Vegurin til tað vinarliga samfelagið

Mynd: Ditte Mathilda Joensen

Nei, lat okkum heldur arbeiða fyri einum samfelag, har eingin verður kúgaður og mannarættindini verða vird. Tað er tað samfelagið, ið eg ynski mær, tað er tað vinarliga føroyska samfelagið í blóma!

 

Røðan hildin til Vendetta endabrestin í Sjónleikarhúsinum 16. juni 2012:

 

Seinastu mánaðirnar hevur Føroya Vanstýri gjørt so nógvan akuttan skaða á okkara elskaða land, at tað kann vera trupult at hugsa í stórum linjum:  So sum, hvat er tað fyri eitt land, sum vit vilja liva í?

 

Oftast fer politiska illsinnið til at sløkkja BADH eldarnar, ið loga hóttandi kring okkum.

 

Men skulu vit taka nakað positivt burturúr politisku støðuni í dag, so er tað, at ungmannafeløgini veruliga hava funnið flogið aftur. Í nógv ár undir ABC líkasæluni, ruraðust bæði vit og okkara ungdómur í ein líkasælan svøvn.

 

Men seinastu mánaðirnar hava Sosialistisk Ung og Unga Tjóðveldi víst vegin og stríðst saman við fakfelagsrørsluni. Tey hava víst, at tey ikki finna seg í, at Føroya Vanstýri hevur tikið okkum til gíslar. At Annika og slipsadreingirnir spakuliga eru farin undir skipaðu niðurlagingina av vælferðarsamfelagnum.

 

Okkara ungu hava stillað seg upp, og sagt FUCK NEI!

 

Tey hava stríðst!  Og meðan líkasælan og máttloysið enn merkja tey eldru ættarliðini, so hava tey ungu kempað, og kvøldið í kvøld er enn eitt dømi um hetta stríð.

 

Eg má rósa Unga Tjóðveldinum! Ikki síðan Annlis’sa tíð hevur ungdómsrørslan verið so sterk í Tjóðveldinum. Tað gevur mær vón fyri framtíðina, og tað er framtíðina eg ætli mær at røða um.

 

Sum tjóðveldisfólk fái eg ofta skotið í skógvarnar, at loysingin er málið hjá mær, men hvat so aftan á loysingina?

 

Eg skal siga beinanvegin, at fyri meg er loysingin ikki málið. Hon er eitt amboð, til at skapa eitt samfelag við vøkstri. Eitt samfelag sum er í tráð við føroysku fólkasálina. Eitt vinarligt samfelag, tí vit eru í botn og grund vinarlig fólk. Tað liggur ikki í okkum, at traðka á tey veikastu fyri løtuvinning, soleiðis sum BADH fær okkum at gera.

 

Fyri at røkka málinum um eitt vinarligt føroyskt samfelag í vøkstri, eru tó nakrir snávingarsteinar, ið mugu beinast av vegnum:

 

Eg fari í hesum sambandi at heita á Kaj Leo Holm Johannesen, um at loysa síni landsstýrisfólk úr starvi, og síðan leggja frá sær. Eg fari samstundis at heita á tey 26, ið mynda okkara syndarliga stýri, um ikki at stilla uppaftur!

 

– tit hava gjørt nóg stóran skaða!

 

Hatta var fyrsta stigið, og skuldi verið skjótt avgreitt.

 

Hitt málið, sum vit mugu avgreiða, er lempiliga fatanin av mannarættindum, ið summir føroyingar hava. Eisini her hevur Unga Tjóðveldi víst vegin.

 

Á seinasta flokstingi løgdu umboð fyri Unga Tjóðveldi fram uppskot um, at flokkurin skal taka støðu í málinum um at dagføra hjúnarbandslógina. Eitt uppskot, sum var viðtikið av flokstinginum.

 

Hetta er einki minni enn fantastiskt! Eg vóni inniliga, at flokkurin skjótt kemur við einari greiðari útmelding, og við einum lógaruppskoti um dagføring av hjúnarbandslógini.

 

Tí føroyska kjakið um rættindi hjá samkyndum eru burturvið. Á einari síðu hava vit tey, sum vilja hava, at tey samkyndu skulu hava somu rættindi sum øll onnur.

 

Á hinari síðuni hava vit tey, sum siga: “Hví skulu tey hava hesi rættindi, og hvat verður tað næsta tey vilja hava?”

 

Vit liva nú einaferð í einum demokratiskum samfelag. Vit liva í einum samfelag har mannarættindini eiga at verða vird. Tí kann man ikki spyrja, hví vit skulu hava líkarætt millum manna. Tað hevur man jú í útgangsstøðinum, tað er ikki nakar spurningur.

 

Sum einstaklingur hevur tú grundleggjandi rættindi. Samfelagið má ongantíð virka ímóti hesum rættindum, uttan so at tú roynir at skerja rættindini hjá øðrum, tá má man traðka inn, men tað er so tað.

 

 

Tá vit tosa um rættindi hjá samkyndum, so skerjir hetta ikki rættindini hjá øðrum. Hetta er ikki til ampa fyri nakran, og eg havi enn ikki hoyrt eina einastu grundgeving ímóti eitt nú skrásettum parlagi.

 

Jú, gamaní onkur rópar upp um Mósebøkurnar. Men har er so forbannað nógv í Mósebókunum, sum vit velja ikki at liva eftir. T.d. tað, at vit ikki skulu røra blóð ella eta svín, at vit ikki skulu síggja hvønn annan naknan, at kvinnur skulu út um býgarðarnar tá mánasjúkan herjar, ja, har er alt møguligt.

 

So lat okkum leggja Bíbliuna á hyllina. Tað nyttar ikki at tosa um persónligt frælsi út frá Bíbliuni ella Koranini. Vit hava trúarfrælsi í Føroyum.

 

Vit mugu gera okkum greitt, at talan í hesum føri ikki er um, at vit skulu rættvísgera hví samkynd skulu sleppa at ganga saman í skrásett parlag. Hetta eru eini grundleggjandi rættindi, sum eru skerd, hóast samfelagið hevur ikki rætt at skerja hesið rættindi.

 

 

Um vit ikki dagføra lógina um hjúnarband, hava vit valt mannarættindini frá og Móseslóg verður viðtikin.

 

Eg spyrji, hvat verður tá tað næsta sum fundamentalistarnir fara at krevja?

 

Hetta er ein glíðibreyt!

 

Verður tað, at svínakjøt skal forbjóðast? (eingin fani skal taka mítt bacon)

Ella tað, at kvinnurnar skulu út um býgarðarnar, tá tær hava mánasjúku?

Ella tað at vit ikki mugu fara í brúsu saman í svimjihøllini?

 

Nei, lat okkum heldur arbeiða fyri einum samfelag, har eingin verður kúgaður og mannarættindini verða vird. Tað er tað samfelagið, ið eg ynski mær, tað er tað vinarliga føroyska samfelagið í blóma!

 

Samfelagið, har eg kann elska tann eg vil, óansæð kyn, og har eg kann eta bacon við góðari matarlyst.

One thought on “Vegurin til tað vinarliga samfelagið”

  1. Pingback: NUDLAR

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *