Hugleiðingar eina týsnátt á B8

At missa eitt foreldur er ein ræðsla, ið eg havi havt í mær, frá barnsbeini, tá ein flokksfelagið misti pápan. Hetta, at foreldur ikki liva ævigt, gjørdist alt for týðiligt alt for tíðliga. 

Seinnu árini er henda ræðsla vorðin títtari, verið meira støðug og eisini meira realistisk. Tí heilsustøðan hjá pápa mínum er vorðin alsamt verri, og ofta hevur tað verið tætt við.

Nú eg skrivi hesi orðini liggur hann beint við síðuna av mær í eini sjúkrahússong og andar tungt, væl hjálptur av iltini, ið hann fær blásta í næsagluggarnar av eini maskinu. 

Læknarnir eru givnir at viðgera, og geva honum nú bert pínustillandi og doyvandi.

Ræðslan er nú veruleiki, ella rættari verður veruleiki skjótt.

Mynd: Miðlahúsið – Vilmund

Andlát: Árni Olsen Dam, russiskur konsul andaðist í dag 84 ára gamal á Landssjúkrahúsinum, jarðarferðin verður lýst seinni. Er tað soleiðis andlátið skal ljóða? 

Skal konslatittulin við? 

Eg haldi tað, tí babba er errin av konslatittlinum, og tað sum konslatittulin stendur fyri: Leiklutin, ið hann hevur havt í góða samstarvinum við russar, ið nú er eitt handilssamstarv, ið hevur avgerandi leiklut fyri vælferðina í Føroyum.

Í 70’unum og 80’unum, tá kommunistaræðslan var størst í Føroyum, hevði samstarvið við russar ávísar keðiligar avleiðingar og atfinningar við sær, eins og tað hevur nú, tá stórur partur av Vesturheiminum er í andsstøðu við Putin og hansara stýri. 

Men tað kemst ikki uttanum, hvussu stóran týdning hetta samstarv hevur havt fyri okkum sum tjóð. 

Babba, sum altíð hevur verið fólkaflokksmaður, hevur havt bæði ein menniskjaligan og realpolitiskan vinkul til samstarvið. 

Á aðru síðuni hevur hann sæð teir russar, ið hann hevur møtt, og ofta hevur tikið hond um, sum menniskju, ikki sum eitt system. Hesi menniskju hava uppiborið virðing og livilig korð, tí hevur hann arbeitt saman við teimum, og ofta hjálpt, tá tað t.d. var svanligt umborð á russiskum trolarum á Skála. 

Hin síðan er møguleikarnir fyri samhandli, hvussu stóran týdning tað hevur, tá vit byggja land. Tí mugu vit samstarva við aðrar tjóðir, og møguleikarnir fyri samstarv við russar eru stórir. Hetta sóu vit eisini tá makrelósemjan var við ES.

Eg hugsaði um hetta, tá eg eftir tíðindini í kvøld hoyrdi andlátini. Hvussu skal hansara andlát ljóða. Tað tykist kanska skeivt  at hugsa so, tá hann enn liggur her og andar. Men vit sita her og bíða eftir deyðanum, tí fari eg at hugsa um hetta. 

Tað er ræðandi – tí babba er ein kempa, kanska ikki í vøkstri, men hann er ein kempa av einum manni. Hann plagdi at siga, at hann var ein dupultmusklaður vestmenningur, og so spenti hann vøddarnar á tøttu ørmunum, soleiðis at stuttu ermarnar á skjúrtuni krupu enn longur upp. 

Flest øll elska sjálvandi pápa sín, og halda frá barnsbeini, at pápin dugir alt. Tá man veksur til, skilur man, at soleiðis er ikki. Pápar duga ikki alt. Men pápi mín dugir alt møguligt, og hann er ein heilt serligur maður, ið hevur havt nógv at siga í lívinum hjá nógvum fólki. Hetta hoyri eg allastaðni eg komi, og hetta havi eg altíð hoyrt.  

Fyrr í kvøld kom Dupultkvartettin í Ebenezer á gátt. Alexander Samuelsen, sum syngur við teimum, kom til mín fyri nøkrum vikum síðan, og spurdi eftir pápa mínum, tí hann hevði ætla sær at fara við Dupultkvartettini á gátt og syngja fyri honum og mammu. 

Eg svaraði sum var, at hann lá innlagdur, og Alexander segði, at teir skuldu fara framvið, so skjótt sum babba slapp heim aftur.

Tá tað nú stóð klárt, at babba ongantíð slapp heim aftur, ringdi eg til Alexander, fyri at siga frá, og spyrja, um teir ikki kundu syngja til jarðarferðina, soleiðis sum babba hevur ynskt. 

Tað gjørdist mær beinanvegin greitt, at hesin maður, ið eg als ikki kenni, var djúpt rørdur av støðuni. Hann segði, at teir komu út at syngja fyri honum í dag, tí tað vildi hann geva Árna, sum hevði rørt hansara lív, longu tá hann heilt ungur byrjaði at arbeiða sum bókhaldari, og sum enn var ein góður vinur. 

Hetta við sangi hevur altíð fylt nógv hjá babba, serliga sálmasangur. Um tað yvirhøvir hevur borið til, so hevur hann verið til guðstænastu hvønn sunnudag og sungið við av heilum hjarta. 

Eg minnist sum barn, at tað var eitt sindur flovisligt, at hann sang so hart í kirkjuni, men hetta er ein eginleiki, ið eg veruliga havi dugað at sett prís uppá sum vaksin. Hetta bara at syngja av heilum hjarta, óansæð um hann kendi sangin frammanundan ella ei. Tað tyktist sum áskoðanin var, at til bar altíð at drynja orðini uppá pláss, um okkurt lag ikki heilt sat, sum tað átti. Hann fann gleði í sanginum, og ivaleyst eisini eina andaliga uppliving. 

Tá babba nú lá her nógv doyvdur, var tað hjartanemandi at síggja, hvussu varrarnar royndu at fylgja við, vakra sanginum hjá Dupultkvartettini, tí orðini til “Jesus hitt einasta” dugir babba, sjálvti í einum mjørka av doyving. Hóast einki ljóð kom av varrunum, so sang hann við innantanna. 

Eg hugsaði aftur á løtuna 29. august 2018, tá babba helt seinasta føðingardag sín í mínum barndómsheimi á Landavegnum. Tíðin áðrenn hetta hevði verið hørð, við miseydnaðum skurðviðgerum í Danmark, og einum ári, har stórur partur var horvin í koma-mjørka í Aalborg. 

Eg  hevði tí avgjørt, at føðingardagsgávan hetta árið skuldi vera ein sanguppliving: Martin Joensen kom framvið, og sang Vestmannasangin og nakrar aðrar. M.a. “Eg reið mær avstað”. Hetta var ein rørandi vøkur løta, ið altíð fer at vera við mær. Eisini tá hevði babba hug at syngja við.  Og sum vant fylgdi ein søga við, og babba fortaldi Martini, at “Eg reið mær avstað” varð spældur til brúðleypi hjá honum og mammu.

Árni og Marianna

Babba visti nógvar søgur, heilt nógvar søgur. Nú hann liggur her og andar eru orðini burtur ella í øllum førum innantanna, og við teimum søgurnar. Tá er tað við takksemi, at eg hugsi um sendingarnar, ið Jógvan Arge gjørdi við babba fyri nøkrum árum síðan. Har eru nógvar av søgunum festar á band, og til ber at vitja afturá tær.

Nú klokkan nærkast fýra, og náttin skjótt verður til ein vaknandi dag, so kann eg ikki annað gleðast um, at hava havt Árna Dam sum pápa í næstan 48 ár. Enn eru tríggjar vikur til mín føðingardag, men í ár verður hann uttan babba. Tað verður fyrstu ferð, tí tá er hann farin higani. Óansæð um eg havi verið úti ella heima, so hava hann og mamma ringt ella vitja, í ár verður tað bara mamma.

