Myrkursins litur

So var aftur ummæli á skránni, hóast Brunsj ikki fer at hava ummæli hvørja viku í vetrarskránni í ár, so vera tó ummæli av og á, og í dag var so tað fyrsta í hesum umfari.

G_E_TCOD_12__SLEEVE_SONY-FINAL.inddNýggja fløgan hjá Ginman/Eivør var á skránni. Henda framúr góða útgáva fekk bestu skoðsmál frá mær, og endaði við at fáa 6 av 6 stjørnum.

Tað var heldur ikki uttan orsøk, tí tey klæða hvør øðrum, ikki bara høvuðsleikararnir lag og orðsmiðurin, basssnillingurin Lennart Ginman og føroyska songkvinnan við tí stóru røddini Eivør Pálsdóttir, men allur bólkurin klæðir hvør øðrum.

Ginman/Eivør er eitt vakurt klútateppi, sett saman av stakleikarum, ið hvør í sínum lag er sera vakur, men settir saman er heildin uppaftur vakrari.

Hoyr ummælið her

Ein heilt serstøk tónleikauppliving í kvøld!

eivorogginman

Eg gleði meg so øgiliga nógv til í kvøld, tá eg endiliga sleppi at hoyra Eivør & Ginman After Dark, ið er ein tannn mest forvitnisliga tónleikaupplivingin, sum vit hava kunna uppliva her heima í fleiri ár, í øllum førum á papírinum.

Eg havi verið fjeppari av Lennart Ginman, síðan eg á Roskilde 1998 fyrstu ferð upplivdi hann saman við Sort Sol sangaranum Steen Jørgensen í bólkinum Ginman/Jørgensen. Hesin laid back elctro/jazz/triphop bólkurin telist í mínari verð millum allar bestu donsku tónleikabólkar gjøgnum tíðina.

Teirra fyrsta fløga vann eisini væl uppiborið heiðurin sum ársins besta danska útgáva, tað árið hon varð útgivin.

Eg slapp eisini at uppliva bólkin tá hann við úrvalssangarum og leikarum spældi rokksjónleikin Snedronningen á Østre Gasværk í Keypmannahavn, ein stór uppliving, ið eisni gjørdist til eina fína fløgu.

Nú verður so møguligt, at uppliva hendan úrmælingin saman við okkara egna sangúrmælingi Eivør Pálsdóttir, tað kann illa blíva annað enn fantastiskt. Eg viðmæli øllum at skunda sær at fáa atgongumerki.

Um tit ikki fáa farið, so kunnu tit hoyra mítt ummæli í útvarpinum mánamorgunin kl. 10.

Eitt hugnaligt innlit í Edvard

Edvard Nyholm Debess hevur latið eina hugnaliga og persónliga fløgu úr hondum, og hóast hon er á markinum millum fjølbroytt og stílforvirra, so er heildarupplivingin góð.

 

Nýggja fløgan er nummar “eg veit ikki hvat” í røðini av útgávum hjá Edvardi. Men tó kennist hon, sum ein debutfløga. Fyrst og fremst tí hetta er fyrsta fløgan, har Edvard sjálvur syngur øll løgini, hevur skrivað allar tekstir og flest allan tónleikin. Umframt, at talan ikki er um instrumentalan jass ella blús saman við bróðursyninum Una.

 

Langa tíðarskeiðið, ið løgini eru skrivaði yvir frá seint í 80 árunum til nú er eisini nakað, ið eyðkennir debutfløgur, ið ofta eru eitt savn av øllum tí besta, ið tann sum ger fløguna hevur gjørt fram til útgávudagin.

 

Stóra avbjóðingin við tílíkum útgávum er at fáa útgávuna at virka sum ein heild, hóast løgini eru ymisk stílmessiga og tíðarmessiga. Hesa avbjóðingina hevur Edvard eisini á “á Leið”. Hann klárar tó rættuliga væl at halda ein reyðan trá gjøgnum alla útgávuna, lutvís tí hansara jassbakgrund hoyrist bæði í melodium og í arrangementum. Men serliga orsaka av eyðkendu røddini hjá Edvardi.

 

Edvard er best kendur sum bassleikari, men hevur eisini sungið kór eitt nú á Debess Blues Station og hjá Eivør.

 

Mær dámar væl røddina hjá Edvardi, tí hon hevur ein sera egnan og dámligan klang. Tú veitst beinanvegin, at hetta er Edvard, ið syngur. Hetta ber eisini rættiliga langt. Men tað kemst ikki uttanum, at Edvard er rættiliga avmarkaður sangari. Serliga tá tað kemur til tey meira rokkkendu løgini, heldur tað ikki ordiliga, tí hann ljóðar simpulthen for kroystur.

 

Eg kann tó illa ímynda mær, nakran annan sangara á lagnum “Eg veit ein bý”, har røddin gevur lagnum eina nærveru, ið lyftir lagið. Tað sama kann sigast, um sangir sum “Bróður”, “Sov nú” og “Mær leingist”. Tí skorið inn á bein, er ikki talan um slóðbrótandi ella fantastiskt lagasmíð. Løgini eru pen og hugnalig, og onkur av teimum eisini eitt sindur íoyrafallandi. Heldur ikki arrangementini eru serlig, og talan kundi lætt gjørst um eina keðiliga útgávu, um onkur kliniskur skønsangari stóð handan mikrofonina. Men hetta kennist hvørki keðiligt ella kliniskt, hetta er viðkomandi orsakað av røddini hjá Edvardi.

 

Men sum sagt eru støð, har røddin ljóðar kroyst uppá tann keðiliga mátan, so sum í villaru pettunum í “Morgunluft”, og í “Tú og Eg”, har serliga versini tykjast at krevja ein betri sangara orsakað av jass íblásta melodinum.

 

Í samrøðu við Útvarpið herfyri tosaði Edvard um nýggju fløguni, og um hana sum eitt konsept, ið var samanhangandi. Hetta havi eg tó trupult við at síggja, fyrst og fremst tí her er talan um fleiri ymiskar genrur.

 

Flestu løgini eru tó friðaligur jasskendur fólkatónleikur, men lagið “Tú og eg” er eitt slag av meira peppaðum rokki, ið brýtur í meira lagið frá restini av løgunum. Eisini blueslagið Ridin’ hevði nokk hóskað betur á einari Debess Blues Station fløgu. Tað tykist malplaserað í mun til hini løgini, bæði tí tað er á enskum, men eisini tí tað er so langt frá hinum løgunum í stíli.

 

Fløgan er fyrst og fremst á føroyskum, og tekstirnir eru bæði viðkomandi og vælskrivaðir, teir viðgera evni, ið tykjast persónlig fyri Edvard. Men hetta er ikki galdandi fyri teir báðar enskmæltu sangirnar, har málið tykist munandi meira stirvið og hjálparsleyst, serliga í Travelin’, ið annars er eitt fínt lag.

 

Sum vit øðrum debutfløgum, er “á Leið” ikki lýtaleys, men hon er heilt vist verd nakrar lurtingar, tí hon er hugnalig, persónlig, viðkomandi og behagilig.

Tutl fløgur hitta í USA

Kristian Blak setur enn einaferð Føroyar á heimskortið

Ein pakki av Tutl fløgum til eina amerikanska útvarpsstøð, hevur vakt mikla gleði millum starvsfólki, ið nú spælir nógvan føroyskan tónleik fyri amerikansku lurtarunum.

 

Á útvarpsstøðini WMPG í Portland, Maine USA er føroyskur tónleikur dominerandi á playlistanum. Á listanum yvir mest spældu jass og fólkatónleika løgini eru ikki færri enn seks Tutl fløgur millum tíggju tær mest spældu. WMPG sendir til alt Maine, men hevur suður Maine sum málbólk. Í Maine búgva umleið 1,2 milliónir fólk, so hetta er ein rættiliga stórur marknaður. Men sambært støðini hoyrist hon um størsta partin av USA, tó er ógreitt um hvussu nógv lurtað uftan fyri Maine.

 

Kristian Blak dagligur leiðari av Tutl fekk beint fyri jól eitt teldubræv frá Bob Cochran, ið er leiðari fyri jasspartin av útvarpsstøðini. Cochran hevði hoyrt sjálvnevndu fløguna hjá Eivør Pállsdóttir og var so bergtikin av henni, at hann hevði ynskt, at hann hevði hoyrt hetta útrúliga tónlistarliga verk fyrr. Á heimasíðuni hjá Eivør, hevði Cochran funnið heimasíðuna hjá Tutl og sá stóra úrvali av jassi. Tí spurdi hann Kristian, um hann kundi sent honum eintøk av føroyskum jassfløgum. Kristian so gjørdi.

 

Síðan útvarpsstøðin fekk føroysku fløgurnar er føroyski parturin av sendiskránni hjá útvarpsstøðini vorðin alt størri. Men hesa vikuna ber av, við Eivør á øðrum plássi, og nøvnum sum Lossingarmenn, Yggdrasil, Tjant, Kristian Blak og Faroeesti á listanum.
Í vikuni fekk Kristian aftur mail frá Cochran, ið greiddi frá, at bæði hann og hini starvsfólkini á útvarpsstøðini vóru sera glað fyri tónleikin á Tutl fløgunum.

 

Mest spældu jassfløgur hesa vikuna á WMPG

1. Chick Corea – The Ultimate

2. Eivør Pállsdóttir – Eivør Pállsdóttir

3. Lossingarmenn – Lossingarmenn

4. Larry Goldings – Quartet

5. Yggdrasil – Yggdrasil

6. Deanna Witkows – Length of Days

7. Tjant – Tjant

8. Kristian Blak – Addeq

9.  Faroeesti – Faroeesti

10. Thomas R. Einarsson – Let Jazz Be Bestowed OnThe Huts