Eitt hugnaligt innlit í Edvard

Edvard Nyholm Debess hevur latið eina hugnaliga og persónliga fløgu úr hondum, og hóast hon er á markinum millum fjølbroytt og stílforvirra, so er heildarupplivingin góð.

 

Nýggja fløgan er nummar “eg veit ikki hvat” í røðini av útgávum hjá Edvardi. Men tó kennist hon, sum ein debutfløga. Fyrst og fremst tí hetta er fyrsta fløgan, har Edvard sjálvur syngur øll løgini, hevur skrivað allar tekstir og flest allan tónleikin. Umframt, at talan ikki er um instrumentalan jass ella blús saman við bróðursyninum Una.

 

Langa tíðarskeiðið, ið løgini eru skrivaði yvir frá seint í 80 árunum til nú er eisini nakað, ið eyðkennir debutfløgur, ið ofta eru eitt savn av øllum tí besta, ið tann sum ger fløguna hevur gjørt fram til útgávudagin.

 

Stóra avbjóðingin við tílíkum útgávum er at fáa útgávuna at virka sum ein heild, hóast løgini eru ymisk stílmessiga og tíðarmessiga. Hesa avbjóðingina hevur Edvard eisini á “á Leið”. Hann klárar tó rættuliga væl at halda ein reyðan trá gjøgnum alla útgávuna, lutvís tí hansara jassbakgrund hoyrist bæði í melodium og í arrangementum. Men serliga orsaka av eyðkendu røddini hjá Edvardi.

 

Edvard er best kendur sum bassleikari, men hevur eisini sungið kór eitt nú á Debess Blues Station og hjá Eivør.

 

Mær dámar væl røddina hjá Edvardi, tí hon hevur ein sera egnan og dámligan klang. Tú veitst beinanvegin, at hetta er Edvard, ið syngur. Hetta ber eisini rættiliga langt. Men tað kemst ikki uttanum, at Edvard er rættiliga avmarkaður sangari. Serliga tá tað kemur til tey meira rokkkendu løgini, heldur tað ikki ordiliga, tí hann ljóðar simpulthen for kroystur.

 

Eg kann tó illa ímynda mær, nakran annan sangara á lagnum “Eg veit ein bý”, har røddin gevur lagnum eina nærveru, ið lyftir lagið. Tað sama kann sigast, um sangir sum “Bróður”, “Sov nú” og “Mær leingist”. Tí skorið inn á bein, er ikki talan um slóðbrótandi ella fantastiskt lagasmíð. Løgini eru pen og hugnalig, og onkur av teimum eisini eitt sindur íoyrafallandi. Heldur ikki arrangementini eru serlig, og talan kundi lætt gjørst um eina keðiliga útgávu, um onkur kliniskur skønsangari stóð handan mikrofonina. Men hetta kennist hvørki keðiligt ella kliniskt, hetta er viðkomandi orsakað av røddini hjá Edvardi.

 

Men sum sagt eru støð, har røddin ljóðar kroyst uppá tann keðiliga mátan, so sum í villaru pettunum í “Morgunluft”, og í “Tú og Eg”, har serliga versini tykjast at krevja ein betri sangara orsakað av jass íblásta melodinum.

 

Í samrøðu við Útvarpið herfyri tosaði Edvard um nýggju fløguni, og um hana sum eitt konsept, ið var samanhangandi. Hetta havi eg tó trupult við at síggja, fyrst og fremst tí her er talan um fleiri ymiskar genrur.

 

Flestu løgini eru tó friðaligur jasskendur fólkatónleikur, men lagið “Tú og eg” er eitt slag av meira peppaðum rokki, ið brýtur í meira lagið frá restini av løgunum. Eisini blueslagið Ridin’ hevði nokk hóskað betur á einari Debess Blues Station fløgu. Tað tykist malplaserað í mun til hini løgini, bæði tí tað er á enskum, men eisini tí tað er so langt frá hinum løgunum í stíli.

 

Fløgan er fyrst og fremst á føroyskum, og tekstirnir eru bæði viðkomandi og vælskrivaðir, teir viðgera evni, ið tykjast persónlig fyri Edvard. Men hetta er ikki galdandi fyri teir báðar enskmæltu sangirnar, har málið tykist munandi meira stirvið og hjálparsleyst, serliga í Travelin’, ið annars er eitt fínt lag.

 

Sum vit øðrum debutfløgum, er “á Leið” ikki lýtaleys, men hon er heilt vist verd nakrar lurtingar, tí hon er hugnalig, persónlig, viðkomandi og behagilig.

Leave a Reply

Your email address will not be published.