Eg kann ikki nevna babba, uttan at nevna mammu. Í 56 ár hava tey verið gift. Brúðleypið varð hildið í Vestmanna, og kom í lag, eftir at hann sum ein ungur sjómansskúlalesandi gjørdi sær ørindi inn til Jóan Jakku at keypa lissur, og møtti har ungu krambakvinnuni. 

Fyri nøkrum fáum vikum, síðan fortaldu hann og mamma okkum aftur um hetta. Hon segði, at hon væl visti, at tað ikki vóru lissur, ið hann var komin eftir, tí hann var ikki tann einasti sjómansskúlanæmingurin, ið keypti lissur hjá Jóan Jakku. 

Hetta flentu vit øll eftir. Men meðan vit sótu og vaktu yvir babba í gjár, viðgekk mamma, at tað vóru ikki bara sjómansskúlanæmingarnir, sum dámdu at hyggja at krambakvinnunum. Krambakvinnurnar runnu allar út at hyggja at, tá sjómansskúlanæmingarnir komu út av Sjómansheiminum, har teir búðu. 

Eg kann ikki lata vera við at smílast um, at Jóan Jakku nú er Sirkus, og at har møtast enn í dag fólk, ið velja at ganga sína lívsleið saman. T.d. møtti eg míni elskaðu Gunn í somu hølum fyri júst 15 mánaðum síðan í nátt. 

Árni og Marianna eru fyrimyndarlig. Gamaní hjúnarbandið hevur ikki altið verið ein dansur á rósum, tað eru hjúnarbond ongantíð. Men tey hava hildið saman, og hava livað saman. Tað er trupult at hugsa um tey, uttan at hugsa um tey saman. 

Serliga hesi seinastu 5-6 árini, tá heilsan hjá babba hevur kravt nógv av teimum, eru tey vorðin enn tættari. Tað er nokk ikki at taka munnin ov fullan at siga, at hann hevur fylt alt hennara lív, og at hon hevur livað fyri hann. Hesin kærleikin er so sterkur, at eg eri glaður at hava upplivað hann. Tí eins og við babba, so er hann heilt serligur.

Eg eri so glaður, at eg valdi at flyta heim aftur úr Danmark, og at mínir tríggir yngstu synir hava upplivað abba sín í gerandisdegnum, og hava notið gott av hansara stóra kærleika.

Hann hevur altíð verið fúsur, at koyra teir, ella hvat annað teir hava havt tørv á, og teir elska hann allir. Tað var sera kensluborið, tá teir sluppu inn at siga farvæl í dag, men eg eri glaður fyri, at teir hava fingið lov til tað. Hann hevur verið ein góður abbi, ikki bert fyri teir sum búgva her, men eisini fyri elsta sonin, ið somuleiðis slapp at uppliva ein gerandisdag við abba sínum, tá hann fyri nøkrum árum síðan búði í Føroyum nakrar mánaðir. Eisini hini trý abbabørnini hava átt eitt stórt pláss í hjartanum hjá Árna abba.

Á jólum var Magnus elsti sonurin heima, mest tí hann vildi uppliva enn eini jól við abbanum, og báðir nutu dagarnar, ikki minst at telva saman, tað var stuttligt fyri teir báðar.

Eg verði samstundis illur um hesa koronasóttina, ið hevur forðað elsta soni mínum Magnusi, og systkinum hjá mær at brúka tað tíð, ið tey vilja saman við babba seinast árið, tí ferðing úr útlandinum er so avmarkað. Eg veit, at vóru umstøðurnar vanligar, so sótu tey her nú. Men ístaðin mugu tey bíða eftir kanningarúrslitum, og flogførum, ið ikki longur flúgva hvønn dag. Men gott er, at tey alíkavæl hava sloppið at vitja hann í farna árið.

Ja, kenslurnar eru fleiri ymiskar, gleðin um mannin, pápan og menniskja, stoltleikin um at vera sonur hansara, og tað, ið hann hevur lagt í meg, og so sorgin um, at eg skjótt ikki longur fari at hava hann í mínum lívi. Men eg fekk hann í næstan 48 ár, tað er ikki øllum beskorið.