Móselog ella mannarættindi

Hetta kjakið um skrásett parlag er løgið. Á einari síðu hava vit ,tey sum vilja hava, at tey samkyndu skulu hava somu rættindi, sum øll onnur. Á hinari síðuni hava vit tey sum siga: “Hví skulu tey hava hesi rættindi og hvat verður tað næsta tey vilja hava?”.

 

7040084-hearts-loveVit liva nú einaferð í einum demokratiskum samfelag. Vit liva í einum samfelag har mannarættindini verða vird. Hendan virðing fyri mannarættindum merkir: at um vit síggja lógir ella onnur samfelagslig viðurskifti, sum skerja tey grundleggjandi mannarættindini, so eiga vit at broyta hesi viðurskifti.

 

Sum einstaklingur hevur tú grunnleggjandi rættindi. Samfelagið má ongantíð virka ímóti hesum rættindum, ikki uttan so at tínar gerðir skerja rættindini hjá øðrum.

 

Tá vit tosa um skrásett parlag, so skerjir hetta ikki rættindini hjá øðrum. Hetta er ikki til ampa fyri nakran, og eg havi enn ikki hoyrt eina einastu grundgeving ímóti skrásettum parlagi.

 

Jú, gamaní onkur rópar upp um Mósebøkurnar. Men har er so nógv í Mósebókunum, sum vit velja ikki at liva eftir. T.d. tað, at vit ikki skulu røra blóð ella eta svín, at vit ikki skulu síggja hvør annan naknan, at kvinnur skulu út um býgarðarnar tá mánasjúkan herjar, og mangt slíkt.

 

So lat okkum leggja bíbliuna á hyllina. Tað nyttar ikki at tosa um persónligt frælsi, út frá bíbliuni, vit hava trúðarfrælsi í Føroyum.

 

Vit mugu gera okkum greitt, at talan er í hesum førum ikki um, at vit skulu rættvísgera hví samkynd skulu sleppa at ganga saman í skrásett parlag. Hetta eru eini grunnleggjandi rættindi, sum eru skerd, samfelagið hevur ikki rætt at skerja hesið rættindi.

 

“Hví skulu fólk sleppa at ganga saman í skrásett parlag ?” hesin spurningur er at venda øllum á høvdinum, so leingi, at hetta ikki skerjir rættindini hjá øðrum í samfelagnum, so skulu øll hava somu rættindi sum onnur. Spurningurin er heldur: Hví skulu fólk ikki sleppa at ganga saman í skrásett parlag ? Higartil hevur eingin klára at svara hesum spurningi. Minst til vit hava trúðarfrælsi, so at bíblian sigur okkurt er ikki ein haldgóð orsøk.

 

Um lógin um skrásett parlag ikki verður viðtikin, hava vit valt mannarættindini frá og móseslóg verður viðtikin. Eg spyrji: hvat verður tað næsta sum fundamentalistarnir fara at krevja, verður tað at svínakjøt skal forbjóðast, ella tað at kvinnurnar skulu út um býgarðarnar tá tær hava mánasjúku, ella tað at vit ikki mugu fara í brúsu saman í Svimjihøllini.

 

Nei lat okkum heldur arbeiða fyri einum samfelag har eingin verður kúgaður og mannarættindini verða vird.

One thought on “Móselog ella mannarættindi”

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *