Ræðslan er eisini ein umfarssótt

Tá man situr innibyrgdur, fær man høvið at hugsa.

Nú smittan aftur breiður seg í Føroyum, tykist ræðslan millum fólk eisini at breiða seg. Men góðu tit, nú er tíðin at anda inn og anda út nakrar ferðir, og skilja, at ræðsla lætt kann gerast ein umfarssótt.

Í juli eftirlýsti eg eina exit strategi í einum facebookuppslagi. Heilsumálaráðharrin svararði: “1. august”  (seinni bleiv tað flutt til 1. september, men tað broytir ikki poengið)

Hetta svarið er faktiskt eitt rættiliga gott dømi um, hvussu samskiftið um korona er frá myndugleikunum. Tað er alneyðugt, at myndugleikarnir beint nú, fáa skil á hesum samskifti.

Tá man gavst við at kannað tey, ið koma um landamarkið, skapti hetta eina óneyðuga ræðslu millum fólk.  Ræðslan er fyrst og fremst óneyðuga stór, tí eingin veruliga skilti, hví man gavst. Argumentini um, at nú var støðan so góð, var forvirrandi, tí støðan í teimum londunum, ið vit primert hava ferðasamband við Danmark, Noregi og Ísland, er nemmliga ein við høgum smittutølum.

Samskiftið var í besta falli manglandi og í versta falli villeiðandi.

Seinasta ár í mars broyttist heimurin. Tá vit sóu myndirnar av líkposum, ið vórðu lyftir upp í lastbilar í Italiu, og hoyrdu ræðusøgurnar um sjúkrahús, ið kollapsaðu, blivu vit flest øll bebbarødd. Sjúkrahúsini, okkara álit, tey, ið taka um endan og bjarga okkum, stóðu fyri hóttafalli. Sjálvandi blivu vit bangin, og sjálvandi góðtóku vit tí, at myndugleikarnir skóru okkara frælsið meira enn nakrantíð áður í friðartíð.

Vit hava líka síðan liva í undantaksstøðu, og tað tykist sum vit langt síðan hava vant okkum við undantaksstøðuna. Vit hava góðtikið hana, og í summum førum gloymt, at vit eru í undantaksstøðu. “The New Normal” kallar onkur tað.

Men nei, hetta er ikki ein normalstøða! Hetta er ikki ein støða, ið kann standa við. Vit mugu undir eina exit strategi, og tað er tað, ið vit nú eru farin undir. Tìanverri hevur man bara gloymt at sagt okkum frá.

Her siti eg, koppsettur tvær ferðir, innilæstur á einum hotellkamari, tí eg eri smittaður. Men eri eg sjúkur? Nei, ikki veruliga!

Eg kann staðfesta, at sjálvt um eg eri smittaður, so riggar koppsetingin. Daman, ið eg havi sovið við síðurnar av á ferðini í Danmark er ikki smittað, og tað eru teir eldru koppsettu synirnir, ið eg hitti morgunin eftir komuna heldur ikki.

Eg sjálvur havi følt sera lítið til sjúkuna, og tað skilst, at tey allarflestu, ið eru koppsett, heldur ikki merkja nógv.

65% av føroyingum eru nú koppsettir tvær ferðir, næstan 70% hava fingið fyrra prikið, og um dagarnar hoyrdu vit, at nærum allir føroyingar í høgum aldri og í vandabólki eru koppsettir. Ja, faktiskt hava øll, sum ynskja tað, havt møguleikan at koppseta seg. 

Tí er korona ikki longur so vandamikil, at vandi er fyri, at vit síggja líkposar í lastbilum og kollapsaði sjúkrahús.

Minnist til, at tað vóru líkposar og kollapsaði sjúkrahús, ið gjørdu, at vit góðtóku størstu frælsisinntriv nakrantíð í friðartíð. Um vandin fyri hesum ikki longur er har, so er heimildin til inntrivini heldur ikki har.

Sostatt eru tíðin komin til exit úr undantakstøðuni. Vit skulu aftur til at liva sum vit livdu øll árini fram til mars í fjør.

Jú, onkur fer at doyggja, onnur fara at gerast sera sjúk, eins og fólk gera av øllum hinum umfarðssjúkunum. Men vit mugu sum samfelag koma víðari. Vit kunnu stutt sagt ikki loyva okkum, so stór inntriv í persónliga frælsið hjá borgarunum, tá støðan ikki er vandamiklari, enn hon er nú.

Men eg skilji væl ræðsluna.

Júst tí er so alneyðugt, at myndugleikarnir spæla við opnum kortum.  At myndugleikarnir eru kristalklárir í sínum samskifti og tora at melda út, tað sum landsstýrismaðurin í heilsumálum lýsti sum, at exit strategiin var 1. august.

Hetta krevur so eisini, at øll tilbúgvingin riggar av, at vit gevast at testa, uttan so, at fólk eru øgiliga sjúk og skulu innleggjast. At vit ikki fara í panikk og lukka skúlar og arbeiðspláss niður, tá onkur er smittaður.

Eg upplivdi í síðstu viku, at yngsti sonurin ikki slapp í skúla alla vikuna. Hetta var hóast landslæknin segði, at hann ikki var í smittuvanda. Eg hevði hildið góða frástøðu, eftirsum eg bíðaði eftir kanningarúrslitið, og tí hann ikki var koppsettur.

Men barnaskúlin hann gekk í, føldi seg ikki tryggan við støðuna, og segði, at tey ikki kundu nokta honum at koma, men fóru at avbyrgja hann, um hann kom í skúla.

Eg skilji væl skúlaleiðsluna, tí boðini frá hægstu myndugleikunum eru so ógreið. Men tað má sigast at vera ræðandi, at tað kennist rætt hjá eini skúlaleiðslu, at seta seg yvir landslæknan í einum heilsumáli.

Men fólk eru bangin, og tí mugu vit hava greiðar útmeldingar frá teimum hægstu myndugleikunum, soleiðis fáa vit billbukt á ræðsluni