Fótbóltsferðin komin á enda

 Fótbóltsferð 7. partur: Heimafturkomin

 

Inntrykkini hava verið so nógv hesar seinastu dagarnar, at eg eri heilt móður í bæði kroppi og sinn, nú eg eri afturkomin á Argir.

 

Nú er hetta ikki einans fyrsta fótbóltsferð, ið eg havi skipað fyri, hetta er eisini fyrsta fótbóltsferð eg havi verið á, men eg má siga, at hetta hevur verið ein óvanliga góð ferð.

 

Lutvíst tí, at eg havi verið á ferðini saman við nøkrum so ótrúliga fittum og dámligum monnum, og mínum fitta soni, men eisini lutvíst, tí at Chelsea leikarar og starvsfólk hava gjørt somikið fyri, at vit fjepparar skuldu fáa ein góða uppliving. So sum David Luiz, ið mundi skriva einar 400 autografir og taka yvir hundra myndir sunnudagin eftir dystin.

 

Umframt frálíka dystin, og dýrabæru løturnar aftan á, tá ungdómsliðið bar FA Youthcup steypið vøllin runt, og tá leikarar á fyrsta liðið saman við sínum børnum komu á vøllin við FA Cup steypinum, so hava vit eisini møtt sera nógvum leikarum, og tikið myndir saman við Mata, Bertrand, Hutchinsson, Drogba, Torres, Luiz og flestu stjørnunum á ungdómsliðnum.

 

Alt hetta fyrst og fremst, tí vit høvdu bílagt okkara kømur gjøgnum Chelsea, sum bjóðaði okkara sera góðar umstøður við gisting á Stadionhotellinum.

 

Vit kendu okkum bornar á hondum av vinaligu starvsfólkunum, og búðu í lekrum kømurum, og ótu á góðum matstovum.

 

Tað skal tó sigast, at stóra úrvalið av Chelsea Merchandise og klæðum í the Chelsea Megastore, hevði sína ávirkan á fíggjarstøðuna hjá okkum øllum, men tá eg koyrdi oman til arbeiðis í morgun, meðan eg drakk heitt té í mínum risa  Chelsea termokrússi, so kundi eg bara fegnast um hetta væla keyp, og dreingirnir sóu eisini ernir út í hvør sínari Chelsea blusu og húgvu, tá teir fóru heimanífrá í morgun.

 

Eisini havi eg møtt Chelsea stjóranum, Ron Guirlay og prátað um eitt nú Føroyar við hann, havi lyft FA Cup steypið, og saman við mínum ferðafeløgum verið Newport fjeppari fyri ein dag, tá vit fóru á Wembley til dyst millum York City og Newport County.

 

Vónandi hevur hendan fótbóltsferðafrásøgnin verið líka stuttlig hjá tykkum at lesa, sum hon var at skriva hjá mær. Takk fyri hesa ferð, vit skrivast við 😉

 

Les fótbóltsferð 1: FCK vs OB í Parkini

Les fótbóltsferð 2: Liverpool vs Chelsea á Hotel Amager

Les fótbóltsferð 3: Í London

Les fótbóltsferð 4: Á stadion tourne

Les fótbóltsferð 5: Til dyst millum York City og Newport County

Les fótbóltsferð 6: Chelseatúrurin náddi sítt klimaks

 

 

 

 

Chelseatúrurin náddi sítt klimaks

Fótbóltsferð 6. partur: Chelsea 2 – Blackburn 1

 

So var eisini sjálvur dystardagurin av, siti í kamarinum ávegis í song, vit skulu sera tíðliga upp í morgin, skulu flúgva frá Gatwick kl. 8:45 og skulu tí frá hotellinum kl. 5.30, sum høvuðsfyriskipari av túrinum má eg taka heiðurin fyri hesa ógudiligu flúgvarabooking, ið var gjørd við høvdinum undir arminum. Havi longu umborið yvir fyri mínum ferðafeløgum, sum hava fyrigivið mær, í øllum førum fyribils.

