Kaj Klein hevur við tveimum sínum seinastu útgávum givið føroyingum nøkur av bestu føroysku løgunum innan populeru fólkarokk genruna. Men hóast hetta tykist hann næstan at vera útihýstur úr Kringvarpinum. Eg skilji hetta als ikki. Tað er so ikki tí, at genran ikki fær ríkiliga rúmd í útvarpinum.
Kaj Klein gav fyrr í ár út fantastisku fløguna “Í andglettinum”, ein fløga har hansara rødd og røddin hjá Mariu Guttesen ganga upp í eina hægri eind, og sum er nakað so fantastiska góð, fangandi, vælskrivað og vælspæld, stutt sagt frálík. Hon er á tremur við løgum, ið áttu at verið slagarar, ið vit øll sungu við til, tí løgini eru stuttlig, fangandi og fólkslig og tekstirnir eru líkatil og viðkomandi. Hví hendan fløgan verður so lítið spæld, tá aðrar fløgur í somu genru, men av nógv verri góðsku, vera tráspældar, tað skilji eg ikki.
Men seinastu dagarnar havi eg lurta nokkso fitt eftir næstseinastu fløguni hjá Kaj, hon var eisini framúrskarandi og í stóran mun líka fólkslig, men hon leið somu lagnu í Kringvarpinum. Tað er fantastiskt at hoyra løg sum “Palla’sa pengar”, “Summarsangur”, “Stilt lag” og “Sawyer”, hetta er so gott! Eg skilji tað ikki, hví hesar fløgur ikki hava skítfult av løgum á playlistunum, tá eg samstundis skal hoyra útgávur í treyðugt eru útgávuverdar tráspældar.