Ein av teimum bestu er farin

Góði Mikkjal, og tað meini eg, veruliga góði Mikkjal, tí tú vart absolutt ein av teimum bestu.
Ikki vardi tað meg, at tú innantanna bardist so nógv. Eg hevði ynskt, at eg hevði klemmað teg seinast vit hittust, ella spurt inn til, hvussu tú hevði tað. Men tá, sum altíð annars, var eitt smíl á tínum varrum.
Eg feldi tár, tá eg fekk boðini, meðan eg var á summarferiu í Noregi, lá svøvnleysur alla náttina, tí hvat er tað fyri ein heimur, ið vit hava skapt, tá tey bestu av okkum ikki orka at liva í honum?
Eg minnist í 2002 á Margarinfabrikkini, unga tannáringin, ið saman við Edmundi, kom inn til okkara í MC-Hár, meðan vit vandu til fyrsta G! Festivalin.
Tit vildu sleppa at sita í sofuni og lurta, meðan vit gomlu vandu.
Dámligur, musikalskur og fullur av potentiali og so handan røddin.
Eg minnist gleðina, tá vit buðu tær at koma við á G! og ólavsøkukonsertina sum gestasangara, at tú gjørdist eitt sindur ov upptikin av ballinum backstage á ólavsøkukonsertini, og tí gloymdi at koma á pallin, tá tú skuldi, er í dag bert eitt stuttlligt minni, Tí hóast hetta tá kundi verið eitt tónlistarligt hæddarpunkt hjá tær. So var tað einki í mun til tað, tú sjálvur megnaði seinni fyrst og fremst við Sic.

Men hetta var sjálvandi størsta konsert, ið tú hevði havt møguleika at spæla tá, við eini 3000 áskoðarum, so tú hevði heldur reyð oyru tað løtuna, men ballið backstage var eisini stuttligt.

Tín tónleikayrkisleið lá tá frammanfyri tær, og tú hevur lagt so óluksáliga nógv gott eftir tær har.
Fyrsta útgávan hjá Sic er ein føroyskur tónleikavarði.
Okkara gamli vinur Karl Anton skrivaði í Sosialinum í 2005: “Mikkjal G. Hansen er tann feitasta rokkrávøran vit eiga, og Sic spæla tann absolutt sterkasta og beinrakna konsekventa rokkin í Føroyum nakrantíð. Alt hitt skramblið, ið verður diskað upp við, kann fara og leggja seg.”
Tað hevði hann púra rætt í, tú vart ein rokkrávøra í heimsflokki.
Tá eg fyri nøkrum árum síðan slapp upp í part sum gestasangari á tykkara Amokk verkætlan, so var eg ein errin maður, takksamur, at tú vildi lova mær við.
Tín fantastiska rødd er nú still, men vit kunnu lukkutíð altíð hoyra hana á útgávunum.
Hoyri fyri mær vanligu heilsanina hjá tær, tá vit hittust fyri mær “Vinurin”, og ja, tú vart ein vinur, hóast vit tíanverri ongantíð hava brúkt nóg nógva tíð saman. Flyti í hesum døgum inn í títt grannalag, og tað kundu vit tí havt gjørt okkurt við.
Eg fari at sakna at hitta teg, fitta positiva menniskja, klemm og hatta eina orðið “vinurin”.
Eg fari eisini at sakna at uppliva teg á palli. Eg var so glaður, tá eg hoyrdi, at tú vart aktivur á palli aftur við bæði egnum tónleiki og í Panthera orkestrinum, sum eg havi hoyrt so nógv gott um.
Eg náddi ongantíð at hoyra teir nýggju bólkarnar hjá tær, men gleddi meg til at hoyra tykkum, og var spentur at frætta, at tit skrivaðu tónleik.
Eg fari at sakna teg í fremstu røð til allar MC-Hár konsertir, og eg fari at sakna at bjóða tær á pallin sum gestasangara, so seint sum í fyrra árið komst tú á pall á konsertini í Perluni, og leveraði við somu sannføring sum altíð.
Mínir tankar eru hjá tykkum í familjuni, eg veit, at missa Mikkjal er serliga hart hjá tykkum.
Eg elski teg góði Mikkjal, hvíl í friði.