 

Dagurin í dag hevur verið frálíkur. Vit byrjaðu við góðum enskum morgunmati í Restaurant 55, síðan ein túr í Megastore, at keypa David Luiz parykkar. Ætlanin var so at fara yvir á Chelsea Museum at hitta tríggjar stórar Chelsea legendur: Peter Bonetti, Kerry Dixon og Chopper Harris, men tá vit komu á kamarið at leggja parykkarnar, sóu vit, at Ramires kom spákandi niðrið á parkeringsplássinum og fór inn í ein buss.  Vit drønaðu sjálvandi beint út, og sóu leikarar, sum Essien, Sturridge, Ferreira, Bertrand og Malouda ganga framvið okkum, og Lukaku, Torres og Drogba koma yvir at heilsa uppá, taka myndir og skriva autografir. Tað var deiligt at síggja hvussu serliga Torres og Drogba góvu sær tíð til fjeppararnar.

 

Vit náddu so ikki á museumið at tosa við legendurnar, men tað gjørdi minnið. Vit valdu at fara til dystin heilt tíðliga fyri at fáa alla upplivingina við, vit ótu burgarar úr burgaravognunum uttan fyri stadion, og lurtaðu eftir Chelsea hornorkestrinum og komu ordiliga í dystarstemning við øl í einari av barrunum í stadion.

 

Dysturin sjálvur var ein ótrúliga stór uppliving, at sita og hoyra áskoðarnar rópa og syngja var dýrabært, og eg skal viðganga, at eg enn eri sera hásur.

 

Chelsea spældi sera væl í fyrra hálvleiki, og tað var serliga gleðiligt at síggja, at undir leikarar sum Sam Hutchinsson, Romelu Lukaku og Ryan Bertrand byrjaðu innið. Teir komu allir væl frá sínum dysti. Chelsea vann dystin 2-1 sjálvt um annar hálvleikur var heldur illa spældur, men hetta bilaði ikki so nógv, móti einum sera vánaligum Blackburn liðið, ið sjálvt royndi at drála, hóast teir vóru eitt mál aftanfyri.

 

Tvíburðarnir hjá Terry

Eftir dystin komu ungdómleikararnir við FA-Youthcupinum og gingu eina rundu á stadion fagnaðir av okkum áskoðarum. Síðan kom fyrsta liðið saman við sínum børnum og tí ordiliga FA-Cupinum. Tað var fantastiskt at síggja, hvussu góðan bóltførleika nógv av børnunum høvdu. T.d. dóttir Terry og sonur Malouda. Rørandi løta og vit fóru av stadion heitir um hjarta.

 

Komnir á hotelkamari aftur, sóu vit David Luiz skriva autografir og taka myndir við fjepparum niðrið undir vindeyganum, vit fóru sjálvandi niður og heilsaðu uppá hann, og fingu autografir og myndir. Ótrúliga dámligur, fjasaði býtt og hugnaði sær við fjepparunum í útivið ein tíma, hetta er tað slagið av atburðið, ið ger, at fjeppararnir elska leikararnar.

 

Vit endaðu dagin við einum døgurða á einari spanskari matstovu, áðrenn leiðin gekk heim at pakka, og nú siti eg her á veg í song.

Vónandi hevur hendan fótbóltsferðafrásøgnin verið líka stuttlig hjá tykkum at lesa, sum hon var at skriva hjá mær. Takk fyri hesa ferð, vit skrivast við 😉

 

Les fótbóltsferð 1: FCK vs OB í Parkini

Les fótbóltsferð 2: Liverpool vs Chelsea á Hotel Amager

Les fótbóltsferð 3: Í London

Les fótbóltsferð 4: Á stadion tourne

Les fótbóltsferð 5: Til dyst millum York City og Newport County

Les fótbóltsferð 7: Heimafturkomin

Til dyst á Wembley

Fótbóltsferð 5. partur: Til dyst millum York City og Newport County

 

Enn ein fótbóltfyltur dagur farin afturum, í sambandi við vitjanina á Wembley fríggjadagin, funnu vit útav at The FA Carlsberg Trophy finalan skuldi vera har leygardagin millum non-league liðini York City og Newport County, og vit valdu tí at fara út aftur á Wembley fyri at uppliva stemningin.

