Sum tey flestu ivaleyst vita nú, so fekk eg korona, tá eg var í Keypmannahavn og vitjaði sonin um vikuskiftið.
Eg siti nú á 5. degi í sóttarhaldi á einum hotelkamari í Runavík.
Her siti eg væl, fitt fólk, ið eg samskifti við umvegis SMS, og sum eg ongantíð havi sæð, bera mær serstakliga góðan mat.
Hotellkamarið er stórt og ljóst við útsýnið til pulserandi ferðsluna í Runavík.
Sjúkan, ið bleiv uppdagað í kanning í flogvøllinum náttina millum sunnu- og mánadag, hevur verið sera mild higartil.
Eg eri koppsettur tvær ferðir, og tað hjálpir ivaleyst.
Mánakvøldið fekk eg eitt sindur av fepuri, men hann var burtur aftur týskvøldið, og nú er eisini sviðin í biholunum horvin, so hetta yvirlivi eg ivaleyst.
At sita einasmallur á einum hotellkamarið er eitt sindur einsligt, og man hugsar um, hvat man gongur glipp av. T.d. frálíku Nordic Music Days, ið eru beint nú.
Eg gleddi meg eisini til tríggjar dystir í Skansanum, har eg plagi at vera trúgvur.
Men, at eg ístaðin uttan at vita tað, skuldi gerast atvoldin til, at tveir av landsliðsleikarunum ikki sluppu at spæla við, bert tí teir høvdu sitið tætt við meg í flogfarinum, ger meg veruliga keddan. Kanska serliga dysturin í morgin er risastórur fyri flestu føroyingar, og at missa møguleikan at spæla hann er sjálvandi svárt.
So Viljormur og Ári, orsakað. Eg hevði onga idé um, at eg var sjúkur, og sat við masku, so neyvan eru tit smittaðir, men hetta er nú einaferð, sum reglurnar eru, tær avgera hvørki eg ella tit.
Eg ani enn ikki, nær og hvar eg eri smittaður. Vit vóru á matstovum, til handils og á barr, men eg ansaði væl eftir, við spritting og tílíkum.
Eg hevði frammanundan eitt ikki koronarelatera krím, eins og tveir av synunum eisini hava havt.
So satt at siga hevði eg ikki droymt um at testa meg, um eg ikki var farin um flogvøllin.
Eg eri satt at siga ikki veruliga sjúkur, og eri sum sagt longu koppsettur tvær ferðir.
Men eg kann ikki lata vera við at hugsa, at um eg var komin tveir dagar seinni til landið, so varð eg ikki kannaður, og landsliðsleikararnir, ið sótu nøkur setur frá mær, kundu spælt sínar dystir.
Men samstundis, so hevði eg kanska smitta onkran annan. Tað tykist ikki, sum um eg havi tað í skrivandi stund. Tað eri eg í minsta lagið glaður fyri.
Men alt hetta fær meg at undrast, um hvør planurin hjá okkara myndugleikum er.
Einasti máti, eg skilji, at man avtekur test við landamarkið, er, at vit nú fara undir okkara exit strategi, at vit frá 1. september liva normalt aftur, og koma víðari.
Ein tílík strategi krevur viljan at siga, at nú liva vit við korona, og at sjúkan kemur at vera í samfelagnum í nógv ár fram.
Hetta ger so, at vit gevast við umfatandi testingini, og sleppa sjúkuni framat í samfelagnum.
Tí vit vita, at so nógv eru longu koppsett, at sjúkrahúsverkið ikki kollapsar, sum vit ræddust í mars í fjør.
Sjálvandi koma fólk at doyggja, sum tað jú gera av flestu umfarðssjúkum, og sjálvandi koma onnur at fáa langtíðaravleiðingar, eins og vit fáa av øðrum sjúkum.
Samfelagsliga gevur tann strategiin meining, eisini hóast tað er politiskt ókorrekt, og kemur at kosta mannalív, men niðurstongingin kostar absolutt eisini mannalív.
Hetta er kanska ikki populert at velja, tí ræðslan fyri korona er stór millum fólk, men samfelagsliga gevur tað meining.
Men hetta sum hendur í dag, at vit bara gevast við testingini á flogvøllinum, men uttan at kunna fólkið um, hvør strategiin er, og annars koyra víðari í sama lag við smittusporing, avbyrging og niðurlukking, tað gevur onga meining, hvørki praktiskt, politiskt ella læknaliga.
Well bara nakrir tankar úr sóttarhaldinum, vit síggjast eftir mikudagin, tá eg aftur eri frískur, fríur og frælsur.