið. Eykastólar vóru funnir framm, og við hvørt borð sótu væl fleiri fólk enn upprunaliga var ætlað. Við tveimum av teimum bestu nýggju bólkunum í Føroyum á skránni, so var lagt upp til eitt gott kvøld, so tað var ikki løgið, at nógv fólk var komið saman.
Budam og Boys In A Band skulu í dag, fríggjadag og í morgin, leygardag á pall á SPOT-festivalinum í Århus. Fyrra konsertin hjá báðum bólkum er á serligum G!Festival tiltaki í Studenterhuset í Århus. Tí var luttøkan á kafékvøldinum í Keypmannahavn upphiting til hesa konsertir.
Ætlanin var upprunaliga, at Jón Tyril fyriskipari av G!Festivalinum skuldi halda eina lítla framløgu um ársins skrá, men av tøkniligum trupuleikum var hetta ikki gjørt, og hann vísti ístaðin til heimasíðuna hjá festivalinum og segði, at allir upplýsingar lógu har.
Skerdur Budam
Budam fór á pall í eini skerdari útgávu, tað vóru bert tey trý Búi Dam, Ása Wraae og Mikael Blak, ið vóru komin til Keypmannahavnar. Trummuleikarin Rógvi á Rógvu og tangentleikarin Magnus Johannesen vóru ikki við, men koma til Danmarkar í morgin. Búi royndi seg sjálvur á klaverinum onkra løtuna, men spældi annars kassagittar og sang. Ása Wraae sang, andaði tungan og spældi á munnharpu. Mikael Blak spældi bass og rópti og sang eitt sindur.
Konsertin var sum so góð. Tey stríddust og royndu sítt besta, men tað hoyrdist væl, at bólkurin var skerdur. Uttan slagverkið hjá Rógva og kanska serliga uttan meistarliga tangentsspæli hjá Magnusi, var ljóðmyndin als ikki líka lokkandi og altuppslúkandi, sum hon vanliga er hjá Budam.
Løgini eru inniligar søgur av ymiskum slag. Nógvir av tekstunum eru sterkt kynsliga løddir. Framførslan bæði tekur lurtaran í favnin og krevur av honum. Hetta er ikki muzakkur, tú mást vera tilstaðar og lata tónleikin fevna teg, skalt tú fáa fullu upplivingina.
Budam minnur meira um at vera til upplestur ella til sjónleik, enn um at vera til konsert. tí var Kafé karmurin í Føroya Húsinum heldur óheppin Stórar mongdir av útisetum, ið hittust og líka skuldu práta um leyst og fast, skaptu ein alt ov larmuttan karm, til at Budam upplivingin gjørdist fullkomin.
Men tað tekst ikki frá Búa, at hann er ein av okkara bestu frásøgufólkum, og fyri tey, sum lótu seg fevna var konsertin góð.
Doyligt at vera av bygd
– Eg veit ikki, hvør eigur hetta mikrofonstativið? Orsakað, eg hevði ikki ætla mær at fari so illa við tí. Hetta var eitt av gullkornunum, ið Pætur Zachariassen sangari í Boys In A Band, segði á sínum sjarmerandi eysturoyarmáli millum tvey løg. Boys In A Band spældu aðru konsert sína á konsertferð í Danmark á kafékvøldinum í Føroya Húsinum.
– Vit spæla somu skrá, sum vit hava spælt á Jelling leygardagin, og sum vit spæla í morgin og aftur í ovurmorgin, vóru greiðu boðini, áðrenn Boys In A Band fyrst eitt sindur trilvandi, men við alsamt vaksandi orku framførdu eina spæliskrá, ið veruliga onga veika løtu hevði. Jú, gamaní bólkurin hevur onkuntíð spælt betur, sangarin hevur onkuntíð sungið betur, gittararnir hava stemma betur, og ljóðið hevur verið betur. Men løgini eru veruliga øll somul nóg góð til, at tey áttu at verið givin út, heldur í dag enn í morgin. “Franz Ferdinand” -kendu løgini raka tíðarandan beint á nøsina og kundu sent bólkin upp eftir hittlistunum kring okkum. Hetta er ikki heimsins mest slóðbrótandi bólkur, men ein popprokkbólkur, sum teir ljóða beint nú, við gjøgnumførdum konsepti, og klárur til at selja. Pætur Zachariassen líkist einum dopaðum soni hjá Joe Cocker og Elvis Priestley.
– Tað er so doyligt at vera av bygd, so dugur man at brúka ein plektara sum skrúvublað, segði Pætur, meðan hann royndi at fáa tað nú heldur illa farna mikrofonstativið til at rigga aftur.
Ja, konsertin hjá Boys In A Band var eisini ein søga um eitt mikrofonstativ, sum tilendans lá skerflatt á gólvinum. Allir limirnir í bólkinum dansaðu, sum vóru teir besettir frá fyrstu tónunum av lagnum Blinding Lights. Men villast var sangarin Pætur, ið umframt at missa gittaran á gólv dansaði ein ógvisligan og áhaldandi dans við hesum neyðars mikrofonstativi. So ógvisligur var dansurin, at Pætur í hittinum Super Contagious fekk livurhøgg.
Boys In A Band er ein bólkur, ið tú kundi gjørt action dukkur av. Dugi longu at ímynda mær dukkurnar, av Pæturi, Heina, Hera, Rógva og rokkaradukkuna av Símuni, til tann harða dreingin.
Sum ummælari sat eg við eini løgnari kenslu eftir framførslurnar, tí báðir bólkar vóru góðir, og fólkini kring meg, ið ikki kendu teir vóru bergtikin, men eg helt meg hava hoyrt báðar bólkar betur enn hetta.