 

Vit høvdu møtt einum Newport fjeppara í tokinum fríggjadagin, og hann hevði greitt okkum frá, hví vit skuldu velja hansara lið at fjeppast um. Her var serliga argumentið, at York spældi í reyðum berandi fyri okkara avgerð at gerast Newport fjepparar.

 

Komnir út á Wembley keyptu vit allir Newport hálsturriklæði og fóru so til gongu niðan móti vestaru síðu á Stadion, har Newport hevði inngongd. Allan vegin gingu fjepparar og sungu móti hvørjum øðrum, meira ella minnið penar sangir. Tó áttu nakrir Newport fjepparar gullmedaljuna, tá teir sungu eftir York fjepparunum: “Sheepshaggers – how does it feel to shag a sheep”.

 

Veldigur stemningur, og hóast mín manglandi eldhugi fyri Newport kom til sjóndar, tá eg segði við atgongumerkjamannin, at eg skuldi hava atgongumerki til Westport, so sluppu vit inn, og sótu mitt millum mest villu Newportfjeppararnar, ið sungu og róptu og skaptu ein øgiligan stemning. Tey gott 19.000 fólkini, ið bert fyltu partar niðastu hæddini á Wembley sótu alíkavæl tætt, so tað virkaði væl, og eg kann illa ímynda mær, hvussu gott tað ljóðar, tá øll 96.000 plássini eru upptikin.

 

Dysturin var annars ikki góður, liðini mundu vera á einum støðið, ið minnir um verru liðini í Effo deildini. Newport hevði munin í fyrra hálvleiki, men skoraðu einki mál. Í seinna hálvleiki kom York út við øgiligari megi, og endaði við at vinna dystin 2-0.  Sum sagt okkara eldhugi var ikki so øgiligur, so vit vóru ikki beinleiðis knústir, tá vit koyrdu heim aftur við tokinum.

 

Um kvøldið var eg til fjepparafelagsdøgurða, umboðandi Chelsea, har møtti eg øðrum nevndarlimum í fjepparafeløgum, og avgjørt varð, at vit frameftir skulu hava meira samstarv, og e-mailbústaðir og telefonnummur vóru samskipaði.

 

Ron Guirlay stjóri í Chelsea kom eisini framvið, og heilsaði uppá, hann var sera dámligur, og helt tað vera kul, at vit høvdu stovna eitt fjepparafelag í Føroyum, hann bað meg heilsa tykkum øllum frá sær.

 

Sum eitt eykayvirraskilisi sluppu vit at taka myndir við FA-Cup steypinum, tað var sjálvandi eisini fantastiskt.

 

Sunnudagurin verður ikki minnið spennandi, fyrst í Chelsea Museum at hitta Peter Bonetti, Kerry Dixon og Chopper Harris, síðan dysturin móti Blackburn á Stamford Bridge, tað verður herligt.

 

Vónandi hevur hendan fótbóltsferðafrásøgnin verið líka stuttlig hjá tykkum at lesa, sum hon var at skriva hjá mær. Takk fyri hesa ferð, vit skrivast við 😉

 

Les fótbóltsferð 1: FCK vs OB í Parkini

Les fótbóltsferð 2: Liverpool vs Chelsea á Hotel Amager

Les fótbóltsferð 3: Í London

Les fótbóltsferð 4: Á stadion tourne

Les fótbóltsferð 6: Chelseatúrurin náddi sítt klimaks

Les fótbóltsferð 7: Heimafturkomin

Av Stamford Bridge á Wembley

Fótbóltsferð 4. partur: á stadion tourne

 

 

Enn ein dagur farin afturum á fótbóltsferðini hjá Chelsea FC Føroyar, tvey frálík stadion eru vitjaði, og upplivingarnar eru stórfingnar her í London, har sonurin Mikal nýtti høvið at lyfta FA-Cup steypið.

 

Meðan vit sótu á hotellinum og ótu enskan morgunmat, royndu vit at fáa øll inntrykkini frá degnum fyri uppá á pláss. Tað er eitt sindur ringt at fyrihalda seg til, at man hevur møtt so nógvum stjørnum, og at man býr á einum hotellið, sum er bygt fast í stadion.

 

Mettir og vælsettir fóru vit á tour á Stamford Bridge, har sluppu vit millum annað at sita á útskiftingarbeinkinum, vitja skiftingarrúmini, renna út gjøgnum spælaratunnilin, sita við borðið í fjølmiðlarúminum, har Chelsea heldur sínar tíðindafundir og hoyra væluppløgdu tour guidina greiða frá um søguna hjá stadion, hvussu nógv hárprodukt Drogba brúkar, hvat tað kostar at eiga ein logu á Stamford Bridge, og nógv annað. Ein stór uppliving, ið ikki gjørdist minnið, tá vit vitjaðu The Chelsea Museum, ið er eitt imponerandi savn, av stórfingnu søguni hjá Chelsea.

 

Seinnapartin fóru vit út á Wembley Stadion. Hetta var gott nokk eitt imponerandi stadion. Alt var so risastórt. Hetta er størsta yvirdekkaða stadion í Evropa, og kann hava 96.000 fólk sitandi undir taki, og leggur hús til alt frá risa rokkkonsertum til  dystir hjá landsliðnum, Carling Cup og FA-Cup og heilt niður til lítlar dystir sum The FA Carlsberg Trophy, ið verður í leygardagin millum non-league liðini York City og Newport County, ein dystur ið vit fara til. Upprunaliga var ætlanin at fara til ein Charity dyst millum AFC Liam og Homies United tá, men ein dystur á Wembley er altso meira lokkandi.

 

Á veg heim við tokinum møttu vit einum Newport County fjeppara. Við einari syngjandi valisiskari dialekt, greiddi hann okkum frá, júst hví vit skuldu halda við Newport.  So vit fara á Wembley, sum heilhjartaðir Newport fjepparar.

 

Túrurin á Wembley endaði við, at Mikal sonurin slapp at blíva avmyndaður við 80.000 pund dýra FA-Cup steypinum, og hóast tourguidin mundi svíma, tá hann lyftið steypið, so hevur hann nú roynt nakað, ið fáur 10 ára gamal HB’ari nakrantíð kann somikið sum droyma um at royna. Semja var í ferðalagnum um, at Mikal var dagsins maður á Wembley.

 

Um kvøldið ótu vit fínt á Chelsea matstovuni 55, sum er á hottellinum vit búgva á. Hetta er partur av okkara pakkaferð, ið vit hava keypt gjøgnum Chelsea. Lekkur matur, ið rundaði ein frálíkan dag av, vit fóru síðan á Chelsea barrina Frankies at drekka øl og tomatjuice (Mikal).

 

Eftir at Mikal var farin uppá á kamarið at leggja seg, endaðu vit dagin á The Butchers Hook, ið er barrin har Chelsea í 1905 bleiv stovna. Enn ein superdagur á okkara fótbóltsferð.

 

Vónandi hevur hendan fótbóltsferðafrásøgnin verið líka stuttlig hjá tykkum at lesa, sum hon var at skriva hjá mær. Takk fyri hesa ferð, vit skrivast við 😉

 

Les fótbóltsferð 1: FCK vs OB í Parkini

Les fótbóltsferð 2: Liverpool vs Chelsea á Hotel Amager

Les fótbóltsferð 3: Í London

Les fótbóltsferð 5: Til dyst millum York City og Newport County

Les fótbóltsferð 6: Chelseatúrurin náddi sítt klimaks

Les fótbóltsferð 7: Heimafturkomin

Millum komandi og verandi stjørnur á Stamford Bridge

Fótbóltsferð 3. partur: Í London

 

Eg og sonurin Mikal eru nú komnir til London, saman við trimum øðrum limum í Chelsea FC Føroyar, og túrurin er longu nú ein uppliving av teimum stóru. Vit hava bílagt túrin gjøgnum Chelsea, og hildu, at vit skuldu búgva yvirav stadion, men tað gera vit ikki, hotellið er bygt fast í stadion, og hetta merkja vit alt til.

 

Millum annað hava vit møtt øllum eykaliðnum í hotelbarrini har teir hittust. áðrenn Player of the year døgurðan, sum hevur verið í kvøld. Vit fingu heilsa uppá komandi stjørnur sum Lucas Piazon, Nathaniel Chalobah, Jamal Blackmann og Lewis Baker, og teir stillaðu fryntligir upp til myndatøku við okkum føroyingum.

 

Tá vit fóru útum, rendu vit okkum beint í leikarar á besta liðnum, ið vóru á veg til Player of the year dinner, flest allir koyrdu framvið í sínum sera dýru bilum, og vit sóu bæði venjarara og flest allar leikarar. Men Juan Mata, ið bleiv valdur til ársins leikara hjá Chelsea kom til fóts, saman við Oriol Romeo, Sam Hutchinsson og Ryan Bertrand, og eg fekk tikið í hondina á Mata, Hutchinsson og Bertrand, og teir báðir ungu onglendararnir stillaðu eisini upp til myndatøku við okkum.

 

Eftir ætlan skuldu vit hitta Didier Drogba í Chelsea Megastore í dag, men hann avlýsti vegna skaða, ið  hann hevur fingið, og sum kravdi viðgerð, meðan hann annars skuldið havt skrivað á troyggir. Hetta vóru vit sera skuffaðir av, tá vit flugu úr Keypmannahavn. Men tann upplivingin bliknaði afturímóti at møta øllum hesum leikarunum, og skuffilsi er heilt horvið.

 

Nátturðin bleiv etin á indisku matstovuni Kish Mish á Fulham Road, tætt við hotellið, og so gingu vit ein kvøldtúr eftir Fulham Road, áðrenn vit fóru at leggja okkum. Vit vaknaðu tó tíanverri alt ov skjótt aftur, tá onkur idiotur setti eldávaringina í gongd á hotellinum, men vit vóru ikki meira enn komin út á gøtuna, tá vit fingu boð um, at hetta var falskur alarmur.  Mikal er longu sovnaður aftur, men eg vaknaði ordiliga við, og skrivaði tí hetta.

 

Í morgin er stadion tour á skránni, eg gleði meg longu. Má heldur leggja meg nú.

 

Vónandi hevur hendan fótbóltsferðafrásøgnin verið líka stuttlig hjá tykkum at lesa, sum hon var at skriva hjá mær. Takk fyri hesa ferð, vit skrivast við 😉

 

Les fótbóltsferð 1: FCK vs OB í Parkini

Les fótbóltsferð 2: Liverpool vs Chelsea á Hotel Amager

Les fótbóltsferð 4: Á stadion tourne

Les fótbóltsferð 5: Til dyst millum York City og Newport County

Les fótbóltsferð 6: Chelseatúrurin náddi sítt klimaks

Les fótbóltsferð 7: Heimafturkomin

 

Tá fótbóltur er pínufullur, má man hyggja at stóru myndini

Fótbóltsferð 2. partur: Liverpool vs Chelsea á Hotel Amager

Eg og sonurin Mikal eru í løtuni í Danmark, seinni í vikuni gongur leiðin til London, har vit m.a. skulu hitta Didier Drogba, fara rundvísing á Stamford Bridge, fara til dyst millum  AFC Liam vs Homies United FC og so sjálvandi til dystin millum Chelsea og Blackburn á Stamford Bridge.

 

Dysturin móti Liverpool á Anfield, var fyri nøkrum vikum síðan sæddur sum ein lykladystur, og tað er ikki langt síðan, at eg kannaði møguleikan fyri at flúgva úr Danmark til Liverpool, so eg kundi vera á Anfield, hetta eydnaðist til alla lukku ikki. Tí við ósigrinum á Newcastle gjørdist dysturin rættiliga líkagyldigur, og hetta sást eisini á uppstillingini til dystin:

 

22 Ross Turnbull
19 Paulo Ferreira
2 Branislav Ivanovic
26 John Terry (c)
34 Ryan Bertrand
5 Michael Essien
6 Oriol Romeu
15 Florent Malouda
7 Ramires
9 Fernando Torres
23 Daniel Sturridge

Subs: 40 Hilario, 27 Sam Hutchhinson, 3 Ashley Cole, 8 Frank Lampard, 10 Juan Mata. 21 Salomon Kalou, 18 Romelu Lukaku.

 

Bert tríggir leikarar, ið byrjaðu dystin móti Liverpool í FA Cup finaluni byrja inni, og sjálvt Petr Cech var spardur. Teir av leikarunum, sum mugu metast sum fyrsta val, vóru leikarar, ið eru leikbannaðir til Champions League finaluna. Eg hevði avtala við mín góða vin Trónd Bogason, at vit skuldu hyggja at dystinum saman á Hotel Amager.

 

Dysturin var somkið seint um kvøldið, byrjaði kl. 21. dk tíð. at eg ikki tók Mikal við mær. Hann var heima hjá mostrunum.

 

Eg møtti upp á Hotel Amager við einari vínkennning, og sat sum einasti Chelsea fjeppari og ræddist fyri, hvussu hetta skuldi ganga, tí har vóru so nógvir leikarar, ið vanliga ikki byrja inni. Men tað vísti seg, at eg heldur átti at óttast fyri teimum royndu leikarunum, tí hetta skuldi gerast kanska ringasti dystur hjá John Terry í Chelsea troyggjuni. Hann spældi ein ræðuligan dyst, har Liverpool leikarar skiftust um at gera tunnil millum beinini á honum.

 

Tað var pínufult at hyggja at, men sum eg greiddi einum hoverandi Liverpool fjeppara frá, so stendur FA – Cup steypið á Stamford Bridge, vit eru í Champions League finaluni, og hóast vit ikki enda í topp 4, kunnu vit enn sjálvir tryggja okkum Champions League fótbólt komandi ár. Liverpool harafturímóti liggur enn og kappast fyri at enda einum uppibornum 8. plássi.

 

Vónandi hevur hendan fótbóltsferðafrásøgnin verið líka stuttlig hjá tykkum at lesa, sum hon var at skriva hjá mær. Takk fyri hesa ferð, vit skrivast við 😉

 

Les fótbóltsferð 1: FCK vs OB í Parkini

Les fótbóltsferð 3: Í London

Les fótbóltsferð 4: Á stadion tourne

Les fótbóltsferð 5: Til dyst millum York City og Newport County

Les fótbóltsferð 6: Chelseatúrurin náddi sítt klimaks

Les fótbóltsferð 7: Heimafturkomin

 

 

 

Tann vánaligi fótbólturin, og tann vánaligi fjepparin

Fótbóltsferð 1. partur – FCK vs OB í Parkini

 

Eg og sonurin Mikal eru í løtuni í Danmark, seinni í vikuni gongur leiðin til London, har vit m.a. skulu hitta Didier Drogba, fara rundvísing á Stamford Bridge, fara til dyst millum  AFC Liam vs Homies United FC og so sjálvandi til dystin millum Chelsea og Blackburn á Stamford Bridge.

 

Fríggjadagin vóru vit til eina ferming, men burtursæð frá hesum, snýr allur túrurin seg fyrst og fremst um fótbólt.

 

Fyrsta dystin sóu vit tó í sjónvarpinum, tað var FA-Cup finalan, millum Chelsea og Liverpool, ein dystur, sum varð dekan ov spennandi, eftir at Andy Carroll kom á vøllin, men ein sigur kom í hús og Robert Di Matteo legði veruliga billett inn til permanenta venjarastarvið hjá Chelsea. Tað er so feitt, tá títt lið vinnur, serliga tá tað vinnur steyp.

 

Fyrsti live dysturin var dysturin millum FCK og OB í Ítróttarparkini í Keypmannahavn í gjárkvøldið. Eg og báðir teir elstu synirnir Magnus og Mikal vóru farnir í Parkina og sótu á C síðuni, saman við FCK fjepparum.

 

Lat tað vera sagt beinanvegin, at upphitingin var munandi meira spennandi enn sjálvur dysturin, tí hvørki liðið spældi væl. Meðan bæði sjálv upphitingin og undirhaldið, ið FCK skipaði fyri vóru sera áhugaverd at síggja.

 

Hetta var ein dystur, ið FCK skuldi vinna, tí FC Nordsjælland við einum sigri dagin fyri, hevði lagt seg javnt við FCK í stigum, og sostatt avbjóðaði meistaraheitið hjá FCK, sum annars virkaði heilt trygt fyrr í ár.

 

Eg havi hildið við FCK, síðan Todi kom til felagið úr Lyngby í 1997. Eg búði í Keypmannahavn tá, so tað var upplagt. Men eg má siga, at sum liðið spældi í gjár, so hava teir ikki uppiborið nakað meistaraheiti í ár.

 

Seinastu ferð eg var í parkini til ein dyst, var í seinasta dystinum í kappingarárinum 2000/01, tá FCK tók ímóti Brøndby og tryggjaði sær meistaraheitið við einum saksasparki hjá Zuma, sum man teljast millum bestu málini í donskum fótbólti nakrantíð, og sá nøkurlunda soleiðis út:

Eg má siga, at har var munur á undirhaldi í tí dystinum og hesum. Men eg má eisini siga, at stórur munur var á áskoðarunum. Dysturin í gjár var næstan líka avgerandi, men hóast hetta vóru einans 14.000 fólk til tey 38.000 setrini í Parkini.

 

Men tað sum undraði meg mest, var atburðurin hjá heimaáskoðarunum, longu tíðliga í dystinum byrjaðu tey at bua eftir sínum egna liðið, og hetta helt fram næstan allan dystin. Tá FCK fór út til steðgin var heilt galið, sum áskoðararnir ýldu eftir teimum. Ikki beinleiðis motiverandi, eg veit væl, at leikararnir eru væl løntir, men tað gevur neyvan liðinum góð úrslit, at royna at demotivera teir.

 

Vánaligir áskoðarar hava uppiborið vánaligan fótbólt.

 

Vónandi hevur hendan fótbóltsferðafrásøgnin verið líka stuttlig hjá tykkum at lesa, sum hon var at skriva hjá mær. Takk fyri hesa ferð, vit skrivast við 😉

 

Les fótbóltsferð 2: Liverpool vs Chelsea á Hotel Amager

Les fótbóltsferð 3: Í London

Les fótbóltsferð 4: Á stadion tourne

Les fótbóltsferð 5: Til dyst millum York City og Newport County

Les fótbóltsferð 6: Chelseatúrurin náddi sítt klimaks

Les fótbóltsferð 7: Heimafturkomin